13.07.2015 Views

Skjal - Løgtingið

Skjal - Løgtingið

Skjal - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

um hetta er parturin um dómsvald. Í samveldisstøðu eru eyðvitað oftast samveldisdómstólar.Nú stjórnarskipanin verður til, eru dómsmál felagsmál millumDanmark og Føroyar, men nýliga er staðfest, við serligari yvirtøkulóg, at føroyingarkunnu stovna egnar dómstólar á lægri stigi. Tískil er skilagott eisini athava ásetingar um dómsvald, hóast í løtuni ikki partur av okkara skipan.Viðmerkingar eru ikki gjørdar til allar lógargreinarnar í uppskotinum. Formansskapurinog samfelagsfrøðingarnir hava ta áskoðan, at tað er gott við viðmerkingum,men at viðmerkingar ikki eru eitt endamál í sær sjálvum, sumonkuntíð í vanligum lógarsmíði. Greinarnar sjálvar, og ikki viðmerkingarnar,hava normerandi virði.Tað stendur í § 4 í lóg um stjórnarskipanarnevnd, at meðan nevndin arbeiðir,skipar hon fyri at kunna og hoyra føroyska fólkið. Hetta hevur nevndin gjørt viðat skipa fyri fleiri almennum kunningarfundum og kunningartiltøkum í skúlumog fyri áhugabólkum. Eisini stendur í § 4, stk. 2.: „At tryggja innlit og ávirkanfólksins skal nevndin lata landsstýrinum fyribils álit og uppskot til stjórnarskipan.Nevndin skipar síðani fyri hoyringum í øllum valdømum, har fólkið,kommunur og áhugabólkar fáa høvi at ummæla arbeiðið hjá stjórnarskipanarnevndini.“Uppskotið til føroyska stjórnarskipan, kortini uttan viðmerkingar,sum tað stendur í Fyrra Flaggdagsáliti er eisini umsett til enskt, oghava løgfrøðingar uttan fyri Føroyar sýnt stóran áhuga fyri hesum. Tað hevursostatt borið væl til at kunna seg um arbeiðið hjá nevndini. Eisini hevur nevndinsína egnu heimasíðu www.ssn.fo.Í sambandi við kunningina hevur Fyrra Flaggdagsálitið verið nýtt sum eittfyribils álit. Liður í kravdu kunningini er eisini, at nú uppundir endan á arbeiðinum,fær hvørt húski í Føroyum seinasta uppskotið við einum upplýsandi inngangi.Eftir 31. desember 2006 verður løgmaður at taka stig til, hvat víðari hendirí hesum máli.13

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!