30.04.2013 Views

Blaðið 003.qxp

Blaðið 003.qxp

Blaðið 003.qxp

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

www.nordlysid.fo

BOX 58, 700 KLAKSVÍK, TEL. 456285, FAX 456498, info@nordlysid.fo

NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012 / 61. ÁRGANGUR / KR. 30,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN

Vilja hava

Djordjevic

Ársins leikari og toppskjúttin í

kvinnudeildini í fjør, Rannvá B.

Andreasen, veit einki um, hvør verður

nýggi venjarin hjá KÍ kvinnunum.

– Vit vilja hava Aleksandar Djordjevic,

tí hann er hann besti venjarin í

Føroyum, sigur hon.

síða 10 - 11

síða 16 - 17

Marknagil átti ikki at verði

ein íløga á fíggjarlógini

Eldraøkið á

Heygnum

skal støðugt

mennast

síða 8

Klaksvík verður

endavend

komandi árini

Tað sigur Eyðun Konráðsson, formaður í

Umhvørvisnevnd býráðsins, nú útivið

80 milliónir eru settar av komandi árini,

at lúka treytirnar hjá Landsstýrinum

um útlát av spillivatni. síða 12 - 14

2 NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012

L E I Ð A R I N

Rokna teir við einum

marglætisstati

Føroyar?

Tað sær út til at nógvir føroyingar í løtuni hava

tey so vælkendu dollarateknini í eygunum nú

makrelurin er farin at fjølgast í føroyskum

sjógvi.

Ein sera nógv umrødd sending var í Útvarpinum,

tríggir journalistar frá høvuðsstaðarpressuni

nærmast sótu og guffaðu makrelgull í seg.

Prátið í sendingini var fullkomuliga einsíðugt,

og kjakbólkurin var als ikki førur fyri at koma

við nøkrum seriøsum kjaki, tí til tað var bólkurin

stutt sagt ov samdur.

Tað er ótrúligt, at Útvarpið ferð eftir ferð ikki

megnar at finna nóg ymisklig fólk til kjaksendingar,

ið veruliga kunnu seta kjakviðirskifti

í veruligt relief.

Men orsøkin er uttan ivað at finna í, at okkara

vælsignaða fjórða statsmakt er so infiltrerað í

politiskt virksemi, at tað ber illa til hjá okkum

øðrum at taka tað í álvara, sum sent verður av

kritiskum tilfari.

Eitt av frískastu dømunum var søgan um

fiskimálaráðharran Jákup Mikkelsen, ið sambært

kringvarpinum so avgjørt var innhabilur í

nærum øllum, íð hevði við fiskivinnuna at gera,

orsakað av at kona hansara var í familju við

Hanus Hansen, stjóra á JFK.

Tað grovasta var helst, tá Bjørn á Heygum, sum

helst øll innan fiskivinnuna vitstu, hevði stór

persónlig áhugamál í vinnuni, slapp at skýra

fiskimálaráðharran ógegnigan av órøttum. Bjørn

dróg spakuliga íland í næstu framførðsluni við at

siga at trupulleikin var meira politiskur, men

eftir at Norðlýsið hevði víst á sambandið hjá

Bjørn til vinnuna, hvarv hann sum døgg fyri sól

av skýggjanum.

Í sini áltráð fyri at fáa rætt, hóast kringvarpið

hevði órætt, sum kringvarpið ikki hevur rættað

til dagin í dag, so royndu teir at draga oraklið av

øllum, Kára á Rógvi á skermin, í vónini um at

sleppa gjøgnum bakdyrnar við skinninum a

nøsini. Her hjálpti tó onki. Skuldsetingarnar hjá

Kringvarpinum vóru fullkomuliga uttan halda í

veruleikanum.

Tá nú arrostokratarnir í Havn halda at tað besta

er, at selja alt føroyska tilfeingið yvir eina

almenna tilfeingisbúð, so er orsøkin heilt einføld.

“Vit skulu hava pening fyrst í landskassan

til okkara lønir og lív”, so kunnu hini hava

molarnar.

Hetta kjakið líkist alt meira og meira einum

ynski um ein arabiskan marglætisoljustat. Um

allir okkara fiskidagar og øll okkara fiskiloyvir

vera seld til tey, sum eiga mest av peningi, so

verða tað valla føroyingar sum fara at hava ráð

at keypa so leingið vinningur fæst burturúr.

Tá fara vit óivað í ólukkumát at síggja strámenn

keypa fiskiloyvir til fólk at fiska og tilvirka, sum

lítla og onga løn fáa fyri arbeiði. Men tað kunna

vit leggja vertin á bara vit liva væl, ella hvussu?

JCöÜt y“"|ÇztÜwtzâÜ

Ársins fyrsta

bókaútgáva frá

Bókadeild Føroya

Lærararfelags er

ein fitt søga ið

fagnar ymisleikan

og kærleikans

megi.

Tað lítla lambið kennir

seg so einsamalt og rópar

maam-maa!

Men so kemur ein kengura,

sum so gjarna vil hava

ein unga. Hon leggur tað

lítla lambið í pungin og

hoppar heim. Men hvat

hendir, tá ið tað lítla lambið

varnast, at tað er so nógv

øðrvísi enn mamman?

Donsku útgávuna av

Kengulambinum fekk

Bókadeildina frá eini

føroyskari mammu, sum

helt, at tað manglaði ein

bók sum hendan á føroyskum.

Ein bók, sum lýsir,

hvussu tað er at vera øðrvísi

enn øll hini í familjuni.

Eitt nú at hava øðrvísi hár-

Sunnudagin 26. feb fyllir

Óli Steinberg

70 ár.

Dagurin verður hildin leygardagin 25. feb,

kl 18 í bygdarhúsinum í Lervík.

Tey, ið ynskja at gleða Óla við at koma,

verða biðin um at tekna seg á tlf 225542

í seinasta lagi mánadagin 13. feb.

Kengulambið

- ein bók um ættleiðing

og húðalit ella krúllur.

Fekk íblástur frá

brúnoygdu dóttur síni

- Íblásturin til søguna fekk

eg frá míni brúnoygdu,

dóttur, sum so gjarna vildi

hava blá eygu eins og restin

av familjuni. Soleiðis

sigur Diana Kimpton, rithøvundur,

sum eigur eina

ættleidda dóttur.

Ársins fyrsta útgáva

Bókin er vorðin ein klassikari

hjá foreldrum at

ættleiddum børnum, men

hon er heilt víst eisini ein

søga um at kenna seg øðrvísi

sum barn. Øðrvísi enn

hini børnini. Og soleiðis

kunnu øll børn kenna seg

av og á. Og tí hevur tað

týdning at hava vaksin

rundan um seg, sum fagna

ymisleikan og kærleikans

megi, siga tey á Bókadeildini

um hesa fyrstu

útgávuna í ár.

Ein fitt og nemandi søga

við stuttligum, mjúkum

og elskuligum myndum.

Bókin egnar seg sera væl

sum upplestrar bók fyri

teimum 3-7 ára gomlu.

Diana Kimpton skrivaði,

Rosalind Beardshaw

myndprýddi og Anja Pálsdóttir

týddi.

28 bls./heft

Prísur: 69 krónur

www.bfl.fo

NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012 3

4 NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012

Gudstænastur

3. sunnudag eftir trettanda

hin 22. Januar:

Christianskirkjan kl.11.00

Hanus á Gørðum

Haraldssund kl.12.00

Hanus á Gørðum

Viðareiði kl. 12.00

Altargangur. Magnus Brahé Jørgensen

KFUM & K í Klaksvík

Mikudagin kl.20.00

Bíbliutími við Petur Martin Glerfoss

Sunnudagin

kl.14.00 sunnudagsskúli,

kl.17.30 bønarløta

kl.18.00 møti við Leivur i Buð

Øll hjartaliga vælkomin

www.kuff.fo

www.nordlysid.fo

UNDIR NEYSTUNUM

www.nordlysid.fo

LÝSINGARTREYTIR

Bert ein lutur í hvørjari lýsing. Hægsta søluvirði kr. 20.000,-. Fyritøkur og virki gjalda vanligan lýsingarprís.

Teigurin er ókeypis fyri privatar lýsingar undir 20.000 kr. Lýsingin skal verða skrivað á henda seðil og

verða klipt úr einum Norðlýsið og sent okkum. Fyri smálýsingar, sum verða sendar okkum ígjøgnum mail, fax ella

eru skrivaðar á kopi, er vanligur lýsingarprísur galdandi.

LÝSINGARTEKSTUR SENT HEVUR

Navn:

Bústaður:

Bygd/býur:

Tlf.:

Merkið brævbjálvan

»Undir neystunum«

Tvey gásapør til sølu

Telefon 455417

Sendið hann til:

Norðlýsið – Box 58 – Klaksvík

VINARLIGA SETIÐ MÆR HESA LÝSING Í BLAÐIÐ TVÆR FERÐIR

Lýsingarnar koma eisini á heimasíðuna www.nordlysid.fo ókeypis í 2 vikur

NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012 5

Triðji bólkurin á G!:

Retro Stefson (IS)

”Ovurhonds

orkumikil

alternativur

rokkur, við

íafrikanskum

rytmum og

hvørjum av

sínum

blandaðum.

Retro Stefson hevur leingi

verið besti livebólkur í

Íslandi... tey eru før fyri at

vinda mannamúgvur við

túsundtals fólkum um

fingurin.” So ramliga

tekur ein av fremstu tónleikaummælarum

í íslandi,

Arnar Eggert, til um

Retro Stefson, ið er triðja

navnið, ið verður kunn-

Vilt tú verða

dómari?

Nú kunnu øll

fáa góða frálæru

í dómaragerninginum,

tí

FSF

skipar fyri skeiði

sum kallast

Dómarin

Tað er Lassin Isaksen,

sum skipar fyri skeiðnum

og øll eru vælkomin.

Klaksvíkar Ítróttarfelag

rindar luttøkugjaldið.

Tað er fyri tað mesta

Power point sum brúkt

verður.

Endamáli er at geva

luttakarunum innlit i fótbóltslógina

og eisini

áhuga fyri døming. Tey

sum luttaka eru so betri

skúla til at virka sum

heimadómarar, tvs.

døma teir dystir sum KÍ

sjálvt setur, t.d. ein leygardag.

Møguliga onkur

av hesum fær áhuga fyri

at taka dómaraprógv.

Luttakararnir skulu

ikki vera undir 15 ár.

KÍ bjóðar sandwich og

annað gott.

Skeiðið verður hósdagin

tann 26. januar, og

seinasta freist at melda

til er tann 23. januar hjá

Hans Jacob Heinesen á

tlf 281904

gjørt hesa vikuna sum

partur av G!2012 skránni.

Retro Stefson funnu

saman longu í framhaldsdeildini.

Bólkurin spældi

sína fyrstu konsert í 2006,

tá limirnir vóru 14, 15 og

16 ára gamlir. Síðani menti

bólkurin seg til ein hin best

umtókta bólkin í Íslandi.

Og fyri einum árið síðani

tók bólkurin stigið at flyta

til Berlin at royna tónlistarligu

veingirnar. Og skjótt

hevur gingið. Retro Stefson

fekk kontrakt við plátufelagið

Universal í Týsklandi

og bookingfelagið Coda

Agency í Onglandi.

Universal hevur givið út

teirra næstu fløgu,

Kimbabwe, umframt 4

sangir av fyrstu fløguni,

Montana, frá 2008. Og

ímeðan bólkurin hevur hildið

til í Berlin, hava tey

spælt yvir 100 konsertir í

Týsklandi, Hollandi,

Belgia, Danmørk, Noregi,

Eysturríki, Sveits, Kroatia

og Onglandi. Retro Stefson

hava eitt skjótt vaksandi

fjepparatal kring heimin,

og teirra live framførslur

eru tiltiknar fyri at vera

sannar veitslur.

Retro Stefson hava stórar

ætlanir fyri 2012 og í løtuni

eru limirnir heima í Íslandi

og taka upp komandi fløguna.

Í summar fáa vit hövið

at hoyra bólkin á G!

Festival.

www.gfestival.fo

6 NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012

Landskassin brúkar

pengarnar í Tórshav

Sambært

roknskapartølum

hjá

landskassanum

seinastu

10 árini eru

nógv tær flestu

almennu

íløgurnar

gjørdar

í Tórshavn og

Suðuroynni.

Norðlýsið hevur hugt at

roknskapum hjá landskassanum

seinastu 10 árini

og útgreina hvar í landinum

landskassin hevur

gjørt almennar íløgur.

Ofta verður tosað um

játtanir til hetta og hatta

men veruleikin er tað

kemur rættiliga ofta fyri at

játtanir standa til ávísar íløgur

– uttan at peningurin

nakrantíð verður brúktur.

Tí hava vit gjøgnumgingið

roknskapirnar hjá landskassanum

og út frá teimum

staðfest hvar í landinum

landskassin hevur gjørt

størstu íløgurnar seinastu

10 árini.

Nógv tær flestu almennu

krónurnar enda í Tórshavn

- heilar 844 milliónir krónur

í almennum íløgum seinastu

10 árini.

Suðuroyggin hevur fingið

heilar 741 milliónir krónir.

Her er Smyril íroknaður

(297 mió), Røktarheim

í Vági, lán til Vágs

Kommunu, Miðnámsskúlin

í Hovi, Tunnil o.a.

Samlaðu íløgurnar hjá

landskassanum í Norðoyggjum

seinastu 10 árini

er einans 378 mió. kr. írokna

Norðoyatunnilin (235

mió. kr.)

Um roknskaparføring

og játtan

Sum sagt hevur løgtingið

játta pengar til mangt og

hvat, men í fleiri førum

eru pengarnir ongantíð

brúktir. Leirvíkar vegurin

er eitt gott dømi um hetta.

Hann hevur fingið játtan í

fleiri ár á rað, men á hvørjum

árið fullu pengarnir

aftur til landskassan og

sama søgan er við farleiðini

Norður um fjall.

Í dag er skipanin broytt

soleiðis at løgtingið kann

”støðla pening”. Tað merkir

at løgtingið kann seta pening

sum er játtaður til eina

verkætlan á eina serliga

konto, soleiðis at peningurin

er tøkur hóast verkætlanin

ikki er farin í gongd

til tíðina. Soleiðis ber tað til

at “spara” upp yvir tvey

roknskaparár.

Tølini vit viðgera eru frá

1999 til og við 2010.

Roknskapurin fyri 2011 er

ikki tøkur enn.

844 mió. kr.

til Suðurstreymoy

Seinastu 10 árini hevur

løgtingið brúkt 844 mió.

kr. í Suðurstreymoy. Íløgur

eru gjørdar í eina røð

av stovnum, vegum o.ø.

Vit kunnu nevna Tinganes,

Løgtingið, Heilsufrøðiligu

Starvsstovuna,

Gamlarætt, Innkoyring til

Tórshavn, Mentamálaráði,

Læraraskúlan, Sjónvarp

Føroya, Studentaskúlin

í Hoydølum,

Fornminnasavn, Náttúrugripasavn,Granskingarpark,

Skúlin á Trøum,

Vinnuháskúlin, Nólsoyarskip

o.a.

Serliga hevur Játtanin til

íløgur á Landssjúkrahúsinum

verið stór – heilar

631 mió. kr.

741 mió. kr. til Suðuroy

Seinastu tíggju árini hevur

landskassin m.a. gjørt íløgur

í nýggjan Smyril sum

kostaði 297 mió. kr. Men

landskassin hevur eisini

gjørt nógvar aðrar íløgur í

Suðuroynni har ein tann

størsta er Ellis- og

Røktarheimið í Vági sum

kostaði landinum 42 mió.

kr. + 17 mió. kr. í láni til

Vágs Kommunu. Hesar

17 milliónirnar skulu sjálvandi

gjaldast aftur. Aðrar

íløgur er nýggj samferðsluhavn

á Krambatanga,

Miðnámsskúlin, Eftirskúlin

við Famará,

Eftirskúlin í Hvalba,

Hvalbiartunnilin, Økisdepil

fyri sinnisveik,

Bakkaverjan í Sumba,

vegurin Øravík-Hov,

vegurin Nes-Hvalba,

vegurin Famjen-Øravík.

Nevnast kann eisini at

Vágs Kommuna fekk 5

milliónir krónur sum stuðul

til at gera eitt projekt

um eina nýggja Djúphavn.

Enn er spakin ikki

settur í.

378 mió. kr.

til Norðoyggjar

Ikki kann sigast at nógvar

almennar íløgur eru gjør-

dar í Norðoyggjum seinastu

tíggju árini. Tó eru

235 milliónir brúktar til

Norðoyatunnilin men

annars hevur landskassin

einans gjørt íløgur fyri

143 milliónir krónur í

Norðoyggjum.

Tekniski Skúlin 19 mió,

Trygdarmiðstøðin 25,2,

Vegagerð í Kalsoynni 19,3

og Havnabyggin á Syðradali

25,2. Autistaheimið

12,1 mió. Klaksvíkar

Sjúkrahús 5,8 mió.

233 mió. kr. til Vágar

Av teimum 233 mió. kr.

sum brúktar eru í

Vágunum eru 100 mió. kr.

brúktar til nýggja flogvøllin

og 80 mió. kr. til

Vágatunnilin. Annars er

bert talan um smærri íløgur

í m.a. tyrlu pallar í

Mykinesi og Gásadali.

165 mió. kr. til Eysturoy

Millum íløgurnar sum

landskassin hevur gjørt í

Eysturoy kunnu vit nevna:

Vegurin niðan á Gøtueið

11,9 mió., Skálabotnur-

Strendur 64,4 mió.,

Norðskálatunnilin 38,1

millión. Vegurin millum

Oyri og Norðskála 20

mió., Rituvíkvegurin 8,8

mió., Lorvíksvegurin 7,7.

Rundkoyringin í Gøtu

kostaði 5,7 mió. kr.

86,8 mió. kr.

til Norðstreymoy

Sambært roknskapunum

hjá landskassanum seinastu

tíggju árini eru

brúktar 86,6 mió. kr. í

Norðurstreymoy. Talan er

bert um smærri íløgur í

Fiskivinnuskúlan í Vestmanna,

vegir millum bygdir

og brúnna um

Streymin.

76,1 mió. kr. til Sandoy

Sandoyggin er tað økið í

landinum sum hevur fingið

minst tey seinastu tíggju

árini.

NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012 7

flestu íløguvn

og í Suðuroynni

Talan er um íløgur í m.a.

Ítróttarhøll á Sandi, Lívfiskastøðin

í Skopum, havn

í Skúvoy, Eldrarøkt á

Sandi, brimverju í Skálavík,

Bókasavn á Sandi,

Sandoyarskipið Teistin,

o.so.fr.

Aðrar almennar íløgur

Tað er ikki altíð lætt at

síggja út frá roknskapinum

hvar í landinum ávísar

íløgur hoyra heima og

tað er heldur ikki altíð

altíð at íløgur eru staðbundnar.

Nýggja Havrannsóknarskipið

er eitt

dømi um hetta. Eisini eru

játtanir til Tilbúgvingarætlan,

Trygdartiltøk,

Kringvarps sendistøðir,

nýtt Vaktarskip, Orkunýtsla

o.a. Tær eru tí ikki

tiknar við í roknistykki

men talan er ikki um stórar

upphæddir.

Ellis- og røktarheimið í Vági

Íløgur sum landskassin hevur gjørt

í sjúkrahusverkið seinstu 10 árini

Landssjúkrahúsið 631,2 mió. kr.

Klaksvíkar Sjúkrahús 5,8 mió. kr.

Suðuroyar Sjúkrahús 1,2 mió. kr.

Landssjúkrahúsið

Suðurstreymoy

844 mió. kr.

Suðuroy

741 mió. kr.

Norðoyggjar

378 mió. kr.

Vágar

233 mió. kr.

Eysturoy

165 mió. kr.

Norðstreymoy

86,8 mió. kr.

Sandoy

76,1 mió. kr.

8 NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012

Eldraøkið á Heygnum

skal støðugt mennast

Tað sigur

Elsebeth

Mercedis

Gunnleygsdóttur,formaður

í Sosialu

Nevnd hjá

Klaksvíkar

Býráð.

Býráðið ger, og hevur

gjørt stórar íløgur, eldrapolitikkinum

at frama. Í

løtuni hava vit eitt stórt

projekt gangandi við

Røktarheiminum úti í

Klaksvík.

Tað hevur tó ligið mær

sera nær, at gjørt nakað

meira við trivnaðin hjá

eldri borgarunum í

Klaksvík og nú býráðið

hevur samtykt at seta hálva

aðru millión av til at seta

sunnara partin av stovuhæddini

á Sambýlinum á

Heygum ístand, er ætlanin

at hetta skulu vera aktivitetshøli

til tey eldru, ið

búgva har í nærumhvørvinum

og aðrastaðni í

býnum.

Økið á Heygnum er millum

annað eitt sentur fyri

eldri fólk, men tørvur er á

hølum til ymisk frítíðartiltøk

hjá teimum og eldru,

skal eg siga til onkrar

felags aktivitetir uttanfyri

bústaðirnar.

Fyri stuttum lat kommu-

nan upp venjingarhølini

Smæran í Sambýlinum á

Heygnum, og nú vit fara at

gera sunnara part av somu

hæddini ístand til tey eldru,

rokni eg við, at hetta verður

eitt veruliga vinarligt og

viðkomandi umhvørvi at

búgva í fyri okkara eldru

borgarar.

Tað er fastlagt, at farið

verður undir at gera hølini

ístand, men enn liggur ikki

heilt fast, hvussu rakstur og

annað skal skipast. Til hetta

verður sett ein skjótt

arbeiðandi bólkur, ið skal

koma við uppskoti til býráðið

um, hvussu hølini skulu

kunna brúkast til ymiskar

aktivitetir fyri tey eldru.

Ætlanin er ikki, at her

skal setast nakað starvsfólk.

Endamálið er, at hetta

skulu vera hølir sum allir

pensionistar, skulu kunna

brúka til ymisk sosial tiltøk.

Tað verður bert hugflogið

ið setir mørk. Eg ivist

onga løtu í, at tey eldru í

Klaksvík fara at finna hóskandi

aktivitetir til hølini

og eg síggið eisini fyri

mær, at hølini kunnu umbiðast

til ymisk tíðarbundin

átøk fyri eldri, bæði almenn

og privat. Eg rokni við, at

arbeiðið við at gera hølini í

stand, kann byrja móti

sumri í ár, sigur Elsebeth

Mercedis Gunnleygsdóttur,

forkvinna í Sosialu Nevnd

hjá Klaksvíkar Býráð at

enda.

NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012 9

Bókaútsøla

Stóra skipaða

várútsølan av

føroyskum

bókum verður

í døgunum

1.– 31. mars.

Í 1988 varð fyrstu ferð

skipað fyri útsølu av

føroyskum bókum.

Bókhandlarafelagið og

Bókadeild Føroya

Lærarafelags skipaðu

fyri – og hetta var stórhending

tá. Nú vóru so

nógvar føroyskar

bøkur, at til bar at skipa

fyri rimmar útsølu við

fleiri hundrað bókum.

Útsøla annað hvørt ár

Men tað er kortini

greitt, at føroyski bókamarknaðurin

er so

mikið avmarkaður, at

tað ber ikki til at halda

útsølu hvørt ár. Tí var

føroysk bókaútsøla

bara 3. hvørt fram til

2006. Men tíðir broytast,

og eftir at fleiri

forløg høvdu gjørt vart

við, at hetta var í so

leingi at bíða, við tað at

bøkur, sum eru akkurát

ikki 3 ár, tá ið útsøla er,

koma at bíða í næstan

fýra ár eftir útsølu, varð

gjørt av at skipa fyri

útsølu annað hvørt ár

framyvir. Tað er eitt

krav, at bøkurnar, ið

verða seldar á útsølu,

skulu í minsta lagi vera

2 ára gamlar. Tá ið

bøkurnar hava verið í

tveimum útsølum, sleppa

tær ikki við aftur.

1.-31. mars 2012

Bókaútsølan var sostatt

í 2010, og nú verður

hon aftur í døgunum 1.

mars til 31. mars.

Bókadeild Føroya

Lærarafelags sendir í

nordlysid.fo

hesum døgum bræv til

øll forløg, har boðað

verður frá hesum og

greitt verður frá treytunum

at sleppa upp í

part. Lýsing verður

eisini sett í bløðini, so

fólk, ið kanska eiga

bøkur, sum stigtakararnir

ikki vita um, kunnu

gera vart við seg.

Útsøluavís í hvørt hús

Stór útsøluavís verður

prentað og send í øll

hús í landinum nakrar

dagar, áðrenn útsølan

byrjar. So kunnu fólk í

frið og náðum kunna

seg við útsølubøkurnar.

10 NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012

Vilja hava D

Ársins leikari

og toppskjúttin

í kvinnudeildini

í fjør, Rannvá

B. Andreasen,

veit einki um,

hvør verður

nýggi venjarin

hjá KÍ kvinnunum.

– Vit

vilja hava

Aleksandar

Djordjevic,

tí hann er hann

besti venjarin í

Føroyum,

sigur hon.

Rannvá B. Andreasen var

- sum so ofta fyrr - besti

leikarin í kvinnudeildini í

fjør. Hon var toppskjútti í

deildini og vann eisini

heiðurin sum ársins leikari.

M.a. skoraði hon eitt

sera flott og avgerandi

mál á Argjum móti nærmastukappingarneytunum

úr AB í landskappingardysti

í seinnu hálvu.

Vit hava fregnast eitt

sindur um fyrireikingarnar

hjá KÍ kvinnunum,

sum skulu royna at vinna

sítt 13. føroyameistaraheitið

á rað.

Hópurin

nærum tann sami

KÍ hópurin verður mest

sum tann sami í ár, sambært

Rannvá B. Andreasen.

- Paula Mikkelsen verður

ikki við í øllum førum í

fyrru hálvu, men hinvegin

verður Ragna B. Patawary

við aftur, so har kemur ein

royndur verjuleikari inn

fyri ein annan verjuleikara.

Rannvá sigur, at tær eru

ikki farnar í gongd við venjingarnar

enn, men hon veit

um onnur lið, sum eru byrjað

at venja. KÍ kvinnurnar

NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012 11

jordjevic

Rannvá B. Andreasen hevur í 9 ár fingið gullskógvin sum

mest skorandi leikari í kvinnufótbólti.

Myndin er tikin í samb. við at hon var vald

sum ársins leikari í 2010.

hava altíð havt langan

steðg, leggur hon afturat og

heldur ikki, at tað verður

nøkur forðing fyri at fáa

úrslit.

Vilja hava

Aleksandar Djordjevic

Í 2009 bleiv Aleksandar

Djordjevic venjari hjá

besta mansliðinum hjá KÍ.

Tá hevði hann 2 ára sáttmála

við KÍ kvinnurnar.

Tískil steðgaði hann sum

kvinnuvenjari, men hevur

havt onkrar uppgávur og

hjálpt til síðani tá. Erik

Nielsen var venjari í fjør,

men verður ikki í ár.

- Erik boðaði í fjør frá, at

hann av privatum orsøkum

ikki verður venjari í ár. Vit

vóru væl nøgdar við hann

sum venjara. Enn vita vit

ikki, hvør verður venjari í

ár. Vit hava einki hoyrt,

men tað plagar ikki at verða

øðrvísi og onkuntíð er kappingin

farin í gongd,

áðrenn venjari er settur.

Aleksandar Djordjevic

hevði sáttmála við okkum,

tá hann bleiv venjari hjá

monnunum, men vit skiltu

sjálvandi, at hann fór til

mennirnar, tí tað var ein

stór og spennandi uppgáva.

Men vit vóna allar, at

Aleksandar Djordjevic

verður venjari hjá okkum í

ár. Hann er tann besti venjarin

í Føroyum og tann

Aleksandar Djordjevic

besti venjarin, ið vit

nakrantíð hava havt. Hann

kennir okkum og hevur

altíð verið í felagnum, so

eg dugi ikki at síggja nakra

orsøk til, at bæði hann og

vit fáa ein møguleika aftur

at arbeiða saman. Eg vænti

eisini, at hann sjálvur hevur

áhuga, sigur Rannvá B.

Andreasen við Norðlýsið.

Málsetningurin

er tann sami

Rannvá B. Andreasen er

annars bjartskygd uppá

kappingina í ár, men

vónar at samstarvið millum

KÍ kvinnurnar og KÍ

leiðsluna verður betri

framyvir, enn tað hevur

verið.

- Í ár verður opin tilmelding

til bestu kvinnudeildina,

so enn vita vit ikki,

hvussu nógv lið og hvørji

lið verða í bestu deildini.

Men mest sannlíkt kemur

størsta kappingin frá AB og

B36, men so veit eg ikki,

hvussu eitt nýtt lið sum

B68 verður. Okkara lið

eigur at vera líka gott sum í

fjør og tí er eingin orsøk til

ikki at fara fyrst og fremst

eftir FM heitinum, men

eisini steypakappingina

ætla vit at vinna, sigur

Rannvá B. Andreasen, sum

væntar at venjingin fer í

gongd í mars.

12 NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012

Klaksvík verður enda

Tað sigur

Eyðun

Konráðsson,

formaður í

Umhvørvisnevn

d býráðsins,

nú útivið

80 milliónir

eru settar av

komandi árini,

at lúka

treytirnar hjá

Landsstýrinum

um útlát av

spillivatni.

Ein av stórstu trupulleikum

vit hava havt í

Klaksvík, tá talan er um

spillivatnsskipanina er, at

nærum allastaðni rennur

yvirflatuvatn saman við

spillivatninum ígjøgnum

spillivatnsskipanina.

Hetta hevur havt við sær,

at tey stóru reinsuverkini

hava ikki megna at svølgt,

serstakliga tá áarføri hevur

verið. Tí hevur tað komið

fyri, at spillivatnið frá

húsarhaldum og øðrum er

farið beinleiðis á sjógv.

Og tá eg sigið á sjógv, so

er tað sjálvandi Vágin, eg

tosi um, sigur Eyðun

Konráðsson, býráðslimur

og formaður í Umhvørvisnevndini.

Hetta er sjálvandi ikki

nøktandi, og er nakað, ið

vit sjálvi fyri árum síðani

áttu at havt gjørt nakað

munagott við. Men sjálvandi,

kloakkir og spillivatn

hevur helst ikki ligið fremst

í huganum hjá politikarunum

í farnum tíðum. Eg

haldi, at fólkið ídag setir

meira fokus á umhvørvið

og tí er tað kanska lættari at

koma ígjøgnum í býráðnum

ídag við umhvørvistrupulleikum.

Afturat tí, hevur Landsstýrið

sett kommununum

stólin fyri hurðina. Landsstýrið

hevur nevniliga við

kunngerð álagt kommununum

í Føroyum at fáa skil á

spillivatnsskipanina í seinasta

lagið í januar í 2015.

Í kunngerðini verður í

Eyðun Konráðsson, formaður í Umhvørvisnevnd býráðsins

“Vit komu til tað sannroynd, at byrjast skuldi har mesta dálkingin var. Tí liggur Ósáin fremst fyri.“

stórum ásett, at spillivatnið

frá býnum skal reinsast

áðrenn tað verður latið út á

streymasjógv.

Hetta er ein stórur biti hjá

Klaksvíkar Kommunu at

svølgja. Framrokningar

siga, at tað fer at kosta

kommununi um 80 milliónir

at fáa hetta í rættlag.

Tað er minni enn so pláss

fyri 80 milliónum á fíggjarlógini

hjá kommununi í

einum ári, tí hava vit gjørt

eina spillivatnsætlan fyri

kommununa.

Kristoffer Olsen er settur

sum samskipari av spillivatnsætlanini

hjá kommununi,

og tað er hann, ið

hevur samskipa eina ætlan

og sum stendur fyri teknisku

ábyrgdini. Kristoffur

Olsen hevur arbeitt hjá

Klaksvíkar Kommunu í eitt

langt áramál, og hevur

verið niðri í Danmark og

fingið sær teoretiska útbúgvin.

Útbjóðingar í ár

Í ætlanini, sum er gjørd og

innsend til góðkenningar

liggur, at 8,5 milliónir

verða settar av árliga til at

loysa spillivatnsspurningin.

Byrjað verður við

økjunum kring Ósánna,

og gongur sum ætlað, so

verða seks økir útboðin í

ár (sí kort). Eyðun Konráðsson

sigur, at kommunan

er somikið væl fyri

við kønum arbeiðisfólki,

at nógv ar arbeiðinum

megna vit sjálvi. Hinvegin

er neyðugt at bjóða

størri arbeiðini út, og tað

verður gjørt.

Økini 2, 3 og 6 verða

útboðin áðrenn Norðoyastevnu,

og økini 1. 4 og 5

aftaná. Tað er málsetningurin

fyri í ár.

Sum sæst á ætlanini, so

fara vit í fyrsta umfari miðvíst

eftir Ósánni fyrst niðan

ímóti Uppsølum , Eiðinum

og Vágsheygnum, og seinni

fara vit yvir undir Kjølin.

Síðani verður farið í holt

við økini kring Vágsá.

Tað snýr seg um allar

bygdirnar í Kommununi

Tá vit í býráðnum fóru

undir at leggja spillivatnsætlanina,

so var tosað um

hvussu skuldi farast

ígongd. Tá var frammi, at

kanska var rættast at byrja

í teim smáu økjunum,

sum Norðoyri, Ánunum

og á bygdunum annars,

men tað vann ikki frama.

Vit komu til tað sannroynd,

at byrjast skuldi har

mesta dálkingin var. Tí liggur

Ósáin fremst fyri.

Hinvegin, so hava vit tikið

bygdirnar í kommununi við

frá byrjan. Í Svínoy,

Mikladali og á Trøllanesi

verða tað staðbundna

arbeiðisfólki, sum saman

við arbeiðsmegi á staðnum,

ið fer undir arbeiða við

spillivatnsætlanini.

Eftir ætlanini, so verður

komið á mál í Mikladali og

á Trøllanesi í 2014, ímeðan

arbeiðini í Árnafirði og í

Svínoy strekkja seg fram til

2017.

Spillivatnið

verður reinsað

Tá vit eru komin á mál við

at leggja dupulta skipan

allastaðni, soleiðis at yvirflatuvatn

rennur fyri seg

og spillivatn fyri seg, fer

at bera til at reinsa spillivatnið.

Hetta skal gerast á fleiri

reinsiverkum kring um í

býnum. Tá spillivatnið er

reinsað, verður tað antin

latið út á Vágna, ella eisini

er ein annar møguleiki at

leggja eina leiðing út eftir

botninum, út á streymasjógv.

Vit hava sum sagt lagt

eina spillivatnsætlan sum

strekkir seg heilt fram til

2020, ímeðan landsstýrið

sigur at vit skulu vera liðnir

í 2015, so tíðarætlanin hjá

okkum er ikki góðkend,

men eg rokni við at hon

verður fylgd, kortini á ein

ella annan hátt, tí peningur

er simpulthen ikki tøkur til

at fara skjótari fram.

Orsakað av longu tíðarætlanini

er ikki fyri neyðini hjá

okkum at læsa okkum fastar

í hvussu endaliga verður

farið fram við útleiðingini á

Vágna ella á streymasjógv,

tí tað veldst vælsagtans um,

hvussu væl vatnið er reinsað,

tá tað kemur úr reinsiverkunum.

Borgarar mugu hava tol

Tað eg kanska fyrst og

fremst vil við hesum, er at

siga borgarum okkara, at

teir fara at noyðast at hava

tol við okkum, nú vit fara

at endavenda at kalla

øllum býnum, í strembanini

eftir at minka um dálkingina

so væl sum til ber.

Hetta fer at hava við sær,

at vit nú í eitt langt áramál

fara at grava upp nógvastaðni

kring um í býnum.

Sum flestu helst hava

sæð, so eru vit longu farin

ígongd á Bøgøtu og Undir

Hæddini. Spillivatnsskipanin

hevur verið niðurprioriterað

í nógv ár, so hetta er

eitt stórt upptak, sum býráðið

er farið undir nú.

Treyðugt so, hetta fer

sjálvandi at vera til ampa

fyri ymiskum hjá einstøkum

borgarum. Eisini verður

hetta til ampa fyri ferðs-

Framhald á síðu 14

NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012 13

vend komandi árini

Nógv er uppgrivið við Bøgøtu, og hetta tarnar ferðsluni í ávísan mun

Undir Hæddini verður eisini grivið

14 NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012

Framhald av síðu 12

luna í býnum í ávísan mun

árini frameftir. Men vit

vóna sjálvandi at borgarar

okkara eru tolnir og taka

undir við, at vit taka upp

eftir okkum sjálvi, soleiðis

at vit kunna lata komandi

ættarliðum eitt reinari

umhvørvi at búleikast í.

Reinar natúrligar áir

Tað liggur eitt stórt protentialið

í framtíðar trivnaðarmøguleikum

í

Klaksvík eftir at hetta

stóra átakið hjá býráðnum

er liðugr.

Eg síggið fyri mær, at tá

fer at bera til, aftur at leggja

okkara vøkru áir opnar.

Ósáin, Karlsá og Vágsá

høvdu prýtt munandi um

býin, um tær fingu sína

nátúrligu legu aftur.

Aðrastaðni eru eftirgjørd

vøtn og áir at síggja í býum

og bygdin. Vit hinvegin,

hava møguleikan at leggja

okkara natúrligu áir opnar

aftur, við tí er møguleiki

fyri øktum fugla – og fiskalívi

í býnum.

Eg havi bert nevnt tríggjar

áir, men tær eru nógv

fleiri, ið fara at kunna verða

lagdar opnar. Ongin ivi er

um, at trivnaðurin verður

ein sera stórur síðugevin-

stur vit fáa við at reinsa

spillivatnið, og harvið taka

upp eftir okkum sjálvi, í

staðin fyri sum higartil,

nærum bara at koyra skarnið

út í náttúruna. Vit eru

vorðin so mong og brúka so

nógv ymisk evni, ið eru

vandamikil í náttúruni, at

tað ber ikki til longur bara

at lata standa til, sigur

Eyðun Konráðsson, forma-

ður í Umhvørvisnevnd

býráðsins at enda.

Soleiðis sær dagførda spillivatnsskipanin út

Hesu 6 økini verða útboðin í ár til byggifeløg at dagføra

spillivatnsskipanina

NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012 15

Kendur skipari 70 ár

Mánadagin

23. januar verður

Kári Horn 70 ár,

og fer tí frá sum

tænastumaður á

MRCC Tórshavn,

har hann hevur

tænt síðan MRCC

Tórshavn varð

sett á stovn.

Kári er føddur og uppvaksin

sum tvíburði í Vági.

Hann var yngstur í einum

systkinaflokki av 5, Páll,

Egil, Jógvan, tvíburðasystirin

Turið og Kári. Hann

plagar sjálvur at taka til, at

hann er føddur “gentlemaður”,

tí hon kom fyrst.

Foreldrini vóru Óli Horn

úr Haldórsvík og Jóhanna

Horn úr Vági. Pápin doyði

longu, tá Kári var 11 ára

gamal. Hugin til sjólívið

Jógvan við Keldu

Ferð eftir ferð at

kalla okkara vinnulívsfólk,

reiðarar og

politiska systemið

fyri korrupt,uttan at

Vinnuhúsið ger

bart, er at undrast á

Í einum vinnulívstíðarriti

sá eg nú ein dagin Peter

Amstrup, formann fyri

donsku vinnuskúlarnar,

verða endurgivin fyri at

siga um sínar næmingar:

“Nógvir kenna á sær, at

tað ikki er neyðugt hjá teimum

at strevast og stríðast.

Teir hava treytaleyst

álit á, at hvat so hendir,

hvat teir enn velja, so fer

samfelagið (ríkis- og

kommunukassin, red.)

undir øllum umstøðum at

syrgja fyri, at teir hava tað

gott...”

Ongin ivi er um, nú veruligu

vinnulívsfólk okkara

verða “gingin omaná” av

toretiskum frøðingum, sum

ikki hava annað í sjáttuni

fekk hann inn við móðurmjólkini,

tí hann varð føddur

inn í eitt reiðaravirkið,

har hann frá barnsbeini

hoyrdi og lærdi um sjólívið.

Og longu sum smádrongur

helt hann heldur

til á bryggjuni, millum sildatunnur

og gággurúsur,

enn í skúlanum. 15 ára

gamal fór hann fyrstu ferð

enn eina teoretiska próvtøku

– hon er sjálvandi ikki at

seta niður á – men uttan at

kenna til veruliga vinnuliga

gerandisdagin, samstundis

sum okkara fjølmiðlafólk

skorða undir hesar, koma

vit styttri.

Sá í greinini “Makrelkorruptión”

hjá Hermanni

til skips við Saint Jack,

sum bróðurin Páll førdi.

Páll man hava verið góður

lærumeistari, tí Kári fekk

hug at føra skip sjálvur.

Hann tók prógv sum

skipsførari í Havn í 1965

og fór út at sigla við

Mærsk. Har sigldi hann í

nøkur ár sum stýrimaður,

seinni gjørdist hann skipa-

Fastløntir frøðingar

og verulig vinnulívsfólk

Oskarssyni, har hann tók

soleiðis til: “Gevist við

hesum korrupta og korrumperandi

spælinum, at geva

einum lítlum, og frammanundan

ríkum úrvalsliði av

føroyingum hesar milliardirnar”

– Hann brúkar ofta

“úrvalslið” og “korruptu”.

Tá teoriin stýrir heldur

ri hjá reiðarínum Otto

Danielsen, har hann starvaðist

í fleiri ár. Eisini

sigldi hann eitt stutt tíðarskeið

við Smyrli í uttanlandssigling.

Í 1983 fór

Kári í Vaktar- og

Bjargingartænastuna, sum

stýrimaður á Tjaldrinum.

Seinni gjørdist hann skipari

á Tjaldrinum og á

enn veruleikin

Veit ikki hví, men skrivingin

hjá Hermanni minnir

meg vanliga á bókina

hjá Samuel Rachlin, har

hann m.a. greiðir frá, tá

foreldur hansara, sum

jødar, vórðu tvangsflutt til

Sibirien.

Har greiðir hann frá, at

Ólavi Halga.

Tá MRCC Tórshavn

skuldi setast á stovn í 2002,

var tað heilt natúrligt at

Kári, sum hevði drúgt og

gott innlit í sjóbjarging,

varð ein av teimum, sum

kom at seta sín dám á

henda nýggja stovn. Og

ikki kann sigast annað enn,

at hansara partur liggur ikki

eftir, nú hann fer úr hesum

ábyrgdarfulla starvi fyri

aldur. Betri arbeiðsfelagi

finst neyvan, tí sum menniskja

er hann heilt framúr.

Langar og drúgvar vaktir

gerast stuttar saman við

Kára, tí hann hevur altíð

eitt ella annað at undirhalda

við. Tað kann verða onkur

góð søga frá siglingstíðini á

nær- og fjarleiðum, ella

bara okkurt sum rennur

honum til hugs. Og glaðari

og fróðari persón hittir tú

ikki á hvørjum horni. Tí

verður saknurin eisini stórur,

nú hann leggur frá sær.

Familjukærur er hann

sum fáur, men tað hevur

“fólkið har fiskaði laks við

gørnum niður ígjøgnum ísholini,

við eftirliti úr

Moskva. Ein dagin koma

boð frá Kreml, at fiskaríið

var ov lítið, tí skuldu tey

seta gørnini tvær ferðir heldur

enn einaferð um samdøgrið.

Fiskararnir royndu

at greiða frá, at gjørdu teir

eftir boðunum, fóru teir

ikki at fáa so nógv, tí tað

gjørdist meiri ófriðarligt

við at seta tvær ferðir. –

Onki batti, og tá teir gjørdu

eftir boðunum at seta tvær

ferðir, fekst helmingin

minni”.

Vinnuhúsið eigur at

traðka í karakter

Ferð eftir ferð at kalla

okkara vinnulívsfólk, reiðarar

og politiska systemið

fyri korrupt, uttan at

Vinnuhúsið ger bart,

undrar meg stórliga.

Havi nevnt tað fyrr, her

haldi eg, at Vinnuhúsið

eigur at traðka í karakter.

Ella er Vinnhúsið bara

annar “alemnnur” stovnur,

sum verður privat fíggjaður!

– Minnist til, at

Hermann Oskarsson og

kanska eisini sínar góðu

orsøkir, tí hann var at kalla

eldri áðrenn hann fann sær

konu. Kári giftist í 1977 við

Annu á Reynatúgvu av

Sandi, og tey búsettust har.

Børnini eru Ada, Elin,

Hanna og Ólavur, og abbabørnini

eru 6 í tali, og sjálvandi

er Kári eisini uppkallaður.

Vit fara at nýta høvið

at takka fyri sera gott samstarv

hesi árini, og ynskja

eitt gott og langt lívskvøld.

Móttøka

Í samband við at Kári fer

úr starvi, verður móttøka

á MRCC Tórshavn, Tinghúsvegur

64, fríggadagin

20. januar kl. 13, har fyrrverandi

og núverandi

starvsfelagar, familja og

kenningar eru hjartaliga

vælkomin til ein kaffimunn.

Manningin á

MRCC/Tórshavnradio

aðrir við honum eru ráðgevarar

hjá Kringvarpinum

og mangan verður talað til

lægsta felagsnevnara, ein

sum við øvund etur seg upp

ígjøgnum samfelagið.

Vinnulívsfólkið ikki

nakað “úrvalslið”

Latið okkum til eina og

hvørja tíð hava í huga, at

føroyska vinnulívsfólkið

er ikki nakað “úrvalslið” á

tann hátt Hermann hugsar

– hálv- ella fullkorruptir –

men persónar, sum í longri

og styttri tíð, fleiri í fleiri

ár tíggjur, hava gjørt

millóna- og milliardaíløgur

fyri at fáa okkara tilfeingið

til høldar.

Tað er sanniliga stórur

munur á fastløntum teoretiskum

frøðingum á tryggum

sessum sum fleiri sita

og droyma um nakað sum

ikki er, og so veruligar vinnulívsmenn,

sum dagliga

virkað og gera tað, at samfelagið

Føroyar livir so væl

á allan hátt sosialt, heilsuliga

og ikki minst mentanarliga.

16 NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012

Markna

ein íløg

Anfinn

Kallsberg,

sum hevur

verið fíggjarmálaráðharri

og sum hevur

drúgvar royndir

í føroyskum

fíggjarpolitikki,

sigur at tað er

eingin ivi um at

íløgurnar sum

landið ger hava

stóran týdning

fyri lokaløkini

Um hugt verður eftir

roknskapunum seinastu

tíggju árini hjá landskassanum

sæst at landið

serliga hevur raðfest íløgur

í miðøkinum og

Suðuroynni.

Í tíðarskeiðinum 1999 til

og við 2010 eru almennu

íløgurnar deildar soleiðis:

mió.kr

Suðurstreymur 844,0

Suðuroy 741,0

Norðoyggjar 378,3

Vágar 233,3

Eysturoy 185,7

Norðstreymoy 86,8

Sandoy 76,1

Raðfestingar

- Tá vit tosað um almennar

íløgur skulu vit minnast

til at ein stórur partur

av hesum íløgum koma

øllum borgarum til góða –

líkamikið hvar í landinum

tær eru gjørdar. Hóast

skúlar og sjúkrahús eru

lagd í ávísum økjum, so

verða tey brúkt av borgarum

úr øllum landinum. Tí

skal ein verða sera varðin

tá ein setur almennar íløgur

upp móti hvørjari aðrari.

Men tá tað er sagt er

tað ein sannroynd at tað

hevur avgerandi týdning

fyri ymisku økini at tað

almenna ger íløgur í økið.

- Taka vit økið eystan

Múla sum dømi, so ivist eg

onga løtu í at um politikarar

í 50 unum og 60 unum ikki

gjørdu stórar íløgur í tunnlarnar

norður um fjall, so

hevði økið alt sum tað er

verið avtofta í dag. Og líka

so týdningarmiki sum tann

íløgan var tá, er tað í dag

neyðugt at uppgradera hesa

farleið til tað sum nútíðin

krevur.

Havnin fingið

bróður partin

Fyrrverandi løgmaður og

formaður í fíggjarnevndini,

heldur lítið um útsøgnina

hjá Heðin Mortensen,

borgarstjóra í Tórshavnar

Kommunu, har hann í

sambandi við kjak um

raðfesting av almennum

íløgum sigur at Havnin er

við at bløða út.

- Tølini siga greitt at

Tórshavn og miðøkið sum

heild hevur fingið bróðurpartin

av almennu íløgunum

og tað hevur sjálvandi

týdning at stóru íløgurnar

sum samgongan ætlar at

gera í m.a. Skúladepilin við

Marknagil verður framd.

Men tað er samstundis eisini

umráðandi at stóru íløgurnar

í miðøkinum ikki

verða gjørdar einsamallar

ella at hesar verða gjørdar

uppá bekostning av øðrum

íløgum kring um í landinum.

- Íløgurnar sum tað

almenna hevur gjørt í

Norðoyggjum seinastu

tíggju árini eru serliga farnar

til Norðoyatunnilin og

eina uppgradering av

vegum og tunnlum í

Kalsoynni – og til havnabygging

á Syðradali. Á

skiftandi fíggjarætlanum er

eisini peningur játtaður til

farleiðina norður um fjall

men enn er einki brúkt. Tað

eina árið játtaðu vit 22 milliónir

krónur – men ikki ein

króna er brúkt enn. Tað er

sera týdningarmikið at løgtingið

tryggjar sær at tær

verkætlanir sum peningur

verður játtaður til veruliga

fara í gongd tí samfelagið

NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012 17

gil átti ikki at verði

a á fíggjarlógini

hevur brúk fyri virkseminum.

Stóru íløgurnar forstýra

Anfinn Kallsberg sigur at

ein so stór íløga sum

Markangilsdepilin er alt

ov stór til at standa sum

íløga á fíggjarlógini.

- Mínar royndir av politiska

kjakinum um almennar

íløgur er at stórar íløgur,

sum eitt nú Marknagilsdepilin

forstýra orðaskiftið.

- Tú byrjar við einum

játtanar karmi og so fara

allar trummur í gongd at

larma. Ein rúgva av verkætlanum

verða tveittar aftur

og fram og endin er at løgtingið

játtar pengar til verkætlanir

sum í fleiri førum

als ikki eru klárar. Soleiðis

koma íløgur at standa á

fíggjarlógini har peningurin

als ikki verður brúktur.

- Taka vit íløguna sum

ætlanin er at gera í Skúladepilin

við Marknagil so

skulu játtast eini 90 til 100

milliónir fyri at verkætlanin

skal fara í gongd og hetta er

næstan helvtin av íløgu

orkuni hjá landskassanum.

Tí havi eg fleiri ferðir sagt

at ein slík íløga átti at verið

fíggja við lántøku og síðani

afturgoldin yvir raksturin

hjá skúlanum.

- Soleiðis vóru Tekniski

Skúlin í Klaksvík og

Handilsskúlin í Havn bygdir.

At hava so stórar íløgur

fíggjaðar sum íløga á fíggjarlógini

órógvar alt ov

nógv orðaskiftið og skerjir

møguleikar fyri at fremja

aðrar íløgur.

Íløgurnar ganga

í bylgjum

Seinastu tíggju árini hevur

landskassin gjørt einans

76,1 millión krónur í íløgum

í Sandoynni.

- Sandoyggin er illa fyri

men fert tú aftur í 80ini

hevur tað almenna gjørt

stórar íløgur í havnaviður

skiftini. Og samanumtikið

má ein siga at íløgurnar

ganga líka sum í bylgjum tí

hóast Suðuroyar Sjúkrahús

seinastu tíggju árini bert

hevur fingið 1,2 mió. kr. so

er Sjúkrahúsið nýtt og tí

vóru játtaðar nógvar mió. í

90unum til sjúkrahúsið.

- Soleiðis er eisini við

skúlabygging. Seinastu tíggju

árini hevur landskassin

ikki bygt nakran nýggjan

skúla men í 90 unum vóru

fleiri skúlar bygdir.

Ikki rætt at petta

íløgurnar sundur

Anfinn Kallsberg sigur at

royndirnar vísa at tað er

rætt at raðfesta íløgur og

so byggja skjótt.

- At játtað eitt lítið krónu-

tal til nógvar verkætlanir er

óheppin og bítur seg sjálvan

í halan.

- Tað vísir seg nevniliga

at tá man fyrst játtar eitt

lítið krónutal fyri at fáa

gongd á fleiri verkætlanir

kemur alt upp í røkur árið

eftir. Tí tá skulu so allar

hesar verkætlanirnar hava

meiri pengar, tí nú er projektera

og klárt at byggja.

Og so steðgar alt upp. Tí er

tað rættast at man raðfestur

færri íløgur og so byggir

tær yvir styttri tíðarskeið.

Stóra íløgan

sum landskassin

ger

við Marknagil -

kann gerast ein

forðan fyri aðrar

íløgur kring

landið.

18 NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012

At spara hevur ikki somu

merking í dag sum tá eg s

89 ára gamli

Kristian Høgnesen

er ættaður úr

Niðristovu á

Norðoyri, og hóast

høga aldurin er

hann framvegis

javnan á Stongunum

har hann egnir í

skúrinum hjá

Søkanum. Hann er

hittinorðaður sum

fáur og hevur eftir

eitt langt lív - sínar

egnu meinginar um

samfelgið.

Kristian Høgnesen, sigur

at í hansara tíð er samfelagið

so nógv broytt at

tá fólk í dag tosar um at

spara hevur tað ikki somu

merking sum fyrr í tíðini.

- Endamálið við at spara

má væl verða at ein skal

hava avlop. Men í dag er

samfelagið soleiðis samanskrúvað

at hevur tú avlop –

ja, so kemur landið eftir

tær. Tað sigur seg sjálvt at

tá umstøðurnar eru soleiðis

– missir menniskjan hugin

til at spara.

- Sjálvur havi eg klárað at

liva eitt langt lív uttan at

lána pengar. Í dag eri eg

einkjumaður, men tá konan

livdi løgdu vit nógv fyri at

svara hvørjum sítt. Tað var

ikki ein einasta nota skriva

- men hetta halda fólk í dag

lítið um.

- Tá vit høvdu fyri neyðini

at brúka pengar settu vit

okkum niður við stovuborið

og prátaðu um hetta

yvir ein kaffimunn. Soleiðis

tosaðu vit okkum

fram til eina loysn. Nú

brúka fólk pengar hvør í

sínum lagið uttan at siga

hvør øðrum frá – og sum

frá líður ferð sjálvt hjúnarbandið

í upploysn og hvør

ferð til sín veg.

- Tað er so nógv sum eg

ikki skiljið og í dag er yvirforbrúk

púra vanligt. Á

hvørjum árið senda vit

hópin av góðum klæðum av

landinum. Mær er sagt at tá

bilurin hjá Absalon er væl

pakkaður tekur hann 8 tons.

8 tons av góðum klæðum

sum ikki verða brúkt - men

bert givin burtur. Tað sigur

seg sjálvt at forbrúkið má

verða stórt tá ein kann

senda góð klæðir av landi-

num.

Peningur er ikki alt

- Eg hevði eina konu sum

var heimagangandi húsmóður.

Ein orsøk til at

hon ongantíð fór út at

arbeiða var, at eg mælti

henni frá. Vit fingu tvær

døtur, sum hon aldi upp.

Tær lærdu hennara arbeiði

og tær hava klára seg væl

89 ára gamli

Kristian Høgnesen í

skúrinum hjá Søkanum

saman við monnum sínum

og hava uttan ivað havt

stóra nyttuna av tí, sum

tær lærdu frá mammu

síni. Hesi virði kann ein

ikki keypa fyri pengar.

Hetta er so nógv broytt í

dag og sjálvur dugi eg so

illa at skilja nógv av tí

sum ein sær og hoyrir í

dag.

- Nú eri eg einsamallur í

NR. 3 HÓSDAGIN 19. JANUAR 2012 19

etti búgv

húsi og royni at liva “sparsommligt”.

Sum dømi kann

eg nevna at eg geri mær ein

drekkamunn einar seks

ferðir um dagin. Eg koyri

eitt krúss í kannuna hvørja

ferð og tað er ikki so lítið

eg sparið við hesum. Tí um

eg hvørja ferð koyrdi tvey

krúss í kannuna, so bleiv

orka nýtt til tólv krúss um

dagin ístaðin fyri seks. Um

vikuna er hetta 84 krúss

ístaðin fyri 42 og tekur tú

og leggur saman upp til eitt

ár – so er munur stórur. Tað

er púra vist at alt ger mun í

dagliga húsarhaldinum.

Tað almenna

kundi spart

Kristian fylgir sera væl

við í almenna kjakinum

men hann heldur lítið um

hvussu tað almenna

húsast.

- Eitt dømi er her mitt í

býnum. Tað verður bygt eitt

hús til pensjónistar – røktarheim

- úti í Víkunum.

Hetta heimið skal húsa 24

pensjónistum og prísurin er

47 milliónir krónur. Hetta

er knappar tvær milliónir

krónur fyri hvønn pensjónistin.

Samstundis hevur

Norðhús bygt hús á

Norðoyri til heilar familjur

fyri 1,1 millión kr. pr.

familju???

- Her haldi eg at myndugleikarnir

hava ein álvarsaman

trupulleika og skylda

okkum borgarum at koma

við eini frágreiðing - hví so

er. Men eisini her er samfelagið

so nógv broytt.

- Óli hjá Húsa Pól og

papi gjørdu ymiskt timburarbeiði.

Teir høvdu ein

mann afturat sær, Sámal

Júst í Gerðum. Hann var

ikki fult arbeiðsførur og

hann hevði tí eittans arbeiði

– nevnilga at beina seym –

so seymurin kundi endurnýtast.

Eg trúgvi at seymir

vóru brúktir einar tríggjar

ferðir. Nú verður einki

endurbrúkt og álíkavæl er

vanligt at nýggj hús fara í

vindi.

Eitt virkið lív

Hóast Kristian í september

kann halda sín 90 ára

føðingardag, so livir hann

eitt virkið lív.

- Eg má siga at eg kenni

meg at vera sera væl fyri.

Eri púra klárur og havi tí

ikki tol til at sita stillur og

einki havast at. Tá eingin

útróður er leingist mær illa

eftir egningarboðum.

- Mær hevur dámt sera

væl at fylgt við í samfelagsviðurskiftum

og havi eisini

arbeitt eitt sindur við at

givið út bók. Bókin er ikki

skrivað enn, men eg havi

tosað munnliga inn á eina

teldu og ein sum hevur mett

um tilfarið sigur at hetta er

nokk til tvær bøkur. Um vit

halda fram so er ikki óvist

at tann triðja kemur eisini.

- Í dag er so nógvur lærdómur

frammi í mun til tá

eg var ungur. Men tá høvdu

vit eitt annað slag av lærdómi.

Sum børn vóru vit

altíð við teimum vaksnu til

arbeiðis og til tað sum tey

høvdust við.

- Fyrstu ferð eg var við

báti, var ein dyrgingartúrur

eftir seiði. Eg so ungur at

eg kláraði ikki upp um

bekkin. Eg minnist at eg

grulvaði undir bekkinum

og spældi við seiðirnar sum

lógu í eystrinum. Hetta

hevur óivað gjørt at eg

bleiv útróðrarmaður.

- Vit fingu tann veruliga

lærdómin gjøgnum upplivingar

og royndir. Í dag

verða tey ungu sett við eitt

borð og læra gjøgnum

bøkur við at skriva á papír.

Tey uppliva ikki lærdómin

og veruleikan.

- Síðani verður lýst eftir

fólki til størv og papírið –

sum tey kalla prógv – sigur

so at tey kunnu brúkast til

starvið. Men so skjótt sum

tey eru komin í hetta góða

starv – so mugu tey granska

hvussu tey skulu gera og

bera seg at. Teimum vanta

jú royndir frá tí veruliga

lívinum.

Frískir biddarar

- Skal eg siga sum er so

eri eg sera keddur av samfelagskjakinum

í dag. Tað

er so meiningsleyst at eg

tími ikki longur at fylgja

við. Nú er tað blivið

soleiðis at frísk fólk í

bestu árum kunnu biðja

um pengar. Fyrr vóru tað

fólk sum vóru illa trongd

sum bóðu. Sjálvur hevði

eg eina uppliving sum

tólv ára gamal.

- Pápi og eg stóðu í túninum

í Niðristovu á Norðoyri.

Tá kemur ein maður

við leypi á rygginum gangandi

móti húsunum. Pápi

kendi mannin og skundaði

sær inn til mammu og heitti

á hana um at hava ein

kaffimunn kláran til mannin.

Síðani gekk hann móti

manninum og bað um at fáa

leypin frá honum – og

bjóðaði so manninum at

fara inn og fáa sær ein

drekkamunn. Síðani fór

pápi í kjallin og koyrdi í

leypin tað sum hann helt

verða rætt. Síðani setti

hann leypin til mannin og

tá drukki var fór maðurin

avstað aftur. Tá eg var

vorðin maður spurgdi eg

einaferð pápa um hesa

hending – hví pápi fór

ímóti manninum og tók

leypin frá honum. Pápi

greiddi frá at hann visti at

maðurin var komin at biðja

um hjálp. Men hann visti

eisini hvussu tungt tað var

hjá manninum at biðja um

hetta og tí fór hann ímóti

honum so maðurin skuldi

sleppa frá at biðja.

- Men nú ferð fremsti

maðurin í landinum –

Føroya Løgmaður – til

Danmarkar at biðja um

hjálp? Hetta man fara at

verða ein sera vánaligur

vinnuvegur fyri føroyingar

– at menn við fullum førleika

skulu biðja um hjálp.

- Jú – tíðir broytast – men

tað er eisini nógv sum er

broytt til tað betra, sigur

Kristian Høgnesen, sum vit

hittu á veg til Havnar har

hann skuldi fáa sær nýggjar

tenn. Hann ætlaði sær á flot

so skjótt sum dagarnir fóru

at leingjast fyri at fáa fisk

uppá træið.

jwj

Strongd

- og strongd hormonir

Niclas Heri Jákupsson

Tær hormonir,

sum ávirka

okkum tá vit

eru undir trýsti,

eru millum

annað adrenalin

og kortisol.

Strongd-hormonirnar verða

framleiddar í hjánýrunum.

Framleiðslan í hjánýrunum

ávirkast av okkara

upplivingum, og hvørjari

sinnisstøðu vit eru í.

Um vit uppliva hóttan,

ónøgdsemi ella ótta, so

økja hjánýruni framleiðsluna

av strongd-hormonum.

Tá vit uppliva gleði og

nøgdsemi, so minkar framleiðslan

av somu hormo-

num.

Um hjánýruni í longru tíð

framleiða strongd-hormonir,

so kemur ólag í - bæði

likamliga og sálarliga, og

vit blíva sjúk. Um vit skulu

koma fyri okkum aftur, so

noyðast vit at hvíla.

Adrenalin

- verjuhormon

Adrenalin er okkara

verju-hormon. Adrenalin

verður leyslati í hjánýrunum,

og verður sent í blóðbanarnir,

har tað hjálpir

tí sympatiska nervalagnum,

at gera kroppin tilreiðar

móti einum vanda

ella avbjóðing sum vit

hava sett okkum í. Tað

kann vera alt frá at skula

møta upp til eina spennandi

fótbóltsfinalu,eina

krevjandi uppgávu, ella til

ein fund við stjóran.

Av tí at kroppurin hevur

brúk fyri eyka orku, so

senda hjánýruni adrenalin

út í blóðið, soleiðis at vit

betur megna hesa krevjandi

avbjóðing.

Øll kenna hvussu hetta

følist: Pulsurin hækkar, vit

anda skjótari, blóðtrýstið

hækkar, og pumpar blóðið

skjótari út til vøddar og

heila. Livurin frígevur

sukur og feitt til vøddarnar,

soleiðis at vit betur megna

og orka at taka ímóti tí

kropsligu avbjóðingini.

Hetta er ein góð støða at

vera í, um tað er ein støða

sum vit eru í, sum krevur

meira av okkum í eitt styttri

tíðarskeið. Tá er tað gott

við einum adrenalinrúsi,

sum skal hjálpa og styrkja

okkum ígjøgnum hesa

avbjóðing. Men um hendan

støða eru neiligir tankar,

stúran, ella annað sum vit

stríðast við í longri tíðarskeiði,

so kann hetta blíva

byrjanin til strongd.

Um adrenalinið, sukurið

og feittið ikki verður brent,

so verður tey verandi í

kroppinum, og vit hava torført

við at hvíla. Feittið

kann eisini leggja seg í

æðrarnar, og kann tað bæði

føra til æðrakálking og blóðtøpp.

Um vit oftani, ella altíð

útseta okkum fyri einum

adrenalinrúsi, so kunnu vit

fáa hjarta trupulleikar,

nýraskaða, ov høgt blóðtrýst,

diabetes 2, økt evnisskifti,

trupulleikar við sodningarlagnum,

trupulleikar

við vektini – bæði upp og

niður, verri evni at upptaka

ilt í blóðinum, og verri

immunverju. Kroppurin

tolir væl at fáa ein adrenalinrús

av og á, men ikki

oftani og ikki yvir langt

tíðarskeið.

Kortisol

- strongd hormon

Kortisol er búrkroppurin

tá talan er um langtíðarstrongd.

Tá Adrenalini

hevur verið í kroppinum í

eitt tíðarskeið, og kroppurin

er troyttur at vera í

overgear, so leysletur hjánýrubørkinstrongd-hormoni

Kortisol.

Tá kroppurin framleiðir

ov nógv kortisol, so blíva

vit troytt, men vit “orkar”

ikki at hvíla. Av tí at kortisol-framleiðslan

er hægst

kl. 3 og 4 á morgni, so

vakna vit oftani í hesum

tíðarskeiðinum, og hava

torført við at sovna aftur.

Tá framleiðslan av kortisol

hevur staði á í eina tíð,

so minkar sum sagt framleiðslan

av adrenalini, og

ístaðin fyri at fáa orku til at

flýggja ella fara í dyst, so

hendir tað øvugta. Vit blíva

troytt og líkaglað. Vit orkar

ikki at loysa trupulleikarnar

og uppgávurnar, og vit

missa spakuliga orkuna.

Kortisol í longri tíð er

rættiliga skaðiligt, og fer

illa við kroppinum.

NORÐLÝSIÐ • RYGSVEGUR 3 • BOX 58 • 700 KLAKSVÍK • TEL. 456285 • FAX 456498 • info@nordlysid.fo • www.nordlysid.fo

Kortisol niðurbrýtur okkara

immunverju, soleiðis at vit

gerast lættari sjúk.

Kortisol oyðileggur eisini

okkara heilakyknur, og

kann heilin taka skaða. Vit

fáa verri við at læra, verri

minni, torført at konsentrera

okkum - samstundis tað

skapar ólag í okkara kenslur.

Kortisol ávirkar eisini

okkara sukur-, feitt, og proteinframleiðslu,

sum ávirkar

okkara søvn, blóðsukur

og okkara evni at upptaka

kálk.

Ov stór kortisol-framleiðsla

í longri tíð, skaðar

eisini náttarsvøvnin, vit fáa

verri grøðingarevni, og

immunverju. Vit blíva oftari

sjúk, og kunnu fáa álvarsamar

sjúkur, s.s. liðagikt,

sukursjúku og krabbamein.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!