27.07.2013 Views

313 - Føroya Fiskimannafelag

313 - Føroya Fiskimannafelag

313 - Føroya Fiskimannafelag

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Síða 14 Nr. 313 - 11. mars 2004

Nýggjur sáttmáli gjørdur við Reiðarafelagið:

Lógásetta hvíldartíðin skal haldast

Tann 3. mars undirskrivaðu

Føroya Fiskimannafelag

og Føroya Reiðarafelag

nýggjan sáttmála.

Hann var upprunaliga

uppsagdur at fara úr gildi

1.desember, men varð

seinni framlongdur til

15.januar. Tað er nú ikki

altíð so lætt at fáa savnað

eina nevnd av siglandi

monnum, so fyrsti fundur

var júst 15. januar, har FF

legði síni sáttmálauppskot

fram. Hesi uppskot

kundu bólkast soleiðis:

a) Tiltøk fyri at tryggja

fiskimonnum at lógásetta

hvíldartíðin verður

hildin.

b) Ábøtur á sáttmálar fyri

einstakar veiður,har vit

mettu tørv vera á tí.

c) Dagføring av t.d. inngjalding

til eftirlønarskipanina.

Hóast tað

ikki var talan um stóra

upphædd, var tað týdningarmikið

at fáa staðfest,

at inngjaldingarnar

skulu fylgja lønargongdini

í samfelagnum.

d) Vit vildu eisini hava sáttmálan

greiðari á ávísum

økjum út frá tí sjónarmiði,

at ein greiður

sáttmáli er besti háttur

at fyribyrgja trætum.

Semja var so um, at sáttmálin

framvegis var í

gildi, meðan samráðst var.

Tær endaligu samráðingarnar

vóru 25. og 26. februar

og so 3. mars, og tær

endaðu so við tí úrsliti,

sum vit mettu vera møguligt,

tá hugsað verður um

umstøðurnar í fiskivinnuni.

Viðmerkingar til teir ymisku

partarnar í semjuni

eru hesar:

Hvíldartíðin

Her høvdu vit í fyrsta umfari

ymisk ítøkilig uppskot

um,hvussu tað kundi

tryggjast, at hvíldartíðin

verður hildin, sum t.d. at

hækka býtisprosentið á

partrolarum, sum ikki

nýttu kryvjimaskinu. Hetta

kundu vit tó ikki koma

ígjøgnum við nú. Men

størsta frambrotið er, at

Reiðarafelagið nú hevur

viðurkent, at tað eisini er

teirra ábyrgd, at hvíldartíðirnar

verða hildnar.

Hetta kann so skapa tørv

fyri, at tað verða gjørdar

tøkniligar loysnir á hesum

øki.

Men tað skal eisini undirstrikast,

at FF - og eisini

fiskimenn sjálvir - eiga at

hava sína ábyrgd her.

Henda árbyrgd er, at tað

skal ikki loysa seg at seta

heilsuna í vága fyri at fáa

uppí lastina nakrar tímar

fyrr, enn tað annars vildi

tikið.

Tí fer FF eisini at gera

eitt arbeiði á hesum øki. Í

fyrsta umfari verður skriv

sent til reiðarar/skiparar,

sum eisini verður sent

umborð, har tað verður

víst á tað protokollat, sum

feløgini hava gjørt.

Ætlanin er eisini at hava

fund við Føroya Skiparaog

Navigatørfelag fyri at

tosa um, hvussu yvirmenn

umborð kunnu medvirka.

Vit fara at seta eina

kanning í verk av arbeiðstíðini

umborð. Hetta kann

verða gjørt grundað á

dagbøkur og døgnlistar.

Men eisini við, at spurnaðarbløð

verður sent umborð,

har spurt verður,

hvussu langa frívakt menn

hava havt dag um dag.

Hoyriverndarmóttakarar

Í 2002 varð gjørd henda

avtala millum feløgini:

Føroya Reiðarafelag og

Føroya Fiskimannafelag

vilja samstarva - eisini í

skipaeftirlitisráðnum -

fyri at bøta um arbeiðsog

liviumstøður umborð.

Hetta umfatar eisini fyribyrging

av skaða av

gangi. Útvegast skulu

møguleikar til at hoyra

t.d. útvarp v.m. umvegis

serligar hoyriverndarmóttakarar.

Sjálvar hoyriverndirnar

skal hin einstaki útvega,

gjalda og hava ábyrgd

av.

Tá varð eingin freist ásett

fyri, nær hesir móttakarar

skuldu vera umborð, men

nú er hon sett til 1. juli

2004. FF skal hava fráboðan

um, nær hetta er

gjørt. Men tað er eisini

týdningarmikið, at fiski-

menn siga okkum frá, um

tað ikki hendir.

Eftirlønin

Tað er eingin ivi um, at

tað var eitt stórt framstig,

tá vit í 2002 fingu avtalað

eina eftirlønarskipan, sum

reiðarar skuldu gjalda sín

part av. Í løtuni er inngjaldið

kr. 27 hjá reiðara

og kr. 20 hjá fiskimanni

pr. mynstraðan dag. Hesar

upphæddir hækka í tveimum

stigum, so tær 1. juli

2005 verða kr. 30 hjá reiðara

og kr. 22 hjá fiskimonnum.

Hetta ljóðar kanska ikki

so nógv, men hetta er í

samsvar við lønargongdina

annars í samfelagnum

hesi tvey árini. Samstundis

er hetta ein óbeinleiðis

viðurkenning av, at her

er talan um eina skipan,

har virðið av henni skal

varðveitast í mun til lønarstøðið

yvirhøvur.

Hetta er ikki minst

týdningarmikið,tá hugsað

verður um, hvussu tungt

tað hevur verið at fáa eina

logásetta skipan á økinum.

Her kunnu vit ikki

rokna við nøkrum, fyrr

enn vit síggja tað. Tað

seinasta ivamálið er annars

fráboðaða økingin í

“samhaldsfasta”.Hon varð

tengdur at einum skattalætta,

sum nú sambært

almennum fráboðanum

er ivasamur.

Meira reiðskapur

Í sáttmálanum eru ymisk-

Formenninir skriva undir.

ar reglur fyri, hvør reiðskapur

skal vera umborð

á teimum ymisku veiðihættunum.

Hesar reglur

royna vit so at dagføra.

Fyri trolarar á fjarleiðum

eru hesar reglur galdandi:

FJARLEIÐIR

a) 2 fullfíggjað trol við kúlum,

posa og grunni,

klár at sláa undir.

b) 2 fornet við kúlum og

belli

c) 4 sett av yvir-, millumog

undirbreidlum og 2

sett av fiski- og vinglínum.

d) 2 millumstykki, 2 posar,

5 veingjastykki (t.v.s.

2,5 pør) og 5 bellplátur.

Avtalað er nú, at har trolarar

nýta tvey trol, skulu

tølini vera 50% hægri.

Onnur mál

Onnur mál sum semja er

um eru:

1.Verður eitt skip selt, og

manningin fylgir við

skipinum, skal starvsaldur

fylgja við. Hetta

Samráðingarfólkini hjá Føroya Reiðarafelag. F.v. Jógvan Norðbú, Jákup Sólstein, Jónsvein Knudsen, Ólavur Petersen, Petur Jacobsen,

Gudmund Mortensen og Viberg Sørensen.

Samráðingarfólkini hjá Føroya Fiskimannafelag: Sigmund Hentze, Andreas Berglíð, Fríðrik Sivertsen, Sámal Poulsen, Karl Isaksen,

Eyðun Johannesen, Óli Jacobsen og Olaf Johansen.

hevur samband við

uppsagnarreglurnar,

har ásett er, at hevur

maður verið við skipi í

eitt ár, eigur hann 1

mánaða uppsagnartíð,

og hevur hann verið

við í 2 ár ella meira, er

uppsagnartíðin 2 mánaðar.

2. Rætturin til starvsaldur

er treytaður av, at viðkomandi

hevur verið

“samanhangandi” við

skipinum. Henda orðing

hevur skapt trupulleikar,

tí tað er enntá

dómur fyri, at fer maður

við øðrum skipi í

síni frítíð, so hevur

hann ikki longur verið

“samanhangandi” við.

Hetta er heilt órímiligt,

og nú er ásett, at er

maður tøkur, tá hann

eftir ætlan skal við

skipi aftur, so hevur

hann verið við “samanhangandi”.

3. Endurgjald fyri uppsøgn

hevur verið minstaløn,

sum í løtuni er

kr. 13.896 um mánaðin.

Nú er upphæddin

kr. 15.500.

4. Sum er fær 1. kokkur

1,25 part og 2. kokkur

1,125 part. Nú er avtalað,at

eru fleiri enn 2

kokkar, skal 2. kokkur

hava 1,2 part.

5. Í sambandi við eftirlønina

varð í 2002 avtalað,

at grundað á serligu

støðuni hjá rækjuskipum,

skuldi eftirlønin

vera útreiðsluneutral

tá. Hendan skipan verður

endurnýggjað komandi

sáttmálaskeið.

6. Fráboðan um val av

álitismanni skal vera

skrivlig.

Tað eru sjálvsagt onnur

mál, vit kundu hugsað

okkum at fáa greitt. Men

tað ber væl til at siga, at

umstøðurnar kanska ikki

vóru til tess.

Tað eru eisini onnur

mál, sum hava verið tikin

upp;men har verður mett,

at tey kunnu loysast innan

karmarnar av sáttmálanum.Tað

sama er við málum,

sum eru serlig fyri

einstøk skip.

Sáttmáli á síðu 8

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!