28.07.2013 Views

Frágreiðing fyri 2002 - faroenature.net

Frágreiðing fyri 2002 - faroenature.net

Frágreiðing fyri 2002 - faroenature.net

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

FRÁGREIÐING

Føroya

Fuglafrøðifelag

Nr. 1 · 2002

16. árgangur

Innihaldsyvirlit

Jens-Kjeld Jensen

fingið heiðursgávu frá Dansk Ornitologisk Forening 5

Bræv frá J. M. Kyrjarheygg 6

Spónont Anas clypeata í Føroyum 8

Burðardygg menning 10

Fuglar og internet 12

Spógvin í Suðurstreymoy og útbreiðsla hansara í 1990 og 2002 13

Eitt vikuskifti í Norðastahaga 15

Nátasjúka 18

Psittacos på Färöarna – finns det idag?

Psittacosis on the Faroe Islands – does it exist? 19

Rottur í Nólsoy

Rats in Nólsoy 20

Litloysingar og blendingsæður í 2002

Albino, Leucism and Hybrid Eiders in 2002 21

Cornelius Reinert skeyt eina fiskiørn í Kaldbak 1889 23

Hugleiðingar 24

Trøllhøvdi 26

Eitt sindur um lunda í Svínoy 29

Week-end i Sørvág 5. - 7. juli 2002 30

Skarvurin afturkomin á Skarvatanga í Eysturoy 32

Útgevari:

Føroya Fuglafrøðifelag

Postsmoga 1230

110 Tórshavn

Blaðstjórn:

Nevndin

Endamál felagsins:

Fuglafrøðifelagið er landsfelag hjá fólki, ið hevur áhugað fyri fugli og vernd av fugli.

Limagjald:

Vanliga limagjaldið er 150 kr. fyri einstaklingar og 200 kr. fyri pør.

Unglingar gjalda tó einki fyrr enn teir fylla 15 ár,

og frá 15 til og við 19 ár er gjaldið 75 kr. fyri einstaklingar og 100 kr. fyri pør.

Hetta minna limagjaldið er eisini fyri lesandi og fyri tey, ið eru eldri enn 66 ár.

Limatekning:

Ein teknar seg sum lim við at gjalda limagjaldið á postgirokonto nr. 59706

Føroya Fuglafrøðifelag

Postsmoga 1230

110 Tórshavn

Nevnd:

Petur Mortensen (fm.)

Erik Mortensen (nf. skr.)

Anna á Argjaboða, Ditlev Róin, Jesmar Hansen

Eykalimir:

Kristina Olsen og Sólbjørn Jacobsen

Kassameistari:

Jón Højsted

Grannskoðarar:

Dorete Bloch og Svend Krosstein

Permumynd:

Else Gotved Jacobsen

Lómvigar á rókini, vovin mynd

Prent:

P/F Einars Prent

Jens-Kjeld Jensen fingið heiðursgávu

frá Dansk Ornitologisk Forening

Í november mánað varð Jens-Kjeld

Jensen boðin at koma til Odense at

taka ímóti heiðursgávu frá Dansk

Ornitologisk Forening. DOF heiðrar

á hvørjum ári fýra av limunum,

sum á ein ella annan hátt hava gjørt

eitt gott arbeiði fyri fuglin.

Orsøkin, til at Jens-Kjeld varð

heiðraður, er m.a., at hann við sínum

stóra áhuga fyri náttúruni, bæði

í Føroyum og uttanlanda, hevur

skarað framúr, sum vit kenna hann

innan fyri felagið. Hann er eisini

kendur um alt landið, sum tann,

sum veit alt um fugl, lýs, loppur,

firvaldar og mangt mangt annað,

sum hann bæði tosar og skrivar um

í fjølmiðlunum. Fólk ringja til

hansara í heilum og spyrja um líkt

og ólíkt, og altíð roynir hann við

stórum áhuga at finna rætta svarið.

Hansara dagliga yrki er at stappa

fuglar út, men kortini tekur hann

sær stundir at arbeiða við øllum

hesum í fríløtunum. Hann hevur

heimsmet í at merkja drunnhvítar;

til samans einar 26.000, og hann

hevur størsta privata savnið av lýs í

Skandinavia; meira enn 150 sløg.

Áðrenn Jens-Kjeld fór at leita eftir

loppum, vóru bert tvey sløg skrásett

í Føroyum, men nú hevur hann

funnið 7 afturat.

Føroya Fuglafrøðifelag tekur við

fullum huga undir við Dansk Ornitologisk

Forening og ynskir Jens-

Kjeld tillukku við heiðrinum, og vit

vóna, at hann heldur fram við sínum

týdningarmikla arbeiði, og

framvegis verður ein hollur stuðul

innan fyri Fuglafrøðifelagið. Vit

vilja samstundis ynskja Maritu

Gulklett tillukku og vóna, at hon

eisini heldur fram við tí stóra

arbeiðinum, sum hon ger saman við

Jens-Kjeld.

Bergur Olsen

Jens-Kjeld við heiðursgávunum.

5

Mynd: Marita Gulklett.

Klaksvík 6. apríl 2000

Í blaðnum hjá Føroya Fuglafrøðifelag

nr. 1 – 1996 – 10. árgang er

sera áhugaverd frágreiðing um

rottur í Føroyum.

Menn vita nær tann brúna rottan

kom til Suðuroy, men ikki nær hon

er komin í hinar meginoyggjarnar

Streymoynna, Eysturoynna og Vágoynna.

Sum kunnugt, so høvdu norðmenn

hvalastøð á Kópagørðum í

Hvannasundi, og vóru teir har frá

1898 til fyrra kríggj. Við teimum

komu rotturnar í Borðoynna, Viðoynna

og Kunoynna. Hvat ár, rotta

kom í land á Kópagørðum, veit eg

ikki, men tað mundi vera heilt

skjótt, tá norðmennirnir vóru

komnir. Skjótt vóru tær víða um. Tá

ið vatn varð lagt inn í húsini Uppi

við Garð á Viðareiði, hevði onkur

Lundar.

Bræv frá J. M. Kyrjarheygg

fangað eina rottu. Tað var millum

1904 og 1908, helst 1905.

Nyholm Debes úr Havn, sum

hevði lært til blikksmið í Norra,

stóð fyri arbeiðinum. Hann kom tá

leypandi til fyri at síggja hvat fyri

eitt slag av rottu hetta var, og visti

hann at siga, at tað var tann rottan

sum norðmenn nevndu „den brune

vandrerotte“, og var hon hildin at

vera nógv verri enn tann svarta

rottan. Har á plássinum vóru mýs,

men tá rotturnar komu, tyrptust

mýsnar inn í húsini undan rottunum,

men skjótt var, so sást eingin

mús aftur. Rottan fór um alla oynna,

líran gjørdu tær av við, so lundan.

Fyrst tann høgliga, so løgdust tær í

tey stóru lundabjørgini norðan til á

Viðoynni, Rivið og Torvu, sum

vóru av størstu og bestu lundalondum

í oyggjunum.

Eftir nøkrum árum var lundin so

6

Mynd: Petur Mortensen.

nógv minkaður, at menn góvust við

at fara har at liggja (fleyga).

Eg skal nevna eitt dømi um,

hvussu nógv har kundi verða

fleygað eitt summar. Eitt ár undir

krígnum vóru vit í Rivið og tóku

havhestaegg. Inni í einum skorti

sótu tveir brotstubbar av stangarørmum

kílaðir fastir undir loftinum.

Á øðrum stóð rist „Anno 1889

– 26.000“, á hinum „Anno 1891 –

18.000“.

Annað hvørt ár varð ligið í Rivið

og annað hvørt í Torvu.

Ein maður, sum hevði ligið nógv

í bjørgum og fleygað, segði, at

ongastaðir áttu so nógvur og tættur

lundi sum í Torvu. Inni í Botnsrókum

(nú burturlopnar) var serliga

nógvur lundi; har fleygaði hann í

fýra fylgjandi dagar yvir 600 hvønn

dagin, og har fleyg lundin so nær, at

best var við styttri stong enn vanligt.

Bjargahvonnin er tiltikin, men tá

rotturnar løgdust í bjørgini, minkaði

hvonnin burtur; tær hava etið

røturnar, helst um veturin, so

hvonnin doyði mest sum út.

Tá hvannrøturnar eru burtur,

skuldi lítið og einki verið at etið um

veturin. Eg hoyrdi ein mann siga, at

rottan argaði havhestin so hann

spýði og lepti so spýggjuna. Um

hann hevði sæð tað sjálvur, ella

hann hevði tað frá øðrum, veit eg

ikki. Men um so er, so hevur hon

nóg mikið at liva av, tí havhestur er

nógvur í bjørgunum, eisini um veturin,

í hvussu so er seinrapartin á

vetri. Eitt árið her fyri var eg har úti

á eggini og hugdi niður í Torvu. Tað

var í juli mánaði mitt í fleygingartíð,

men har var eingin lundi at

síggja (væl var tað ein stillan sólskinsdag),

nei, eg sá ongan.

Nú er tað bara Seyðtorvan, sum

rotta ikki er komin í enn. Har man

vera nakað tað sama av lunda, sum

tað altíð hevur verið. Ein gamal

skilamaður segði, at okkurt árið

veiddu viðoyingar um hundrað

túsund lundar, og skilaði hann til, at

tá kom tann størra helvtin frá

heimafleygi, og tað var í hansara

tíð! (1860-1952). Og nú, ja, nú

knípir at fáa at kóka við heimafleyg.

Tað er ikki nakað nýtt í hesum,

eg her skrivi, men eitt harmaljóð

um tann óbótaliga skaða, sum rottan

hevur gjørt fuglinum og framvegis

ger, púra ótarnað í flestu støðum.

Har eitt sløð av lunda er eftir

enn, kann nakað gerast, um vilji er

til tað, men har lundin er oyddur,

trúgvi eg ikki, at lundi byggir aftur,

uttan so at lundi eigur har nærindis.

Sjálvandi veit ein og hvør, at tað

eru aðrar orsøkir til, at lundin minkar

í støðum, so sum føðitrot, berglop,

og byrsan hevur eisini verið

lundanum mein á mongum støðum,

men tað hevur so ikki oytt lundan,

men tað hevur rottan megnað at

gjørt í hundraðtals støðum, og tað

so ruddiliga, at har er ikki ein tann

einasti ein lundi eftir.

Við heilsan og tøkk fyri eitt gott

og tiltrongt arbeið.

J. M. Kyrjarheygg

Lundar.

Bjørgini so manga veiðu góvu.

Á sumri fleygamenn í bjørgum lógu.

Reiddu ból í skortum, har teir svóvu.

Aðrir fuglin heim til bygdar róðu.

Fuglin tá so skilavæl teir troyttu.

Konufólkini tey fuglin royttu.

– So kom rottan – miklan skaða veitti.

Lundalond til oyðilendir broytti.

Undan rottuni alt lúta mátti,

har sum bæði lundi, skrápur átti.

Nógv varð veitt við bæði fleyg og drátti,

liggur oyðið, etið upp av rottu.

Hetta lítla gramma skaðadjórið.

Oyðandi frá oyggj til oyggj tær fóru.

Vond var lagnan, tær til landið bóru.

Gævi, at tær aldrin komnar vóru!

7

J. M. K.

Mynd: Petur Mortensen.

Um mánaðarskiftið juli-august

komu boð av Sandoynni, at fólk

heiman av Sandi høvdu sæð eina

spónantarbøgu við fýra ungum á

Sandsvatni, og vóru hetta spennandi

boð at fáa, sum máttu fara

víðari.

Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy fekk

boðini frá Jensinu Bolstad, sum var

ein av teimum, sum høvdu sæð

spónantarbøguna við ungunum.

Nakað seinni fekk Jens-Kjeld nakrar

myndir frá Honnu Joensen, sum

hon hevði tikið av spónantarbøguni

og ungunum.

Annars høvdu tey sæð tvey spónantarpør

á vatninum fyrr á árinum,

men nú var bert tann eina bøgan við

ungum at síggja.

Tann 28/05-02 var ein spónantarsteggi

saman við einum steggja av

vongbláari ont á Hálsatjørn her í

Tórshavn, og tók eg videomyndir av

teimum. Spónantarbøgan og ungarnir

vóru eisini avmyndað. Stuttligt

hevði tað verið, um vit høvdu

fingið ein nýggjan stovn av spónontum

í Føroyum, tí so vítt vit vita,

hevur hon ikki havt ungar her fyrr,

Spónontin við fýra ungum á Sandsvatni.

Spónont

Anas clypeata í Føroyum

Spónantarbøga.

men um onkur er, sum veit nakað

um tað, eru tey vælkomin at siga frá

til Føroya Fuglafrøðifelag við at

ringja til telf. 316530.

Tá Jens-Kjeld ringdi til mín og

segði mær frá spónontini, ið hevði

8

ungar á Sandsvatni, bleiv eg ógvuliga

spentur, tí tað hevði eg aldrin

sæð fyrr, avgjørdu vit báðir at fara

til Sands at vita, um vit kanska sóu

fuglarnar, tí tað er skjótt, at teir

kunnu verða burtur, ungarnir tiknir

Mynd: Petur Mortensen. Mynd: Petur Mortensen.

Tríggir spónantarungar á Sandsvatni.

av rovfuglum, og bøgan stungin av,

ella okkurt annað var hent, var ikki

gott at vita, so skjótt mátti berast at.

Vit fóru so av stað til Skopunar

við Teistanum um morgunin tann

02/08-02 og komu til Sandsvatn

løtu seinni, steðgaðu á við Meginskúlan

og settu bilin frá okkum.

Síðan var farið at hyggja eftir

spónontini, men vit hugdu eina

góða løtu, áðrenn vit at enda sóu

hana saman við øllum fýra ungunum.

Hetta var ein ógvuliga

spennandi løta, tí nú var um at gera,

at fáa tikið nakrar góðar myndir.

Ikki máttu vit órógva tey ov mikið,

so tað mátti verða farið varisliga

fram, men tað gekk bara væl. Vit

fingu fleiri góðar myndir. Tað var

gott veður at taka myndir tann

dagin. Væl nøgdir fóru vit báðir

aftur til húsa, vit høvdu sæð sjón

9

fyri søgn, at spónont hevði fingið

ungar í Føroyum.

Spónont heldur til rættiliga víða

um í Evropa, eini 30 pør verpa í

Íslandi, men sum sagt er hetta

fyrstu ferð í Føroyum. Spónont

verpur eini 8-10 egg. Higartil hava

bert einar 10-12 spónentur verið at

sæð í Føroyum.

Petur Mortensen

Mynd: Petur Mortensen.

Sat millum jólanna og kagaði í

nakrar marglittar faldarar, sum

skulu selja okkara føðiland sum eitt

framtíðar ferðamannaland. Snøgg

og snotulig eru hesi átrokandi lýsingarhefti

– eitt satt paradísiskt land

hjá tilvildarligum ferðafólkum at

dusa sær í. Næstan á hvørjari síðu

er hjartatátturin hin sami. Her hava

vit eitt ríkt fuglalív, sum skal upplivast.

Kom í sama andadrátti at hugsa

um okkara fuglavin Sverra Patursson,

har hann sigur í einari grein í

Varðanum: „Men tá fólk kom at

byggja her, byrjaði tað at tynnast í tí

øtiliga fuglaskaranum, sum fjaldi

oyggjarnar undir einum havi av

veingjum. Og alt sum tíðin hevur

runnið, er fuglalívið í Føroym

vorðið meir og meir gloprut, inntil

tað nú – samanborið við tað, sum

tað einaferð var – er á fallandi fóti“.

Og tað er har, vit eru nú, okkara

heiðafuglur og bjargafuglur er

komin á tann síðsta gravarbakkan,

har ið ikki vendist aftur. Tað kann

ikki vera rætt, at øll hesi lýsingarhefti

ikki hava eina ta einastu áseting

um, hvat ein óvitandi ferðamaður

má ella ikki má.

Vit vita øll, at ein stórur partur av

hesum fremmandafólki sløðist og

reikar um tað ganska land, bæði á

nátt og degi. Heiðafuglurin, har

sum nakar er eftir, hevur tað alt

annað enn gott, altíð verður hann

órógvaður, og hetta er serliga, tá

hann reiðrast og hevur brúk fyri

friði. Tað er ikki undarligt, at hann

fækkast í tali.

Hugsanin um ferðamannin hesi

seinastu árini er, at vit skulu náa tí

dragandi talinum 50.000 vitjandi á

hvørjum ári. Og ikki at gloyma hugtakið

– at ferðast í egnum landi,

sum nógvir føroyingar hava tikið

væl undir við.

Burðardygg menning

Alt gott um hesi átøk. Tað er

undranarvert, at vit føroyingar ongantíð

duga/tíma, at skipa og fyrireika

okkum upp á eina innrás av

tílíkum slag. „Fuglurin er summarið

í Føroyum“, hevur Sverre Patursson

einaferð sagt. Vit ásanna øll

sannleikan í hesum orðum, tí hvat

var okkara land og summar við

ongum fugli, ongum titandi lívi í

bergi, haga og bøi.

Tað er ikki nokk at biðja onkran

hissini vegvísara á bygd ella av

meginøkinum umsita hesi náttúruvirði,

sum hava so stóran týdning

fyri alt Føroya fólk. Ja, onkur vil

siga, er okkara sál og samleiki.

Hetta setir stór krøv til okkara

náttúru og til okkara avarðandi

myndugleikar, hvørjir teir so enn

eru. Verður hetta ikki skipað á

annan hátt, býðist náttúru okkara

ikki bøtur. Vit vita, at hon er ógvuliga

sart og tolir ikki tað stóra slit,

sum her er talan um.

Tað verður so ikki hugtakið:

Burðardygg menning, um eg havi

fatað tað á rættan hátt, sum kemur

at ganga upp. Hvat, ið verður eftir

til okkara eftirkomarar, mugu gudarnir

vita, heiðafuglur verður tað so

ikki, um hesin floymandi ferðamannaágangur

heldur áfram.

Ein løgin ábyrgdarkensla, hetta

land hevur. Ikki kann sigast annað

enn, at sjónarringurin røkkur bert

til Mammon sjálvan og stuttan løtuvinning.

Tað kann ikki góðtakast, at

tað bert verða gjørdar íløgur í kunningarstovur,

ferðaleiðarar og kokk

og pott fyri at fjálga um ferðamannin,

tá hann kemur henda vegin.

Veiðuøkið – um ein kann siga so –

má eisini fáa sín part, røktast og

røkjast á skilabestan hátt og ikki

verða givið upp til skutils, so at ein

og hvør kann gera, sum honum

lystir.

10

Tað sigur seg sjálvt, at har tað á

ávísum oyggjum koma millum

millum 4 og 5 túsund ferðafólk á

hvørjum ári, verður slitið nógv.

Hvørki fuglur ella umhvørvið tola

henda ágang. Tey mest sárbaru

økini mugu fáa frið og umgangast,

so at vit ikki nerva og strongja fuglin

í ov stóran mun.

Ein gongd leið var, at øll fuglaøki

í landinum vórðu eyðmerkt og

friðað fyri óneyðugari gongd, so

ferðaleiðarar og onnur, sum vitja

hesi støð, vita, hvussu skal gangast

og farast um. Vælmerktar gonguleiðir

áttu at verið í hvørjum hagaparti,

fyri at verja fuglin.

Eg eri vælvitandi, at tað er her,

tann stóri gordiski knúturin skal

skerast ella loysast, men upp skal

hann á einhvønn hátt. Tí hvør skal

gera henda so neyðturvuliga part?

Tað skerst ikki burtur, at ábyrgdarøkið

er ógvuliga ógreitt.

Her koma land, kommuna, hagastýri

og bøndur at hava sína ávirkan.

Hvussu hetta skal skipast og

gerast, havi eg ikki nakað standandi

svar uppá.

Náttúrugripasavnið ella okkurt

løgfrøðiligt aðalstýrið kundi fingið

hesa uppgávu at útgreina; vit hava

sum so nokk av hesum stýrum í løtuni.

Við einum góðum vilja, og við

at allir taka saman hendur, náa vit

nokk endamálinum. Men fara menn

at vaska hendur og skúgva ábyrgd

frá sær, verður tað sum við tí føroyska

tarvinum, málið dettur niður

ímillum í juridiskari togtogan, og tá

er meira mist fyri minni.

Tað skuldi ikki verið so ringt hjá

okkum at loyst henda fyri okkum so

átrokandi spurning. Vit hava jú ikki

fyri so langari tíð síðani havt ein

ráðharra við fylgi í Suðurafrika, har

hann var á ráðstevnu fyri burðardyggari

menning.

Okkurt má spyrjast burtur úr

einari tílíkari ferð. Vælvitandi hava

teir ikki tosað um heiðafugl, men

kanska hava teir hitt onkran hottentott

ella pygmea, sum kundi fortalt

teimum um burðardygga menning.

Teir liva so bert av náttúrunnar

avlopi.

Sum íkast hava oyggjasamfeløgini

her hjá okkum onkra fyglingarsamtykt

ella grannastevnusamtykt.

Hesar kundu stuðlað um hugflogið.

Tær eru skornar eftir sama leisti og

byggja allar á hugtakið: Burðardygg

menning.

Nú havi eg ikki nevnt sjófuglin

og ta ferðamannasigling, sum eisini

her fer fram. Sjálvandi skal eisini

hetta málið takast upp til viðgerðar,

og neyvar reglur setast fyri, hvussu

hesi øki verða vitjað.

Tá alt hetta er sagt, so stendur

ferðamannavinnan á fíggjarlógini

við ímillum 8 og 10 mill. krónum á

hvørjum ári fyri at marknaðarføra

seg sjálva.

Tað skuldi ikki verið burturvið at

kravt nakrar krónur av hesum til

røkt av fuglastovninum.

Her verður tonkt upp á avmerkingar

av gongutúrum, faldarum við

upplýsandi tilfari til ferðamannin.

Vit hava fingið hetta landið við

øllum tess ríkidømi og øllum tess

fátækradømi at røkja og byggja

upp. Ættarliðini eru mong, hvørt

aftan á annað. Har, sum eitt sleppir,

tekur annað við, og tað skal, alt tað

er ment, royna at byggja landið eitt

sindur betur upp og føra tað eitt vet

longur fram, enn tað var frammanundan.

Hetta er okkara fedranna arvur

og skylda.

Hetta ríkidømi – fuglurin til

prýði og gagn – eru tey lunnindi,

sum vit hava fingið at umsita og

røkja / gagnnýta á skilabestan hátt.

11

Viðurskiftini føra við sær, at tíðirnar

broytast og mannahugsanin

við, men skal hugtakið burðardygg

menning fáa nakra meining, so er

skyldan hjá okkum at veita okkara

fuglaríkidømi tann frið og tær

sømdir, sum tað hevur brúk fyri.

Fuglurin er okkara vøggugáva og

prýðligasta landsvirði.

Skal hetta eydnast, skulu lógir/kunngerðir

og ikki minst ein sinnalagsbroyting

til. Røkiskapur og góð

umsiting eru gamlar og vælkendar

føroyskar dygdir.

Latið okkum sum góðir føroyingar

verða røkjutar og sita væl um

okkara náttúrugivna búgv – bæði

kykt og ókykt – so eru vit dugnamenn.

Tí ringur er tann fuglur, sum

drýtur í egið reiður.

Við fuglakvøðu.

Ólavur á Skipagøtu

Mynd: Durið Eyðbjørnsdóttir.

At hyggja eftir fuglum er ikki nakað

støðugt, nei, alla tíðina kemur okkurt

nýtt til. Tað kann vera ein nýggj

bók, ið ger tað lættari at kenna fuglar

aftur, ein betri kikari, so fuglurin

sæst betur ella okkurt heilt annað.

Fert tú uml. 100 ár aftur í tíðina,

var mest sum einasti máti at kanna

ein fugl uppá at skjóta hann. Síðani

komu smáir kikarar, so teleskop, og

nú verða bæði digital mynda- og

videotól nýtt til at kanna, eygleiða

og prógva at ávísir fuglar eru til

staðar.

Eisini sjálvur mátin man hyggur

eftir fugli er broyttur. Fyrr mátti

man ofta ganga langt fyri at síggja

ávísar fuglar, og tað noyðist man

sjálvandi í nøkrum førum enn, men

„automobilornitologi“, sum danir

nevna tað, hevur tikið seg nógv

fram í seinastuni. Tað er, at man

situr í bilinum og eygleiðir fuglin í

staðin fyri at fara til gongu móti

fuglinum. Bilurin hevur gjørt tað

nógv lættari hjá fuglafólkunum at

síggja nógv sløg uppá stutta tíð.

Nú havi eg skrivað nógv um

broytingar við tað at verða fuglaelskari.

Men ein tann størsta broytingin

innan fyri tey seinastu árini er

tann, at tað er blivið so nógv lættari

at fáa spreitt út tað ið man hevur

sæð. Og á hesum øki er internetið

sera vælegnað. Í Danmark hevur

internetið verið nýtt av ornitologum

síðani 1997 í stóran stíl. Og nú er so

tíðin komin tá eisini vit í Føroyum

hava møguleikan at lesa hvørjir

sjáldsamir fuglar hava verið at

síggja í Føroyum. Tað er eydnast í

samarbeiði við www.netfugl.dk at

fáa eitt link á hesi heimasíðu, sum

eitur „Færøerske observationer“, og

her sæðst hvørjir áhugaverdir fuglar

hava gist á okkara oyggjum seinastu

tíðina. Sjálvur eri eg sera glaður

fyri slíkar síður, eftir sum eg ofta

Fuglar og internet

havi upplivað at lisið í bløðum at

t.d. brandstari hevur verið alt

summar í Vestmanna ella at brimentur

eru at síggja við Kirkjubø

uttan at eg veit tað, og tá man finnur

útav tí, so er ov seint!

Men higartil hava tað ikki verið

so nógvir føroyingar, sum hava vita

um www.netfugl.dk og tískil hava

tað verið fá, ið hava sagt frá, um tey

hava sæð okkurt óvanligt. Tann

lættasti mátin at fáa upplýsingar

víðari, um tú sært ein sjáldsaman

fugl, er at senda eitt e-mail til mín

(hygg niðast), við staði, har fuglurin

er sæddur, eitt sindur um fuglin

12

(aldur, kyn), og hvussu nógvir vóru

at síggja. So skal eg senda upplýsingarnar

víðari til tey, ið eiga

www.netfugl.dk

Á www.netfugl.dk eru eisini

nógv link til allar møguligar heimasíður,

sum hava við fuglar at gera.

Og tað sigst, at FFFF í løtuni arbeiðir

við sína egnu heimasíðu!

Silas K.K. Olofson, Klaksvík

e-mail: Silas@Olofson.dk

Spógvin í Suðurstreymoy og útbreiðsla

hansara í 1990 og 2002

Tað vilja altíð verða broytingar í

náttúruni. Onki stendur í stað. Tað

er so nógv, sum ávirkar hvørt

annað, og atvoldirnar eru ofta fleiri.

Alt hongur jú, tá ið samanum kemur,

saman. Eg havi í nógv ár gáa

eftir spógvanum her í Suðurstreymoy,

og sjálvandi øðrum fuglum eisini,

t.d. lógv, tjaldrinum, másasløgunum,

ravninum og skúgvinum.

Kring Havnarleiðina er nógv

broyting farin fram. Nógv er býurin

vaksin, og í støðum er velt upp úr

nýggjum, og hevur alt hetta rinið á

heiðafuglin og annan fugl, og ikki

minst spógvan.

Eisini í Suðurstreymoy, eins og í

øllum Føroyum, hevur skúgvurin

tikið dik á seg, og har, sum skúgvurin

er farin at eiga, avrøkir hann

næstan allan annan fugl, ikki minst

spógvan.

Seinast í áttatiárunum sást tú

knappliga stórar flokkar av ravnum,

ein sonn innrás, ja, teir taldust upp í

100 í tali.

Einamest flugu teir somu leið.

Um Kaldbak yvir um fjørðin, gjøgnum

Hoyvíkshagan og niðan á tyrvingarplássið.

Ravnur fór at eiga á

Driftsnesi og Kúrbergi, og haðani

var nógvur ravnur at síggja Yviri

við Strond.

Hvaðani kom allur hesin ravnurin,

sum meginparturin má vera

geldfuglur? Eg veit tað ikki.

Men tyrvingarplássið má hava

okkurt at bjóða. Tað sigst, at tað var

eitthvørt matkent, sum var brent í

brenniovninum, ella bara stokt, tí

hetta varð so tyrvt á tyrvingarplássinum

til gleði fyri ravn og annan

fugl.

Avrátt varð so at seta fellur upp,

eina í Kaldbak og tvær í Hoyvíkshaganum.

Hetta hevur gingið

hampiliga, tí síðan er ravnurin

minkaður og er komin niður á eitt

vanligt støði.

Spógvin eigur víða um landið, og

hvat, ið ger, at hann kjósar sær júst

tað lendið at eiga á, er kanska ikki

so lætt hjá okkum at skyna á. Ein

týdningarmikil orsøk er sjálvandi,

at føðin til sín sjálvs og ungarnar er

á staðnum, tí tað má vera nóg mikið

av skordýrum, sum ungarnir sjálvir

mugu finna sær, næstan beinan

vegin teir eru útkomnir. Eru teir

størri, fara teir víðari við foreldrum

sínum, men ógvuliga sjáldan á bø,

sum t.d. tjaldrið.

Eg hevði hugsað mær at merkt á

eitt kort útbreiðsluna hjá spógvanum

í Suðurstreymoy um leið 1990

og í ár, men haldi, eg í staðin seti tal

fyri tey støð, har spógvin eigur ella

átti.

Eg byrji við øllum økinum frá

13

Argjum og suður til Kirkjubønes og

Glyvursnes: 1. Heilt fitt av spógva

átti frá Argjum og suðureftir fram

við Tjørnuskorarvatni og heilt suður

móti Nesinum. Men nú hesi seinastu

árini fór at minka. 2002 var

ikki ein spógvi á allari leiðini uttan

í Glyvursnesi, har ið 2 pør áttu.

Eini 6 til 8 skúgvapør eiga nú har

suðuri, og tey hava gjørt sítt til, at

spógvin hvarv. Men hví hvarv hann

eisini við Argir?

Ein tann besti hagi til heiðafugl

var Hoyvíkshagin: 2. Frá skúlanum

og heilt niðan til Villingadals uddi

av lívi. Nú er steindeytt. Ja, sjálvt

másafuglarnir eru horvnir. Nøkur

tjøldur eiga enn og 2 spógvapør.

Har má tað vera ravnurin, ið er

atvoldin. Hann sveimaði í stórum

flokkum um allan hagan í fleiri ár.

So taka vit økið Lítlafjall og

Spógvi.

Fjallið: 3. Har átti nógvur spógvi,

eisini við Hotel Føroyar. Nú eiga

eini 5 spógvapør á Fjallinum, og

nakrir fáir spógvar eru farnir at eiga

á Lítlafjalli, so støðan er kanska

ikki so døpur.

Fara vit til Kaldbaks: 4. Fram í

Dal, so hvarv hann eftir einum ári

stutt aftan á, at skúgvur var farin at

eiga. Nøkur spógvapør eiga við

slættan, har sum Týggjará rennur

oman. Eisini eigur spógvi á Torvhjalla,

men í væl minni tali. Har er

eisini velting upp úr nýggjum og

taðing atvoldin til minkingina, og

so ravnurin.

So fara vit Oman fyri Stígar í

Norðradali: 5. Har er sama sorgarsøgan.

Har átti nógvur spógvi.

Sama søgan, spógvin hvarv stutt

aftan á, at skúgvur var farin at eiga.

So taki eg tey støðini, har tíbetur

nakað tað sama av spógva eigur

enn: Øll leiðin um Velbastaðháls: 6.

oman til Velbastaðar og niðan gjøgnum

Havnardal. Í støðum er spógvin

heilt tættur, serstakliga á Velbastaðhálsi

oman til svingið, men eisini

uppi í botninum á Havnardali.

Fara vit oman um Oyggjarvegin,

oman á slættan við Sundsháls: 7,

koma vit í nógvan spógva.

Syðradalur: 8, hevur fitt av

spógva, og nakrir spógvar eiga í

Fossdali, sjálvt um nógv er velt.

Spógvi eigur víða um í Norðradali:

9, kanska minkaður eitt sindur

í støðum, men yvirhøvur hevur

hann hildið sær væl.

Fara vit so til Skoradals: 10, so

eigur nakað tað sama av spógva har

sum áður. Nógvur spógvi eigur frá

Norðradalsskarði: 11, um Mjørkadal

og Mannafelsdal, kring Kaldbaksbotn

og har um leiðir, og eitt,

sum frøir meg á hvørjum ári, er at

síggja allan spógvan í luftini og á

landi, tá ið eg komi gangandi fram

við homrunum oman í Kaldbaksbotn.

Har er ein bratti og ikki lendi

til spógva. Kanska tað er smyrilin,

sum eigur í hamrinum, sum øsir

allan fuglin upp. Ella er tað eitthvørt,

sum eg ikki skilji?

Á seinastu ferð míni fari eg til

Nólsoyar. Har havi eg havt manga

góða løtuna. Sama søgan. Har átti

fitt av spógva uppi á oynni, men so

tók skúgvurin land, og spógvin

mátti dvína. Men enn eigur hann

t.d. kring leiðina Steinavatn og

Halavatn og á slættanum vestan fyri

bygdagøtuna, og fyri fyrstu ferð í

nógv ár sá eg spógvapar á Skúa-

14

Mynd: Petur Mortensen.

fjalli. Haldi kortini ikki, at tað átti.

Hetta er helst komið av, at menn

hava minkað um skúgvin.

Lítið og onki vita vit um lívið hjá

spógvanum í Føroyum, hvat, ið

kemur burturúr. Fyri at stovnurin

skal vera í javnvág, skal spógvaparið

á lívsævi síni í hvussu er

framleiða tveir ungar, ið røkka

kynsbúnum aldri og kunnu koma í

staðin fyri foreldrini.

Spógvi verpur 4 egg. Hvussu

nógvir ungar koma undan, yvirliva

fyrsta árið o.s.fr.? Hvussu er miðalaldurin

hjá spógvanum í Føroyum?

Eg nerti bara við ein pinkalítlan

part av einum víðfevndum, torgreiddum

máli.

Nú havi eg skrivað eitt sindur um

spógvan í Føroyum. Men lívið hjá

spógvanum er nógv meira, tí

meginpartin av lívinum livir hann í

Afrika, har viðurskiftini eru nøkur

heilt onnur, og harafturat er ófriður

og hungur, og har, sum neyðin

valdar, verður alt, sum er etandi,

veitt.

Hvørjir vandar eru ikki á tí longu

leið úr Føroyum við ungunum um

heystið og aftur á vári?

Ímyndið tykkum spógvaungan,

ið fer um heystið við foreldrum sínum

til Afrika fyri fyrstu ferð! Alt, ið

hann skal læra, hvat hann skal eta

og verja seg fyri, har alt brýtur frá

haganum í Føroyum. Tað má vera

sum nátt og dagur. Tað er so mangt,

vit ikki skilja við djórunum. Fyrr

varð tosað um instinkt – ein íbornan

mátt.

Eitt er vist, skalt tú liva eitt lív

við øllum teimum avbjóðingum,

tað hevur við sær, sum spógvin

hevur, krevur tað ein gløggan heila.

Erik Mortensen

Fuglafjørður jan. 2003

Á grækarismessu heldur Føroya

Fuglafrøðifelag aðalfund. Hesin

fundur verður hildin í Tórshavn,

aftan á grækarismessuhaldið á

Vaglinum, og gott 30 fólk plaga at

møta. Til viðgerðar er ymist, men

tað, sum hevur størstan áhuga, eru

tær útferðir, ið felagið ger í summarhálvárinum.

Liminir verða bidnir

um at koma við uppskotum um,

hvar farast skal, og løgd verða fram

uppskot um 3 eindagstúrar og 3

vikuskiftistúrar. Fámjin, Norðastihagi

og Sørvágur vórðu so vald sum

vikuskiftistúrar, og siglitúrur runt

Norðoyggjar, gongutúrur niðan á

Jøklaskarð / Blábjørg og Norðstreymoy

/ Tjørnuvík vald sum eindagstúrar.

Tað er so fallið í mín lut

at skriva um túrin í Norðastahaga,

og fari eg at royna eftir førimuni.

Dagurin, sum vit høvdu glett

Laura og Páll undir krokustaðnum hjá Risanum í Trøðum.

Eitt vikuskifti í Norðastahaga

okkum til – 15. juni 2002 – kom við

sól av skýfríum himli og lýtku í

luftini. Hetta kundi ikki verið betur

byrjan til túrin til Sandoyar, har vit

skuldu vera gestir hjá bóndahjúnunum

í Norðastahaga og Miðhaga.

Hesir hagar liggja á eystursíðuni á

Sandoynni, norðan fyri bygdina

Skálavík. Á Gomlurætt møttust vit

gamlir kenningar úr Fuglafrøðifelagnum

– o.u.12 fólk – sum avtalað.

Fleiri av okkum høvdu ikki

roynt nýggja, snotuliga skipið

„Teistan“ fyrr, og onkur helt fyri,

hvussu lítið óljóð var at hoyra; tað

var so friðsælt at sita uppi í ferðafólkarúminum

(salonini) við góðum

útsýni og njóta túrin um Skopunarfjørð.

Á Skopunarkei stóð bussur fyri

okkum. Bussførarin, ið var ein

ógvuliga fryntligur og søgufróður

maður, skuldi koyra okkum til

Skálavíkar, ella so langt koyrast

15

Mynd: Anna á Argjaboða.

kundi norður ímóti Norðastahaga.

Tá øll høvdu funnið bæði sær og

viðførinum eitt pláss í bussinum,

varð sett í gongd og gekk leiðin

ímóti Sandi. Bussførarin greiddi

frá, so hvørt vit komu koyrandi

fram við teimum ymsu støðunum.

Eitt tað fyrsta, vit komu til, var

Norðara Hálsavatn, síðani Heimara

Hálsavatn og so Dalsá og Traðardalur,

síðani koyrdu vit fram við

meginskúlanum oman ímóti Sandsvatni.

Tað var sera vakurt at koyra

fram við Sandsvatni. Upplýst varð,

at vatnið er 2 1 /2 km langt og 600 m

breitt, dýpið er o.u. 2 1 /2 m og

vatnskorpan er o.u. 2 m oman sjóar.

Síðani var koyrt ígjøgnum Sandsbygd,

snarað eysturyvir og koyrt

ígjøgnum Sandslíð, og nú gekk

leiðin ímóti Skálavík, har vit

steðgaðu á við barndómsheimið hjá

okkara stóra skaldi Heðini Brú

(Hans Jacob Jacobsen). Síðsta

strekkið, ið eftir var at koyra, var

ein uppdyrkingarvegur, ið førdi

okkum norður um bygdina, og

koyrt varð, til vit funnu eitt vendipláss.

So var at finna pjøkan fram

og fatla hann upp á ryggin, tí nú

skuldi gangast. Mett var, at tað tók

um 4-5 korter at ganga til húsið í

Norðastahaga. Turt og gott var at

ganga; ein lítil mótbrekka, so nøkur

okkara kláraðu at merkja pulsin. Tá

ið vit høvdu gingið eina løtu, skilti

gøtan seg sundur, annar parturin

gekk næstan beint fram, og hin

snaraði meira eysturyvir; onkur,

sum hevði verið her fyrr, helt seg

minnast, at vit skuldu ganga beint

fram, upp um herðuna, og so varð

gjørt. Jú – nú kendu tey seg aftur, og

so gekk leiðin norður í Norðastahaga.

Norðastihagi er 7 mk og Miðhagi,

ið hoyrir til sama bóndagarð,

er 4 mk og 14 gl, og samlaða

áseyðatalið er 480. Báðir hagarnir

hoyra til bygdina Skálavík, og festari

er Páll í Dalsgarði, og bóndakonan

er Laura Joensen. Tá ið

gingið verður ígjøgnum hagan,

norður undir Borgina, har húsini

liggja, leggur ein skjótt merki til, at

spor frá akfari eru at síggja á svørðinum.

Tá ið vit koma eitt sindur inn

í Norðastahaga, norður á Hamarsenda,

síggja vit ein av hesum

fýrahjólsframtrektu akførunum (ein

Jeep) standa so einsamallan mitt í

haganum og langt frá alfaravegi. –

Tað er ótrúligt, sum tøknin er

frammalaga – (høvdu teir gomlu

sæð). Nú var komið so langt, at vit

gingu undan brekku oman ímóti

húsunum, vit skuldu gista í. Eg veit

ikki, hvussu eg hevði hugsað mær,

at hesi hús, ið liggja so langt úti í

haganum, sóu út, men satt at siga

gjørdist eg eitt sindur ovfarin, tá ið

eg sá tey. Húsini, ið eru bygd fyrst í

1900-talinum, eru bygd í føroyskum

sniði og standa á eini fløtu.Tað

er abbi núverandi bónda, ið lat húsini

byggja fyri at lætta um arbeiðið í

haganum. Húsini eru o.u. 7x8 alin

og eru gjørd úr timbri við einari

hædd og reising. Grundin er laðað

av føroyskum gróti o.u. eina alin

høg. Framman fyri húsini er ein stór

hella, og er tún gjørt rundan um

húsini. Norðanfyri eru úthúsini;

fyrst eitt gróthús, sum er á sama

aldri sum íbúðarhúsini, og so ein

hjallur, ið er bygdur í nýggjari tíð.

Eystanfyri er útverðustað gjørt –

borð og benkur – har vit kunnu

hugna okkum og njóta náttúruna og

friðin. Innrættað er soleiðis, at á

stovuhæddini er forstova, køkur,

stova og kamar. Trappa er frá køkinum

upp á loftið, og á loftinum eru

tvey kømur. Her húsaðust vit øll 12

fólkini umframt verts-fólkini, sum

vóru 3 í tali. So tað gamla orðatakið,

at har sum hjartarúm er, er

eisini húsarúm, kundi væl brúkast

her. Tá vit komu oman í túnið, stóð

bóndaparið fyri okkum og tók

ímóti, so vit føldu okkum sera vælkomin

frá fyrstu stund. Eftir at vit

høvdu sett viðførið frá okkum inni í

gróthúsinum og prátað um leyst og

fast og kveistrað mýggjabitar frá

okkum eina løtu, varð boðið inn til

ræsta súpan. Hetta var „matur fyri

Mogens“ – sum abbi mín plagdi at

siga, tá ið hann fekk okkurt, honum

dámdi væl. Eftir at hava fingið

henda góða mat niðurum og hvílt

og reypað eitt sindur, kom Laura

við tí hugskoti, at vit skuldu fara

oman á bakkan og vita um, nakrir

kópar vóru komnir upp á helluna,

nú tað kvøldaði. Tað kunna liggja

eini 50 kópar ella fleira á helluni, tá

veðrið er til vildar. Hetta kvøldið

var veðrið gott, men tvassut var í

sjónum, so vit vórðu svikin av kópunum;

men har var mangt annað

forvitnisligt at síggja. Á veg oman

komu vit fram við eini lagaðari

rætt; eitt satt meistaraverk. Teir

gomlu vóru sera hegnigir, tá vit

hugsa um, at teir ikki høvdu tey

nógvu amboðini; nógvir hava havt

eitt sera gott eyga fyri handverkinum.

Vit komu fram á fleiri reiður,

bæði hjá fiskimása, likku, baki og

æðu, og tá Laura bað okkum koma

oman í fjøruna – hon skuldi vísa

okkum urtagarðin hjá sær – sóu vit

fitt av skarvi og lunda. Tað var ikki

ein urtagarður, sum er gjørdur av

menniskjahond, nei, nattúran sjálv

Húsini í Norðastahaga.

16

hevði skapað hann. – Tað er ótrúligt,

sum land okkara er vakurt;

høvdu vit dugað betur at sæð smálutirnar,

vit eru umgyrd av. Nú var

vorðið seint, og vit raggaðu okkum

til húsa. Nøkur fyri at leggja seg

eftir ein langan og strævnan dag, og

onnur fyri at seta seg við kaffikoppinum

og njóta ta ljósu føroysku

summarnáttina. Prátað varð um

gamlar dagar í Havnini til langt út á

náttina, og nógvar stuttligar søgur

komu fram. T.d. um hann, ið koyrdi

til Havnar eftir oyggj á slitnum

dekkum í hálku; og tá onkur segði

við hann, at hann kundi fáa bót fyri

tað, helt hann avgjørdur fyri, at

hann heldur átti at fingið premiu.

Til endan var so nógv snorkan at

hoyra niður av loftinum, at vit í

køkinum, ið royndu at gita, hvørjum

óljóðini mundu koma frá, sjálvi

gjørdust linari og linari. Til seinast

var bara Laura eftir, ið fyrireikaði

næsta dag.

Næsta morgun vaknaðu vit við

nógvum regni, so vit hugnaðu okkum

fyri tað mesta inni; onkur var tó

úti og fekk sær fríska luft. Men út á

seinnapartin sleit í, og vit gjørdu av

at fara ein túr út undir Borg. Ein

fínur túrur. Heimaftur komin, bíðaðu

vit ikki leingi eftir enn einum

góðum bita. Læt meg sláa tað fast

Mynd: Leif Petersen.

við 10 tumma seymi: betri mati enn

øllum tí spennandi føroyska frá

Lauru t.d. ræst, turt og roykt kjøt,

rullu- og kjøtpylsu, súltaðar hvannir,

rabarbusýltutoy og chutney skal

leitast leingi eftir. Alt fær ein enda;

eisini túrurin hjá fuglafrøðifelagnum

í Norðastahaga, og heimfaringardagurin

kom við fínasta veðri,

og eftir morgunmat fara vit til

gongu norður móti Skopun við

Lauru sum ferðaleiðara, meðan Páll

bóndi ferðast við fjallamotorsúkkluni

ein annan veg og hevur okkurt

óvæntað til okkum ferðandi. Tað er

avtalað, at vit skulu møtast norðuri

við grótgarðin, sum er hagamark

millum Norðastahaga og Skálsafjórðing

og kommunumark millum

Skálavík og Sand. Gingið varð niðan

ímóti Dysjunum, ið er eitt sera

áhugavert og sjáldsamt landslag.

Vit løgdu merki til, hvussu væl

stikað var allastaðni, og fingu at

vita, at hetta var gjørt fyri at tað

skuldi vera lættari hjá teimum at

reka, og at teimum ikki nýttust at

vera fleiri enn eini 3-4 fjallfólk, tí

bæði fjallamotorsúkklan og hundarnir

vóru teimum góð hjálp. Longur

frammi á leiðini komu vit fram

við einum gili, har baraldur vaks.

Hetta var stuttligt at síggja, og

fyrstu ferð flestu okkara sóu henda

vøkstur. Eisini sóu vit leivdir frá

Fransatoftir.

Undir norðara Góðsheyggi, krokustað hjá Risanum í Trøðum.

gomlum fransatoftum, væl fjaldar

millum heyggjarnar. Komin niðaná

máttu vit steðga á eina løtu fyri at

njóta vakra útsýnið, bæði suðureftir

móti Ørgunum, Gulansbuga, oman

yvir Dysjarnar og eystur móti Nólsoynni.

Nú var stutt eftir, til vit

skuldu møta Pálli við tí óvæntaða,

so vit gingu hugagóð oman av aftur

ímóti grótgarðinum; og, jú mín

sann, har var „borðreitt“ við kaffi

og pannukøkum. Eisini nutu vit

matpakkarnar vit høvdu smurt

okkum.

Tá sigast skuldi farvæl, fylgdu

17

Mynd: Leif Petersen.

bóndahjúnini okkum yvir um mark

og vístu okkum undir norðara

Góðsheygg og staðið, har Risin í

Trøðum, ið var seyðamaður, plagdi

at kroka. Hetta var ein hella, ið

stakk útav hamrinum, og segðist

tað, at hann passaði akkurát at

standa inniundir og kroka. Eyknevnið

Risin hevði hann nokk av

røttum, tí upp undir helluna vóru

gott og væl 2 metrar. Vit takkaðu

fyri okkum og gingu síðsta teinin

norður gjøgnum Skálsafjórðingin,

hjá Miðstovubóndanum, Bakkafjórðingin

hjá Beitisbóndanum og

Norðastafjórðingin hjá Uttastovubóndanum

allir á Sandi, til vit komu

oman á landsvegin og aftur í

„sivilisatiónina“, og kendu beinanvegin

møðina koma spríkjandi úr

asfaltinum upp ígjøgnum beinini,

so tað var gott at fáa okkurt svalandi

úr kioskini umborð á Teistanum.

Hóast veðrið ikki hóttaði sær, sum

vit ætlaðu, høvdu vit havt enn eitt

gott og hugnaligt vikuskifti saman

við kenningum, takkað verið góðum

og blíðum vertsfólkum.

Leif / Daisy

Mynd: Leif Petersen.

Bæði ungir og gamlir nátar hava

verið fongdir við bakteriuni Chlamydophila

psittaci, sum hevur elvt

til nátasjúku millum føroyingar

síðani eina ferð í 1930’unum.

Sum tað stendur í greinini á

næstu síðu, „Psittacos på Färöarna

– finns det idag?“, var mikrobiologurin

Bjørn Hermann frá Akademiska

Sjukhuset, Uppsala í Svøríki í

Føroyum og kannaði nátungar í

1999; men til stóra undran fyri øll,

fann hann ikki ta umrøddu bakteriuna,

sum elvir til nátasjúkuna!

Høgni Debess Joensen, landslækni

o.o. skipaðu fyri eini størri

kanning (ikki á prenti) av nærum

500 nátum tíðliga í sjeytiárunum.

Og tá funnu teir „nátasjúku bakteriur“

Chlamydophila psittaci, í umleið

13% av kannaðu fuglunum

(persónlig frágreiðing frá H.D.J.).

Nærum eingir ella ógvuliga fáir

tilburðir hava verið av nátasjúku

hesi seinnu árini, so alt bendir á, at

kanningarúrslitini hjá Birni eru røtt.

Hóast eg ikki havi tann stóra kunnleikan

um bakteriur, haldi eg tað

verða ógvuliga løgið, at bakterian

Chlamydophila psittaci bara er

horvin soleiðis av sær sjálvari!

Men sum Bjørn eisini skrivar at

enda í greinini – tað síðsta er helst

ikki sagt ella kannað enn, viðvíkjandi

hesum sera áhugaverda kanningarúrslitinum.

Jens-Kjeld Jensen, Nólsoy

Nátasjúka

Nólsoyingar skipa veiðina upp á bryggjuna.

The hunters have returned from catching juvenile Fulmars.

18

Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Psittacos på Färöarna – finns det idag?

Laboratoriið hjá Björn Herrmann í Nólsoy.

Björn Herrmann in his lab on Nólsoy.

SUMMARY: Since several outbreaks

of fatal psittacosis in humans

in the 1930-ies on the Faroe

Islands (Haagen E & Maurer G,

1938 Zbl Bakt 143:81) this disease

has been linked to Fulmars Fulmarus

glacialis as one of the reservoirs

for the causing bacteria Chlamydophila

psittaci. With the aim to

investigate the present occurrence

of C. psittaci was 488 faecal samples

collected from juvenile Fulmars

in 1999. Samples were tested with a

sensitive molecular biological method

(PCR) but no positive case was

found in the first 70 cases. After

this negative outcome was the investigation

interrupted. Speculations

why C. psittaci not was detected

is discussed.

År 1999 gjordes en omfattande

insamling av prover för att analysera

förekomsten av bakterien

Chlamydophila psittaci (tidigare

Chlamydia psittaci) hos Stormfåglar

Fulmarus glacialis. Ingen

publicering av studien har dock ej

gjorts, men här följer en redogörelse

av vad som hänt. C. psittaci ingår

i en grupp bakterier som har olika

naturliga värdorganismer. Hos

Psittacosis on the Faroe Islands – does it exist?

Mynd: Jens-Kjeld Jensen

människa förekommer den sexuellt

överförda infektionen klamydia

som orsakas av Chlamydia trachomatis,

samt den luftvägsburna infektionen

Chlamydophila pneumoniae

som orsakar lunginflammataion

och troligen även hjärtsjukdomar.

Fåglar är den naturliga

värden för C. psitttaci och över 130

olika fågelarter finns rapporterade,

däribland Anseriformes, Procellariformes,

Ciconiiformes, Falconiformes

och Passeriformes.

Åren 1930-1938 rapporterades

från Färöarna ett stort antal lunginflammationsfall

med dödlig utgång

hos människor och där orsaken

anses vara infektion av C. psittaci i

samband med fångst av stormfågel

(Haagen and Maurer, 1938). Att C.

psittaci istället för fåglar som naturlig

värd kan infektera människor

och orsaka luftvägsinfektioner är

väl känt och behöver ej diskuteras.

Hur vanlig förekomsten av C. psittaci

är hos stormfåglar är dock

bristfälligt dokumenterat och än

mindre är kunskapen om C. psittaci

infektion utan symptom hos människa.

Vi har tidigare påvisat en ny

C. psittaci variant hos en Brown

skua Catharacta antarctica lonnbergi

i ett av 37 prover från olika

marina fåglar på en subantarktisk ö

vid Syd Georgien (Herrmann,

2000) och eftersom de undersökta

proverna transporterades på ett ej

helt tillfredställande sätt så antog vi

att detta fynd bara var „toppen på

isberget“. Därför gjordes en omfattande

insamling av faecesprover

från 488 stormfåglar fångstsäsongen

1999 på Färöarna. Proverna

frystes ned inom ett dygn efter

insamling för att sedan transporteras

för analys i Uppsala och Kalmar

i Sverige. Förekomsten av C.

psittaci testades med så kallad

19

PCR-metodik, vilket är en mycket

känslig molekylärbiologisk metod

som påvisar ned till enstaka kopior

a DNA-molekyler. Av hitintills 70

analyserade prover har ingen förekomst

av C. psittaci kunnat påvisas.

Efter att ha analyserat dessa prover

med negativt utfall avbröts studien.

Vi har frågat oss själva och andra

varför resultaten blivit negativa. En

spekulation skulle vara att det är fel

tidpunkt att påvisa C. psittaci hos

stormfåglar när de blir flygga (lär

sig flyga). Kanske sker symptomgivande

infektion senare i livet och

därmed minskar sannolikheten att

hitta C. psittaci hos de undersökta

ungfåglarna. Detta motsägs dock av

rapporterna om de frekventa psittacosfallen

på 1930-talet i samband

med stormfågelfångst på Färöarna.

En annan spekulation är att virulensen,

förmågan att orsaka sjukdom,

hos C. psittaci har minskat sedan

1930-talet och därmed har möjligheten

att påvisa bakterien minskat.

Här är öppet för debatt och sista

ordet är säkert inte sagt i denna

fråga.

Referenser:

Haagen E och Maurer G, 1938.

Über eine auf den Menschen übertragbare

Viruskrankenheit bei

Sturmvogeln und ihre Beziehung

zur Psittakose. Zbl Bakt 143:81.

Herrmann B, Rahman R, Bergström

S, Bonnedahl J, Olsen B.

Chlamydophila abortus in a Brown

skua (Catharacta antarctica lonnbergi)

from a subantarctic island.

Appl Environm Microbiology,

2000, 66:3654-6.

Björn Herrmann

Mikrobiolog, Akademiska

sjukhuset, Uppsala, Sverige.

bjorn.herrmann@medsci.uu.se

English abstract: Five certain observations

have been made of Rats

on Nólsoy in the last approx. hundred

years. Nólsoy has the largest

colony of Storm-petrels and a lot of

other breeding birds. No specific

precautions have been taken to prevent

Rats (Rattus norvegicus) from

invading the island.

Tað er, og hevur altíð verið, eitt tætt

samband millum Nólsoynna og

meginøkið, tá talan er um avskipan

av vøru, og vitjan av fremmandum

bátum sum heild. Og tí er tað heilt

ótrúligt, at rottan (Rattus norvegicus)

enn ikki hevur fingið fótafesti í

Nólsoy.

Um rottan hevði komið, hevði

tað verið mønustingurin fyri heimsins

størsta bøli av drunnhvítum,

sum júst hevur heim úti í Nólsoy,

fyri ikki at tosa um hin fuglin, sum

eisini verpur í oynni. Sum heild

Havnarrottur. Rat from Tórshavn.

Rottur í Nólsoy

Rats in Nólsoy

verður einki ítøkiligt gjørt til tess at

verja Nólsoynna móti rottum.

Tey seinastu gott hundrað árini er

rotta sædd í oynni 5 ferðir; men umframt

tað, hava fleiri aðrar løgnar

rottufráboðanir verið.

Einaferð hildu fólk í oynni eina

rottu stjala mat úr einum hjalli, men

tjóvurin vísti seg at verða ein feitur

frensur. Eina aðru ferð var tað

skittur frá einum marsvíni, sum

funnin var, og ikki, sum tað annars

var hildið – rottulortur. So ikki kann

sigast annað, enn at nólsoyingar

hava havt rottuna í huga, tá okkurt

løgið hevur verið at sæð.

Tann fyrsta rottan skal vera

komin í land úti á Borðuni, tá vitin

varð bygdur seint í 1890’unum.

Jógvan Jacobsen, eisini nevndur

Jeggi, helt, at tann rottan var fangað

og dripin.

Einaferð seinast í 1920’unum

ella 30’unum var ein deyð rotta

20

funnin úti í einum neysti á Malarenda,

sambært Jegga.

Í 1990 fann Trúgvi Joensen eina

deyða rottu, sum var skolað upp á

land á bátadráttinum á Malarenda.

Hesa rottuna sá eg sjálvur. Hon

kann verða skolað deyð á land her,

annaðhvørt frá einum skipi ella úr

Havn?

Tann 12.07.1993 sá Jens Hammer

eina rottu við ruskbingjurnar úti

á Klivum. Rottan rann runt og

hvarv síðani niður í eitt hol, sum

síðani var fylt við rottueitri. Eitrið

hvarv beinanvegin. Síðani legði

bygdarráðið eitur runt alla bygdina.

Tann 2.02.1995 hevði tað kavað

um náttina. Um morgunin sóu eg og

fleiri onnur týðilig fótaspor av einari

rottu úti undir Klivum. Umframt

fótasporini sóust eisini spor av

halanum. Enn einaferð varð eitur

lagt, og eingi spor ella nøkur rotta

er sædd har síðani.

Jens-Kjeld Jensen, Nólsoy

Mynd: Jens-Kjeld Jensen.

Litloysingar og blendingsæður í 2002

English abstract: Albino and partial

albinos of the Faeroese Eider

are very rare, but in 2002 3 youngs

from 2 different nests were seen

and photographed. One „domesticated“

female Eider had 2 youngs

with a domesticated Duck, as you

can see on the photo below.

Í tey meira enn 30 árini, eg havi búð

í Føroyum, havi eg ongantíð sæð

æður við øðrum litum enn teimum,

tær vanliga hava her á landi. Æðurnar

eru oftast reyðbrúnar, hóast

onkur er ljósabrún, meðan blikarnir

nærum altíð eru eins á liti. Men í ár

hendi so tað óvanliga, sum sæst á

myndunum.

Tann 12. juli avmyndaði Hanna

Joensen eina æðufamilju á Gróthúsvatni,

har tann eini av ungunum

var næstan hvítur. Æðurnar rýmdu

seinni av Gróthúsvatni, og tann

hvíti ungin er ikki sæddur síðani.

Tíðliga í september 2002 sá Poul

Johannes Simonsen úr Hvannasundi

tveir næstan fullvaksnar æðuungar

niðan fyri spinnaríið í Klaksvík.

Báðum ungunum tørvaði lit,

men teir vóru ikki reinir litloysingar.

Teir vóru ráhvítir og ljóst

rustbrúnir. Teir svumu saman við

tveimum æðum, sum høvdu tann

rætta litin.

Nú verður so spennandi at vita,

um teir liva sín fyrsta vetur av, og

um teir verða æður ella blikar?

Albino, Leucism and Hybrid Eiders in 2002

Hvítur æðuungi sæddur á Gróthúsvatni.

Tveir næstan fullvaksnir æðuungar sæddir niðan fyri spinnaríið í Klaksvík.

21

Mynd: Hanna Joensen.

Mynd: Sólbjørn Hansen.

Blendingsæður í Kollafirði.

Hákun Debes í Kollafirði hevur

bæði gæs, dunnur og eina spaka

æðu. Æðan hevði ofta roynt at

koma í samband við blikarnar á

firðinum, men higartil hevur tað

ikki eydnast henni. Í summar kom

hon so við tveimum ungum, har

pápin týðiliga sást at vera ein spøk

dunna. Báðir ungarnir eru við 99%

vissu geldfuglar, men spennandi

verður at síggja, um teir eru kvennella

kallfuglar, og hvussu teir annars

fara at síggja út?

22

Hetta er fyrstu ferð, eg havi hoyrt

um tílíkt paralag í Føroyum, hóast

fyribrigdið ikki er ókent í londunum

kring okkum.

Jens-Kjeld Jensen, Nólsoy

Mynd: Petur Mortensen.

Cornelius Reinert skeyt eina fiskiørn

í Kaldbak 1889

Í september 2002 sendi Knud Flensted

í Danmørk okkum ein fyrispurning

um eina ørn saman við

eini mynd. Myndin var av Corneliusi

Reinert við eini fiskiørn. Vit

hildu hetta vera áhugavert og settu

okkum fyri at fáa fleiri upplýsingar

til vegar um Cornelius og ørnina.

Knud Andersen (1902) skrivar

soleiðis: „Pandion haliaëtus (L).

Flodørn, 27de Maj 1889 skød

Cornelius Reinert en hun i Kaldbak,

Strømø. Den havde en 9

Tommer lang Bækørred (Salmo

sp.) i Kløerne“. Vit kunnu rokna

við, at H. C. Müller sjálvur hevur

stappað fiskiørnina út fyri Cornelius,

við tað at vit vita, at hann stappaði

fuglar út og tí hon er kyngreind.

Hon var bert onnur fiskiørnin, ið

sædd var í Føroyum. Tí Müller

(1862) skrivar: Pandion haliaëtus

(Linn.), Dansk: Flodørn, Føröisk:

Örn,: „Jeg har kun seet én eneste

ung Fugl, der blev skudt paa

Suderöe i Aaret 1848 og sendt til

Universitetsmuseet i Kjøbenhavn“.

Vit kunnu ikki finna fram til, um

henda fiskiørn enn er til, men í

Fuglaframa (Patursson, 1902),

skrivar Sverre Patursson um einaferð

hann var og vitjaði Cornelius í

januar 1902; vit loyva okkum at

endurgeva eitt brot úr hesi frásøgn:

„Cornelius hevur skotið í 44 ár.

Hann byrjaði at reika við byrsuni

sum 13 ára piltur; nú er hann 57.

Mangan fuglin og manga haruna

hevur hann niðurlagt. Hann hevur

skotið 500 harur á einum ári.“

„Fyrst, ið eg fór at skjóta, vóru fyri

utan meg bara tveir ella tríggir

mans í Streymoynni, sum gingu á

haruveiði. Tá komu harurnar til 18

merkur, meðan tær nú sjáldan koma

til 14-15. Og tá vóru tær snjóhvítar,

meðan tær nú eru bláar. Ikki utan

hendingahara er nú heilt hvít.“

Andersen, K. 1902. Sysselmand

H. C. Müllers haandskrevne Optegnelser

om Færøernes Fugle. I

Uddrag. Vidensk. Medd. fra Dansk

Naturh. Foren. 63: 217-252 + 365.

Müller, H. C. 1862. Færöernes

Fuglefauna med Bemærkninger om

Fuglefangsten. Vidensk. Medd. fra

Dansk Naturh. Foren. 24: 1-78.

Patursson, S. 1902. Fuglaframi,

Nr. 20, Tirsdagin 28. Januar.

OFFSET-PRENT, Emil Thomsen,

Tórshavn 1972.

Jens-Kjeld Jensen og

Annleyg Patursson

23

Cornelius Reinert, Kaldbak uml. 1890.

Tað kann av sonnum verða sagt, at

eg havi havt manga góðu løtuna í

Nólsoy.

Býr tú í Havn, so hevur tú alla

Nólsoynna fyri tær. Og ætlar tú tær

til Nólsoyar ein morgun við Rituni,

so er tú har eftir tjúgu minuttum, og

tú er staddur í einum øðrum heimi,

og ikki at tala fer tú tær til gongu úr

bygdini og eystur um Høgoyggj, so

kemur tú í Føroya longstu urð.

Fyrst Nýggjurð um Bólstaðir til

sjálva urðina nevnd „Suðuri í Urð“

sum er eitt fuglaparadís. Lundin er

allastaðni, tú kann næstan nerta við

hann, og sjálvt um dagin hoyrur tú

drunnhvítan ríkja undir klettunum.

Ein kann undrast hvussu hetta

ber til, jú tað er tí at hetta ediliga

plássið er sloppið undan rottuni –

og so verið!

Her eigur annar fuglur eisini,

músabróðurin eigur víða, fáa staðni

eigur hann so tættur, og so letur

hann so lystiliga. Hvør skuldi trú at

hesin lítli fýrurin hevur so ljómandi

rødd, og at síggja teir titandi við

ungum sínum er ein vælsigna sjón,

og gevur gleði fyri lívið og hetta at

vera til.

Starin eigur í stórum tali, og eisini

grátítlingur. Knappliga hoyrir tú

eitt fagurt ljóð, hetta er kvørkveggjan,

sum eisini er farin at eiga her,

fyri ikki so nógvum árum síðan.

Eisini eiga nakrar steinstólpur, nøkur

tjøldur og nakrar mýrusnípur her,

og so nátin hesin virðismikli matfuglurin,

eigur umframt í berginum

í stórum tali, eisini í urðini, men tað

eru bert nøkur fá pør.

Teir mest ógloymandi túrarnir eg

havi gjørt í Urðina, er at fara heilt

oman á helluna, so sunnarlaga sum

gongt er, og so ganga allan vegin

framvið sjóvarmálanum norðureftir,

tað er nakað sum ikki kann greiðast

í orðum.

Hugleiðingar

Erik fær sær ein bita úti í Urðini í Nólsoy.

Lundin er allastaðni. Á landi, í

luftini og á sjónum, og er heilt kyrt,

koma teir svimjandi heilt til tín. Eg

plagi so at seta meg á ein klett, og

eta mær matpakkan, ein kaffimun

afturvið og ikki at gloyma kikaran,

sum eg altíð havi við mær.

Ein annar ógloymandi túrur eg

geri í urðina er ein náttartúrur við

tjaldi, tað havi eg gjørt nakrar ferðir,

t.d. við synum mínum, tá ið teir

vóru smáir.

Tá ið dimmið nærkast, fáa sildberarnir

sær eina hvíld, og fara í

holurnar til pisurnar,

Fleygalundin tekur eisini land.

Og nú hendir nakað merkiligt, tú

hoyrir nøkur óunnulig ljóð, tá er tað

skrápurin sum kemur við mati til

líran. Hesin hulisligi náttarfuglurin.

Og nú kemur lív í alla urðina,

hetta eru drunnhvítar í túsundatalið.

Teir flúgva higar og hagar, við einari

øgiligari ferð, látandi. Teir eru

eisini komnir við føði til pisuna.

Men dimmi er stutt hesa tíðina,

og brátt fer alt til havs aftur.

24

Men Nólsoyggin er so nógv

annað. Tú kann fara upp á oynna,

har er vítt um at fara. Tað er ein

drúgvur teinur at ganga heilt suður

á Borðuna og nógv at síggja.

Uppi á oynni eigur skúgvur, hann

kom fyri einum fimtan árum síðan.

Hann avrøkti allan spógvan, so nú

eigur spógvi bara sunnarlaga á

oynni.

Annars eigur lógv, tjaldur, fjallamurra,

mýrusnípa, bakur, mási,

likka, skatumási, æða, dunna, terna

og annar fuglur sum kjógvi í haganum.

Á Steinavatni havi eg øll árini

sæð eitt par av helsareyða, har hava

menn fyri nógvum árum síðan

planta ymiskan vøkstur og helst

eigur helsareyði har, kortini havi eg

ongi prógv.

Hvør skuldi trú at tvey lómapør

eiga í Nólsoy, í ár hevði í hvussu er

annað parið unga.

Og eitt sum er ógvuliga spennandi

er, at ein fastur stovnur av lerki

eigur har.

Mynd: Petur Mortensen.

Tú sær hann sjáldan, tess meira

hoyrir tú hann, tá ið tú kemur inn á

hansara øki.

Hann stendur stillur í luftini,

meðan hann letur, so kemur hann

spakuliga dalandi niður eftir og

setir seg.

Eg havi sæð og hoyrt lerk summi

ár aðrastaðni í Føroyum, men einans

í Nólsoy eigur lerkur fast og tað

er um eitt nokkso vítt økið.

Sum í Føroyum yvirhøvur, so

eigur nátin um alla oynna.

Lundin eigur um stóran part.

Fyrr átti hann úr bygdini og suðureftir

vestanfyri, tað ger hann ikki

meir. Helst hevur byrsan gjørt tað,

áðrenn lundin varð friðaður fyri

skjóting um summari.

Eg havi fleiri ferðir sæð álku

uppi á landi í Hásteinsgjógv og eisini

við Boruna.

Eigur hon, ella hava nøkur pør átt

fyrr?

Eg havi eisini í fleiri ár sæð lomviga

sita í eygum millum riturnar.

Vónaði at teir fóru at eiga, men

tíverri havi eg ikki sæð teir aftur tey

seinnu árini.

Teistin er tíbetur ein vanligur

fuglur um alla oynna.

Heilt fitt av ritu eigur eisini í Hásteinsgjógv

og á suðursíðuni. Eisini

eiga nakrar ritur í berginum beint

vestan fyri bygdina, eg haldi at tær

eru nørdar.

Eg havi nortið eitt sindur við

støðuna hjá búfuglinum í Nólsoy,

Urðin í Nólsoy.

Urðin í Nólsoy.

skrivaði eitt sindur um fuglaparadísið

í Urðini.

Verður tað eisini í framtíðini eitt

paradís? Eg eri bangin fyri at myrk

skýggj eru fyri framman. Tað verður

dúgliga fleygað í Nólsoyarurð.

Hvussu tolir stovnurin tað sum

frá líður?

Hvussu stórur er stovnurin?

Er ikki ein stórur partur av árgangunum,

teir árgangarnir sum

skulu tryggja stovninum tey komandi

nógvu árini, ikki etin ella í

frystiboksini?

Hvat kemur undan av pisum?

Árini eru jú ymisk, tað eru vánalig

ár ímillum.

Tað sær út sum tær kreftir, sum

vilja veiða so nógv sum møguligt

eru sterkari, enn tær sum vilja

goyma til framtíðina.

Ja, tit Nólsoyingar tað ráða tit

sjálvir fyri.

25

Mynd: Petur Mortensen.

Verður fleygað ov nógv gjøgnum

fleiri ár merkist tað ikki soleiðis

beinanvegin, men so endar galið til

síðst.

Framleiðsluorkan er ikki stór hjá

lundanum. Hann verpur bara eitt

egg. So tað kunnu ganga nógv ár, til

stovnurin kemur á hóskandi støði

aftur, so má hann bara fáa heilt frið,

ella kemur hann ongantíð fyri seg.

Ja óhóvsemi kemur aftur um

brekkur og tað er ikki við mýkindum.

Eg veit um, at tað hava verið

rannsóknir í nógv ár av fleygaðum

lunda í Nólsoy t.d. av aldur, kyni og

øðrum.

Tað eigur at vera eitt ógvuliga

týdningarmikið tilfarð savnað, sum

eg vóni verður til skjals skjótt.

Tú hoyrur hvussu nógv verður

veitt av fiski, hvussu nógvir hvalir

verða dripnir, men hagtøl fyri

fuglaveiði eru ikki til, tað verður

dulgt sum mannsmorð.

Spyr tú onkran, hvussu nógv

verður veitt fær tú ikki nakað rættuligt

svar.

Hetta hvussu nógv verður veitt

av lunda á teimum ymsu plássunum

er ein ógvuliga viðbrekin og erkvisin

spurningur.

Hví er tað so?

Tað áliggur ein stór ábyrgd hjá

fleygamonnum, at røkta eitt lundaland,

ikki bara fyri okkum og

landið, men fyri teir sjálvar.

Erik Mortensen

Mynd: Petur Mortensen.

Fyri nøkrum árum síðani fekk

nevnd Føroya Fuglafrøðifelags eitt

sera spennandi hugskot frá einum

hollum limi.

Sverri Patursson í Kirkjubø umhugsaði

at skipa fyri eini dagsferð

út í Trøllhøvda við ávísum tali av

fólki. Hetta skuldi gerast ein góðveðursdag

á sumri, tá streymlíkindir

og ætt vóru til vildar.

Summarið fór skjótt afturvið uttan

møguleika at avgreiða ferðina,

og ein mátti ásanna orðatakið:

„Tað, sum kemur í drag, fæst

sjálvdan í lag!“

Nøkur ár eru gingin, uttan at tað

hevur ligið fyri at gera ætlan til

veruleika. Hóast evnið er umrøtt av

og á, er onki komið burturúr.

Vónin um at sleppa at stíga á

land á hesum væl vallaða og grøna

bletti í vøkru og stórbæru náttúru

okkara, hevur alla tíðina ligið sum

ynskidreymur í fyrsta røð hjá

mongum.

Seinast í mei ella fyrst í juni í ár

komu boðini at vera búgvin til ferðar

ein sunnudag, tá veður og

streymur vóru til vildar.

Sunnumorgunin 11. august vóru

siglingarboðini veruleiki.

Savnist á bryggjuni í Kirkjubø

kl. 14! Soleiðis ljóðaði ein vælkend

kvinnurødd í telefonini hendan frálíka

morgun.

Ikki heilt lætt at fáa samlað øll

tey, sum sagt seg høvdu hava áhuga,

tí skotbráðið var stutt; men skjótt og

væl var tó arbeitt av Onnu.

Bert fáar tímar seinni møttust 17

ferðabúgvin, virkin og kát fólk, í

eini av okkara hugnaligu, reinu og

hartil søguríku bygdum í Føroyum.

Við bryggjuna lógu tveir væl

málaðir og snøggir føroyskt bygdir

bátar við maskinum í gongd. Tveir

staðkendir og siglingarkønir mans í

hvørjum báti. Hesir skuldu syrgja

Trøllhøvdi.

Trøllhøvdi

fyri, at øll komu vestur um Høvdasund

og upp á Trøllhøvda í øllum

góðum.

Við sær høvdu teir 3 børn, sum

høvdu verið har áður og kendu væl

umstøðurnar og tí gleddu seg almikið,

hvørja ferð høvi beyðst til

hesar ferðir.

Vakurt litspæl henda sólríka

sunnudag, meðan fitt av bygdarfólki

hevði leitað sær oman á

brúgvakantin at ynskja góða ferð og

samstundis at hyggja nærri at hesum

serligu gestum, sum til felags

høvdu eitt brennandi ynski at

sleppa á land á Trøllhøvda. Tí hjá

mongum teirra var neyvan nøkur

oyggj eftir at vitja í landinum; men

bert onkur hendinga hólmur.

Kanska er hesin hin størsti, sum

fleiri ikki hava vitjað, meðan onnur

tosaðu um, at hjá teim vantaði Lítla

Dímun enn á listanum.

Myndatólini kliktu, og hýrurin

hin allar besti, tá loyst var, meðan

snotuligu bátarnir hóliga sigldu út

ímóti tí vælkenda Kirkjubøhólmi,

har fuglurin, bæði á sjógvi og á

landi, í størstu friðsælu neyt hesa

avbera góðu løtu í samljóði við

okkum menniskju.

Valla finnur tú mangar slíkar

stundir á sumri, ein frægd fyri

eygað og heilsubót fyri sálina.

26

Tó ikki kundi sigast, at streymurin

var til vildar, hann var heldur

harður, meðan havið var slætt sum

tjørnin.

Úr Skopun kom stásiliga ferðafólkaskipið

Teistin ímóti bátunum

og dreygaði norðuryvir, beint áðrenn

vit fóru framvið, meðan fólkið

umborð eygleiddi gestirnar á teirra

ferð í Trøllhøvda.

Spenningurin var stórur innanborða,

hvussu mundi fara at eyðnast

at sleppa upp á land, og ikki

minst gongutúrin um Høvdan.

Myndatólini komu aftur í nýtslu,

tí fá mundu tey vera, sum høvdu

siglt her áður. Komin vestur um

sundið fyri norðan, fram við Oksavíkini,

hvørs navn kemur frá teirri

tíðini, tá oksar voru sleptir upp her,

var ætlanin at leggja inn ímóti klettinum,

sum vanligt er í góðum líkindum;

men rákið var í harðara lagi.

Høvdagjógv varð tí vald, og sera

væl royndist, umstøðurnar at svínabinda

bátarnar eru góðar, og stutt

eftir stóðu øll á klettinum, klár at

taka næsta stigið.

Upp ígjøgnum steyrrætta og

høga jarnstigan upp á kneysan, har

hin seinni heldur styttri stigin førdi

fólkini inn á grønu upsina, einar 14

metrar oman fyri klettin.

Tað kendist, sum hin torførasti

Mynd: Ditlev Róin.

Á veg út í Trøllhøvda.

parturin var fingin frá hondini, og

frøin um at sleppa at skoða hendan

sjáldsama blettin av Føroya náttúru,

har ógvuliga fáum er unt at koma,

var eyðnast til fulnar fyri okkum

øll.

Stundin kendist nærum, sum at

lesa í Halgubók, tá ísraelsmenn

komu inn í hitt lovaða landið.

Við hepnum handalagi tók Sverri

um stýrisvølin og leiddi helst hitt

størsta liðið av fremmandafólki,

sum á einum sinni hevur verið á

vitjan her úti, suður ígjøgnum fjøruna

í Høvdasundi, har ein sera djúp

gjógv sker seg heilt fitt inn í klettin,

sum tú kundi gleiva tvørturum,

meðan hugt verður djúpt niður í hitt

bláa havið.

Framvið sunnanfyri og vestur

ímóti bjørgunum sóu vit inn í

Sumbiar-røkurnar, sum hesa árstíðina

eru tómar fyri bjargafugl, tí

langt er útliðið, og teirra verk at

føra ættina víðari fyri í ár er lokið.

Ovasta rókin kallast Høvdarókin,

og tyktist hendan liggja rættiliga

høgt, hóast Trøllhøvdi ikki er hægri

enn 160 metrar, tí høgt kennist at

síggja inn í steyrrætt berg. Eftir

bjørgunum eru eini 5 sið vestur á

Boðberstanga, sum í teim góðu

fuglaárunum blivu røkt, men tíverri

ikki hava givið nakað serligt av sær

í nógv ár. Eisini skrápurin, sum var

eitt sereyðkenni fyri Høvdan, er

rættuliga nógv skerdur tey seinastu

árini.

Spákaðu upp ímóti upsini, meðan

seyðurin, sum hevði eygleitt

okkum úr erva allan vegin upp,

spjaddist niður fyri norðan.

Komin upp um Knøini og vóru

nú á tí hægsta, frítt útsýni í allar

ættir.

Hendan stundin var heilag, tú

hevur ongantíð sæð títt føðiland úr

hesum vinkli, og alt kendist øðrvísi,

fullkomin friður, onki málageip, als

ikki neyðugt at tosa, tú einsamallur

átti tínar tankar.

At sýna taksemi, at henda løtan

skuldi eyðnast so væl, er fyri mongun

sera torført, men á hesum sinni

Á veg niðan frá lendingarstaðnum.

27

Mynd: Ditlev Róin.

lýsti gleði og nøgdsemi úr hvørjum

andliti, henda sólríka, heita og stilla

summardag.

Øll sessaðust í tí síða, turra grasinum

á slætta vøllinum eftir at hava

skoðað í allar ættir og ríkað seg við

nýggjum myndum av landi okkara.

Ein góður biti við onkrum leskiligum

afturvið kemur altíð væl við

eina slíka fagnaðarløtu, men ikki

nógv prát júst nú, hvør hugsaði sítt,

full av undran og takksemi, og tørvurin

at práta var helst ikki størstur í

hesi løtu.

Meðan etið varð, vóru flestu andlit

vend í ein útsynning, har tað

stóra Atlantshav møtir tí reina bláa

himmalhválvinum langt úti í havsbrúnni.

Ferðaleiðarin vakti fólk upp úr

hugaheiminum, um ikki best mundi

vera at hvíla seg fram eftir rommum

eina løtu og líta inn ímóti oyggjunum.

Tosið gekk nú meiri lívligt um

staðarnøvn, søgur, roysni og sagnir

ymsa staðir frá, har eyguni kundu

fylgja teim støðum umtalaða evni

hendi, og samstundis kundu vit

staðfesta støðini úr Trøllhøvda, tí

fleiri vóru við, sum kendu sera væl

oyggjarnar rundanum, bert ikki úr

hesum sjónarhorni.

Tó ikki skuldu vit 24 gista her

uppi á Trøllhøvda, sólin gongur

Mynd: Ditlev Róin.

Her sita nøkur omanfyri húsið í Trøllhøvda.

sera skjótt í vestur ein slíkan dag,

og ikki heilt liðug vóru vit enn.

Fót fyri fót bleiv spákað oman

brekkuna, seyðurin flutti seg undan,

hóast hann ikki er serliga styggur,

men bert varin, kanska eitt sindur

forvitin, tí ikki er hvønndags at

síggja hesi tvíføttu, og als ikki so

mong í senn á hesum leiðum.

Hugnaliga smáttan í lægdini við

sjáldsomu kelduna oman móti

slættanum taldi eisini sína søgu.

Alt, sum hoyrdi til eina slíka, fanst

innandura, bæði í samband við

seyð, fuglaveiði, arbeiði í haga ella

annað umvælingararbeiði.

Um neyðugt er at støðga í Høvd-

Útsýni suðureftir.

anum í fleiri dagar orsaka veðurlíkindir,

eru umstøður hjá nøkrum

fólkum at búðleikast. Sagt var frá,

at 14 fólk høvdu gist har í senn. Bók

var í húsunum, har øll skrivaðu sítt

navn. Hendan var sera gomul, taldi

onkur frá, sum gav sær stundir at

blaða.

Komin inn um dyrnar, brimaði so

lystiliga yvir eldinum, og fleiri vóru

tey, sum fingu sær ein drekkamunn

innandura; men flestu nýttu útsýnið,

sólina, hugnan og vakurleikan

úti, meðan etið varð. Onkur helt

fyri, at á hesum túri smaðkaði maturin

væl betri enn vanligt.

Ongin ferð í mansins lívi varar

28

Mynd: Ditlev Róin.

ævigt, spákaðu oman móti sjóvarmálanum,

okkurt mátti ein fáa

stundir at eygleiða afturat.

Tað hepnaðist tíbetur at sigla bátarnar

inn ímóti fjøruni og lesa

fólkini niður um klettin við einum

stuttum enda. Væl gekst at fáa fólkini

um borð, og lagt varð frá landi.

Annar báturin sigldi stuttan tein

vestur við landinum, meðan hin

skipaði fólkini umborð. Streymurin

var heldur stríður, tí varð lagt eystur

við landinum, til Skopunnar bygd

var afturundirfarin, síðan gekk

skjótt norður til Kirkjubøar. Henda

serstakliga væl skipaða, framúrskaradi

góða ferð var at enda komin.

Nú boðaði Sverri frá, at øll vóru

hjartaliga vælkomin niðan á garðin

til eina hugnaløtu við drekkamunni,

vaflum, súltutoy og róma.

Hesin 11. august 2002 gjørdist

sostatt ársins dagur hjá luttakandi

limum Føroya Fuglafrøðifelags, og

løgið verður, um ikki í framtíðini

ofta verður tikið til hendan dagin úti

í Trøllhøvda.

Hjartaliga tøkk fyri Elsa, Sverri

og bátsmanningarnar!

Ditlev Róin

Mynd: Ditlev Róin.

Í Svínoy hevur upp gjøgnum tíðirnar

verið fleygað nakað av lunda,

men serliga fyrr í tíðini var nógv

fleygað. Tað er soleiðis, at fleygasessirnir

ikki eru serliga høgligir,

og farast má upp um fjøll, og tað

tekur út við hálvan annan tíma at

ganga til teir høgligastu sessirnar.

Fleygasessirnir eru allir á suðursíðuni

á oynni, frá Lundaskor, ið er

nakað sunnan fyri Dragan, og suður

til Heltnina. Okkurt smávegis er

aðrastaðni á oynni, men tað er ikki

av týdningi. Nakað av dimmilunda

hevur verið fleygað um kvøldarnar

yviri í Líðini ella í Urðarrók.

Millum Høvdan og Lundaskor

eru nakrir góðir fleygasessir, og tað

eru teir, ið eru teir høgligastu. Ein

av hesum sessum er suðuri í Kinn,

og er tað tann fleygasessurin, ið

mest hevur verið brúktur. Kinnin er

eystari kjálkin á Høvdanum. Tann

sessurin hevur tann góða eginleika,

at fleygast kann næstan á øllum

ættum; einans vesturættin kann ikki

brúkast. Men ikki tey heilt stóru

fleygini koma har, men meira javnt,

oftast um einar 100 lundar, ið eisini

er nokk at bera heim um fjøll.

Heiman fyri Hoyskorsgjógv eru

eisini 2 góðir fleygasessir, har

fleygast kann á landnyrðingi norðri

og eystri. Men hesir fleygasessir

hava ikki verið nógv brúktir seinnu

árini. Lundaskor bleiv nógv brúkt í

gomlum døgum, men har má sígast

Í Lundaskor, í baksýnið Eysturhøvdi.

Eitt sindur um lunda í Svínoy

Kinnin og uttast Høvdin. Fleygasessurin er í bakkanum við síðuna av skriðuni.

niður, og eru tað 18 favnar at síga.

Lundaskor er so at siga alt ein stór

lundatorva, men tað kom meira enn

so fyri, at menn einsamallir fleygaðu

har og lestu seg upp sjálvir við

byrðu, hóast fittligt loft er í signum.

Fleygasessurin Haragjógv er bert

nakrar fáar metrar frá Lundaskor,

og er tað sami lundaringur til báðar

sessirnar. Har eru rættiliga nógvir

góðir fleygadagar komnir, ikki

óvanligt 200-300 lundar. Men hetta

er alt fyri nógvum árum síðan.

Abbi mín, Olivur Justinussen, og

Jens í Gulakstovu, sum var ættaður

av Viðareiði, gingu nógv at fleyga í

Haragjógv og Lundaskor. Einaferð

teir vóru har, og nógvur lundi fleyg,

helt Olivur við Jens: „Nú flýgur

nógvur lundi“. Tá skuldi Jens svara:

„Tað er einki at snakka um, fyrr enn

tað myrknar fyri sólini“. So mikið

29

Mynd: Regin Justinussen.

tjykkri plagdi lundaringurin at vera

á Viðareiði.

Tó so, nógv man hava komið

burturúr onkuntíð, tá omma mín

plagdi at fortelja, at abbi, Olivur,

eitt árið var 12 fleygatúrar, og hann

fekk 2500 lundar, so onkran dagin

man byrðan hava verið stór. Teir

vóru eisini óføra sterkir at bera.

Einaferð bar Olivur 240 lundar, og

ein annar, sum var við honum, 225,

og tá bóru teir stengurnar eisini.

Annars, so haldi eg ikki, at lundin

er so nógv minkaður. Tað eru

ójøvn ár, tað vil so vera. Men

størsta orsøkin til, at so nógv minni

verður fleygað, man vera, at fólkatalið

í bygdini er so nógv minkað.

So fáir menn eru at søkja bjørgini.

Tá tað nú er so, at farast má um fjøll

fyri at koma til sessirnar, og um ættin

er góð, er ikki vist, at nakar lundi

er at landi.

Hetta var so nakað um lunda í

Svínoy. Aðrir sessir eru eisini, t.d.

suðuri í Fløtti, umleið 2 tímar at

ganga frá bygdini. Suðuri í Bergi

eru eisini góðir fleygasessir, har

Torvan man vera tann drúgvasti,

men sera óhøgligt, meira enn 2 tímar

at ganga frá bygdini.

Regin Justinussen, Svínoy

Mynd: Regin Justinussen.

Fredag aften mødtes flere gode bekendte

på kajen i Vestmanna. Vi var

alle på vej til Sørvág, hvor vi i

fællesskab fandt Anna og det hus,

hun havde lånt.

Anna havde et forslag og en halv

aftale om en tur ud til Tindholmen

samme aften, hvilket blev eenstemmigt

vedtaget, og lidt af madpakkerne

blev hurtigt spist, mens de

praktiske aftaler blev ordnet.

Á Kvívíkskorðanøv.

Week-end i Sørvág 5. - 7. juli 2002

Vi fik en pragtfuld sejltur ud

gennem fjorden, hvor alle omgivelser

stod så klart i den smukke

sommeraften.

Efter landgangen vandrede vi så

langt vi kunne – bådejeren ville kun

vente een time, men man kan nå ret

langt på en time på Tindholmen.

Det var en usædvanlig stille aften,

hvor alt åndede fred, og hvor tusinder

af lunder fløj i ring over havet

30

Mynd: Else Gotved Jacobsen.

eller sad tæt bag os i bakken, og

hvor man som tilskuer følte en stille

andagt.

Madpakkerne blev smurt lørdag

morgen, mens vi planlagde. Vores

oprindelige plan havde været at gå

langs eggin mod nord ud til Ytripartur

af Úttriðingshagi, men selvom

vejret var rimelig godt, hang

skyerne lidt for lavt til, at vi havde

lyst til at gå oppe i højderne.

I stedet blev det en tur under

tågegrænsen lidt oppe i bakken

forbi Selvík. Undervejs kom vi

gennem et terneområde og glædede

os over at se alle æggene og ikke

mindst de mange levende unger.

Efter en noget besværlig nedstigning

til Lambadalur lejrede vi

os med madpakkerne lige ved en

lille sø, hvor vi kunne følge fuglelivet.

Et par store bakskurðar kom

trippe/løbende op fra søen på deres

komiske måde.

Alle vegne var der svartsbakreder,

ligesom vi havde set mange

tomme æðureder med varme dun.

Tjaldursungerne var næsten

flyvefærdige – i Lambadalur var

der desuden også mange kjógvar.

Efter pausen gik turen op til

Kvívíksskoranøv og Sundsnøv med

den mest fantastiske udsigt ud mod

Tindholmen og Mykines. Vi sad

længe stille og nød det storslåede

syn, der var betagende ud over al

beskrivelse.

Senere gik turen imod Múlin og

mod vest – Vi var nogle, der gerne

ville helt ud imod Dragasund, og

det fortrød vi ikke, for det var

endnu et flot syn.

Så var det ellers tid til at tænke på

tilbageturen – langs vandet til

Selvík, hvor vi var nødt til at gå lidt

op i højden og blive der, til vi nåede

Sørvåg.

En lang tur – 7 timer – men ikke

vanskelig. Vi var alle trætte og

glade, da vi spiste en god middag

og havde en hyggelig aften sammen

med megen snak.

Søndag: Nogle i selskabet var

nødt til at tage hjem om morgenen,

men vejret var heller ikke så godt.

De resterende overvejede, hvad

de skulle gøre. Nogle gik op imod

Mýrarnar, fortsatte sydpå mod Kýrberg,

hvor der endnu var flere ruiner

efter englænderne, der var der

under 2. verdenskrig.

Nogle betragtede Dunnudrangarnar

fra foroven, men så lagde tågen

sig, og det var bedst at vende tilbage,

pakke sammen og rydde

huset.

Da vi om eftermiddagen tog fra

Sørvág, var det i det allerfineste

vejr – overalt var klart, også oppe i

højden, men da var det for sent at gå

nogle steder.

Men vi var alle glade for turen og

havde oplevet meget.

Tindholmen i den dejlige aften –

og udsigten til den oppe fra Sundsnøv

– står stadig tydeligt for os.

Anna og Else

Á Tindhólmi.

Tjørnin við Selbergskarð.

31

Mynd: Else Gotved Jacobsen. Mynd: Anna á Argjaboða.

Staðarnøvn við „skarvi“ í tykjast

ikki mong, hyggur tú at einum

Føroyakorti í lutfallinum 1:100.000

frá 1986, Geodætisk Institut. Suðuroyggin

hevur ein „Skarvatanga“

ámerktan eystur av Froðba. Haraftrat

finst Skarvarókin á syðra

armi á Víkarfirði, innanfyri Baglhólmin

(kelda: Petur Mortensen).

Sandoyggin hevur bygdina Skarvanes

og tilhoyrandi Skarvslíð. Síðan

er onki annað at síggja á hesum

korti – men onnur nøvn eru helst til

aðrastaðni fyri tað. Í Rituvík eitur

t.d. tangin á eystara armi Skarvatangi,

og er hann ikki nevndur í

fyrrnevnda korti. Tað hevur ikki

borið mær til at hugt at teim gjølligu,

sonevndu mátiborðsbløðunum

um alt Føroya land. Vildi ynskt, at

ein databasi var fyri staðarnøvn í

Føroyum!

Skarvatangi í Rituvík hoyrdi til

alheim mín í barnaárunum har.

Seinni eisini á hvørjum sumri í

vaksnamannalívi. Eigi mong sporini

har um leiðir. Her var tað eisini

at fyrsti niðursetumaðurin í Rituvík

Skarvar á Skarvatanga í Rituvík.

Skarvurin afturkomin

á Skarvatanga í Eysturoy

– langabbi mín, Per Højgaard –

hevði bát sín liggjandi. Antin fyri

ýla um summarið ella uppi á landi

um veturin fyrstu árini, til bátastøð

varð gjørd longur heimi í bygdini.

Petur Mortensen hevur fleiri

ferðir gjørt vart við, at skarvur átti

at verið friðaður longu frá 1. sept.

av – bæði í Fuglafrøðiblaðnum og

øðrum bløðum við. At enda boygdi

lógarverkið seg fyri hesum skilagóða

ynski. Hvussu hevur so friðingin

roynst? Dugi ikki at svara fyri

landi alt; men kann einanst bera frá

tí, eg sjálvur havi sæð: í Rituvík

hevur friðingin av skarvi í hvussu er

longu nú givið ítøkilig úrslit! Fyri

fyrstu ferð í uml. 40 ár, er skarvur

aftur sæddur sita á Skarvatanga í

Rituvík (sjá mynd). Um miðjan

september 2002 spákaði eg mær

Oman á Bakka at taka seinastu raðini

upp í eplaveltuni, ið hetta árið

stóð beint niðan av helluni á

Skarvatanga. Hevði myndatólið við

– og knappliga, meðan eg var mær

hyggjandi oman í fjøruna, sá eg teir

sita har so spelknar! Einir 8 í tali,

32

flestu ungar, dygst við sjóvarmálan

– meðan æðurnar útfyri undrandi

hugdu at! Eg eri uppvaksin í Rituvík.

Kom hagar 1955, føddur 1953,

og havi ongantíð áður sætt skarv

sita á Skarvatanga. Satt at siga ofta

undra meg á navnið, tí har sat jú

ongantíð skarvur. Skarvatangi hevur

fyri fólk í býlinginum Handan

fyri Brekku verið vælumtókt seiðabergspláss.

Bæði vár, summar og

heyst komu vit javnan har oman – í

torvi har Niðri á Slættanum, í hoyna

ella við upptøku av eplum. Ja, sjálvsagt

eisini, tá ið hugt var til seyðin.

Samanumtikið havi eg alla mína

levitíð verið so ofta á Skarvatanga,

at eg róliga kann siga, at í mínari tí

hevur skarvur ikki sitið har av týdningi.

Men nú er hann so afturkomin –

hetta stolta strandarprýði. Og vónandi

fer henda vakra sjón at vara

við! – Um ikki skjóttgangandi bátarnir

sunnaneftir aftur fara at plaffa

alt niður frá hond, ið rørist inni á

Rituvíkini.

Dánjal Petur Højgaard

Mynd: Dánjal Petur Højgaard

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!