28.07.2013 Views

300 - Føroya Fiskimannafelag

300 - Føroya Fiskimannafelag

300 - Føroya Fiskimannafelag

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Síða 16 Nr. 300 - 28. august 2003

Eitt sindur av

rækjubjartskygni í Noregi

Vit fáa javnan marknaðarrapport frá Noregs Råfisklag

viðvíkjandi rækjum.

Í frágreiðingini fyri juli og august siga teir, at norski

útflutningurin av rækjum er minkaður við 1807 t. ella

18,5% sammett við sama tíðarskeið seinasta ár. Landingarnar

eru minkaðar munandi meira.

Prísirnir hava verið heldur frægari fyri smæstu rækjurnar.

Men hetta kemur mest av eini viknaðari norskari

krónu.Annars verður sagt, at íslendskur áhugi fyri

rækjum úr Barentshavinum vil kunna geva hægri prísir

komandi vikurnar.

Tað eru nú 5 færri bátar sum veiða rækjur í norskum

øki, og nú eru 26 bátar eftir.Teir flestu veiða við Hopen.

Vitjan frá Norges Råfisklag

Nevndin í Norges Råfisklag vitjar í Føroyum í døgunum

12.-15. september.

Á Føroyaferðini er nevndin, sum telur 10 mans, serliga

áhugaðir í tveimum viðurskiftum.

1. Føroysku fiskidagaskipanini

2. Uppiboðssølu av fiski

Fiskimannafelagið skal hitta teir leygardagin 13.

september, og her teir áhuga fyri at hoyra um:

1. Hvat Fiskimannafelagið heldur um fiskidagaskipanina

2. Hvat Fiskimannafelagið heldur um skipanina

við uppboðssølu av fiski

Á vitjanina koma norðmenninir eisini at hitta Maritu

Rasmussen úr Fiskimálaráðnum,og skal hon hava eina

framløgu um fiskidagaskipanina. Onnur tey skulu vitja

eru Páll Gregersen, Fiskavirkið í Gøtu, Eirikur á Húsamørk

Høvdavirkið í Lorvík, John Nielsen Fiskamarknaður

Føroya. Har umframt verður vitjað í Blásastovu í

Gøtu, Kirkjubø og Listaskálanum.

Norðmenninir fara úr Føroyum seinnapartin mánadagin.

Komandi blað

Í dag hava vit seinasta part av hugtakandi søguni hjá

Onnu Evensen.Anna hevur sum fáur kunnað greitt frá

dagliga lívinum í 19.øld, og er hennara frásøgn tí eitt

gullnám. Okkurt verður tó afturat um Evensen ættina.

Í komandi blaði fara vit at hava fyrra part av frásøgn

hjá eini aðrari Onnu, nevniliga ta 102 ára gomlu Onnu

Askham. Hetta er eisini spennandi lesnaður, sum er

eitt slag av framhaldi av Onnu Evensen.

Vit koma eisini at hava eina frásøgn um "Vesturhavið

Blíða", eftir at tað fór til Noregs eftir at hava skapt

søgu í Føroyum sum fyrsta stállínuskipið.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!