28.07.2013 Views

300 - Føroya Fiskimannafelag

300 - Føroya Fiskimannafelag

300 - Føroya Fiskimannafelag

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Síða 28 Nr. 300 - 28. august 2003

Og so var tað blondan,

sum fór at keypa gardinur

til telduna.

– "Eg brúki jú Windows",

segði hon.

Skotin datt við eini

whisky-fløsku í lummanum.Tá

hann merkir,at

hann gerst vátur á lærinum,

bað hann: Góði

gud,lat tað vera blóð…

Hvat er munurin á einum

býttum manni og

einum klókum?

– Tað er eingin munur!

Báðir halda seg vita

alt…

Innsavning í Skotlandi:

– "Vilja tygum stuðla

nýggju svimjihøllini?"

– "Gamaní,hvussu nógvum

vatni hava tit brúk

fyri?"

Ein lítil maður, 152 cm

til longdar, søkti um arbeiði

sum brandmaður.

Tað var hansara hægsta

ynski at gerast brandmaður.

Men hann varð

vrakaður orsakað av

síni manglandi hædd.

Á veg út spyr hann fornermaður:

– Sig mær, nýta tit ikki

stigar longur...?

Tveir lastbilførarar koma

til ein tunnil við høga

lastbili teirra. Eitt skelti

sigur: Maks hædd, 3,3

metrar.Teir steðga lastbilinum,

annar fer út,

lítur kring seg, fer innaftur

í bilin og sigur við

hin:

– Koyr bara, eingin sær

okkum...!

Eftirlýsing:

1. Hvør kennir abba Thór Thórsteins á Skálum?

2. Hevur nakar brøv, sum eru stemplað í Føroyingahavnini,

Ravns Stóroy, Tovkussak og Norðaru Føroyingahavnini?

Tað er hugtakandi at síggja,

hvussu útlendingar av

fjarastu støðum kunnu

fáa áhuga fyri Føroyum

og kunnu liva seg inn í

okkara viðurskifti.

Nú um dagarnar kom

Don Brandt inn á gólvið.

Hann er amerikanari og

Skiparin bakar pannukøkur

Hendan myndin er frá

gomlu "Norðborg". Her

vísir skiparin,Sámal Jacobsen,

eitt kynstur, sum

higartil hevur verið

ókent, og tað er at baka

pannukøkur. Við tunguni

mitt í munninum fær

hann vent pannukøkuni í

luftini!

ættaður úr Californina.

Men fyri einum 25 árum

síðan flutti hann til Íslands,

har hann hevur

fingist við postsøgu og útgávu

av frímerkjum.Hetta

hevur so givið honum

áhuga fyri føroyskum

postviðurskiftum, og hann

Amerikumaðurin, Don Brandt, sum seinastu 25

árini hevur búð í Íslandi, var inni á gólvinum hjá

Fiskimannafelagnum um dagarnar.

hevur enntá skrivað eina

heila bók uppá 175 síður

um føroysk frímerki. Ein

skuldi nú ikki trúð, at her

var so nógv at skriva um,

men tað er tað. Eitt er tey

føroysku frímerkini. Eitt

annað er stempul, eisini

av dosnkum fimerkjum í

Føroyum. Sum greitt frá í

søguni um "Ruth", so er

hetta eitt sera stórt øki.

Tað, sum vóru høvuðsørindini

hjá Don Brandt,

var, at hann kennir ein

mann, sum kallast Thór

Thorsteins, hvørs abbbi

var ættaður av Skálum á

Langanesi. Skálar var eitt

av teimum plássum, har

føroyingar komu at rógva

út, sum vit hava greitt frá

her í blaðnum. Skálar var

jú eitt lítið samfelag, so

tað gjørdist eitt neyvt

samband millum føroyingar

og íslendingar.Thór

hevur nú ynski um at

koma í samband við føroyingar

ella eftirkomarar

teirra, sum møguliga

kunnu hava kent ella vita

um abban, sum kanska

hevur havt sama eftir-

Bókin, sum Don Brant hevur skrivað um føroysk

frímerkir, er heilar 175 síður.

navn sum hann. Hetta

kann sjálvsagt vera eitt

sindur ringt at finna útav.

Men skuldi onkur av lesarum

okkara hava róð út

á Skálum, vilja vit fegin

frætta frá viðkomandi. Tá

vil tað bera til at eftirkanna,

um nakað samband

er til umrødda

abba.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!