04.09.2013 Views

272 - Føroya Fiskimannafelag

272 - Føroya Fiskimannafelag

272 - Føroya Fiskimannafelag

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Síða 14 Nr. 272 - 4. juli 2002

Fregnir skal ikki hava

einarætt til, við gomlum

skjølum, at prógva,

hvørjir gavstrikkar

danir hava verið, tá tað

snýr seg um Føroyar.

Men tá Fregnir bert fer

50-60 ár aftur í tíðina,

vilja vit endurgeva eitt

skjal heilt frá 1814,

sum svart uppá hvítt

prógvar, at danskir

myndugleikar hava ikki

bakkað fyri beinleiðis

ósannindum fyri at

varðveita okkara klettar.

Søgan er kanska ikki

heilt ókend, men nú

um dagarnar stóð hon

í einum nýggjum

donskum tíðarriti, við

heitinum Guldalderen,

sum er útgivið av Fogtdals

Illustrede Tidende.

Hetta er gjørt sum eitt

myndablað, ið fyri eitt

tíðarskeið í senn viðgerð

størri og smærri

hendingar í Danmark.

Tað verður eisini nógv

gjørt burturúr at lýsa

gerandisdagin hjá dønum.

Í hesum sambandi

hevur blaðið funnið

fram forkunnugt

myndatilfar, sum ger

blaðið enn meira

áhugavert.

Bløðini hava higartil

viðgjørt tíðarskeiðið

1810-20, og er hetta

eitt hendingaríkt tíðarskeið

hjá danska

ríkinum.

Tann týdningarmesta

hendingin var, at Danmark

misti Noreg. Danmark

hevði undir Napoleonsbardøgunum

hildið við Frankaríki,

og var hetta ein vanlukka

fyri Danmark,

sum eisini førdi til, at

Danmark var í kríggi

við Bretland. M.a. fór

Danmark á húsagang í

1813, og tá so Napoleon

tapti ein avgerandi

bardaga við Leipzig,

gjørdist Danmark eisini

ein tapari. Her var tað

seinni svenski kongurin,

Karl Johan, sum

setti treytirnar.

Ein av treytunum

var, at Danmark skuldi

lata Noreg til Svøríkis.

Hjá Danmark ráddi tískil

um at avmarka

skaðan mest gjørligt.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!