13.09.2013 Views

339 - Føroya Fiskimannafelag

339 - Føroya Fiskimannafelag

339 - Føroya Fiskimannafelag

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Hjartaliga takki eg øllum

tykkum, sum á

ymiskan hátt mintust

meg á 100 ára føðingardegi

mínum norðuri

við Gjógv. Ein serstøk

tøkk til Sunda kommunu,

til Kingobólkin í

Tjørnuvík og til Eysturoyar

Røktar- og

Ellisheim fyri tann

stóra heiður tit sýndu

mær á føðingardegnum.

Tøkk

Við ynskjum um gleðiligar páskir

og Guðs signing.

Karl Jacob Sigvardsen

16. mars

Í dag eru –6,8 stig og blikalogn,

so langt eygað sær.

"Lómur" kom inn til Aasiat

í morgun at landa, teir

hava um 80 tons og fara út

aftur í kvøld.Teir skulu inn

aftur at landa tann 20.mars,

tá fara teir í páskafrí nakrar

dagar.

Teir smærru bátarnir fáa

væl av rækjum, og slagið

er brúkbart; teir royna út

fyri Kangatsiaq, sum liggur

eitt sindur suður úr Aasiat.

17. mars

Minus 7 stig og blikalogn.

"Nanok Trawl" kom inn

higar at landa, teir hava

gott 440 tons. Teir hava

eisini nógvan pakning í

lastini, sum teir hava ført

úr Danmark. Hetta er

fyrsti túrurin hjá teimum í

ár, av tí at teir hava verið á

skipasmiðju.

Annars hoyrdi eg,at onkur

trolari var komin uppá

250 tons í eina viku. "Nanok

Trawl" fekk 220 tons

Skrivstovunæmingur

Fyri ein av kundum okkara,

eitt størri reiðaravirksemi í

Eysturoynni, verður søkt eftir

skrivstovunæmingi innan

fyrisiting.

Starvið

Starvið fevnir um alt vanligt

skrivstovuarbeiði við serligum

atliti til bókhald.

Útbúgvingin fer fram eftir

galdandi reglum.

Lærutíðin er treytað av

hvørjar útbúgvingar

umsøkjarin hevur. Lærutíðin

byrjar skjótast gjørligt.

Umsøkjarin

Dentur verður lagdur á, at

umsøkjarin hevur kunnleika

SPEKT statsaut.

revisorar Sp/f.

spekt@spekt.fo

www.spekt.fo

Staravegur 17

Postboks 3258

FO-110 Tórshavn

Telefon 34 34 34

Telefax 34 34 35

hesa síðstu vikuna; teir

royna suður úr Boðunum.

Pálmasunnudagur

20. mars

Tað eru –7,8 stig og væl er

av vind av útnyðringi."Lómur"

kom inn til Aasiat í morgun

at landa um 90 tons,

og teir rokna við at loysa

frá Aasiat í kvøld einaferð.

Teir skulu suður higar til

Sisimiut at halda páskir.

"Akamalik" kom longu í

nátt inn í Amertlokfjørðin

Heiðavegur 15

Postboks 190

FO-600 Saltangará

Telefon 34 34 54

Telefax

Correspondent Firm of

KPMG International

a Swiss Cooperation

til bókhald og roknskap, er

vanur at arbeiða við teldu

umframt at viðkomandi

hevur góð samstarvsevni og

dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Lønarviðurskifti verða sambært

lærusáttmála.

Umsóknin

Umsókn við upplýsingum um

útbúgving og royndir verður

at senda okkum skjótast

gjørligt ella í seinasta lagi

5. apríl 2005.

Nærri fæst at vita við at

venda sær til Árna Ellefsen,

statsaut. revisor, á telefon

34 34 34.

at liggja.Teir hava fult skip

eftir at hava fiskað í 10

døgn, tað eru í miðal 63

tons um døgnið, tað má

sigast at vera óført fiskarí.

Teir hava gjørt tríggjar

túrar nú, og teir hava fiskað

um 1.500 tons íalt.Teir

skulu inn til Nuuk at skifta

fólk tann 28. mars.

"Akamalik" kom inn til

Sisimiut í kvøld og skal

byrja at landa í morgin.

Annars verður sagt,at fiskiskapurin

hevur verið óførur

hjá teimum flestu.So at

siga óhoyrt fiskarí á sama

øki so leingi.

21. mars

Minus 10,6 stig og lot av

útnyðringi norðan. "Markus"

hevur verið inni í Nuuk

og millumlossað.Teir hava

eisini havt gott fiskarí –

gott 600 tons í 10 dagar.

"Natarnaq" siglir til Nuuk at

landa, og teir hava nærum

fulla last eftir eina viku.

"Kiliutaq" kemur inn til Sisimiut

at landa í morgin ári.

22. mars

Tað eru –15,2 stig og eitt

lot av útnyðringi norðan í

dag."Akamalik" fór nýggjan

túr seinnapartin, og "Kiliutaq"

lá klárur at leggja til

kai;teir hava fulla last eftir

at hava roynt í knappar

14 dagar. Tað er nú einaferð

so, at "Kiliutaq", sum

er fyrrverandi "Ango", er

ikki nýggjur trolari, og tí

kunnu teir ikki fylla skipið

so skjótt sum teir nýggju

trolararnir. "Kiliutaq" kann

frysta um 35 tons niður um

døgnið, meðan teir nýggju

kunnu frysta knapt 100

tons um døgnið, so tað er

stórur munur á trolarunum.

So vítt eg veit, tóvar

"Kiliutaq" bara við einum

troli, so tað kann ikki sigast

annað,enn tað er óført

fiskarí hjá teimum í mun

til hinar, sum tóva við

tveimum trolum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!