16.07.2013 Views

Hefti 43 A frá 18. november 2011

Hefti 43 A frá 18. november 2011

Hefti 43 A frá 18. november 2011

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

374

10) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 14: Innsavnan og burturlutan. Finningargóðs. Vápn. Eitur.

11) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 16: Tinglesing. Ekspropriatión til serlig endamál. Val av almennum

álitismonnum. Serstakar ásetanir um serliga tíðarrokning. Yvirformyndarastova í Føroyum.

12) Sbr. løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum: Fjølmiðlaábyrgd, sjón varps eygleiðing,

lóggávan kring uppboðssøluhaldarar, vaktarvirksemi, eins og øll onnur øki enn tey sum nevnd eru í

yvirtøkulógini § 1 stk. 2 og ræðislógini § 1 stk. 2. sum annar landsstýrismaður ikki er settur at taka sær av.

13) Sbr. løgtingslóg nr. 93 frá 22. oktober 2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Ikki

vinnurekandi grunnar og feløg.

14) Sbr. Ll. nr. 53 frá 11. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Fíggjarrættur

(formueret).

15) Sbr. Ll. nr. 7 frá 17. februar 2010 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av

málsøkinum revsirættur).

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 41. Landsstýrismaðurin í innlendismálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum,

uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum

sbr. stýrisskipanarlógini § 49:

1) Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Brotsmálaumsorgan.

2) Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Heimarætt danska ríkisins.

3) Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Hægstarætt danska ríkisins.

4) Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Kort- og landmátingarmyndugleiki.

5) Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Leiðarbræv.

6) Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættarganginum.

7) Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Persóns-, húsfólka- og arvarættur.

8) Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar.

9) Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Sakførarastarvsemi.

10) Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Sjóuppmerking og vitaverk.

11) Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Útlendingaøki og marknaeftirlit.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 42. Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur ræði á § 15, innlendismál, á løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 43. Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild

at geva teimum tænastuboð:

1) Akstovan (Bileftirlitið).

2) Føroya Kærustovnur.

3) Innlendismálaráðið.

4) Landsverk.

5) Navnanevndin.

6) Umhvørvisstovan.

7) Útlendingastovan.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi,

heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um hvussu uppskot til løg tingslógir,

ríkislógir og kunngerðir skulu verða sett upp og eftirkannaði

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi,

heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um:

1) Leigumál og keyp av fastogn.

2) Ný- og umbygging.

3) Nýtslu av byggiráðgeving.

4) Viðgerð av studningsmálum viðvíkjandi fastogn.

5) Viðlíkahald.

Kapittul 9

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum

Fyrisitingarheimildir

§ 44. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum

lógum:

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!