16.07.2013 Views

Hefti 43 A frá 18. november 2011

Hefti 43 A frá 18. november 2011

Hefti 43 A frá 18. november 2011

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

358

9) Ll. nr. 31 frá 6. mars 2003 um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.

10) Ll. nr. 34 frá 18. mars 2003 um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi sáttmála Sameindu Tjóða um

at banna evnafrøðiligum vápnum.

11) Ll. nr. 77 frá 6. mai 2003 um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna

v.m.

12) Ll. nr. 44 frá 14. mai 2007 um altjóða menningarsamstarv.

13) Ll. nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum § 15, stk. 1 og § 16, stk. 1.

14) Ll. nr. 44 frá 17. mai 2011 um ávís tiltøk samsvarandi stovningarsáttmála Sameindu Tjóða

Umsitingarøkið

§ 3. Løgmaður er ovasta umboð Føroya, samskipar starv landsstýrismanna og hevur eftirlit við teimum. Eisini

umsitur løgmaður yvirtøkumál og yvirskipaðu viðurskifti Føroya mótvegis Danmark. Hevur um hendur uttanríkis-,

trygdar- og verjupolitikk. Harumframt ráðgevur og veitir hann øðrum landsstýrismonnum stuðul í altjóðar

ættarligum málum og protokollmálum,

Stk. 2. Løgmaður varðar av ognunum í Tinganesi og ger av, hvør ið húsast skal í einstøku ognunum á matr. nr.

1, 2, 3, 7, 9, 10, 12a, 12c, 13, 36 og 149.

Stk. 3. Løgmaður hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1) Norðuratlantsbryggjuni – vinnurekandi grunnur.

Løgtingslógaruppskot

§ 4. Løgmaður fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á

hesum økjum:

1) Sbr. heimastýrislógarinnar Listi A nr. 1: Føroya egna stýrisskipan innanfyri avmarkanina í nýskipanini.

Harundir hoyrir - innanfyri nevndu avmarkan - ásetanir um Løgtingið, skapan, samtykkjan og staðfesting

løgtingslóganna.

2) Sbr. stýrisskipanarlógini § 32, stk. 2 og § 46.

3) Altjóða menningarsamstarv.

4) Løgtingslóggáva at uppfylla millumtjóðaskyldur, sum ikki liggur hjá øðrum.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 5. Løgmaður fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli

á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum sbr. stýrisskipanarlógini

§ 49:

1) Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Stjórnarskipan danska ríkisins, tó ikki viðvíkjandi lóggávuni um statens

arkiver.

2) Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 6. Løgmaður hevur ræði á § 2, løgmansfyrisitingin.

Tænastuboð

§ 7. Løgmaður hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

Løgmansskrivstovuni, heruppií sendistovum Føroya í øðrum londum.

Stk. 2. Løgmaður hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum

stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um, at stovnar verða ikki settir á stovn, fluttir ella

samanlagdir ella broyttir grundleggjandi, uttan so er, at ein tvørvegis bygnaðarmetingarbólkur umboðaður

av embætisfólki, hevur sagt sína hugsan um málið, og at løgmaður, vísandi til samskipandi leiklut sín, sbr.

stýrisskipanarlógini § 33, stk. 2, ikki hevur sett seg upp í móti broytingini.

Kapittul 3

Landsstýrismaðurin í almannamálum

Fyrisitingarheimildir

§ 8. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum

lógum:

1) L. nr. 200 af 18. mai 1960 om børns retsstilling § 22, stk. 3.

2) L. nr. 150 af 24. apríl 1963 om inddrivelse af underholdsbidrag.

3) L. nr. 185 af 28. apríl 1971 om nordisk samarbejde.

4) Ll. nr. 33 frá 26. juni 1973 um sendinevnd Føroya til Norrøna ráðið.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!