16.07.2013 Views

Hefti 43 A frá 18. november 2011

Hefti 43 A frá 18. november 2011

Hefti 43 A frá 18. november 2011

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

362

74) Ll. nr. 62 frá 31. mai 2010 um Húsalánsgrunn.

75) Løgtingslóg nr. 102 frá 11. november 2010 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum Føroyar

og Schweiz frá 23. november 1973, sum seinast er broyttur við protokol frá 21. august 2009.

76) Ll. nr. 60 frá 26. mai 2011 um stuðul til Saltsilogrunnin.

77) Ll. nr. 64 frá 26. mai 2011 um manntal í 2011.

78) Ll. nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya.

Umsitingarøkið

§ 15. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum umsitur avgjøld v.m, avtalur við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri

størv hjá landinum, búskaparmál, hagfrøði, fíggjarmál hjá landi og kommunum, innheinting av almennari skuld,

lønar- og setanarviðurskifti, ráðgevir øðrum landsstýrismonnum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum

spurningum, skatt, starvsfólkapolitikk, stuðul o.l., tvungnar reglur um eftirlønaruppsparing og útgjald. Harumframt

umsitur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum viðurskifti viðvíkjandi projektinum Salt á Drelnesi.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum útvegar KT undirstøðukervi, felags nýtsluskipanir og standardforrit,

sum fyrisitingarligar eindir hjá landinum kunnu fáa atgongd til.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1) Elektron P/f.

2) Fíggingargrunninum frá 1992, vinnurekandi grunnur.

3) Føroyagrunninum frá 1971, vinnurekandi grunnur.

4) Virðisbrævamarknaði Føroya P/f.

Løgtingslógaruppskot

§ 16. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum,

uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 1: Setan av egnum tænastumonnum, avsetan teirra, tænastutreytir, lønir og

eftirlønir teirra.

2) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 2: Kommunuskattur. Fíggjar-, íløgu- og lønarviðurskifti í kommunum.

3) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 6: Beinleiðis og óbeinleiðis skattur. - Harundir hoyra eisini stempulgjøld,

gjald av totalisatorspæli, gjald av serligum føroyskum happadrátti, tó ikki tinglýsingargjøld.

4) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 7: Játtanarrætt og yvirhøvur rætt til at ráða yvir øllum egnum inntøkum.

Skipan av roknskaparførslu, grannskoðan og decisión viðvíkjandi egnum inntøkum og útreiðslum.

5) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 15: Kreditfeløg o.l.

6) Sbr. heimastýrislógini lista Listi B nr. 5: Eftirlit við inn- og útflutningi.

7) Sbr. L. nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne § 1, stk. 2 nr. 2 tá ið umræður tvungnari

eftirlønaruppsparing og útgjald av somu.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 17. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum,

uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum

sbr. stýrisskipanarlógini § 49:

1) Sbr. ræðislógini § 1 stk. 2: Fíggjarstovnar og eftirlit við slíkum.

2) Sbr. yvirtøkulógini § 1 stk. 2: Gjaldoyra- og peningapolitikk.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 18. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ræði á § 3, fíggjarmál.

Tænastuboð

§ 19. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at

geva teimum tænastuboð:

1) Fíggjarmálaráðið.

2) Føroya Gjaldstova.

3) Hagstova Føroya.

4) TAKS (Toll- og Skattstova Føroya).

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild

at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um:

1) Keyp av vørum og tænastum.

2) KT - nýtslu og trygd.

3) Útvegan av arbeiðsklæðum, persónligari verndarútgerð, flutningsførum, fartelefonum, heimateldum og

nýtslu av hesum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!