Pedagogblaðið nr4-2005.pdf - Føroya Pedagogfelag
Pedagogblaðið nr4-2005.pdf - Føroya Pedagogfelag
Pedagogblaðið nr4-2005.pdf - Føroya Pedagogfelag
You also want an ePaper? Increase the reach of your titles
YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.
Blað nr. 4 - desember 2005
PEDAGOGBLAÐIÐ

Útgevari:

Føroya Pedagogfelag, Postboks 318

110 Tórshavn, Tlf. 31 75 76, Fax 31 75 73

t-post: pedagog@pedagogfelag.fo

Lagt til rættis:

Sp/f Rit & Ráð Tel. 22 92 42

Snið, umbróting og prent:

Pf. Føroyaprent . Tel. 314 555

Seinasta freist at senda blaðnum

tilfar til næsta blað er 20. januar 2006

Úr innihaldinum

3 Oddagrein

4 Aðalfundurin

8 Spennandi verkætlan

skal stimbra sálarsjúk

9 Leiðarar sum lús millum

tvær negl

10 Tíðin farin frá líkasælu

og discountloysnum

10 Finnur spyr og Jógvan svarar

11 Staðfesti sín ótta heldur enn at

fáa nøktandi svar

13 Riggar væl at lesa á netinum

FØROYA PEDAGOGFELAG

Ábyrgdarblaðstjóri:

Jarvin Feilberg Hansen

Telefon 31 75 76

jarvin@pedagogfelag.fo

Fyrisiting:

Jarvin Feilberg Hansen, formaður

Katrin H. Thomsen, fyrisitingarleiðari

Anna Dalsgarð, bókhaldari

Nevnd:

Jarvin Feilberg Hansen, formaður jarvin@pedagogfelag.fo

Maud Wang Hansen, næstform. maud@pedagogfelag.fo

Rógvi Fossádal, kassameistari rogvi@pedagogfelag.fo

Laila Petersen, skrivari laila@pedagogfelag.fo

Jógvan Philbrow, nevndarlimur jogvan@pedagogfelag.fo

14 Tá børn verða send heimam

16 Framtíðarung

18 Vitanardepilin hvar ert tú?

19 Bøkur frá Bókadeild Føroya

Lærarafelag

20 Myndabók við blindskrift

22 Ein vanlukka fyri børnini

24 Ov stutt tíð og ov nógv

samstundis

25 Lógarbroytingar ikki til fyrimun

fyri øll børn!

26 Grein 5 viðmerkingar

8

13 22

Blaðið verður prentað í 2200 eintøkum, kemur út fýra ferðir

um árið, og verður sent limunum í Føroya Pedagogfelag ókeypis.

Onnur áhugaði kunnu gerast haldarar fyri 100 kr. ár liga, við at

seta seg í sam band við felagið.

Loyvt er at endurgeva tilfar úr blaðnum (myndir undantiknar)

treytað av at keldan verður upplýst.

Forsíðumynd:

Her lesur Majbritt fyri børnunum í barnagarðinum í Miðvági.

Í frítíðini lesur hon til pedagog á netinum.

Mynd: Tórfinn Smith
Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya

Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava verið

nógv darvaðar. Tykkum kunnugt hava tað

verið nógv ógreið viðurskifti innan okkara

starvsøki, nú grein 5 í dagstovnalógini skuldi

leggjast út til kommunurnar at umsita 1.

januar. Føroya Pedagogfelag hevur arbeitt

hart fyri at útseta ígildiskomuna av hesum

lógaruppskotinum, og loksins bar tað eisini

frukt. Ígildiskoman er útsett, og nú ber til hjá

øllum pørtum at fyrireika seg til hesa broyting.

Ígildiskoman er útsett til 1. apríl – og sjálvt

um felagið helst vildi útseta hana í 1 ár, so

má sigast at hetta gevur øllum pørtunum ein

skáa at fáa tey neyðugu viðurskiftini í rættlag.

Men tað krevur eitt væl skipað arbeiði, og

er Føroya Pedagogfelag altíð til reiðar at

samstarva við allar partar, ið vara av hesum

økinum.

Oddagrein

Jarvin Feilberg Hansen

Formaður

Felagið fer tann 21. desember til

samráðingarborðið aftur. Tað tykist kanska

eitt sindur løgi, at vit taka samráðingarnar

uppaftur tá, men so leingi sum vit ikki

vistu hvussu leikur fór fram viðvíkjandi §

5 í dagstovnalógini, bar ikki til at fara

til samráðingarborðið. Hvørji krøvini eru frá

felagnum í samband við samráðingarnar fara

vit ikki at avdúka alment fyrr roenn tey eru

løgd fyri okkara samstarvspartar. Men so

mikið kann sigast, at vit fara at leggja dent

á at fáa ein tvey ára sáttmála. Spurningar

um normeringar verða, sum vera man, eisini

tiknar við í samráðingarnar, nú líkt er til, at

Dagstovnalógin verður broytt.

Arbeiðið at gera føroyskar arbeiðstíðareglar

er loksins liðugt. Arbeiðstíðareglurnar fevna

um landsins stovnar – og næsta stigið verður

so at kunna starvsfólkini, sum starvast á

landsins stovnum, hvussu arbeiðstíðareglurnar

skulu umsitast. Kunningin verður skipað á

tann hátt, at fólk frá Fíggjarmálaráðnum,

Almanna og Heilsumálaráðnum og Føroya

Pedagogfelag, fara at gera eina vegleiðing

til Arbeiðstíðareglurnar, og verður hendan

so løgd fram fyri starvsfólkunum. Føroya

Pedagogfelag fegnast um at hetta arbeiðið

er liðugt.

www.pedagogfelag.fo

Føroya Pedagogfelag hevur ferð eftir ferð

gjørt vart við tørvin á pedagogum. Nú hevur

spuringurin verið reistur á tingið, og hevur

landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan

á Lakjuni, givið tilsøgn um at raðfesta

útbúgvingina hægri – og er politiskur meiriluti

Á heimasíðuni finnur tú m.a.:

stovnar

álitisfólk

sáttmálar

lønartalvur

tryggingaviðurskifti

kunningartilfar

tíðindi

blaðið

slóðir til aðrar heimasíður

fyri tíð, so verða tveir nýggir flokkar í summar.

Harafturat hevur landsstýrismaðurin eisini latið

dyrnar upp fyri einum størri samskifti millum

Mentamálaráðið og Føroya Pedagogfelag

um eina møguliga hjálparfólkaútbúgving.

Hetta er eitt gott høvi hjá hjálparfólkunum

á pedagogiska økinum at fáa sær ein betri

fakligan

førleika, og er hetta eisini í tráð við

ætlaða politikkin hjá Føroya Pedagogfelag.

Nú eru eisini fleiri sum kunnu lesa til

pedagog á alnótini. Føroya Pedagogfelag

ásannar, at hetta eisini er rákið í øðrum

londunum, og er tískil eisini alneyðugt at

útbúgvingin kemur á føroyskar hendur. Hetta

er til gagns fyri tey lesandi og okkara samleika

– og fer Føroya Pedagogfelag at leggja síni

sjónarmið fram fyri landstýrismanninum í

mentamálum á fundi, sum er avtalaður at

verða í januar mánaða.

Nú er eisini møguligt hjá limum felagsins

at koma við sínum hugsanum á heimasíðu

felagsins. Eitt kjaktorg er lagt út á heimasíðuna,

sum øll hava atgongd til. Í fyrstu atløgu er

hetta ætlað sum ein roynd. Heimasíðan er

nú ikki bert at rokna sum einvegis boðberi

frá felagnum til limirnar, men er nú eisini eitt

samskiftisamboð millum felag felag og limir, og tað

skal vera mín vón, at limirnir fara at taka væl

ímóti hesum møguleika.

Føroya Pedagogfelag ynskir øllum limum

sínum og viðskiftafólki eini gleðilig jól og eitt

gott nýggjár.

Felagið ynskir, at heimasíðan

eisini gerst virkin og við komandi

í dagsins kjaki. Tí heitir

felagið á limirnar um at lata

sítt íkast til dagsins spurningar.

Sig tína hugsan – skrivið til

heimasíðuna!
4 | PEDAGOGBLAÐIÐ

Aðalfundur

Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum leygardagin 18. febr. 2006

Innkomin Uppskot - Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum,

skal uppskotið latast nevndini við skrivligari váttan frá viðkomandi

uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 5 vikur undan

aðalfundinum – t.e. leygardagin 14. jan. 2006

Formansval

Á aðalfundinum 18. febr. 2006 er formansval á skránni

Uppskot til formansevni skulu - smb. viðtøkum felagsins §.10 - skrivliga

latast nevndini í seinasta lagi 15.januar undan ársaðalfundinum, og

saman við uppskotinum skal sendast skrivlig váttan frá viðkomandi,

sum er í uppskoti um, at hon/hann vil taka við vali.

Valdur formaður bindir seg til at taka við fulltíðarstarvi í felagnum

Tann, ið fær flestar atkvøður er valdur formaður fyri eitt tvey ára skeið.

Er bert eitt valevni til fastan formann, skal hesin við atkvøðugreiðslu

hava ein meiriluta av atkvøðum fyri at verða valdur formaður.

Felagslívstryggingin

Vit vilja minna limirnar á, at um tit fara í farloyvi uttan løn, kemur einki

inngjald fyri felagslívstryggingina, ið er kr. 125,- mánaðarliga.

Limir detta automatiskt burtur úr tryggingini um tit ikki gjalda inn til

tryggingina sjálvi, og eru tá ikki tryggjaði. Tit fáa konto nr. við at venda

tykkum til felagið.

Setanarskriv og Innmeldingarseðil

Felagið fer at minna stovnarnar á, at smb. sáttmálan skal starvsfólk

hava fingið setanarskriv í seinasta lagi 14 dagar eftir setanina –

Felagið skal samstundis hava avrit av setanarskrivinum

Umráðandi er, at felagið beinanvegin fær sendandi innmeldingarseðil,

soleiðis at felagið fær skrásett fólk rætt og fær tilmeldað limir til

felagslívstryggingina og til eftirlønarskipanina.
Broyting í grein 5 í dagstovnalógini

forðar fyri nýggjum sáttmála

Enn er eingin nýggjur sáttmáli fingin millum Pedagogfelagið og Kommunala

Arbeiðs gevara felagið, og hesin kemur neyvan í lag, fyrr enn greiða er fingin á

málið um broytingar í dagstovnalógini. Fundur hevur verið millum partarnar,

men tað kom ikki so langt, sum at krøvini frá Pedagogfelagnum vórðu løgd

fram. Broytingarnar í grein 5 í dag stovna lógini eru ein so mikið týðandi

partur, at neyvan fæst nakar sáttmáli, fyrr enn viður skiftini í sambandi við

dagstovnalógina eru greið. Sum vera man eru eisini onnur viðurskifti at

tingast um, og tað vil Pedagogfelagið hava samráðingar um skjótast gjørligt,

nú hálvurtriðji mánaður er farin, síðani sáttmálin fór úr gildi.

Føroyskar arbeiðstíðarreglur

Arbeiðið at gera føroyskar arbeiðstíðarreglur

er liðugt. Tað næsta, sum hendir, er, at umboð

fyri Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið, sum

í felag hava gjørt hetta arbeiðið, fara út á

teir stovnar, sum arbeiðstíðarreglurnar fevna

um, at kunna leiðarar og starvsfólk annars

um innihaldið í avtaluni. Somuleiðis skal ein

vegleiðing til arbeiðstíðarreglurnar gerast.

Jarvin Feilberg Hansen, formaður Peda- Peda-

gog felagsins, er væl nøgdur við úrslitið, sum

arbeiðsbólkurin, ið hevur arbeitt í eitt hálvt ár,

nú er komin til. Greið viðurskifti eru nú komin

á landsins stovnum í so máta, har ávís rættindi

hjá starvsfólkunum eru staðfest. M.a. um

arbeiðsætlanir, nær og hvussu broytingar kunnu

gerast, ymiskar tíðarfreistir, nær og hvussu

avspákast kann, og hvussu vaktarskipanir

kunnu gerast. Frammanundan hava tey hildið

Greið viðurskifti eru nú komin á landsins stovnum í so máta, har ávís rættindi hjá starvsfólkunum eru staðfest.

Frítíðarskúlin á Tvøroyri

Pedagogfelagið stevnir

Tvøroyra kommunu

- Nú skal so landsstýrismálanevndin taka

støðu til, um hon vil taka málið upp og seta

ein kanningarstjóra. Hesi vóru seinastu orð

okkara í greinini um málið um frítíðarskúlan á

Tvøroyri í seinasta blaði. Nú er greitt, at tað

vildi landsstýrismálanevndin ikki, og tí hevur

Pedagogfelagið gjørt av at stevna Tvøroyrar

Býráð fyri vánaliga handfaring av málinum.

Formaðurin í Pedagogfelagnum sigur, at málið

er ógvuliga prinsipielt fyri felagið. Ikki minst

av teirri orsøk, at pedagogurin, sum felagið

stevnir fyri, var einasti skikkaði umsøkjarin,

men kortini ikki fekk starvið. Pedagogurin

hevði frammanundan havt leiðarauppgávur

og var enntá biðin um at leiða stovnin, til

óskikkaði umsøkjarin kundi taka við starvinum.

Jarvin Feilberg Hansen vísir á átalurnar frá

umboðsmanninum og heldur, at tað eigur ikki

at bera til at fara so lætt um lógina, sum gjørt

varð í hesum førinum.

seg til gamlar danskar arbeiðstíðarreglur, sum

ikki altíð hava verið serliga hóskandi til føroysk

viðurskifti.

Jarvin heldur, at nakrar av hesum reglum

eisini kunnu nýtast á dagstovnunum, og tað

fer Pedagogfelagið at tosa við kommunala

arbeiðsgevarafelagið um.

PEDAGOGBLAÐIÐ | 5
Viðv. eftirlønarskipan tykkara /

60 ára konto í Føroya Banka

Í 1999 gjørdi felagið sáttmála við Føroya banka um persónligar

eftirlønarskipan/60 ára konto til hjálparfólkini. - / á hjálagda

skjali síggja tit støddina á eftirlønini í % hesi árini.

Orsøkin til, at felagið ynskti øll hjálparfólkini at hava

eftirlønarskipan í einum stað, var júst fyri at felagið kundi hava

møguleika at ávirka rentuna.

Felagið hevur í ár gjørt nýggja avtalu við Føroya Banka um eina

hægri rentu til limir okkara, ið merkir, at aftaná 1.sept.2005

verður rentan altíð eitt ½ % hægri enn á vanligum 60 ára

konto. -

Avtalaða rentan tann 1.sept.2005 er 3 %

Hetta merkir, at øll hjálparfólkini mugu skrásetast í bólki fyri

seg í Føroya Banka, soleiðis at tey verða tryggjaði ta hægru

rentuna.

Í hesum sambandi hevur felagið vent sær til allar stovnar,

kommunur og almennar myndugleikar, ið flyta lønir og eftirlønir

hjá limum okkara. - Felagið hevur síðan sent Føroya Banka

yvirlit yvir allar limirnar.

Saman við hesum skrivum frá felagnum, sendir Føroya

Banki kontoyvirlit yvir alla ta upphædd, ið er inngoldin á

tína eftirlønarkonto síðan 1.mars 1999, soleiðis, at tú fært tú

eftirkannað um inngjøldini frá tínum arbeiðsgevara eru røtt.

Hevur tú fleiri 60 ára konti, ert tú – smb. Føroya Banka –

vælkomin at leggja hesar saman, soleiðis at tú fært hægri

rentuna.

. /. Hjálagt senda vit

Avtaluna millum Føroya Banka og Føroya

Pedagogfelag.

Yvirlit yvir eftirlønargongdina hjá hjálparfólkum

Tilfar og kontoavrit frá Føroya Banka..

Um tú ikki heldur, at inngjøldini inn á tína eftirlønarkonto er

røtt, verður tú biðin at venda tær til leiðaran á stovninum/

arbeiðsgevaran.

6 | PEDAGOGBLAÐIÐ

Eftirlønin hjá hjálparfólkum

Felagið hevur galdandi frá 1.sept.2005 gjørt avtalu við Føroya Banka um hægri rentu á eftirlønarskipanini/60 ára

konto hjá hjálparfólkunum. Felagið hevur tann 2.des.- saman við Føroya Banka - sent øllum hjálparfólkum skriv,

har greitt verður frá avtaluni, eftirlønarskipanini sjálvari og eftirlønargongdini.

Í brævinum er eisini hjálagt kontoavrit fyri hvønn einstakan, soleiðis at tit fáa fylgt inngjøldunum aftur til mars

1999. Um tit eru í iva um inngjøldini eru røtt ella hava spurningar til felagið – verða tit biðin at senda hesar skrivliga

til felagið saman við setanarskrivi/um og yvirlit yvir arbeiðstíðina. Niðanfyri skrivini, ið er send út. – Um onkur er,

sum einki skriv hevur fingið, verða tit biðin at siga okkum frá.

Sáttmála avtalaða eftirlønin hjá hjálparfólkum, hevur verið henda

síðan 1.mars 1999, tá avtalað varð gjørd við Føroya Banka um

persónligar eftirlønarkonti hjá hjálparfólkum.

1.3.1999 – 28.02.2000

4 % í eftirløn afturat lønini

1.03.2000

8 % í eftirløn afturat lønini

1.10.2003

9 % í eftirløn afturat lønini

1.10.2004

10 % í eftirløn afturat lønini

Sáttmálin / § 7. Eftirløn

Hjálparfólk, sum hava verið í starvi í minst 12 mánaðir uttan slit,

og sum hava starvast í miðal minst 15 tímar um vikuna, fáa:

1. oktober í 2003 9 % í eftirlønargjaldi.

1. oktober í 2004 verður eftirlønargjaldið 10%.

Fyri tímalønt hjálparfólk verður ikki goldið eftirlønargjald.

Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið.

Upphæddin fer í eftirlønarskipan, sum partarnir gera serstaka

semju um.

Fyri tey yvir 60 – ella sum vegna heilsu – ikki kunna koma í

eftirlønarskipanina, gera partarnir eina uppsparingarskipan ella

líknandi.

Hetta skal skiljast soleiðis, at hjálparfólk - (bæði fastsett og

tímalønt) - , sum hava verið í starvi í 12 mánaðir, har arbeiðstíðin

í miðal hevur hevur verið 15 tímar ella meira um vikuna hava rætt

til eftirløn.

Tvs., at tey hjálparfólk, sum eru tímalønt ella hava eitt leyst tilknýti

til arbeiðsplássið, hava rætt til eftirløn fyri alt tíðarskeiðið um

arbeiðstíðin í 12 mán. hevur verið 15 t. x 52 vikur = minst 780

tímar árliga.

At roknað sum tímalønt eru bert tey, ið

sum í meðal arbeiða minni enn 15

tímar um vikuna .. ella hava

annað fyribils arbeiði, sum varir

minni enn 3 mánaðir.
PEDAGOGBLAÐIÐ | 7
8 | PEDAGOGBLAÐIÐ

Spennandi verkætlan

skal stimbra sálarsjúk

Góðu úrslitini úr londum um allan heim hava ført við sær, at psykiatriski depilin nú,

saman við Psykiatrien í Århus Amt, fer undir eina sonevnda SB verkætlan í Føroyum.

Verkætlanin snýr seg um at fáa sálarsjúk, sum

hava onkra fakliga bakgrund t.d. sosialráðgevi,

námsfrøðingur, lærari og sum standa uttan

arbeiði, inn aftur á arbeiðsmarknaðin - í fyrsta

lagi í starvsvenjing innan psykiatriska økið.

-Talan kann vera um fólk í øllum møguligum

fakbólkum sum eru vorðin sálarsjúk. Talan

kann til dømis vera um fólk, sum hava ella

hava havt depressjón ella angist.

Sjúkan hevur kanska ført við sær, at tey

hava mist fótafestið á arbeiðsmarknaðinum.

Kann vera, at viðkomandi hevur verið glaður

fyri sítt yrki, men kortini ikki megna tað, og er

tí givin at arbeiða.

Komin fyri seg aftur, eftir at hava verið

brúkari innan psykiatriina, hava hesi fólk eina

serliga vitan, og eru tí góðar fyrimyndir hjá

øðrum sálarliga sjúkum, og kunnu vera við

til at geva øðrum sálarsjúkum lívsmótið aftur,

sigur Bergtóra Joensen.

Samstundis sum tey eru í starvsvenjing,

bjóðar verkætlanin eina seks viku drúgva

eftirútbúgving við við fjølbroyttum innihaldi, m.a.

sjúkralæru, innlit í egnu sjúku, um hvussu

viðgerð kann fara fram, samskifti, lógarkarmar

og onnur viðkomandi evni. Psykiatrien í Århus

Amt stendur fyri hesi eftirútbúgving. Hesi hava

fyrr staðið staðið fyri eftirútbúgving á psykiatriska

deplinum.

Ein slík útbúgving mennir ikki bert tey

sjálvi, men ger tey eisini enn betri før fyri at

hjálpa øðrum. Eftir starvsvenjingartíðina er

vónin, at tey í summum førum, kunnu halda

fram í vardum starvi, ella kanska hava fingið

áræði til at søkja sær eitt vart starv á sínum

dreymaarbeiðsplássi. Tað kann eisini vera, at

tey tá heldur vilja royna seg innan okkurt heilt

annað starvsøkið og vilja endurútbúgva seg til

tað. Bergtóra sigur, at høvuðsendamálið er, at

hesi fólk fáa lívsmótið aftur, vinna aftur trúnna

á seg sjálvan, og kanska fáa fótin fyri seg aftur

á arbeiðsmarknaðinum, men eisini at tey eru

við til at menna psykiatriska økið.

Tær ið manna verkætlanina eru Bergtóra

Høgnadóttir Joensen og Fía Lamhauge.

Bergtóra er útbúgvin sosialráðgevi og

supervisor og hevur arbeitt sum konsulentur

innan arbeiðsmarknaðarøkið í Danmark í nøkur

ár. Í fjør flutti hon heim aftur til Føroya og

hevur starvast á Psykiatriska deplinum síðani.

Fía er starvsfólk við brúkarafortreytum. Hon

livir væl í dag, og „brennir” fyri at vera við til at

gera psykiatriska økið enn betri og at vera við

til at gera sálarsjúku minni tabuiseraða.

Bergtóra og Fía vóna, at verkætlanin

kann vera við til at skapa ein meiri rúmligan

arbeiðsmarknað í Føroyum. Í nógvum førum

er tað so, at hugburðurin er, at fólk antin eru

frísk ella sjúk. Veruleikin er, at tað finnast nógv

fólk sum væl megna at arbeiða nakað og gera

tað væl, hóast tey ikki megna at arbeiða 40

tímar um vikuna.

Um tú ert áhugað/ur í at vita meiri um

verkætlanina, ert tú vælkomin at seta teg

í samband við tær báðar á telefonnummar

304599 – 4161.

Tær ið manna

verkætlanina eru Fía

Lamhauge og Bergtóra

Høgnadóttir Joensen
Eina ferð um árið hittast dagstovnaleiðarar

á kommunalu stovnunum til ráðstevnu, og

fjórða árið, stevnan hevur verið, hittust teir

hesaferð á Viðareiði, sum er fyrstu ferð, at

stevnan varð hildin uttan fyri Havnina. Evnið

á hesi stevnu var at tosa um, hvussu leiðarar

á kommunalu stovnunum skulu skipa seg.

Annaðhvørt innanfelags, ella sum sjálvstøðugt

felag, leyst av Pedagogfelagnum, har teir nú

eru limir eins og allir aðrir pedagogar.

Á stevnuni vóru framløgur og

bólkaarbeiði, og nú stevnan hesaferð varð

skipað sum vistarskeið, var eisini pláss fyri

einum hugnakvøldi og onkrum túri í vakra

umhvørvinum har norðuri. Millum annað

legði ein fyrireikingarbólkur fram úrslitið av

eini spurnarkanning fram fyri teir stívliga 70

luttakararnar, sum snúði seg um, hvussu best

var hjá dagstovnaleiðarum at skipa seg.

Jórun Niclasen, sum er samskipari av

dagstovnaøkinum í Klaksvíkar Kommunu og

somuleiðis ein av fyriskiparunum av stevnuni,

er væl nøgd við stevnuna. Spurd, um

Leiðarar

sum lús millum tvær negl

Tað kemur meira enn so fyri, at dagstovnaleiðarar koma í eina ávísa fakfelagsliga

tvístøðu sum leiðarar fyri sínar starvsfelagar, báðir partar í sama fakfelag

Umleið 70 dagstovnaleiðarar luttóku á stevnuni á Viðareiði

dagstovnaleiðarar í dag kenna seg óskipaðar,

sigur Jórun, at hóast leiðarar og starvsfólk

annars eru í sama felag, hava hesir bólkar

ymiskar uppgávur, har leiðararnir mangan

kunnu koma í eina ávísa tvístøðu.

- Dagstovnaleiðararnir og starvsfólkið

annars á stovninum eru í sama felag, men

samstundis eru leiðararnir millumlið millum

arbeiðsgevaran og starvsfólkið, og hetta kann

viðhvørt fáa leiðararnar at kenna seg sum lús

millum tvær negl, serliga um tað snýr seg um

starvsfólkamál. Felagið skal sjálvandi arbeiða

fyri báðum pørtum. Leiðarar hava tí nøkur

felags áhugamál og vilja tí á ein ella annan

hátt skipa seg í ein leiðarabólk. Annaðhvørt

innan fyri Pedagogfelagið ella uttanfyri. Fyri

at finna frægastu loysnina var avgjørt at seta

ein arbeiðsbólk at koma við einum áliti til

nevndina fyrst í komandi árið, sigur Jórun.

Leiðarar øðrvísi skipaðir

Pedagogfelagsformaðurin var eisini við

á leiðarastevnuni á Viðareiði, og hann var

væl nøgdur við at hoyra sjónarmiðini hjá

leiðarunum.

- Eg fekk í øllum førum greitt frá, hvørjar

hugsanir vit í felagnum hava í sambandi

við tann leiklut, leiðararnir hava, og hvussu

hesir møguliga kunnu skipa seg í felagnum.

Í hesum sama sambandi hava vit avtalað

við danan Mogens Seider, sum er leiðari

innan sosialpsykiatriina, at koma higar um

mánaðarskiftið januar-februar. Hann fer at

geva okkum boð upp á, hvussu vit kunnu

gera. Harafturat hevur nevndin gjørt av at

hava sakførara tøkan til at taka sær av teimum

serligu umstøðunum og áhugamálunum hjá

okkara leiðarum, sigur Jarvin, sum ásannar,

at leiðarar hava ein rættiliga øðrvísi leiklut

enn felagsins limir annars og tí skulu hava

møguleika at skipa seg á nøktandi hátt.

Næsta leiðarastevna fyri dagstovnaleiðarar

verður komandi heyst í Suðuroy.

PEDAGOGBLAÐIÐ | 9
10 | PEDAGOGBLAÐIÐ

Tíðin farin frá

líkasælu og discountloysnum

Tørvurin á pedagogum er stórur sum er og veksur alsamt - ikki minst, nú alt virksemi viðvíkjandi

stuðli til børn skal leggjast undir dagstovnarnar, sigur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, í sambandi

við nakrar spurningar, hann setti Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni

Í viðmerkingum sínum vísti løgtingsmaðurin m.a.

á, at Dagstovnalógin ásetur, at pedagogar skulu í

minsta lagi manna 2/3 av størvunum á dagstovnum,

men tørvurin á pedagogum er í dag so stórur, at

bert triðja hvørt starvsfólk er útbúgvin pedagogur.

Fyri at nøkta tørvin, sum er sambært lógini, áttu

vit at havt umleið 200 pedagogar afturat. Tørvurin

bert økist, ikki minst nú landsstýrið hevur gjørt

av, at alt virksemi viðvíkjandi stuðli til børn skal

leggjast undir dagstovnarnar, og tí heldur Finnur

Helmsdal tað ikki vera annað enn natúrligt, at

? Løgtingið hevur í dagstovnalógini

ásett, at 2/3 av størvunum í føroysk

um dagstovnum skulu setast

við útbúnum pedagogum. Hetta

mál er í dag langt frá rokkið. Sær

lands stýrismaðurin ikki tað sum sína

uppgávu at viðvirka til, at nóg nógvir

útbúnir pedagogar eru til at røkja

hesi størvini?

Svar: Tá ið løgtingslóg um dagstovnar

og dagrøkt var til viðgerðar í løgtingi

num á vári 2000, setti trivn aðar

nevndin nýtt stykki inn í grein 8

í lógini. Løgtingið samtykti her, at

starvs fólkabýtið á dagstovnum

skal í minsta lagi verða 2/3 til

náms frøðingatímar og í mesta lagi

1/3 til hjálparfólkatímar.

Læraraskúlin tekur tveir pedagogflokkar inn heldur

enn ein. Áhugin at lesa til pedagog er stórur. Umleið

hálvtannaðhundrað søkja á hvørjum ári, og bert

20 sleppa inn. Løgtingsmaðurin vísti á, at nøkur

leita sær aðrar útlendskar útbúgvingarhættir at

lesa til pedagog, og tað helt hann ikki vera bestu

loysnina. Tíðin má tí vera farin frá, at líkasælan og

discountloysnirnar fáa hægstu raðfesting, heldur

Finnur Helmsdal. Vit endurgeva her spurningarnar

frá Finni Helmsdal og svarini frá Jógvani á Lakjuni.

Finnur spyr Finnu og

Sum landsstýrismaður í út búgvingarmálum

eigi eg sjálvsagt at

síggja tað sum mína uppgávu

at arbeiða fyri, at nóg nógvir

pedagogar eru til at røkja hesi

størvini. Tað er eingin ivi um,

at tað er týðandi, at starvsfólk

innan hetta økið eru væl útbúgvin,

men tað vera altíð teir fíggjarligu

karmarnir, sum seta eitt mark fyri,

hvussu skjótt vit røkka á mál.

? Kann landsstýrismaðurin vátta, at

tað eru fleiri umsøkjarar til peda gogútbúgvingina,

enn tað sleppa inn?

Svar: Eg kann bara vátta, at tað eru nógv

fleiri, sum søkja inn á peda gog útbúgvingina,

enn tey, sum sleppa inn.

? Heldur landsstýrismaðurin, at ovurhonds

stóri tørvurin á útbúnum pedagogum

í Føroyum er ein trupulleiki,

sum eigur at verða loystur frá føroysk

ari síðu?

Svar: Tann stóri tørvurin, ið er á útbúnum

pedagogum, er ein spurningur, sum

eigur at verða loystur í Føroyum –

hetta er bæði galdandi fyri pedagogøkið

eins og onnur fakøki, ið vit

hava føroyskar útbúgvingar til.

? Tað, at landsstýrismaðurin í

al manna- og heilsumálum hevur lagt

stuðulsøkið viðvíkjandi børnum út

á dagstovnarnar, økir munandi um

tørv in á útbúnum pedagogum. Hevur

lands stýrismaðurin ítøkiligar ætlanir
- Tað vísir seg mangan, at er talan um

spurningar, sum landsstýrismenn helst vildu

sloppið undan at svara, so fær mann ein slutur

fyri ein slatur, sum hesaferð. Er hinvegin onkur

spurningur, sum landsstýrismaðurin heldur seg

kunna svara nøktandi, kunnu teir skriva síðu

upp og síðu niður, sigur Finnur, sum kortini

festi seg serliga við eitt brot í svarinum. Hetta

var, at landsstýrismaðurin hevði ætlanir um at

skipa eina styttri útbúgving, og í tí sambandi

ætlar Finnur sær at vera serliga á varðhaldi.

Hann heldur, at tað eiga Pedagogfelagið og

allir pedagogar eisini at vera. Løgtingsmaðurin

óttast fyri, at inflatión kann koma í pedagogiska

økið, soleiðis at onkur, við einum styttri skeiði,

kann átaka sær pedagogiskt arbeiði. Á tann

r Jógvan spyr Jógvan svarar

svarar

um at gera eina roynd at nøkta tørvin

á útbúnum pedagogum í størri mun

enn higartil?

Svar: Arbeitt hevur verið í longri tíð við

uppskoti til nýggja lóg fyri bæði

lærara- og pedagogútbúgvingina,

og sum skilst, kemur eitt álit

nú um ársskiftið frá nevndini.

Her verður lagt upp til, at pedagog

útbúgvingin verður á bachelorstigi.

Samstundis havi eg arbeitt við

møguleikanum fyri at fyrireika eina

styttri pedagoghjálparaútbúgving.

Ætlanin er, at hesar báðar út búgvingarnar

tilsamans í nógv størri

mun enn í dag skulu nøkta tørvin á

útbúnum starvsfólki til økið.

Finnur Helmsdal er alt annað enn nøgdur við

svarið, hann fekk frá landsstýrismanninum.

Staðfesti sín ótta

heldur enn at fáa nøktandi svar

? Um ikki, hvør er tá grundgevingin,

ella grundgevingarnar fyri ikki at taka

tveir pedagogflokkar inn á hvørjum

ári?

Svar: Sum spyrjarin veit, so er alt ein

spurningur um fíggjarligar umstøður

og raðfestingar. Higartil hevur tíverri

ikki eydnast at fingið raðfest hetta øki

hægri.

? Er grundgevingin fíggjarligar orsøkir,

hvussu nógv kostar tað so at taka

tveir flokkar inn heldur enn ein? Og

at enda, hava vit ráð til at lata vera

við at útbúgva fleiri pedagogar nøkur

fylgjandi ár?

Svar: Um Læraraskúlin skuldi tikið ein

pedagogflokk inn aftrat í ár, hevði

hetta kostað skúlanum umleið kr.

1.070.000. Til spurningin um, hvørt

vit hava ráð at lata vera við at útbúgva

fleiri pedagogar tey komandi árini,

verður víst til hini svarini. Men tað er

eingin ivi um, at vit verða noydd at

raðfesta hetta økið hægri frameftir.

PEDAGOGBLAÐIÐ | 11
hátt eru vit væl ávegis einari discountloysn,

heldur hann. Finnur Helmsdal staðfestir, at

landsstýrismaðurin ásannar trupulleikan, men

hann hevur ikki vilja at loysa hann.

Bilar við hugburðinum

Spurdur, um hann heldur, at talan er um tørvandi

politiskan vilja, ella skilir landsstýrismaðurin ikki

álvaran í málinum, sigur Finnur, at talan er kanska

um bæði um tørvandi vilja og at skilja álvaran.

- Eg hugsaði um at seta landsstýrismanninum

ein spurning afturat, men gjørdi tað ikki. Hesin

hevði verið: Hvat hevði landsstýrismaðurin gjørt,

um okkum tørvaði 200 lærarar? Hevði hann tá

ikki verið kvikur at fingið tveir ella tríggjar flokkar

afturat á Læraraskúlanum? Tað er ein pástandur

frá mínari síðu, men tað er mær alt meira greitt,

at ein rættiliga neiligur hugburður er mótvegis

pedagogum. Ikki bert í Fólkaflokkinum men í

øðrum flokkum eisini, sigur Finnur Helmsdal.

Tørvurin økist almikið

At tørvurin á fakligari arbeiðsmegi á pedagogiska

12 | PEDAGOGBLAÐIÐ

økinum veksur alsamt, ivast Finnur Helmsdal

ikki í, og hann vísir á, at nú ætlanir eru um at

leggja stuðulsøkið út á dagstovnarnar, er heilt

greitt, at nú skulu øll, sum arbeiða við hesum

børnunum, vera pedagogar.

- Fyrr var tað so, í hvussu er á teimum økjum,

sum Almannastovan umsat, at stórur partur

av stuðlunum vóru ungfólk uttan viðkomandi

útbúgving. Hetta komst av tí, at hesi fólk fingu

eingi verulig setanarviðurskifti, tey arbeiddu

nakrar mánaðir uttan at vita hvussu leingi,

lønin var so sum so, og eingin eftirløn. Tí søktu

útbúgvin fólk ikki hesi størvini. Men nú hetta

kemur undir dagstovnar, er tað ein sjálvfylgja,

at hesir fara ikki at seta hvønn Hanus og Janus

at vera um hesi børn.

Syndarligt

Í summar fara tveir flokkar av lærarum úr

skúlanum. Hevði tað so ikki verið ein gyltur

møguleiki at tikið tveir pedagogflokkar inn?

Jú,- sjálvandi, men eg vænti mær ikki

so nógv av hesum landsstýrismanninum í so

máta, heldur Finnur Helmsdal, sum fer at nýta

høvi til at seta landsstýrismanninum hendan

spurning. Men Finnur má kortini ásanna, at

út frá svarinum, hann longu hevur fingið, er

lítið hugsandi, at landsstýrismaðurin ætlar sær

at gera nakað sum helst. Jú, kanska onkra

discountloysn, og tað er bæði ørkymlandi og

syndarligt.

Plan B

Ikki heldur løgtingsmaðurin seg hava fingið

nógv burtur úr sínum fyrispurningi, men hann

hevur ein plan B liggjandi, sum hann tekur til.

- Er landsstýrismaðurin líka avvísandi

og sýnir sama hugburð, sum hann sigur í

skrivliga svarinum, tá vit koma til orðaskiftið

um fyrispurningin, so er einki annað hjá mær

at gera enn at koma við einum uppskoti til

samtyktar. Tað kann vera, at tingið beinleiðis

áleggur landsstýrismanninum at gera nakað við

hetta álvarsama mál, sigur Finnur Helmsdal,

løgtingsmaður.
Majbritt Poulsen býr á Vatnsoyrum, arbeiðir

sum hjálparfólk í barnagarðinum í Miðvági og

nemur sær pedagogútbúgving á netinum. Tað

ber so eisini í sær, at hon einaferð um mánaðin

luttekur í undirvísingini á Dannerseminariet

á Sælandi. Eitt sindur strævið viðhvørt,

men tað er stríðið vert, heldur hon. Majbritt

greiðir frá, at beinleiðis orsøkin til, at hon

fór at lesa til pedagog, er, at hon í mong

ár hevur arbeitt við børnum, og tað dámar

henni sera væl. Tað byrjaði sum sjálvboðið

arbeiði innan samkomuna, har hon m.a. var

sunnudagsskúlalærari, var við í ymiskum

frítíðararbeiði m.ø. barnakóri. Eftir hetta

virkaði hon sum dagrøktari í fýra ár og hevur

nú í hálvttriðja ár arbeitt sum hjálparfólk í

barnagarðinum í Miðvági.

-Hetta arbeiðið helt eg vera so mikið

spennandi, at eg fekk hug at lesa til pedagog.

Sum pedagogur situr tú tryggari í starvi, og

haraftrat kundi eg eisini hugsað mær at lært

meira um tað, eg fekst við, sigur Majbritt.

Eg kannaði møguleikarnar at koma inn á

Læraraskúlan í Havn, men haðani fekk eg at

vita, at hevði eg ikki students- ella líknandi

prógv, var lítil møguleiki. Ikki var nóg mikið við

skrivstovuútbúgving og starvsroyndum. Fór so

at kanna aðrar møguleikar og fekk kunnleika

til møguleikan, sum Dannerseminariið kundi

Riggar væl

at lesa á netinum

Majbritt hevði einki students- ella líknandi prógv at vísa á og hevði tí lítlar

møguleikar at nema sær pedagogútbúgving í Føroyum. Hon hevur nú í

hálvtannað ár lisið á netinum, og tað hevur riggað sera væl, sigur hon

bjóða. Eg søkti og slapp á skúlan, hóast eg

ikki hevði tílík prógv, sum Læraraskúlin setti

sum treyt.

Við telduna

Undirvísingin er partvíst skipað sum

fjarundirvísing, har næmingurin situr heima

við síni teldu, og partvíst á skúlanum, har

næmingarnir hittast eitt vikuskifti um mánaðin.

Majbritt heldur, at hetta riggar sera væl. Á

telduni samskifta tey við skúlan og hinar

næmingarnar í flokkinum, har í løtuni átta

føroyingar ganga. Á skúlanum eru í dag

tilsamans 12 føroyingar. Tey fáa uppgávur

og annað tilfar frá skúlanum, sum tey skulu

arbeiða við, til tey aftur hittast á skúlanum, har

talan er um beinleiðis undirvísing.

Útbúgvingin er býtt upp í 16 partar, sum

hvør endar við eini uppgávu, sum skal standast

fyri at koma víðari. Tvinnir eru møguleikarnir at

gerast pedagogur á hendan hátt. Sokallað

ordinerundirvísing ella merittundirvísing. Í fyrra

førinum, sum tekur hálvtfjórða ár, krevst ikki

so nógv av næmingunum, tá tey byrja. Í

seinna førinum, har í minsta lagi fimm ára

royndir í yrkinum eru kravdar og harafturat

onkur útbúgving, tekur skúlin trý ár. Í báðum

førum er talan um eina bachelor-útbúgving.

Skúli og arbeiði

At nema sær pedagogútbúgving eftir trimum

árum og samstundis hava starv kann tykjast

strævið.

-Tað er tað eisini viðhvørt. Eg arbeiði 30

tímar um vikuna og havi ein dag frí. Hann

brúki eg allan sum hann er til útbúgvingina,

men annars er neyvan dagur, at eg ikki eri á

telduni. Júst hvussu nógvar tímar eg brúki,

veit eg ikki, men teir eru ikki so fáir. Skúlin

fylgir eisini væl við, hvussu nógv vit eru á

telduni, og halda tey, at vit gera ov lítið við

tað, fáa vit tað at vita, sigur Majbritt. Føroysku

næmingarnir samskifta sínámillum ikki bert við

telduni. Teir koma av og á saman m.a. at loysa

uppgávur og so sjálvandi í flogfarinum á veg

til og úr skúla.

Sjálvur skúlin kostar slakar 30.000 krónur,

men so koma ferðaseðlarnir við flogfarinum

aftur at, sum er tann dýrasti partur av

út búgvingini. Men tá tú lesur á hendan hátt,

hevur tú møguleika at hava lønandi arbeiði

eisini, og tað er sjálvandi ein stórur fyrimunur,

sigur Majbritt, sum fegnast um, at hon tók

hetta stigið, og sum hon eisini vil mæla øðrum

til.

PEDAGOGBLAÐIÐ | 13
Ein sosialráðgevi situr við einum akuttum trupulleika í sambandi við eitt barn. Hetta barnið hevur kanska verið undir

eftirliti frammanundan, so sosialráðgevin veit eitt sindur um, hvat tað er fyri ein persónur, hon hevur við at gera. Hon

veit eitt sindur um trupulleikarnar. So skal hon koyra hetta barnið inn til nøkur púra fremmand fólk. Man roknar við,

at hon kennir tey, ella hevur hon eitt bráfeingisyvirlit við døgnstovnum, pleygufamiljum o.s.fr. Og líkindini fyri, at tað

gerst ein sólskinssøga, er 1:100 ella okkurt sovorðið. Tí tú skalt seta tvær heilt ymsar kemiir saman. Tað er so ringt.

Tá børn

verða send heiman

14 | PEDAGOGBLAÐIÐ

UMMÆLI

Guðrun Eysturlíð ummælir bókina TABUKA

Soleiðis lýsir Stine í bókini TABUKA, hvussu

torført tað er at finna tað rætta staðið til hvørt

einstakt barn, millum annað orsakað av, at vitanin

um barnið er ov lítil, og tí at tað ofta verður

handlað meira ella minni akutt.

Eitt, sum er gjøgnumgangandi fyri søgurnar,

sum verða fortaldar í bókini TABUKA, er, at lítið

ella einki hevur verið gjørt fyri at upplýsa og

fyrireika børnini upp á, at tey skulu setast heiman.

Heldur ikki hevur nakar hugsað um at lata børnini

koma at kenna staðið, har tey skulu vera...

Verkætlanin TABUKA er ein stytting av Tidligere

Anbragtes BUd på Kvalitet i Anbringelsen af

børn og unge, tvs. uppskot frá vaksnum, sum

sjálv hava búð á døgnstovni/barnaheimi ella í

pleygufamilju, til, hvussu viðurskifti hjá børnum

og ungum, ið verða sett heiman, kunnu ella eiga

at verða betrað. (TABUKA er partur av einari

størri 3 ára langari kvalitetsverkætlan 2002-2005,

stuðlað av Danska Sosialmálaráðnum: KABU

(= Kvalitet i Anbringelsesarbejdet med Børn og

Unge, sum snýr seg um, hvussu vit kunnu bøta

um viðurskiftini, tá ið børn og ung verða sett

heiman, sí www.kabuprojektet.dk)

Royndir hjá 39 vaksnum

Tað, sum fólkini aftanfyri TABUKA eru komin

fram til, er nú komið út sum bók. Í henni verða

royndirnar hjá 39 nú vaksnum, sum hava havt ”ein

barndóm uttan fyri heimið”, viðgjørdar. Eftirsum

hetta er eitt øki, ið veksur alt meira, er sanniliga

tíð hjá okkum at hoyra, hvat tey fólkini sjálv siga,

sum hava verið sett heiman sum børn. Tað er ikki

oftari enn so, tey verða hoyrd; og tey kunnu geva

okkum øllum eina nógv betri fatan av, hvat tað

vil siga fyri eitt barn at verða sett heiman, og ikki

minst: geva eina greiðari ábending um, hvussu

samfelagið/tað almenna kann bøta um korini

hjá børnum, sum verða koyrd á døgnstovn ella í

pleygufamilju.

TABUKAverkætlanin ger upp við ta sannroynd,

at í kjakinum um at seta børn heiman, verða flestøll

hoyrd uttan tey, sum eru beinleiðis rakt, tvs.:
ørnini sjálv og familjurnar hjá teimum. Aloftast

eru tað politikarar, granskarar, embætisfólk,

serfrøðingar, psykologar, pedagogar og onnur

fakfólk, sum kjakast, tulka og taka avgerðir.

Og tað er spell, tí harvið dettur ein rúgva av

týdningarmiklari vitan burturímillum.

Tó so, aðrar bøkur um sama evni eru fyrr

givnar út, har tey ungu sjálv verða hoyrd, t.d.

”Så kommer du til et bedre sted” og ”Anbragte

børn – 25 beretninger om en barndom udenfor

hjemmet”, og tað eru somu fólk, sum standa

aftan fyri útgávuna av TABUKA-bókini. Men

tað, sum er øðrvísi við hesari bókini í mun

til hinar, er, at hon lítur meira frameftir; tvs.

at endamálið við henni ikki ”bert” er at lýsa,

hvussu hesi børn ella ungu hava tað, nei, hon

vil hava eitt kjak í lag um, hvussu vit kunnu

gera viðurskiftini nógv betri hjá børnum og

ungum, sum eru sett heiman – grundað á

ta vitan, hesi fólkini sjálv hava um, hvussu

skipanin í roynd og veru virkar í praksis.

Børnini send higar og hagar

Á 381 síðum verða endurminningar, royndir

og uppskot miðvíst skipað í evnir, so sum:

Hvørjar strategiir slík børn kunnu gera sær,

m.a. í royndini at sleppa undan at verða

marginaliserað og happað (í skúlanum) – og

hvussu tey ofta finna upp á alt møguligt fyri at

verða væl lýdd av teim vaksnu. Hesar strategiir

kunnu t.d. vera kriminalitetur, harðskapur, tá ið

tað snýr seg um ikki at verða happað av hinum

børnunum. Ein onnur strategi er at tillaga og

innorna seg í alt ov stóran mun; hetta verður

ofta brúkt í royndini at fáa tey vaksnu at

dáma seg. Hetta er ikki nakað nýtt og er ofta

lýst í bókum um hesi børn. Men tað er sera

hugvekjandi at hoyra tað fortalt av børnunum

sjálvum. Tá skilur tú teirra (ólogiska) atburð

nógv betur. Og tað gongur upp fyri tær, at hesi

børn ofta handla rættiliga tilvitað. Onnur evni,

sum verða viðgjørd, er t.d. stóri tørvurin hjá

børnunum at verða sædd, hoyrd og fáa hjálp.

Tað gerst skjótt greitt, at nógv liggur á láni í

so máta hjá okkum vaksnu. Øll skiftini, hesi

børn ofta eru fyri, frá stovni til stovn, frá einum

stuðli til annan, frá pleygufamilju til eftirskúla,

er eitt annað gjøgnumgangandi evni, sum er

ringt at lata fara fram við borðinum. Stutt og

greitt: Hatta kann gerast nógv betur! Hatta

kunnu VIT gera nógv betur. Øll vit, sum eru um

hesi børn, eiga og skulu duga betur at arbeiða

saman og fyribyrgja, at børnini verða koyrd frá

Peri til Pól. Tí tað er ein dyggur smeitur fyri tey

at sirkulera soleiðis runt í systeminum. Hvussu

tað er at búgva í pleygufamilju, hvussu tað er

at búgva á døgnstovni/barnaheimi, og ynski

til pleygufamiljur og til pedagogar, eru onnur

áhugaverd evni, sum TABUKA fer í dýpdina

við.

Tá ið tú lesur bókina, gerst tær skjótt

greitt, at líkamikið, um tú hevur verið settur

heiman fyrst í 60-unum ella mitt í 90-árunum,

so eru tað somu gjøgnumgangandi ynskini til

”den gode anbringelse”, sum danir kalla tað.

Hví eg akkurát skuldi til teirra.

Fleiri av børnunum vísa á, at pleygufamiljurnar

eiga at verða betur fyrireikaðar. Nógv teirra

hava upplivað, at pleyguforeldrini ”bara

skuldu finna út av tí so við og við”, og at tey

ikki fingu nóg nógva hjálp til at duga at skilja

teir trupulleikar, børnini komu við. Ein kemur

til ta niðurstøðu, at: ”Eitt ordiligt forarbeiði

eigur at verða gjørt millum málsviðgerar, verjar

og pleygufamiljuna. Eisini fyri at gera møtið

lættari hjá barninum... Eg hevði havt tað

gott, um tingini høvdu verið uppi og vent í

pleygufamiljuni, og at tey vistu nakað um meg.

Hví eg akkurát skuldi til teirra.”

Eitt, sum vísir seg at hava stóran týdning

fyri børnini, eru upplýsingarnar til onnur, sum

barnið kemur saman við – ikki minst vinfólkini

í skúlanum. Upplýsingar til hini børnini verður

roknað sum tungtvigandi, tí tað hevði so

stóran týdning, at barnið ikki var stemplað og

sostatt illa stillað, t.d. í flokkinum hjá sær. Tí

undirstrika fleiri, at barnið eigur at hava stóra

ávirkan á, hvussu tað verður upplýst, hvør skal

gera tað, og nær tað eigur at verða gjørt.

Bókin er løtt og hugalig at lesa – hóast tað

heldur tunga evnið, og tað kemst ikki minst

av øllum sitatunum (úr samrøðunum), og at

hon er so væl skipað. Hon er gjørd soleiðis, at

meginparturin av henni er sitat frá teim vaksnu

børnunum (sum hava verið sett heiman), og

so eru samandráttir í endanum á hvørjum

kapitli, har drigið verður samanum, og nakrar

generellar niðurstøður verða gjørdar út frá tí,

sum sagt er frá. Niðurstøður, sum leggja upp

til, hvussu tingini kunnu verða gjørd betur.

Øll hava eina ábyrgd

Hvørja skjóta niðurstøðu kunnu vit so gera?

Bókin er sum sagt 381 blaðsíður, og stórur

partur av henni er sitat, sum mestsum tosa

fyri seg sjálvi. Tískil er ringt at gera eina stutta

niðurstøðu her. Men eitt er heilt vist, og tað

er, at innsatsurin fyri børn og ung, sum hava

tað ringt, altíð kann gerast enn betri! Og at

vit øll hava eina ábyrgd hesum viðvíkjandi.

Tí hóast vit ikki beinleiðis arbeiða við hesum

børnum, ella hava tey í pleygu, so slepst nokk

ikki undan, at vit øll onkursvegna vita um

ella kenna børn, sum ikki hava tað nóg gott

(heima). Tí er bókin relevant fyri øll.

Tað, sum børnini eftirlýsa, er m.a., at tey

verða sædd og fáa hjálp. Serliga verður tað

eftirlýst í sambandi við skúlan. Hetta er ein

greið og innilig áheitan til allar lærarar um

ikki at lata eyguni aftur fyri hesum børnum.

Fólkini aftanfyri TABUKA-verkætlanina eru

komin fram til, at tað tykist, sum hava nógvir

lærarar ov avmarkaða fatan av uppgávu teirra

í mun til børnini ella eina líkasælu, sum als ikki

kann góðtakast – eisini tá ið hugsað verður

um happing av børnunum. Í TABUKA er

happing eitt eymt evni, sum gongur ígjøgnum

alla bókina. Mestsum øll børnini eru vorðin

happað ella útfryst í skúlanum. Upplivingin

av at verða øðrvísi ella stemplað hevur fylgt

nógv, og tað hevur fylgt teimum langt inn í

vaksnamannalívið. Tí er tað av stórum týdningi,

at tey professionellu hjálpa børnunum og bera

so í bandi, at viðurskiftini verða broytt, soleiðis

at børnini ikki gerast útskot men partur av

felagsskapinum.

Alt ov nógv av børnunum hava upplivað,

at trupulleikarnir hjá teimum ikki blivu sæddir

av teim vaksnu. Og tað var tíverri galdandi

allastaðni – bæði tá ið børnini búðu heima,

men so sanniliga eisini, tá ið børnini vóru

komin á stovn ella í pleygufamilju. Og tað vil

siga, at vit professionellu, sum eru um hesi

børn, í nógv størri mun eiga at vera opin

fyri trupulleikunum, hesi børn eru í! Tað vísir

seg nevniliga, at problemið við vaksnum,

sum venda ryggin til ella sum ikki uppfata

trupulleikarnar hjá børnunum, ikki altíð verður

loyst, fyri tað um barnið verður sett heiman.

Tí har upplivir barnið ofta tað sama: at tað er

púra einsamalt við trupulleikunum, tí at tey

vaksnu tykjast vera ”blind og deyv”.

Vit mugu blanda okkum uppí, vit mugu

síggja hesi børnini og lurta nógv betur eftir

teimum, vit mugu grípa inn og taka tey við í

avgerðirnar, og vit mugu ikki taka fyri givið,

at trupulleikarnir eru loystir, tá ið barnið fær

stuðul ella er vorðið sett heiman – á stovn

ella í pleygufamilju. Tí, sum Stine sigur, so er

tað ikki víst, at ”tann loysnin er tann rætta til

akkurát hetta barnið”.

PEDAGOGBLAÐIÐ | 15
Firouz Gaini

Ung og framtíð eru hugtøk, ið

ofta verða parað. Tey, sigst,

hoyra saman og bæði ávirka og

verða ávirkað av hvørjum øðrum.

Tey eru so at siga subjekt og

objekt í senn. Ungdómurin eigur framtíðina

ella ungdómurin er framtíðin, verður javnan

sagt í politiskum kjaki. Tað er eitt slagorð,

ið kann brúkast til fjølbroyttar politiskar og

mentanarligar verkætlanir. Tey ungu í dag

16 | PEDAGOGBLAÐIÐ

Framtíðarung

verða sostatt sett beinleiðis í samband við eitt

tíðarskeið, ið ikki er komið. Tey hava ikki somu

„tíðarrokning” sum onnur í samfelagnum, tí

hóast tey liva her og nú, so er, sambært hesi

heimsmyndini, teirra tíð ikki komin enn. Tey

hoyra til eina aðra tíð – framtíðina. Tey eru leys

úr nútíðini, okkurt slag av boðberum, og kunnu

ávara og upplýsa okkum (børn og vaksin) um

vandar og fellur, ið liggja fyri framman. Tey

eru radarar, ið avdúka tað, eygað ikki sær.

Tey merkja broytingar, skifti í samfelagnum,

ið onnur ikki geva sær far um. Sjónarmiðið er

fatalistisk og rættiliga fýrkantað, tí tað tykist

næstan, sum um framtíðin onki samband

hevur við nútíðina, sum um onki framhald er

í samfelagnum, og hetta er eyðsæð ikki allur

veruleikin. Ungdómurin livir ikki í einum eggi,

hvørs skal upploysist, tá vaksnamannalívið

byrjar. Hann verður í líka stóran mun sum øll

onnur menniskju ávirkaður av sínum umhvørvi,
síni tíð, og sínum minnum. Og hugtøkini

ungdómur og framtíð eru serliga trupul at

avmarka og allýsa í okkara seinmodernaðu

epoku, har flestøll sosial og mentanarlig mørk

verða flótandi, og komandi tíðirnar kunnu

ganga í allar ættir. Framtíðin er í dag líka

óútroknilig hjá ungdóminum sum hjá øðrum

samfelagsbólkum, hóast tey ungu eyðsæð

sum vaksin fara at fáa ein týðandi leiklut í

framtíðarsamfelagnum. Tey ungu skulu ferðast

inn í framtíðina uttan nakra greiða ferðaætlan.

Tey ferðast einsamøll ella í smáum bólkum,

og vaksin fólk fylgja teimum sjáldan. Tey skulu

sjálvi finna vegin inn í vaksnamannaheimin.

Tú Føroya piltur, tú Føroya moy,

tit gloymið ikki tað

at elska tykkara fosturoy

og varðveita tykkara føðistað

(Finnur hin lítli, í „Ungu Føroyar” nr. 2 1909)

Tey ungu stremba eftir

høgum málum

Í áttati- og byrjanini av nítiárunum í farnu

øld varð ofta borið fram, at ungdómurin

var líkasælur og sjálvsøkin, sjálvsoyðandi

og hedonistiskur, og at hann sostatt ikki

tók sína egnu framtíð í álvara. Hann átti

onga framtíð – og ynskti sær onga framtíð.

Sonevnda generatión X brendi sínar brýr og

royndi, sum sagt verður, at „liva í løtuni”.

Ungdómurin segðist vera narcissistiskur og,

sigur Thomsen (1998), „hann fekk orð fyri

at vera egoistiskur, individualistiskur, ólátin

og sjálvráðandi”. Hesi viðurskifti endurspegla

eyðsæð eina tíð, har ið heimurin tyktist drukna

í kreppum og stríði, harðskapi og sosialari

ójavnvág. Og hóast tíðirnar eru broyttar nógv,

nýtt ungdómsættarlið er komið fram, so eru

atfinnandi myturnar um ungdómin ofta tær

somu anno 2005. Ungdómurin skal bera allar

syndir veraldarinnar á sínum herðum. Hann

tekur ikki framtíðina í álvara. Hann oyðslar tíð

og orku uppá undirhald og frítíðarlív. Og hava

vit „púrasta mist álitið á skilið – rationalitetin

– so hava vit eisini mist álitið á okkum sjálvi,

álitið á, at framburður og undirvísing ber til”

(Thomsen 1998: 407). Nýggjar kanningar hava

tó staðfest, at ungdómurin í dag als ikki er

líkasælur viðvíkjandi framtíð síni: útbúgving,

yrkisleið, familjulívi, bústaði og so framvegis.

Tvørturímóti verður sligið fast, at tað nýggja

umgdómsættarliðið als ikki ynskir at ganga í

fótasporunum hjá generatión X; tey ungu eru

sera tilvitað um sínar møgulleikar, um síni ynski,

um mentanarligan samleika og virðir, og tey

arbeiða hart fyri at røkka sínum málum. Tey

eru strembarar, ið seta sær høg mál. Tey vilja

realisera sínar dreymar, finna „tað góða lívið” og

annars fáa fjøltáttaðar lívsroyndir og ein breiðan

sjónarring. Framtíðin liggur fremst í teirra huga.

Tey hava eina sterka trúgv uppá hana – og skilja

ikki nihilismuna hjá generatión X.

Flestu ynskja sær eitt vanligt familjulív

Seinmodernaðu tíðirnar innibera eina æviga

óvissu um alt, ið er á veg. Broytingar avloysa

broytingar, nýggj rák gomul, og vitanin verður

avoldað, áðrenn hon yvirhøvur er vunnin.

Læring er – bókstaviliga – lívlong verkætlan

og ótryggleiki partur av einhvørjum lívsskeiði.

Tó eru tey ungu ikki, sum annars ofta hildið,

ørkymlað og ráðaleys, ei heldur rótleys, tí tey

eru vaksin upp við seinmodernitetinum og

duga at takla avbjóðingarnar, ið tey renna seg

í. Um framtíðina og vaksnamannalívið sigur 17

ára gamal drongur í Danmark millum annað:

„Jamen, det er at starte stille og roligt med

en lejlighed inde i byen, og så få en kæreste

og så bliver man gift og så...får man børn og

hus...og så have en god karriere ved jobbet”

(Kofod & Nielsen 2005: 55). Hann ynskir sær

eina vanliga trygga tilveru líkasum so nógv

onnur ung í Danmark og aðrastaðni. Í mínum

egna tilfari, innsavnað í Havn í 2003, síggi eg

líknandi tankar um framtíðina. Flestøll ynskja

sær eitt vanligt familjulív, ið minnir um lívið hjá

farnum ættarliðum. Í danskari kanning verður

sagt, at „familien dukker op som tema hos de

fleste unge, uanset både køn og alder. De er

tryghedssøgende og i en tid, hvor omfanget af

beslutninger – der skal træffes – øges, er der

behov for stabilitet” (Kofod & Nielsen 2005:

55). Tey ungu eru minni uppreistrarsinnað,

minni ónøgd, og meira pragmatisk enn

foreldraættarliðið var. Tey søkja loysnir uppá

trupulleikar, ofta við at hyggja aftur í tíð, og eru

sera fleksibul og praktisk hugsandi.

Stremban eftir próvtølum og úrslitum

Viðvíkjandi arbeiðslívi og førleikum stendur

hægri útbúgving høgt í raðfestingini hjá

ungdóminum í Føroyum, og tað verða alt

færri, ið ikki fara í læru ella fáa sær hægri

útbúgving (Gaini 2003). Og eisini í Føroyum

gerst tað nú meira krevjandi at ganga í skúla,

tí strangari reglar verða innførdir í øllum

skúlum fyri at fáa næmingarnar at møta betur

upp til tímarnar, til at sløkkja telefonina í

skúlatíðini, til at vera meira lýðin og friðarlig,

til ikki at fara út úr skúlastovuni í tímanum,

og so framvegis. Null-toleransu- sjónarmiðið

er, mugu vit sannkenna, eisini á veg inn í

okkara skúlaverk, og spurningurin er, hvussu

hetta ávirkar næmingarnar, samskiftið ímillum

lærara og næming, og trivnaðin í flokkinum

yvirhøvur. Nógv ung eru troytt av óskipaðari

og veikari stýring, sum gevur tvørum og

áhugaleysum næmingum fríar teymar at

kúga hini í flokkinum, og sum sostatt ávirkar

teirra stremban eftir próvtølum og úrslitum,

ið geva atgongd til dragandi lærustovnar og

útbúgvingar. Tey vilja hava skil og ordan í

skúlanum, men hvussu langt skal ein fara?

Strembarar, sum hugsa um sína yrkisleið,

skulu ikki hava seinasta orðið, ella hvussu?

Um samfelagið verður skipað eftir treytunum

og ynskjunum hjá teimum sterku og múgvandi,

sum hava ljósar framtíðarvánir, so kann gerast

tyngri og truplari hjá hinum at standa seg í

kappingini um tær góðu útbúgvingarnar og

tey góðu størvini. Heldur enn at venda aftur til

eina gamla skipan, ið var partur av farnari tíð,

so burdi ein funnið nýggjar loysnir, ið vaksa úr

seinmodernaða vitanarsamfelagnum, sum vit

liva í. Alt ber til, onki er avgjørt. Og hvør hevur

eydnuna við sær – ella evnini at fáa tað at bera

til – er tann stóri tvørligi spurningurin, sum

modernaða filosofiin leggur upp til.

Keldur:

Gaini, Firouz. 2003. Ártúsund og nýggj ættarlið.

Dimmalætting 20/9

Kofod, Anne & Jens Christian Nielsen. 2005.

Det normale ungdomsliv. Danmarks Pædagogiske

Universitet

Thomsen, Rógvi. 1998. Skúlin á veg inn í eitt

nýtt túsundár. Í Føroyski skúlin. Føroya Lærarafelag

Ungu Føroyar nr 2 1909

PEDAGOGBLAÐIÐ | 17
Jógvan Philbrow, nevndarlimur skrivar

Sum nýútbúgvin pedagogur var eitt, ið eg

saknaði, – eitt slag av uppslagsverki við teimum

ymisku upplýsingunum, ið vóru viðkomandi

fyri mítt starv. Hoyrdi tá, og hoyri framvegis,

um BUPL-bíbliuna. Ein uppslagsbók við øllum

møguligum upplýsingum. Havi nú ongantíð

borið eygað við hesa góðu bók, men hugsi tó,

at ein slík bók eigur at vera hent.

Eg rendi meg aftur í sama trupulleika, tá

ið eg skifti til mítt núverandi starv sum leiðari

á einum frítíðarheimi. Hvar og hvussu skuldi

eg fáa fatur á teimum upplýsingunum, ið eg

hevði tørv á.

Tíbetur er slíkt um at fara í søguna;

ein vitanardepil er á veg. Heimasíðan hjá

felagnum verður nú útbygd, endurskoðað og

tillagað soleiðis, at hon gerst nýtsluvinarligari

hjá limunum í felagnum.

Størsta broyting við heimasíðuni er

møguleikin, at fara inn og kjakast. Kjakið

ger tað møguligt hjá einum og hvørjum at

spyrja spurningar og eisini svara spurningum.

Til ber at viðgera pedagogikk, leiðslu,

fakfelagsspurningar og mangt annað.

18 | PEDAGOGBLAÐIÐ

Men vit í felagnum steðga ikki her. Ein

kanning er á veg, ið skal liggja sum grundarlag

undir einum møguligum uppslagsverki. Eitt

uppslagsverk, sum kann nýtast í tí dagliga

arbeiðinum. Tey, sum kanska fyrst og fremst

fáa gagn av hesum, eru nýggir leiðarar og tey

„yngstu” á fakøkinum.

Í fyrstu atløgu snýr tað seg um ein

kanning av frítíðarheimsøkinum. Ætlanin er

at fáa nøkur hagtøl um økið, samstundis sum

kanningin leggur upp til, at greitt verður frá,

hvør pedagogikkur verður førdur. Spurningurin

er fyri mítt viðkomandi, hvørt vit kunnu siga, at

vit í Føroyum hava ein serligan pedagogikk,

ella um vit beinleiðis avrita hini norðurlondini

(Danmark/Norra). Ella, sagt á annan hátt,

hvønn pedagogikk hella vit í Føroyum til?

Orsøkin til, at frítíðarheim verða tikin

burtur úr rúgvuni, er heilt einfalt tað, at hetta

økið er ikki so stórt, og tískil er tað lættari at

taka burturúr.

Hetta skal eisini roknast sum ein

royndarverkætlan, í fyrstu atløgu fyri at vita,

um vit yvirhøvur spyrja viðkomandi spurningar

og samstundis, um tað ber til at gagnnýta

svarini.

Hvat fær felagið so burtur úr

einari slíkari kanning?

Leingi hevur felagið roynt at mælt limunum til

at royna at seta meira orð á sítt arbeiði. Tað

er tó ein sannroynd, at tað er lættari sagt enn

gjørt. Tá ið dagurin bert hevur 24 tímar og

samstundis er rættiliga pakkaður, sigur tað

seg sjálvt, at tað ikki altíð er líka lætt at geva

sær stundir at orða nakað. Kanningin, ella

úrslitið av kanningini, skal vónandi bøta um

hetta, fyrst við at útgeva „úrslitið” á ein ella

annan hátt, síðani við, at eitt møguligt kjak fer

í gongd rundan um hetta. Her skuldu so lunnar

verða lagdir undir at hava eitt felags støði at

kjakast útfrá.

Tað hevur altíð týdning at kjakast og

viðgera førda pedagogikkin, uttan mun til øki.

Uttan orðaskifti er vandi fyri, at pedagogikkurin

doyr burtur, og arbeiðið gerst innihaldsleyst.

Hetta skal eisini síggjast sum ein roynd at

stimbra verandi kjakið.

Samstundis vita vit, at ein trupulleiki

er manglandi vitan um sáttmálaviðurskifti,

fyrisitingarlóg, arbeiðaraverndarlóg o.s.fr.

Vónin er, at ein møgulig útgáva eisini skal

hjálpa við hesum viðurskiftunum.

Størri kunnleika fólk hava til sítt starvsøki,

lættari eigur tað at vera at røkja tað.

At gera økið sjónligt hevur alstóran

týdning. Meira fólk vita um økið sum heild,

størri virðing fær tað. Við virðing skuldi tað

verði lættari at fingið ein betri sáttmála. At

økið verður gjørt meira sjónligt skuldi eisini

borið við sær, at fleiri fáa hug at arbeiða á

økinum og sostatt útbúgva seg – og harvið

verður enn størri trýst lagt á Mentamálaráðið

at útbúgva fleiri pedagogar.
Mín

jólabók 2005

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur aftur í ár givið út

bókina Mína jólabók 2005. Eins og í fjør ein spennandi,

fjølbroytt og litføgur bók við hópin av góðum hugskotum,

søgum og yrkingum, sum alt húskið kann savnast

um í tíðini upp undir jól. Adventskransur úr góðgæti,

jólafigurar úr fransbreyði, nissur úr filti og sandpappíri,

smákøkukonfekt, tøvdar taskur, pappírskavaflykrur og

annað mangt, og so sjálvandi nýskrivaðar søgur og

yrkingar. Bókin er skipað sum kalendarabók í 24 pørtum.

Beinta Johannessen og Bókadeild Føroya Lærarafelags

hava lagt bókina til rættis. Beinta Johannessen, Allan

Dalsgarð og Ann-Mari Egholm hava teknað og Per á

Hædd og Finnur Justinussen hava tikið myndirnar. Bókin

er prenttilgjørd á Føroyaprent og prentað í Danmark.

Skrivað søgur og yrkingar hava: Oddvør Johansen,

Sólrún Michelsen, Rakel Helmsdal, Mina Reinert, Ella

Smith Clementsen, Elin Mortensen, Gitte Klein, Arnbjørn

Ó. Dalsgarð, Heidi Laura Vágsá, Alexandur Kristiansen

og Dagfinn Olsen.

Mín jólabók 2005 er sum stór myndabók til støddar,

104 blaðsíður í litum og innbundin. Hon kostar kr. 150.

Ongin ivi er um, at hon man vera ein hin besta gávan til

alt húskið.

Bøkur frá

Bókadeild Føroya Lærarafelags

Lucy Cousins: Tað er stuttligari saman við Malju

Um músina Malju, sum hevur nógvar vinir. Tey stuttleika

sær saman við Malju og súkkla, dansa spæla og baka.

Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum. Bókin er ætlað

teimum 0-2 ára gomlu. Hetta er litrík bók við klaffum,

sum er prentað á hart papp og kostar 45 kr.

Amanda Eriksson: Mítt ljósareyða lív

Ein myndabók um eina lítla gentu sum ein dagin sær

ein ljósareyðan bil og tí fer at droyma um eitt ljósareytt

lív, og at dreymar kunnu gerast veruleiki, tað syrgir abbi

hennara fyri. Tey fara undir verkætlanina Ljósareytt.

Eingin ivi man vera um, at hetta er bók, sum

fer at falla í góða jørð hjá gentum, sum ganga við

prinsessudreymum.

Amanda Eriksson hevur bæði skrivað søguna og gjørt

myndirnar. Marna Jacobsen týddi úr svenskum. Bókin er

til tey 3-6 ára gomlu, hon er 24 bls. og kostar 95 kr.

Carlo Collodi: Ævintýrið um Pinocchio

Um sprellimannin sum fær langa nøs, tí hann er ólýðin.

Hetta er triðja ferð, at bókin kemur út á føroyskum, men

hesa ferð í sera vakrari útgávu við myndum og vignettum,

sum navnframi Roberto Innocenti hevur gjørt.

Bókin er eitt samprent, har amerikanska forlagið

Creative Company hevur staðið fyri sniðgevingini.

Umframt ta klassisku søguna um Pinocchio eru

myndirnar sum rein listaverk á at líta.

Hóast bókin er ætlað børnum í skúlaaldri, er als

einki, sum forðar einum vaksnum at ogna sær hesa

skreytútgávuna. Stig G.Rasmussen týddi. Bókin er 192

bls. Hon kostar 240 kr.

Cornelia Funke: Tjóvanna harri

Um børn sum ongan góðan eiga. Søgan fer fram í italska

býnum Venesia; tað er vetur og bítandi kalt og børnini,

sum hava skýli í einum gomlum filmshølum, noyðast at

lívbjarga sær á ymsan ikki altíð lógligan hátt. Í grundini

er søgan eisini um børn, sum hava onkran góðan, sum

kanska ikki eru so góð við tey álíkavæl.

Í Týsklandi verður rithøvundurin kallað tann týska

Rowling. Sagt verður eisini, at hetta er meistaraverk, fult

á hædd við skaldskapin hjá Michael Ende.

Símun av Skarði týddi úr týskum. Bókin er ætlað unga

lesaranum. Hon er 375 bls.við svørt/hvítum tekningum,

sum rithøvundurin sjálv hevur teknað, og kostar 180 kr.

PEDAGOGBLAÐIÐ | 19
Myndabók við blindskrift

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur í hyggju at geva út bókina Hin

svanga ormveran, ið er serliga ætlað blindum og sjónveikum. Av tí

at hetta er ein serlig útgáva, vendir bókadeildin sær til til dag- og

bústovnar, sambýli, verkstøð og verkhús fyri at fáa at vita um áhugi er

fyri bókini.

Dreaming Fingers

Í løtuni fer verkætlan fram, sum hevur heitið Dreaming Fingers.

Samstarvið er millum The Karadi Tales Company í India og forlagið

Lemniscaat í Hollandi.

Henda verkætlan hevur til endamáls at gera myndabøkur fyrst og

fremst til blind og sjónveik, men sum síggjandi børn eisini kunnu lesa

og nerta við.

Vónin er at fáa til vega størri úrval av dygdargóðum myndabókum

við blindaskrift.

Granskað verður í tilfari og háttum, sum kunnu geva eina serliga

visuella og taktila uppliving av nógvum ymiskum lutum og hugtøkum.

Myndabøkur við blindaskrift

Tað sum eyðkennir hetta slagið av myndabókum er, at nógv ymiskt

tilfar verður brúkt fyri at fáa ein meira fjøllbroyttan vevnað. T.d. verða 27

ymisk sløg av tilfari brúkt í Hini svongu ormveruni.

Tilfarið verður ikki bert brúkt sum ein tilsipan til at kenna aftur lutir/

evni (t.d. ormveruna), men eisini sum eina tilsipan til hugtøk sum t.d.

heitt (gult silki – sólskin) og kalt (hvítt atlask – lýsandi máni).

20 | PEDAGOGBLAÐIÐ

Bókin verður prentað við stórari skrift og blindaskrift, so hon

kann gerast eitt upplivilsi bæði hjá blindum, sjónveikum og síggjandi

børnum.

Bókin verður tí eitt upplivilsi hjá øllum børnum, við tað at skap,

umhvarv og sermerki gera, at blind fáa innlit í visuella heimin, at

síggjandi og sjónveik fáa innlit í litdám og myndir, og eisini er hon væl

egnað til børn við serligum tørvi, sum læra við sansum og rørslum.

Eric Carle: Hin svanga ormveran

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2004, hon er klassikari

og er komin út í 25 milliónum eintøkum um allan heim. Í 2004 vóru 2

milliónir eintøk seld av henni.

Tað er mánalýsi, og eitt lítið egg liggur á einum blaði. Tá ið sólin

rísur, rivnar eggið, og út kemur ein lítil og ógvuliga svong ormvera.

Í menningini hjá ormveruni til vakran firvald, læra børnini eisini

nøvnini á døgunum og talraðið.

Turið Kjølbro hevur týtt úr enskum.

Av tí at bøkurnar ikki verða prentaðar í stórum upplagi sum

vanligt, men bert eftir umbøn, ger Bókadeild Lærarafelagsins vart við,

at møguleiki er at bíleggja bókina hjá teimum. Hvør einstøk bók er

handgjørd og til bókina er taska við navnaspjaldri, hon verður umleið 33

cm breið og 27 cm høg og kostar 350 kr. Av prísinum verða 38 kr. latnar

beinleiðis sum vælgerð at veita eina bók til barn í India. Áhugaði eiga at

boða bókadeildini frá beinanvegin, um áhugi er fyri bókini.
Seinasti feski sprotin frá MBM er

Drekkajogurt í 250 ml. bikørum. Ein

heilsugóður leskidrykkur til tá tú ikki hevur

stundir til eitt veruligt máltíð.

Í fyrsta umfari bjóða vit tveir ymiskar smakkir:

Við appilsin og við jarðberjum.

Drekkajogurt er lætt, vælsmakkandi og

heilsugott. Í Drekkajogurt er eisini kalsium, ið

m.a. styrkir beinagrindina og sum flestu av

okkum fáa ov lítið av dagliga. Haraftrat

inniheldur Drekkajogurt bara 1,5 g av fiti.

- meira orka og minni fiti

DREKKAJOGURT Appilsin

PEDAGOGBLAÐIÐ | 21
Dagstovnalógin

-um broytingarnar í dagstovnalógini verða framdar nú, tí alt ov nógvir spurningar eru alt ov ógreiðir, heldur Pedagog

felagið, sum hevur heitt á Trivnaðarnevndina um at útseta ígildiskomuna av broytingunum í hálvt ella eitt ár

Nevndarlimir greiddu frá felagsins

sjónarmiðum. Her Laila Petersen.

22 | PEDAGOGBLAÐIÐ

Ein vanlukka

fyri børnini

-Vit eru sannførd um, at tað fer at vera ein

vanlukka fyri børnini á dagstovnum okkara, um

lógaruppskotið verður lagt fyri tingið og samtykt

í verandi líki, og vit mæla tí til, at Almannaog

Heilsumálaráðið brúkar neyðugu tíðina til,

saman við námsfrøðiligum sakkunnleika, at

gera eitt nøktandi lógaruppskot, sum kann

tryggja øllum børnum á dagstovnum okkara

tryggar og góðar umstøður.

Hetta sigur Pedagogfelagið millum

annað í eini yvirlýsing frá einum leiðarafundi

herfyri. Pedagogfelagið vísir m.a. á, at fleiri

kommunur eru enn ikki til reiðar at taka á seg

tær broytingar, sum lógaruppskotið áleggur

teimum. Dagstovnaleiðarar eru heldur ikki til

reiðar og eru ikki so frægt sum hoyrdir í

málinum; og hóast greið avtala er millum

landsstýrið og Pedagogfelagið um, at felagið

skal vera umboðað í arbeiðsbólkum, sum

skulu viðgera slík mál og lógaruppskot, er

felagið higartil hildið uttanfyri.

Broytingar í dagstovnalógini snúgva seg

um, at børn við serligum tørvi kunnu koma

á kommunalu dagstovnarnar. Pedagogfelagið

vísir staðiliga á, at felagið hevur einki sum

helst ímóti, at hetta verður framt í verki, men

ávarar ímóti, at tað verður framt í óðum verki. Í

stuttum vísir Pedagogfelagið í yvirlýsingini á:

- at Føroya Landsstýri í skrivligari avtalu

við Føroya Pedagogfelag hevur givið

felagnum tilsøgn um, at felagið skuldi fáa

umboð í arbeiðsbólk, sum skuldi arbeiða

við tílíkum broytingum á øki felagsins

- at einki umboð fyri felagið hevur verið

við í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt

lógaruppskotið

- at landsstýrismaðurin hevur brotið

avtaluna millum Landsstýrið og Føroya

Pedagogfelag

- at nógvar kommunur als ikki hava førleika

at átaka sær ábyrgdina av børnum við

serligum tørvi

- at eingin trygd er fyri, at fysisku karmarnir

í teimum ymisku kommununum eru

nøktandi, tá talan er um børn við serligum

tørvi

- at rættiliga stórur tørvur er á fólki við

námsfrøðiligari útbúgving

- at tørvurin á fólki við námsfrøðiligari

útbúgving fer at økjast munandi, tá

ábyrgdin av børnunum við serligum tørvi

verður løgd út til kommunurnar

- at landsins myndugleikar ikki tykjast

at raðfesta námsfrøðiligu útbúgvingina

hægri, hóast ætlanin er at seta í gildi

lógarbroyting, sum fer at økja um tørvin á

fólki við námsfrøðiligari útbúgving

- at eingin trygd er fyri, at peningurin, sum

kommunurnar ætlandi skulu brúka til børn

við serligum tørvi, veruliga verður brúktur

til hetta endamál

- at peningurin, sum ætlaður er til brúka

til børn við serligum tørvi, eigur at verða

oyramerktur til hetta endamál

- at lógin ikki allýsir hugtakið „børn við

serligum tørvi“

- at lógin ikki tryggjar eitt munagott eftirlit

við, at kommunurnar koma at halda

skyldur sínar mót vegis „børnum við

serligum tørvi”

- at lógaruppskotið tryggjar ikki børnum

við serligum tørvi neyðuga námsfrøðiliga

hjálp og stuðul

- at ongar reglur tykjast at verða gjørdar um

m.a. visitatión, og heldur ikki er greitt frá,

hvørjar hugsanir landsstýrismaðurin hevur

gjørt sær um hendan spurning

- at um hetta málsøkið verður lagt út til
kommunurnar uttan neyvar fyrireikingar,

so fer hetta at ganga útyvir øll børn

á kommunalu dagstovnunum, tí

arbeiðsbyrðan fer at økjast, uttan at

vissa er fingin fyri, at talið av starvsfólki

við námsfrøðiligari útbúgving verður økt

samsvarandi

- at Almanna- og Heilsumálaráðið ikki

hevur fyrireikað starvsfólk og kommunalar

myndugleikar til at yvirtaka ábyrgdina av

hesum málsøki

- at Føroya Pedagogfelag og limir tess

ikki hava fingið høvi til saman við

kommunalu felagsskapunum og teimum

einstøku kommununum at fyrireika tær

broytingar, sum verður ein avleiðing av

lógaruppskotinum.

Fundur við Trivnaðarnevndina

Stovnsleiðarar hittust á Hotel Føroyum í sambandi við ætlaninar hjá landsstýrinum at broyta grein 5 í dagstovnalógini

Eftir at málið hevði verið til fyrstu

viðgerð í løgtinginum, var tað beint í

Trivnaðarnevndina. Jarvin Feilberg Hansen,

pedagogfelagsformaður, fekk staðfest av

orðaskiftinum, at fleiri kommunur vóru als

ikki til reiðar at átaka sær hesa uppgávu, og

at sera nógvir ógreiðir spurningar eru. Fleiri

tingmenn, eisini í samgonguni, vístu eisini á

ymisk viðurskifti, sum als ikki greiða var á, og tí

kundi okkurt bent á, at løgtingið ikki uttan víðari

fór at taka undir við uppskotinum.

Síðani hava umboð fyri Pedagogfelagið

havt fund við Trivnaðarnevndina, har tey hava

víst á síni sjónarmið. Í fyrsta lagi at fáa útsett

ígildiskomuna í hálvt ella eitt ár. M.a. var víst

á, at leiðarar og starvsfólk als ikki vóru til

reiðar at átaka sær hesa nýggju uppgávu.

Umboðini hjá felagnum vístu eisini á, at mong

sáttmálaviðurskifti enn hanga í leysum lofti.

Heldur ikki er greitt, hvussu verður við teirri

greiningarmiðstøð, sum skal vísa á, hvørji tilboð

eru best fyri barnið í mun til serliga tørvin.

- Hóast nakrir kommunustýrislimir vilja

vera við, at kommunur eru til reiðar at taka á

seg hesa ábyrgd, ivist eg í, um tað veruliga

er so, og tí mæltu vit Trivnaðarnevndini til,

at nýggjur arbeiðsbólkur verður settur, har

eisini sakkunnleikin er við, at arbeiða víðari

við málinum, sigur Jarvin, sum ikki ivast í, at

kommunurnar ella kommunalar eindir fara at

megna uppgávuna, men tað verður ikki 1.

januar næsta ár.

Skiltu helst boðskapin

Formaðurin í Pedagogfelagnum er so mikið

bjartskygdur, at hann heldur seg hava varhugan

av, at at limirnir í Trivnaðarnevndini skiltu

boðskap felagsins og møguliga vildu fylgja

ráðunum. Nevndin boðaði eisini frá, at tey fóru

at kalla inn fleiri viðkomandi feløg at hoyra

teirra meining. Jarvin heldur, at hóast onkur

partur í samgonguni fyri ein og hvønn prís vil

hava uppskotið samtykt skjótast gjørligt, setir

hann sítt álit á, at meirilutin av løgtinginum letur

heldur skil enn treiskni ráða.

Fundarluttakararnir arbeiddu eisini í bólkum

PEDAGOGBLAÐIÐ | 23
Dagstovnalógin

24 | PEDAGOGBLAÐIÐ

-Kommunurnar hava annars gjørt sínar

viðmerkingar, og Kommunusamskipanin

hevur fleiri ferðir gjørt ávegis viðmerkingar

til Almanna- og Heilsumálaráðið, seinast15.

november, men so vita vit einki meira, hóast

vit nú eru komin væl inn í desember mánað.

Eftir at málið kemur úr Trivnaðarnevndini skal

tað í tingið, og hvørja lagnu tað fær har, vita

vit av góðum grundum ikki, so einasta rætta

er at útseta lógarbroytingina nakrar mánaðir,

sigur borgarstjórin. Hon vísir á, at hetta hevur

eisini nakað við skattaprosentið at gera,ikki

bert hjá Vágs Kommunu, men eisini hjá

teimum bygdum uttanum, sum kommunan

samstarvar við á hesum økinum.

Umframt dagrøkt hava tey í Vági ein

dagstovn við 14 barnagarðsbørnum og 8

vøggustovubørnum og har arbeiða m.o. tríggir

stuðlar, hvør knýttur at sínum barni, so uttan

mun til hvussu lógin sær út, verða ikki pláss

fyri fleiri børnum har. Dagstovnurin heldur til í

einum vanligum sethúsum, eitt sindur umbygd

til endamálið, og hóast tey kundu hugsað sær

ein nýggjan dagstovn bygdan til endamálið,

eru ikki umstøður fyri tí enn í hvussu er.

Góð broyting annars

Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri í Vági heldur, at best man vera at bíða

nakrar mánaðir at seta broytingarnar av Dagstovnalógini í gildi.

Ov stutt tíð

og ov nógv samstundis

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóra í Vági, heldur, at skotbráið er alt ov stutt

at Vágs Kommuna, og ivaleyst aðrar kommunur við, eru tilbúnar at átaka

sær ætlaðu broytingarnar í Dagstovnalógini. Í skrivandi løtu var málið ikki

komið úr Trivnaðarnevndini, og ógreitt var, hvørja lagnu tað fekk har.

Kirstin Strøm Bech heldur tað annars vera

skilagott at gera ætlaðu broytingarnar í

Dagstovnalógini viðvíkjandi stuðlunum. Ein

av fyrimununum er, at dagstovnaleiðarin tá

eisini verður leiðari fyri stuðlarnar, og fær tá

skipað arbeiðið øðrvísi. Hetta verður eisini

ein fyrimunur fyri stuðulsfólkini, sum í dag ikki

kunnu sigast at hava nakran leiðara yvirhøvur.

Men broytingin má bara ikki gerast enn. Ov

nógvir ógreiðir spurningar eru, og nógv væntar

eisini í at teir góðu tankar í lógarbroytingini

kunnu fylgjast upp í verki.

-Hóast vit hava góð starvsfólk, er ógjørligt

at lúka verandi treyt, at 2/3 av starvsfólkunum

skulu vera pedagogar. Børn við serligum

tørvi krevja ikki minni útbúgvið starvsfólk,

og somuleiðis er mær enn ógreitt, hvør skal

meta um hvør hevur serligan tørv, sigur

borgarstjórin.

Ov nógv samstundis

Borgarstjórin í Vági vísir eisini á, at tey

har suðuri júst eru um at byrja við nýggju

barnaverndarskipanini og m.a. í tí sambandi

eisini einari nýggjari sosialari deild, og enn

er eingin leiðari settur. Hon heldur tað vera

heilt natúrligt, at sosiala deildin fer at taka

sær av málum viðvíkjandi dagstovnalógini,

so skiligt er, at her komu ov nógvar uppgávur

samstundis til eina deild, sum enn ikki er farin

at virka.
Lógarbroytingar

ikki til fyrimun fyri øll børn!

Heðin Mortensen heldur ikki, at

løgtingið bara kann samtykkja

lógarbroytingar, sum heilt givið fer

at seta bæði Tórshavnar Kommunu

og aðrar við í eina trupla støðu, tí

møguleiki ikki verður til at veita tey

tilboð, ið tørvur er á.

-Vit hava ein heilt nýggjan dagstovn úti í

Øksnagerði, sum er bygdur til endamálið at

taka ímóti børnum við serligum tørvi. Við

tílíkum umstøðum og væl útbúnum starvsfólki

hevur hendan royndin eydnast sera væl. Hesi

børn fingu tá møguleika at koma út millum

onnur børn í mennandi umhvørvi, men tørvurin

er nógv størri enn tað, hesin eini stovnurin

kann nøkta. Umframt hendan stovnin hava vit

eisini fleiri nýggjar dagstovnar, sum við smærri

broytingum eisini kunnu taka inn børn, sum

hava serligan tørv, sigur Heðin Mortensen, sum

tó vísir á, at tað tekur sína tíð. Hann harmast

um, at landsmyndugleikarnir ongan vilja hava

víst at vera við at útbyggja dagstovnar til hetta

endamál. Hann heldur ikki, at løgtingið bara

kann samtykkja lógarbroytingar, sum heilt givið

fer at seta bæði Tórshavnar Kommunu og

aðrar við í eina trupla støðu, tí møguleiki ikki

verður til at veita tey tilboð, ið tørvur er á.

Tvørligir landsmyndugleikar

Borgarstjórin í høvuðsstaðarkommununi vísir

eisini á, at talan serliga er um børn, sum hava

so mikið serligan tørv, at tey ikki kunnu vera í

vanligum dagstovni.

-Vit hava havt eina lóggávu, sum hevur

gjørt tað møguligt hjá Tórshavnar og Klaksvíkar

kommunu at seta starvsfólk at greiða hesa

uppgávu. Fyri at ansa hesum børnum, sum

krevja munandi meira enn onnur, keyptu vit

eini sera vælegnað sethús til stovn fyri børn við

heilt serligum tørvi. Vit hildu, at tað var munandi

bíligari rakstrarliga og harafturat munandi betri

fyri børnini, at tey kundu koma á ein tílíkan

stovn, heldur enn at hvørt barnið hevði sín

stuðul í heiminum. Vit heittu á myndugleikarnar

um at nýta játtanina til stuðulsfólkini til stovnin

hjá kommununi, soleðis at landið og kommunan

í felag kundu veita hetta tilboð, men har var eitt

greitt nei. Heldur ikki eru landsmyndugleikarnir

sinnaðir at koma við uppskoti til lógarbroyting

fyri at náa hesum.

Ásannandi at øll børn – eisini tey, ið hava

so serligan tørv, at tey ikki kunnu integrerast á

vanligu stovnunum, og tí hoyra landinum ella

Almannastovuni til – hava tørv á at umgangast

onnur børn, skulu tey mennast og trívast,

buðu vit landsmyndugleikunum, at teir kundu

Dagstovnalógin

Hóast Tórshavnar Kommuna er væl fyri við dagstovnum, harav

ein beinleiðis er ætlaður børnum við heilt serligum tørvi, vísir

Heðin Mortensen, borgarstjóri, á at ætlaðu broytingarnar í

dagstovnalógini, forsorgarlógini og barnaverndarlógini ikki eru til

frama fyri hesi børnini, tí einki stovnstilboð verður til tey.

keypa stovnin frá okkum til sama endamál,

soleiðis at landið stovnsetir stovnin sambært

galdandi lóg. Men tað vildu tey heldur ikki,

sigur Heðin Mortensen, sum eisini spurdi

somu myndugleikar um, hvørjar ætlanir teir

hava sjálvir, tá teir ikki vildu vera saman við

kommununni. Men tað svarið var eins neiligt

sum alt annað, og myndugleikarnir kunnu ikki

vísa á ítøkiligar ætlanir á økinum.

- Øll vita vit, hvussu stórur tørvurin er á

tílíkum stovnum, og tí er tað syndarligt at uppliva,

hvussu lítlan áhuga landsmyndugleikarnir hava

at loysa trupulleikan. Vit standa nú við einum

stovni, útbúnum starvsfólki, ætlaður til børn við

heilt serligum tørvi, sum vit ikki kunnu brúka til

ætlaða endamálið, og sum vit tí umhugsa at

brúka til eina vanliga vøggustovu. Tað ber ikki

til hjá landinum bert at regulera, hvørjar skyldur

skulu hoyra landinum ella kommununum til,

men síðani ikki vilja vísa vilja og taka ábyrgd

av egnum skyldum og veita borgarunum tey

tilboð, ið tørvur er á, sigur borgarstjórin í

Tórshavnar Kommunu. Tá loysnin neyvan kann

verða, at børn við heilt serligum tørvi ongantíð

koma í samband við børn, ið eru á vanligum

dagstovnum o.l. er ilt at skilja, hví landið ikki er

sinnað at finna loysnir saman við kommununi

á hesum viðkvæma øki. Borgarstjórin ásannar

tí, at ætlaðu lógarbroytingarnar á ongan hátt

hjálpa hesum børnunum, og greitt er, at við

broytingunum kann kommunan tíverri ikki veita

børnunum nakað tilboð, hóast bæði vilji, fígging

og umstøðurnar annars eru til hetta.

PEDAGOGBLAÐIÐ | 25
Føroya Kommunufelag

Tilmælið frá Føroya Kommunufelag er púra

greitt, og mælir frá at uppskotið verður borið

niðan í Løgtingið í verandi líki. Almanna- og

Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið kundu, í

samstarvi við kommunufeløgini og MBF hildið

áfram við arbeiðinum at gera eina heildarætlan

fyri sernámsfrøðiliga økið í Føroyum, sigur

Kommunufelagið, sum m.a.vísir á, at trupulleikin

viðvíkjandi útgreining er als ikki loystur við

fyriliggjandi uppskoti. Føroya Kommunufelag

sigur, at sambært uppskotið um broyting

av dagstovnalógini er tað kommunan, sum

fær yvirskipaðu ábyrgdina av at tørvurin hjá

barninum verður útgreinaður. Hendan førleika

hava flestu kommunur ikki í dag, og skotbráið

1. januar 2006 er alt ov stutt til at kommunurnar

kunnu tillutað sær hendan førleika.

Kommunusamskipan Føroya

Skulu kommunurnar taka við stuðulsøkinum

fyri brekað børn, sum í dag eru í ansing á

kommunalu stovnunum, er tað ein avgjørd

fortreyt, at peningur fylgir við, og tað eigur at

verða gjørt á ein gjøgnumskygdan hátt, soleiðis

at borgararnir ikki ivast í, hví kommunuskatturin

hækkar, sigur Kommunusamskipanin. Felagið

heldur, at tað er serstakliga óheppið, um

Almannastovan einvíst skal siga kommununi,

um eitt barn skal hava tilboð, ið kommunan

ella landið skal rinda. Kommunusamskipanin

heldur tað var rímiligt, at kommunurnar fáa

møguleika at kæra avgerðir hjá Almannastovuni

fyri landsstýrismannin.

Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum

Felagið fegnast um at børn við serligum tørvi nú

fáa sama rætt um tilboð til dagstovn og dagrøkt

sum onnur børn, og somuleiðis at heimildin hjá

26 | PEDAGOGBLAÐIÐ

Dagstovnalógin

Grein 5

viðmerkingar

Uppskotið at broyta grein 5 í dagstovnalógini hevur verið til hoyringar hjá ymiskum

viðkomandi feløgum. Her eru nøkur brot úr nøkrum av tilmælunum

hesum børnum verður tikin við sum ein partur

í dagstovnalógini. MBF er sera ivasamt um, at

lagt verður upp til at kommunurnar skulu átaka

sær fíggjarligu ábyrgdina av eykaútreiðslum,

ið standast av sertørvinum hjá børnum við

serligum tørvi. Hetta tí at kommunurnar eru

ymiskar í stødd, og misjavnt er hvussu mong

børn hava serligan tørv í kommununi. Vandi

er tí fyri at tilboðini verða ymisk frá einari

kommunu til aðra. Almannastovan hevur

endaligan avgerðarmyndugleika í trætum

millum kommunur og Almannastovuna, verður

sagt í uppskotinum. MBF heldur, at her eigur

at vera ein annar kærumøguleiki. MBF vísir

á, at landsskatturin landsskatturin skal lækka fyri at fíggja

møguligum meirútreiðslum hjá kommununum.

Í tí sambandi ivast MBF um hvør trygd verður

fyri at kommunurnar marka peningin til

meirútreiðslur í sambandi við børn við serligum

tørvi.

Javni

Eins og MBF fegnast eisini Javni um, at

børn við serligum tørvi hava rætt til pláss á

dagstovni á jøvnum føti við onnur børn. Javni

heldur tað vera átroðkandi neyðugt, at ásett

verður, at kommunurnar hava skyldu til at økja

starvsfólkaorkuna, eftir hvat sernámsfrøðiligi

førleikin metir neyðugt. Javni vísir eisini til

serligu viðmerkingarnar til uppskotið, har m.a.

verður nevnt, at landið skal bjóða børnum við

heilt serligum tørvi pláss á landsstovni, ella

seta stuðulsfólk. Javni ger vart við, at felagnum

kunnugt er bara tilhaldið Rók á Saltnesi at

meta sum slíkur landsstovnur. Tørvur er tí

á fleiri tílíkum stovnum aðrastaðni. At seta

ófaklærd stuðulsfólk at taka sær av børnum

við so serligum tørvi er at meta sum ein

neyðloysn, sigur felagið. Annars saknar Javni í

uppskotinum, at víst verður á greiningarmiðstøð

og serstovur, sum Mentamálaráðið arbeiðir við

at seta í verk. Meira samstarv millum Ráðini

hevði verið ynskiligt, sigur Javni m.a. í sínum

viðmerkingum.

Mentamálaráðið

heldur í sínum viðmerkingum tað vera óheppið

at býta børn við serligum tørvi upp í tveir

bólkar, tí ein tílík skipan er torfør at umsita.

Tað verður eitt stórt gráøki, tí ilt er at vita, nær

barnið skal hava eitt tilboð frá kommununi,

ella eitt tilboð frá landinum. Ráðið vísir á, at í

Danmark hava tey í nógv ár havt eina líknandi

skipan, og har hevur tað víst seg at vera trupult

at greina, hvat stykkið í lógini, tað einstaka

barnið hoyrir undir.

Innlendismálaráðið

Lógarteksturin átti at verið meiri útgreinaður fyri

at sleppast kann undan ov nógvum ivamálum,

og viðmerkingar í støðum eru heldur fløktar

heldur Innlendismálaráðið í viðmerkingum

sínum. Hvussu og hvør staðfestir serliga

tørvin átti at verið neyvari lýst og ásett.

Samstundis kann tað eisini tykjast óheppið, at

Almannastovan bæði skal ráðgeva og viðgera

mál um serliga stóran tørv, samstundis sum tað

verður ásett, at Almannastovan er endaligur

av gerðarmyndugleiki. Innlendismálaráðið

heldur eisini, at fíggjarligu avleiðingarnar fyri

kommunurnar kundu verið meiri útgreinaðar,

og heldur eisini, at uppgávu- og ábyrgdarbýti

millum land og kommunur á hesum øki kann

framhaldandi koma at vera ógreitt við hesum

uppskoti.
Pedagogur til

Dagrøktarskipanina

í Klaksvíkar Kommunu

A V L O Y S A R A S T A R V

Klaksvíkar Kommuna søkir eftir pedagogi til

Dagrøktarskipanina. Skipanin er ein partur av Sosialu Deild

hjá Klaksvíkar Kommunu og hevur skrivstovu á 2. hædd, har

sum sosialu deild húsast.

Í skipanini, sum er normerað til 120 børn, starvast 29

dagrøktarir og 3 pedagogar, harav ein er leiðarin.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:

Við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipanini, at

- Samskipa virksemið í spælistovuni

- Vitja dagrøktarheimini regluliga

- Ráðgeva og vegleiða dagrøktarum og foreldrum í

pedagogiskum og uppalingarligum spurningum.

Vit ynskja, at tú:

- Ert útbúgvin pedagogur

- Hevur royndir innan dagstovnaøkið

- Kann arbeiða sjálvstøðugt

- Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva

- At tú hevur hug og áræði at skapa umstøður har

børnini gleðast, trívast og mennast.

Seturnarviðurskifti:

Talan er um eitt avloysarastarv, sum er at seta frá 1. januar

2006 (ella skjótast tilber) til 15. juli 2006. Arbeiðstíðin

er 25 tímar um vikuna. Løn og seturnarviðurskifti eru

sambært sáttmála millum Pedagogfelagið og Kommunala

Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Meir fæst at vita við at venda sær til Sigrun Vágstún,

dagrøktarleiðara á tlf. 41 00 00.

Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving

og royndir, skulu sendast til Klaksvíkar Kommunu, Postboks

2, 700 Klaksvík í seinasta lagi tann 30. desember 2005.

Føroya Pedagogfelag

ynskir øllum

eini gledilig jól

og gott nyggjár

PEDAGOGBLAÐIÐ | 27