30.04.2013 Views

Pedagogblaðið nr4-2005.pdf - Føroya Pedagogfelag

Pedagogblaðið nr4-2005.pdf - Føroya Pedagogfelag

Pedagogblaðið nr4-2005.pdf - Føroya Pedagogfelag

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

8 | PEDAGOGBLAÐIÐ

Spennandi verkætlan

skal stimbra sálarsjúk

Góðu úrslitini úr londum um allan heim hava ført við sær, at psykiatriski depilin nú,

saman við Psykiatrien í Århus Amt, fer undir eina sonevnda SB verkætlan í Føroyum.

Verkætlanin snýr seg um at fáa sálarsjúk, sum

hava onkra fakliga bakgrund t.d. sosialráðgevi,

námsfrøðingur, lærari og sum standa uttan

arbeiði, inn aftur á arbeiðsmarknaðin - í fyrsta

lagi í starvsvenjing innan psykiatriska økið.

-Talan kann vera um fólk í øllum møguligum

fakbólkum sum eru vorðin sálarsjúk. Talan

kann til dømis vera um fólk, sum hava ella

hava havt depressjón ella angist.

Sjúkan hevur kanska ført við sær, at tey

hava mist fótafestið á arbeiðsmarknaðinum.

Kann vera, at viðkomandi hevur verið glaður

fyri sítt yrki, men kortini ikki megna tað, og er

tí givin at arbeiða.

Komin fyri seg aftur, eftir at hava verið

brúkari innan psykiatriina, hava hesi fólk eina

serliga vitan, og eru tí góðar fyrimyndir hjá

øðrum sálarliga sjúkum, og kunnu vera við

til at geva øðrum sálarsjúkum lívsmótið aftur,

sigur Bergtóra Joensen.

Samstundis sum tey eru í starvsvenjing,

bjóðar verkætlanin eina seks viku drúgva

eftirútbúgving við við fjølbroyttum innihaldi, m.a.

sjúkralæru, innlit í egnu sjúku, um hvussu

viðgerð kann fara fram, samskifti, lógarkarmar

og onnur viðkomandi evni. Psykiatrien í Århus

Amt stendur fyri hesi eftirútbúgving. Hesi hava

fyrr staðið staðið fyri eftirútbúgving á psykiatriska

deplinum.

Ein slík útbúgving mennir ikki bert tey

sjálvi, men ger tey eisini enn betri før fyri at

hjálpa øðrum. Eftir starvsvenjingartíðina er

vónin, at tey í summum førum, kunnu halda

fram í vardum starvi, ella kanska hava fingið

áræði til at søkja sær eitt vart starv á sínum

dreymaarbeiðsplássi. Tað kann eisini vera, at

tey tá heldur vilja royna seg innan okkurt heilt

annað starvsøkið og vilja endurútbúgva seg til

tað. Bergtóra sigur, at høvuðsendamálið er, at

hesi fólk fáa lívsmótið aftur, vinna aftur trúnna

á seg sjálvan, og kanska fáa fótin fyri seg aftur

á arbeiðsmarknaðinum, men eisini at tey eru

við til at menna psykiatriska økið.

Tær ið manna verkætlanina eru Bergtóra

Høgnadóttir Joensen og Fía Lamhauge.

Bergtóra er útbúgvin sosialráðgevi og

supervisor og hevur arbeitt sum konsulentur

innan arbeiðsmarknaðarøkið í Danmark í nøkur

ár. Í fjør flutti hon heim aftur til Føroya og

hevur starvast á Psykiatriska deplinum síðani.

Fía er starvsfólk við brúkarafortreytum. Hon

livir væl í dag, og „brennir” fyri at vera við til at

gera psykiatriska økið enn betri og at vera við

til at gera sálarsjúku minni tabuiseraða.

Bergtóra og Fía vóna, at verkætlanin

kann vera við til at skapa ein meiri rúmligan

arbeiðsmarknað í Føroyum. Í nógvum førum

er tað so, at hugburðurin er, at fólk antin eru

frísk ella sjúk. Veruleikin er, at tað finnast nógv

fólk sum væl megna at arbeiða nakað og gera

tað væl, hóast tey ikki megna at arbeiða 40

tímar um vikuna.

Um tú ert áhugað/ur í at vita meiri um

verkætlanina, ert tú vælkomin at seta teg

í samband við tær báðar á telefonnummar

304599 – 4161.

Tær ið manna

verkætlanina eru Fía

Lamhauge og Bergtóra

Høgnadóttir Joensen

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!