30.04.2013 Views

Pedagogblaðið nr4-2005.pdf - Føroya Pedagogfelag

Pedagogblaðið nr4-2005.pdf - Føroya Pedagogfelag

Pedagogblaðið nr4-2005.pdf - Føroya Pedagogfelag

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

síni tíð, og sínum minnum. Og hugtøkini

ungdómur og framtíð eru serliga trupul at

avmarka og allýsa í okkara seinmodernaðu

epoku, har flestøll sosial og mentanarlig mørk

verða flótandi, og komandi tíðirnar kunnu

ganga í allar ættir. Framtíðin er í dag líka

óútroknilig hjá ungdóminum sum hjá øðrum

samfelagsbólkum, hóast tey ungu eyðsæð

sum vaksin fara at fáa ein týðandi leiklut í

framtíðarsamfelagnum. Tey ungu skulu ferðast

inn í framtíðina uttan nakra greiða ferðaætlan.

Tey ferðast einsamøll ella í smáum bólkum,

og vaksin fólk fylgja teimum sjáldan. Tey skulu

sjálvi finna vegin inn í vaksnamannaheimin.

Tú Føroya piltur, tú Føroya moy,

tit gloymið ikki tað

at elska tykkara fosturoy

og varðveita tykkara føðistað

(Finnur hin lítli, í „Ungu Føroyar” nr. 2 1909)

Tey ungu stremba eftir

høgum málum

Í áttati- og byrjanini av nítiárunum í farnu

øld varð ofta borið fram, at ungdómurin

var líkasælur og sjálvsøkin, sjálvsoyðandi

og hedonistiskur, og at hann sostatt ikki

tók sína egnu framtíð í álvara. Hann átti

onga framtíð – og ynskti sær onga framtíð.

Sonevnda generatión X brendi sínar brýr og

royndi, sum sagt verður, at „liva í løtuni”.

Ungdómurin segðist vera narcissistiskur og,

sigur Thomsen (1998), „hann fekk orð fyri

at vera egoistiskur, individualistiskur, ólátin

og sjálvráðandi”. Hesi viðurskifti endurspegla

eyðsæð eina tíð, har ið heimurin tyktist drukna

í kreppum og stríði, harðskapi og sosialari

ójavnvág. Og hóast tíðirnar eru broyttar nógv,

nýtt ungdómsættarlið er komið fram, so eru

atfinnandi myturnar um ungdómin ofta tær

somu anno 2005. Ungdómurin skal bera allar

syndir veraldarinnar á sínum herðum. Hann

tekur ikki framtíðina í álvara. Hann oyðslar tíð

og orku uppá undirhald og frítíðarlív. Og hava

vit „púrasta mist álitið á skilið – rationalitetin

– so hava vit eisini mist álitið á okkum sjálvi,

álitið á, at framburður og undirvísing ber til”

(Thomsen 1998: 407). Nýggjar kanningar hava

tó staðfest, at ungdómurin í dag als ikki er

líkasælur viðvíkjandi framtíð síni: útbúgving,

yrkisleið, familjulívi, bústaði og so framvegis.

Tvørturímóti verður sligið fast, at tað nýggja

umgdómsættarliðið als ikki ynskir at ganga í

fótasporunum hjá generatión X; tey ungu eru

sera tilvitað um sínar møgulleikar, um síni ynski,

um mentanarligan samleika og virðir, og tey

arbeiða hart fyri at røkka sínum málum. Tey

eru strembarar, ið seta sær høg mál. Tey vilja

realisera sínar dreymar, finna „tað góða lívið” og

annars fáa fjøltáttaðar lívsroyndir og ein breiðan

sjónarring. Framtíðin liggur fremst í teirra huga.

Tey hava eina sterka trúgv uppá hana – og skilja

ikki nihilismuna hjá generatión X.

Flestu ynskja sær eitt vanligt familjulív

Seinmodernaðu tíðirnar innibera eina æviga

óvissu um alt, ið er á veg. Broytingar avloysa

broytingar, nýggj rák gomul, og vitanin verður

avoldað, áðrenn hon yvirhøvur er vunnin.

Læring er – bókstaviliga – lívlong verkætlan

og ótryggleiki partur av einhvørjum lívsskeiði.

Tó eru tey ungu ikki, sum annars ofta hildið,

ørkymlað og ráðaleys, ei heldur rótleys, tí tey

eru vaksin upp við seinmodernitetinum og

duga at takla avbjóðingarnar, ið tey renna seg

í. Um framtíðina og vaksnamannalívið sigur 17

ára gamal drongur í Danmark millum annað:

„Jamen, det er at starte stille og roligt med

en lejlighed inde i byen, og så få en kæreste

og så bliver man gift og så...får man børn og

hus...og så have en god karriere ved jobbet”

(Kofod & Nielsen 2005: 55). Hann ynskir sær

eina vanliga trygga tilveru líkasum so nógv

onnur ung í Danmark og aðrastaðni. Í mínum

egna tilfari, innsavnað í Havn í 2003, síggi eg

líknandi tankar um framtíðina. Flestøll ynskja

sær eitt vanligt familjulív, ið minnir um lívið hjá

farnum ættarliðum. Í danskari kanning verður

sagt, at „familien dukker op som tema hos de

fleste unge, uanset både køn og alder. De er

tryghedssøgende og i en tid, hvor omfanget af

beslutninger – der skal træffes – øges, er der

behov for stabilitet” (Kofod & Nielsen 2005:

55). Tey ungu eru minni uppreistrarsinnað,

minni ónøgd, og meira pragmatisk enn

foreldraættarliðið var. Tey søkja loysnir uppá

trupulleikar, ofta við at hyggja aftur í tíð, og eru

sera fleksibul og praktisk hugsandi.

Stremban eftir próvtølum og úrslitum

Viðvíkjandi arbeiðslívi og førleikum stendur

hægri útbúgving høgt í raðfestingini hjá

ungdóminum í Føroyum, og tað verða alt

færri, ið ikki fara í læru ella fáa sær hægri

útbúgving (Gaini 2003). Og eisini í Føroyum

gerst tað nú meira krevjandi at ganga í skúla,

tí strangari reglar verða innførdir í øllum

skúlum fyri at fáa næmingarnar at møta betur

upp til tímarnar, til at sløkkja telefonina í

skúlatíðini, til at vera meira lýðin og friðarlig,

til ikki at fara út úr skúlastovuni í tímanum,

og so framvegis. Null-toleransu- sjónarmiðið

er, mugu vit sannkenna, eisini á veg inn í

okkara skúlaverk, og spurningurin er, hvussu

hetta ávirkar næmingarnar, samskiftið ímillum

lærara og næming, og trivnaðin í flokkinum

yvirhøvur. Nógv ung eru troytt av óskipaðari

og veikari stýring, sum gevur tvørum og

áhugaleysum næmingum fríar teymar at

kúga hini í flokkinum, og sum sostatt ávirkar

teirra stremban eftir próvtølum og úrslitum,

ið geva atgongd til dragandi lærustovnar og

útbúgvingar. Tey vilja hava skil og ordan í

skúlanum, men hvussu langt skal ein fara?

Strembarar, sum hugsa um sína yrkisleið,

skulu ikki hava seinasta orðið, ella hvussu?

Um samfelagið verður skipað eftir treytunum

og ynskjunum hjá teimum sterku og múgvandi,

sum hava ljósar framtíðarvánir, so kann gerast

tyngri og truplari hjá hinum at standa seg í

kappingini um tær góðu útbúgvingarnar og

tey góðu størvini. Heldur enn at venda aftur til

eina gamla skipan, ið var partur av farnari tíð,

so burdi ein funnið nýggjar loysnir, ið vaksa úr

seinmodernaða vitanarsamfelagnum, sum vit

liva í. Alt ber til, onki er avgjørt. Og hvør hevur

eydnuna við sær – ella evnini at fáa tað at bera

til – er tann stóri tvørligi spurningurin, sum

modernaða filosofiin leggur upp til.

Keldur:

Gaini, Firouz. 2003. Ártúsund og nýggj ættarlið.

Dimmalætting 20/9

Kofod, Anne & Jens Christian Nielsen. 2005.

Det normale ungdomsliv. Danmarks Pædagogiske

Universitet

Thomsen, Rógvi. 1998. Skúlin á veg inn í eitt

nýtt túsundár. Í Føroyski skúlin. Føroya Lærarafelag

Ungu Føroyar nr 2 1909

PEDAGOGBLAÐIÐ | 17

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!