27.07.2013 Views

345 - Føroya Fiskimannafelag

345 - Føroya Fiskimannafelag

345 - Føroya Fiskimannafelag

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Síða 26 Nr. 345 - 23. juni 2005

Manningarmynd

Vit hava fingið upplýst

fýra nøvn, og eru hesir úr

Tjørnuvík. Vit vita ikki

skipið, men tjørnuvíkingar

sigldu nógv við

Óla Horn, og hann førdi

leingi "St. Jaques". Er

nakar sum veit meira um

hetta?

Menninir eru nr:

1. ?

2. ?

3. Hans Mikal Hansen

4. ?

5. ?

6. Jákup Heinesen,

hjá Dáva

7. Jógvan Hansen,

hjá Poulinu.

8. Hans Jákup Hansen,

hjá Poulinu

9. ?

Nr. 1 er stóri Óla Jákup

Hansen, Óli hjá Hansi,

sum hann eisini var róptur.

Hann var skipari, førdi

'CELOFT'.

Hann var kollfirðingur,

men flutti til Hósvíkar og

seinni til Havnar

Nr. 2 er beiggi hansara,

Jóhannus Hansen, nevndur

Jóhannus á Kjalnesi.

Hann var eisini skipari,

m.a við Brimnes í ca.

1946-47.

Nýggj manningarmynd

Veit nakar at siga okkum hvørjir hesir eru? Myndina hava vit fingið frá Føroya Fornminnissavni.

3350F03160

3350F03120

3350F3142

GUÐS

ORÐ

Torleif Johannesen

Trúgv er lýdni –

vantrúgv er ólýdni

"Tann, sum trýr á sonin, hevur

ævigt lív; men tann, sum er syninum

ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði

Guds verður verandi yvir honum."

Joh. 3,36

Sambært yvirskriftina í Bíbliuni er orðið tikið úr

"Síðsta vitnisburði Jóhannes doyparans".

Vitnisburðurin var greiður fyri teimum, sum

hoyrdu hann og fyri tey mongu, sum hava lisið

hann síðani. Orðið tosar um trúgv, og hvat tann,

sum trýr á sonin, eigur. Ævigt lív. Samstundis tosar

tað um ólýdni, og hvat tað gevur. Guds vreiði og

glatan.Yvirfyri Gudi er ólýdni eitt annað orð fyri

vantrúgv.

Tá Bíblian tosar um frelsandi trúgv, er tað altíð

trúgv á sonin, trúgv á Jesus, trúgv á Kristus.

Mong komu til Jesus við neyð síni. Fleiri teirra

vistu ikki, um tey trúðu, ella um trúgvin var nóg

stór og sterk til, at Jesus kundi hjálpa teimum.

Kortini komu tey í áliti á Jesus og løgdu neyð sína

fram fyri hann. Fleiri teirra fingu at vita:Trúgv tín

hevur frelst teg. Hjálp fingu tey, bæði andaliga og

handaliga.

Bara at vita um Jesus og hava røttu meiningarnar

um hann, frelsir ongan. Eingin sjúkur verður

grøddur bara við at vita um læknan – ella við at

hava røttu meiningarnar um hann.Sjúklingurin og

læknin mugu hittast, so viðgerðin kann byrja. Soleiðis

er tað eisini andaliga.

Tann, sum trýr á sonin, kemur til sonin, tekur

ímóti soninum, ákallar sonin – hevur ævigt lív nú.

Samstundis er tað æviga lívið nakað, sum liggur

fyri framman – tað komandi.

Tann, sum trýr á Jesus, eigur alt tað, sum Jesus eigur

og er borgan fyri. Útsøgnin: "Einhvør er sælur í

sínari trúgv!" er óbíbilsk og villleiðandi tala.Sælan,

frelsan, fyrigevingin, náðin… og ævigt lív, fæst

bara við trúgv á Jesus.

Tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið,

men vreiði Guds verður verandi yvir honum.

Ólýdni er ein fylgja av vantrúgv og líkasælu mótvegis

Gudi og Jesusi.Vantrúgvin vil vera harri í lívinum,

vil hava avgerðarættin, vil verða skipari í lívinum.

Vantrúgvin vil ikki vita av Gudi. Hon er tí høvuðssyndin

og móðir at øllum øðrum syndum.

Guds vreiði er ein reaktión mótvegis vantrúnni.

Tann vantrúgvandi er tí undir Guds vreiði og

dómi, so leingi hann livir í vantrúnni. Doyr hann í

vantrúnni, doyr hann í syndini og glatast.

Tann, sum trýr á sonin, sum er syninum lýðin,

hevur ævigt lív. Hann skal liva um hann so doyr.

Joh. 11,25

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!