27.07.2013 Views

345 - Føroya Fiskimannafelag

345 - Føroya Fiskimannafelag

345 - Føroya Fiskimannafelag

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Nr. 345 - 23. juni 2005

Vikuskiftið 10. til 12.

juni var Amnesty International

Føroya Deild

vertur fyri einum Norðurlendskum

fundi,sum

varð hildin í Tórshavn.

Við á fundinum vóru

16 luttakarar úr Íslandi,

Noregi, Svøríki, Danmark,Finnlandi,Írlandi,

Póllandi og Føroyum.

Fundurin var ein

fyrireikandi fundur til

Altjóða aðalfundin hjá

Amnesty, sum verður í

Morelos í Meksiko í

august. Á altjóða aðalfundinum

luttaka umboð

úr øllum Amnesty

deildum kring heimin.

Úr Føroyum luttaka

Annika Sølvará,

forkvinna, Jette Hoydal,

nevndarlimur og

Margretha Nónklett,

samskipari.

Nógv ymisk mál

verða á skránni í ár,

men tey stóru málini

eru spurningurin um

"Use of force and military

intervention" og

"Sexual and reproductive

rights".

Í verandi støðu tekur

Amnesty onga støðu

til kríggj ella hernaðarliga

valdsnýtslu,men

krevur altíð, at partarnir

virða altjóða mannarættindi

og humanitera

lóggávu.Støða skal

takast til, um Amnesty

skal halda fast í uttanveltaðu

støðuni ella

um Amnesty í nøkrum

førum kann tala ímóti

kríggi ella hernaðarligari

valdsnýtslu. Somuleiðis

skal støða takast

til, um Amnesty kann

mæla til, at friðarvarðveitandi

styrkir verða

settar inn.

Í sambandi við "Sexual

and reproductive

rights" skal støða takast

til, hvørt Amnesty

Síða 27

Amnesty tíðindi:

Norðurlendskur

fundur í Havn

eigur at arbeiða við

fylgjunum av kynsligum

harðskapi, seksualog

heilsu upplýsing,

fyribyrging og við fosturtøkuspurninginum.

Limirnir í Amnesty

fáa høvi at skifta orð

um hesi málini á einum

limafundi áðrenn

Altjóða aðalfundin í

august.

Áhugað kunnu venda

sær til skrivstovuna

og fáa tilfar um málini.

Umframt hesi mál

varð á fundinum eisini

kjakast um,hvussu Amnesty

kann skapa størri

tilvitan um mannarættindi

millum fólk og

um,hvussu felagsskapurin

kann økja um

limaskaran og virksemi

sítt.Í hesum sambandi

fer Amnesty Føroya

Deild undir eitt

nýtt limaátak, har

felagsskapurin sendir

fólk út á gøtuna at

kunna um Amnesty og

at finna nýggjar limir

og stuðlar. Átakið hevur

fingið heitið Andlit

til andlits og byrjar

20. juni og heldur

fram til 7. august.

Vit eru altíð fús at

svara spurningum ella

greiða nærri frá onkrum

máli.

Ring ella skriva til

skrivstovuna,ring heim

til ein av nevndarlimunum

ella legg eini

boð á telefonsvararan,

so seta vit okkum í

samband við tykkum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!