27.07.2013 Views

345 - Føroya Fiskimannafelag

345 - Føroya Fiskimannafelag

345 - Føroya Fiskimannafelag

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Síða 6 Nr. 345 - 23. juni 2005

Til minnis um Poulinu hjá Ziska

Tann 3.juni andaðist Poulina

Jacobsen í Klaksvík,

knappliga 78 ára gomul.

Vit bæði komu at kennast

í 2000, tá vit luttóku í eini

ferð til Íslands. Hetta var í

samband við, at 70 ár

vórðu liðin síðan ta hendingina

við "Ernestinu", tá

Ziska Jacobsen,pápi Poulinu,

framdi sítt kenda

bragd.

"Ernestina" var farin á

eitt sker, og í fyrstu atløgu

royndi manningin sum

frægast at halda sær á lívi

á dekkinum og mastrunum.

Men tá 8 mans vóru

farnir fyri borð, gjørdi

Ziska Jacobsen av at

royna at svimja í land við

einum enda. Hetta eydnaðist,

og Ziska fekk samband

við skipið. Hetta

bjargaði 18 av teimum 19

monnunum, sum tá vóru

eftir. Vit hava fleiri ferðir

greitt frá hesi hending. Á

umrøddu ferð vitjaðu vit

staðið, har henda hendingin

fór fram.

Poulina hevði ikki fylt

trý ár, tá hetta hendi, men

kortini kom hetta at gerast

ein partur av samleikanum

hjá henni og hennara

systkjum. Tí gjørdist

hendan vitjan sera kensluborin

hjá øllum,sum vóru

við og ikki minst hjá eftirkomarunum

hjá Ziska.

Sjálvur var eg við á ferðini

av áhuga og sum formaður

fyri FF, men tað

hevði eisini sín týdning,

at Ziska var skyldmaður

mín. Abbi mín og Ziska

vóru systkinabørn. Pápi

Ziska,Gøtu Jákup,var langabbabeiggi

mín og var

borin til festið í Tjørnustovu

í Norðragøtu. Men

hann valdi at búsetast

millum Garðarnar, har

hann gjørdist kendur fyri

sítt avrik sum útróðrarmaður

og fyri alt, hann

velti, hóast hann seinnu

árini bert hevði eitt bein.

Ætt hansara er annars

umrødd fleiri ferðir her í

blaðnum.

Henda ferðin til Íslands

gjørdist ein ógloymandi

túrur hjá øllum, sum vóru

við. Fyri Poulinu var tað

ein fyritøka at fara, tí hon

var ikki so væl gongd,

men ferðin hevði so nógv

at týða fyri hana, at hon

tosaði um hendan túrin

allar sínar dagar.

Vit bæði gjørdist sera

væl tá. Poulina var sera

ættarkær, og ein sonur hjá

einum trýmenningi var í

hennara hugaheimi ein

næstringur.

Poulina búði á Varpinum,

og tað lá tí eisini

væl fyri at fara inn á gólvið,

tá bíðað varð eftir

"Dúgvuni" ella "Ternuni",

so tað gjørdist eitt fitt tal

F.v. Poul, Hans, Per, Poulina, Svend, Elsebeth og Søren.

av vitjanum.Tann seinasta

var fyri bert fáum mánaðum

síðani. Tá sótu vit og

prátaðu um okkara felags

ætt og mangt annað. Sum

vant hevði hon beint tá

havt eina longri telefonsamrøðu

við eitt systkinabarn!

Poulina gjørdi nevniliga

nógv burtur úr at hava

samband við sína ætt. Og

hetta gjørdist so seinasta

ferð eg vitjaði Poulinu.

Mamma Poulinu var Johanna

hjá Lamba Jóhan,

sum var ein kendur útróðrarmaður

í Klaksvík.

Hon var triðielst av níggju

systkjum, og nú eru bert

5 eftir á lívi.

Lívið hjá Poulinu var,

sum hjá mangari aðrari

ungari gentu tá í tíðini.

Farin úr skúlanum fór

hon út at arbeiða, fyrst

hjá Óla í Skúla, men

seinni fór hon at arbeiða

á Telefonstøðini. Í 1945

giftist hon við Hans Jacobsen,

sum hevði kiosk alla

sína tíð. Hans doyði í

1994. Sagt verður um tey,

at tey vóru ógvuliga ólík

sum hjún, og er hetta eitt

ikki ókent fyribirgdi. Hans

var opin og prátaði nógv,

meðan Poulina var tann

stilla,sum ikki gjørdi nógv

um seg.

Poulina, í miðjuni, saman við sínum systkjum Benrosa og Jákup á staðnum,

har pápin framdi sítt gitna bjargingarbragd.

Poulina var bert 18 ár,

tá hon giftust, so hennara

lívsstarv var børnini, sum

gjørdust fimm í tali: Elsebeth,

Søren, Svend, Per og

Pól. Sagt verður, at á Varpinum

var eitt gott grannalag.

Poulina hevði stóra

umsorgan fyri sínum, og

eisini fyri teimum, sum

børnini komu saman við.

Onkur, sum lærdi saman

við dóttir Poulinu fyri 40

árum síðani, tekur framvegis

til, hvussu væl hon

føldi seg inni hjá Poulinu

og Hans. Tað var sum at

koma heim at koma inn

til teirra. Og hetta samband

helt heilt til gravarbakkan.

Poulina var tvær ferðir

í Suðurafrika og vitjaði

sonin Pól, sum býr har.

Einaferð komu tey soleiðis

fyri, at tey kundu taka

eina mynd av Helmuth

Kohl, sum tá var kanslari í

Týskalandi, og sum var á

vitjan í Suðurafrika. Men

hesar ferðir vóru eisini

eitt stórt upplivilsi.

Poulina átti 9 ommubørn

og 3 langommubørn.

Poulina var eisini kend

fyri sítt trúfesti, og ein

kendi seg altíð væl at

koma inn til hennara.

Prestur segði við jarðarferðina,

at tey bæði Poulina

og Hans høvdu eisini

verið trúgv at koma í

kirkjuna.Tað var eisini ein

stórur skari av fólki, sum

nærum fylti kirkjuna, sum

var og fylgdi Poulina

hendan dagin, hon fór til

gravar.

Nú verður tómligt á

Varpinum og einki verður

aftur sum tað var. Men

ættaráhugin er farin í arv,

so sambandið við ættina

skal nokk halda áfram.

Vit eru mong,sum minnast

Poulinu við takksemi.

Óli í Tjørnustovu

Niðri í fjøruni við "Cape of good Hope" rendu Poul

og Poulina seg í sjálvan Helmuth Kohl, týska samveldiskanslaran,

og fekk Poul hesa frálíku myndina

av honum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!