06.09.2013 Views

Ársfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2010 - Listasavn Føroya

Ársfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2010 - Listasavn Føroya

Ársfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2010 - Listasavn Føroya

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Grafisku prentini

Eftir at Steinprent (fyrr Grafiski Verkstaður Føroya) í september enn ikki var komið við teimum

grafisku prentunum, sum Listasavnið átti til góðar sambært avtalu við Steinprent, og at Steinprent

harvið í heili sjey ár ikki hevði hildið treytirnar sambært avtaluni, hóast bæði savnsleiðarin og

stýrisformaðurin fleiri ferðir høvdu biðið um tey, avgjørdi stýrið, at formaðurin skuldi krevja prentini.

Leyk Steinprent ikki hetta krav, mátti tað tískil skiljast sum avtalubrot, og stýrið máttu tí taka allar

prentognir savnsins heimaftur. Hetta fekk endiliga Steinprent at geva seg og ganga avtaluni á møti.

Avtalað var tí, at Steinprent skuldi gera prentini til reiðar, og savnið sendi tvey umboð oman á

Skálatrøð at heinta tey.

Fyri at rætta eina villleiðing skal nevnast, at stutt undan, at umboðini komu frá Listasavninum at

heinta prentini, lýsti Steinprent í miðlunum við tíðindafundi, at Steinprent hevði avgjørt at handa

savninum prentini sum gávu. Savnið gjørdi síðani miðlarnar vart við, at talan altso ikki var um eina

gávu, men um eitt sjey-ára seinkað leigugjald.

Eftir at prentini vóru komin heim á savnið, samtykti stýrið, at tey bestu prentini skuldu veljast

burturúr og skrásetast sum ogn savnsins, meðan restin skuldi seljast.

Burturmist verk

Í búnum eftir William Heinesen vóru tríggjar vatnlitsmyndir eftir Sámal Joensen-Mikines, sum savnið

bað um at fáa aftur frá arvingunum. Savnið hevði síðan 2005 fregnast um myndirnar, og arvingarnir

váttaðu, at myndirnar vóru í Williams húsi. Tó at hetta var lovað okkum, hendi onki víðari í málinum. Í

ár vendi savnið sær einaferð enn til arvingarnar fyri at fáa tær tríggjar myndirnar heim, men tá vóru

boðini frá arvingunum, at myndirnar vóru horvnar! Savnið bað arvingarnar um at greiða frá hesum

tilburði í einum brævi, men onki er enn komið.

Viðlíkahald

Savnið hevur eftir fíggjarligum førimuni roynt at viðlíkahildið bygningarnar bæði innan og uttan.

Konstruktiónin á gamla skálanum, har undirsløgini stinga út úr vegginum, hevur ført við sær, at

ógvisligt rot er komið í tey. Hetta verður umvælt í løtuni. Takið á báðum bygningum er reinsað og

málað.

Stjóraskifti

Nils Ohrt listfrøðingur er settur sum stjóri á Listasavninum frá 1. mai 2011. Nils hevur verið stjóri á

listasavninum “Nivågaardsamlingen”.

11

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!