06.09.2013 Views

Ársfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2010 - Listasavn Føroya

Ársfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2010 - Listasavn Føroya

Ársfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2010 - Listasavn Føroya

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Skráseting

Sambært viðtøkum og mannagongdum Listasavns Føroya er tað álagt stovninum at skráseta øll

listaverk, ið savnið varðar av, og at kanna tey regluliga. Skrásetingin skal vera so nágreinilig sum gjørligt,

tí hon er neyðug til frama fyri varðveitslu, gransking og miðling av listaverkunum. Bara almennir

stovnar kunnu lána listaverk frá savninum, ið ásetir treytir fyri láni.

Skrásetingin av listaverkum savnsins verður dagførd so hvørt, og miðað verður eftir at seta nýggjar og

betri fotomyndir av listaverkunum inn í skrásetingina og rætta møguligar villur í 2011. Síðan er ætlanin

at víðka skrásetingina við fleiri og neyvari upplýsingum. Ætlanir eru eisini um at fáa partar av

skrásetingini tøka á heimasíðuni til gagns fyri áhugað og skúlafólki. Yvir 2600 verk, íroknað prentini frá

Steinprenti, eru nú ogn ella í varðveitslu á savninum. Listasavn Føroya lænir í løtuni 525 listaverk út til

almennar stovnar. Tryggingarvirðið á øllum listaverkunum er slakar kr. 48 milliónir. Konservatorur

kannar regluliga standin á listaverkunum. Standurin er lýstur í skrásetingini. Talið á horvnum

listaverkum er á 54.

Í 2010 var skrásetingararbeiðið av listaverkum á øðrum hondum í sambandi við Arnold Vegghamar

framsýningina og Fridu Zachariassen framsýningina liðugt. Listasavnið hevur nú skrásett yvir 120 verk

eftir Arnold Vegghamar og á leið 350 verk eftir Fridu Zachariassen. Eini 1080 verk eru nú skrásett á

øðrum hondum.

Fasta framsýningin

Eftir at Mikael Wivel hevði skipað fyri Ingálv av Reyni framsýningini í Listasavninum, sum vardi frá

novembur 2009 til februar 2010, heitti savnið á hann um skipa føstu framsýningina, sum jú var

niðurløgd undir Ingálv-framsýningini, av nýggjum. Hesum var hann fúsur til.

Úrslitið er m.a., at verkini eftir Ingálv av Reyni vóru flutt úr triðju pyramidu inn í ta fyrstu. Mikines

átti sum vant aðru pyramidu, meðan triðja pyramidan nú fevndi um listafólkini: Bárð Jákupsson, Astri

Luihn, Eyðun av Reyni, Kára Svensson, Guðrið Poulsen, Edward Fuglø og Beintu av Reyni.

Tann elsta listin hongur í fyrru gongini til høgru, t.e. millum fyrstu og aðru pyramidu, og har eru eisini

verk eftir Amariel Norðoy, Astrid Andreasen, Anker Mortensen og Jógvan Biskopstø, meðan

blindprent eftir Jónu Rassmussen hanga við inngongdina til føstu framsýningina. Í seinnu gongini til

høgru hanga verk eftir Gunleif Grube, Eyðun av Reyni og Øssur Johannesen.

Í stóru grafikkgongini annars hanga verk eftir Díðrik á Skarvanesi, Mikines, Janus Kamban (hann

hevur standmyndir aðrastaðni eisini), Elinborg Lützen, Poul Horsdal, Sigrun Gunnarsdóttur, Marius

Olsen Rannvá Kunoy og Anniku á Lofti.

Í glasstovuni er stóra glasverkið Havdýpið hjá Tróndi Patursson sett upp umframt tvey smærri verk

hansara.

Í klivunum er tað so, at Ruth Smith og Thomas Arge hava hvør sín kliva, meðan Steffan Danielsen og

Jóannis Kristiansen eru felags um ein. Jack Kampmann, Hans Hansen, Bent Restorff og Hans Jacob

15

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!