06.09.2013 Views

Ársfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2010 - Listasavn Føroya

Ársfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2010 - Listasavn Føroya

Ársfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2010 - Listasavn Føroya

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Framsýningar

Árið 2010 hevur verið virkið fyri Listasavn Føroya við níggju framsýningum og fleiri øðrum tiltøkum í

Listaskálanum.

Ingálvur av Reyni framsýningin var sera væl vitjað, og bókin var væl umtókt og seldi væl.

Framsýningin fór síðan niður til Kastrupgaardsamlingen og Vendsyssel Kunstmuseum. Í Danmark fekk

framsýningin eisini góð skoðsmál.

Ársins næsta framsýning var Picturing America, ið var samskipað saman við amerikonsku

sendistovuni í Keypmannahavn. Amerikanska sendikvinnan Laurie S. Fulton setti framsýningina.

Sendikvinnan nýtti á Føroyavitjanini høvi til at skapa mentanarlig og vinnulig sambond millum USA og

Føroyar.

Árliga Várframsýningin var hildin sum vant. 17 listafólk luttóku á framsýningini. Henda framsýning

var úttikin av Eli Smith, Ole Wich og Vígdis Petersen.

Síðan kom serframsýningin við Jógvani S. Biskopstø, og hann vísti bæði handverkslist og vatnlitir og

málningar. Í hesum sambandi gjørdu Oggi Lamhauge og Mortan Ólason Vang eitt katalog.

Astri Luihn hevði serframsýning í juni og juli, har málningar vóru at síggja. Framsýningin var væl

vitjað. Savnið gav út monografi um listakvinnuna, sum listfrøðingurin Bente Scavenius hevði skrivað

tekst til. Í sambandi við, at Margretha Drotning II vitjaði í Føroyum, komu hon og prinsgemalurin at

síggja framsýningina hjá Astri Luihn, sum sjálv vísti runt, og somuleiðis sóu tey føstu framsýningina, har

savnsleiðarin vísti runt. Drotningin var væl nøgd við vitjanina á savninum.

Ólavsøkuframsýningin 2010 var kuraterað av Listafelagnum. Heitið á framsýningini var “Toybil –

tiðnar – tánar – ornar – bráðnar”. 38 listafólk luttóku á framsýningini.

Føroyski listamaðurin búsitandi í Danmark, Gunleif Grube, hevði serframsýning í august og

september 2010 við málningum og grafikki. Í hesum sambandi var bók skrivað av listfrøðinginum

Hanne Lundgren Nielsen, stjóra á Carl-Henning Pedersen og Else Alfrets Museum í Herning.

Arnold Vegghamar hevði serframsýning í september og oktober við nýggjum og eldri listaverkum.

Framsýningin var væl vitjað og fekk góð skoðsmál í miðlunum. Dagmar Warming skrivaði tekstin til

bókina, sum savnið gav út í hesum sambandi.

Ársins seinasta framsýning var við verkum eftir Fridu Zachariassen. Hon var eitt av dugnaligu

føroysku listafólkunum, sum so at siga hevði verið gloymd í longri tíð undantikið í heimbýnum

Klaksvík. Savnið vildi við hesari framsýning varpa ljós á list hennara og fór tí í samstarvi við Norðoya

Listafelag at savna inn og skráseta listaverk hennara, sum serliga vóru at finna í Norðoyggjum. Á leið

350 av verkum hennara á øðrum hondum eru nú goymd í skráseting savnins. Í sambandi við hetta átak

heitti savnið á Maluna Marnersdóttur professara um at skriva bók um listakvinnuna. Bæði framsýningin

og bókin hava verið framúr væl móttikin.

7

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!