29.07.2013 Views

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Skaldið Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (1878-1956) yrkti sálmin 25.12.1912. Íblásturin

til sálmin er at finna í jólaevangeliinum, sum vit lesa tað hjá Luk. 2,8-20. Skaldið

yrkir her um tann partin av jólaboðskapinum, tá hirðarnir fáa boð um, at Jesus er

føddur. Hann sigur frá um eingilin, sum ber boðini, um einglafjøldina, ið sang

lovsong, og um hvussu hirðarnir fara at finna frelsaran. Skaldið endar við bønini, at

vit og hann, eins og hirðarnir, fara at finna frelsaran fyri at lovsyngja honum.

Uppgávur

1. Lesið tekstin hjá Lukasi.

2. Samanberið sálmin við tekstin hjá Lukasi. Hvat hevur skaldið nýtt úr

tekstinum?

Aðrar uppgávur:

1. Mikkjal á Ryggi hevur eisini skrivað stuttsøguna, Friður á jørð, les søguna.

2. Hví kallar Mikkjal á Ryggi søguna Friður á jørð?

3. Samanber sálmin og søguna. Hvønn líkskap finnur tú, og hvat heldur tú,

skaldið vil strika undir við hesum líkskapi?

4. Hvat kemur tær í huga, tá ið tú hoyrir orðini: Friður á jørð?

Søgan Friður á jørð er at finna í Mikkjalsbók, ið Heini F. Petersen og Jákup Reinert

Hansen løgdu til rættis, Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1994 (bls. 113-121).

24

Sálmar til fólkaskúlan, framhaldsdeild © Føroya Skúlabókagrunnur 2008

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!