29.07.2013 Views

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Sjálvt um sálmurin ikki var sungin til gudstænastuna, so bleiv hann kortini ein av

teimum nógv sungnu sálmunum gjøgnum tíðirnar. Grundtvig sipar til ”dagin”, sum

mynd upp á mannalívið úr vøggu í grøv. Hann samanber mannalívið við ein dag, sum

gongur móti kvøldi – deyðanum, men Grundtvig steðgar ikki her, hann vísir

samstundis á ta kristnu vónina, tá lívsdagurin endar: So Fara vit til várt fedraheim,

har dagur ei legst í dvala…

Hetta er ikki einans ein sálmur um dagin frá sólarisi til sólsetur, men eisini ein

hátíðarsálmur: Hin sælasta stund hin miðja nátt, tá Krist seg í heim læt bera, vísir til

jólini. Tí hann okkum gav hin gylta dag, og vakti upp liv við megi, vísir til páskirnar.

Og í upprunatekstinum sipar hann í 5 ørindi til hvítusunnuna og til 1000 ára haldið við

orðunum: Nú signaður dagur góður líð.

Ljósið

Grundtvig kallar menniskjuni ljósins børn í sálminum, og meinar hann við hesum, at

vit eru Guðs børn. Við sólini gevur Guð okkum eina gávu. Sólin breiðir ljós, hita og

tryggleika. Alt tað, sum í náttarmyrkrinum ræddi okkum, sýnist øðrvísi í dagsljósi. Tá

ið Grundtvig kallar menniskjuni ljósins børn, merkir tað eisini, at vit eiga at breiða

ljós og hita rundan um okkum. Vit skulu við okkara næstakærleika gleða okkara

meðmenniskju, so at tey kenna seg væl saman við okkum, og á tann hátt tendra ljós í

lívinum hjá hvørjum øðrum.

Uppgávur:

1. Grundtvig metir mannalívið sum ein dag, hvørjar tankar fært tú um lívið, tá tú

lesur sálmin?

Aðrar uppgávur:

1. Les sálmin og tekstin hjá Prædikaranum

48

Sálmar til fólkaskúlan, framhaldsdeild © Føroya Skúlabókagrunnur 2008

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!