29.07.2013 Views

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Aðrar uppgávur

Slatur

Mítt land hevur fostrað eitt ravnaslag,

fegnast tað flýgur um nætur;

brátt vaknaði mangur til beiskan dag,

ið ikki gav eftir tí gætur.

Mítt land hevur forstrað eitt ravnaslag.,

fegnast tað flýgur um nætur;

sum havhestur sprænir lýsi, tað

spýr eiturkynt, svíðandi hatur.

Tað herjar á sakleysar, sovandi menn, -

steingið øll hurðar, um nætur! –

tí rovdjórið eigur flensandi tenn,

tá ið merkist í nándini matur.

Eg kenni ljótt gorrandi ravnaslag,

ið fegnast flýgur um nætur

og heldur átfund á rotnandi ræ:

tað er ormgitið níðingaslatur.

J.H.O. Djurhuus

1. Í 1904 yrkti Jens Hendrik Oliver Djurhuus (1881-1948) yrkingina Slatur.

Les yrkingina og greina hana.

2. Hvørja støðu hevur J.H.O. Djurhuus til sínar grannar ella samfelagið, hann

livdi í?

3. Samanber huglagið í sálminum og huglagið í yrkingini.

4. Hvat av skaldunum, metir tú, hevur rætt, ella hevur annað rætt? Grundgev fyri

tínum svari.

5. Kanna, hví J.H.O. Djurhuus er so beiskur í hesi yrkingini.

6. Heldur tú, at yrkingin hjá J.H.O. Djurhuus hevur nakað at siga okkum í dag?

46

Sálmar til fólkaskúlan, framhaldsdeild © Føroya Skúlabókagrunnur 2008

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!