29.07.2013 Views

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

1.Sum ígjøgnum sortar skýggja

kemur fram hin gylta sól,

so at bølmyrkur má flýggja,

lýsir í um tind og hól,

so úr grøv upp Jesus stóð

og úr djúpum deyðans sjó,

vann á døprum deyðaváða

árla í páskamorgunroða.

2. Tøkk, o, sigurskappi sterki,

tøkk, o, himinhetja góð,

at tú framdi avreksverkið,

heljarlokur sundur sló,

tøkk, at tú til lívs breyt veg,

deyðan feldi undir teg;

slík er tunga ei at finna,

sum ta gleði kann at inna.

3. Djúpt eg kenni mær í barmi,

at tað ugga ber til mín,

lættir mær av tungum harmi,

tá eg minnist gravstað tín,

hugsi um tað, at tú lá

har í deyðans dimmu vrá,

men reis upp við dýrd og megi,

kann tað vera størri gleði!

4. Liggi eg á syndavegum,

liggi eg á armóðsstrá,

liggi eg á sjúkalegum,

liggi eg í eymd og háð,

liggi eg sum lasafar,

ongan góðan eigi mær,

skal eg so til moldar fara,

vónin mín tó við skal vara.

198 Sum ígjøgnum sortar skýggja

5. Deyði, synd, alt ørvameingi,

sum hin versti skjóta kann,

stukku av í tínum fangi,

har sum hvíld í grøv tú fann,

har tú søkti tey í kav,

men gav mær ein trygdarstav,

at eg tær má heiður gera

og skal sigurspálmar bera.

6. Tú til lívs meg upp skal vekja,

tað er tín uppreisnar náð;

lat tey leiðið um meg tekja,

lat meg verða maðka bráð,

lat mær gloypa eld og sjógv,

eg í trúgv tó og í rógv

doyggi, tí úr deyðans londum

bjargist eg av tínum hondum.

7. Góði Jesus, veit mær náði

og lat halga anda tín

vera hjá mær, so eg ráði

slíkan allan lívshátt mín,

at eg meir ei nakra tíð

deyðadjúpið falli í,

sum tú sjálvur úr meg ripti,

tá tú deyðan niður syfti.

Kingo 1689. J. Dahl 1924.

Lag: Sl. 307 a og b.

Um sálmin

Danski presturin, Thomas Kingo, (1634-1703) skrivaði sálmin í 1689, og kann hann

roknast sum endin av teim 17 pínslusálmunum, hann skrivaði hetta árið. Nógv bendir

á, at Kingo var ikki sjálvur greiður yvir dygdina í hesum sálminum, sum gjørdist

fólkaogn og gav nógvum øðrum skaldum íblástur. Grundvig helt t.d. so nógv um

sálmin, at hann nýtti hann fleiri ferðir sum íblástur til sínar sálmar.

36

Sálmar til fólkaskúlan, framhaldsdeild © Føroya Skúlabókagrunnur 2008

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!