29.07.2013 Views

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

1. Miskunnsami mildi faðir,

gev í dag oss dagligt breyð!

Tú, sum grøs og liljur klæðir,

føðir fugl um hav og heyg,

fram um alt á foldum her

menniskjan tær kærast er,

trygt vit kunnu á tað líta,

ei tú vilt oss føði sýta.

2. Veit tí tú mær dagsins føði,

ei eg kann av sjálvum mær;

havsins fong og landsins grøði,

alt eg fáa má frá tær,

røkja seyðin vit sum best,

óvist er, hvat fæst í heyst,

Harrin og ei hagamaður

er tað, fyri skurði ræður.

3. Hvat kann eg av sjónum taka,

sendir Guð ei fisk í hav;

óhent nýtti eg mín haka,

um Guð ikki vøkstur gav;

fáfongt róðu vit um kapp,

vildi Guð, at grindin slapp;

føðir Guð ei fuglameingin,

ónýtt verður fleygastongin.

398 Miskunnsami mildi faðir

4. Vakur er ein veltur dalur,

grasgóð er ein albeitt líð;

tó, hvat geva kýr og smalur,

leggur Guð ei signing í!

Uttan hegni, vit og kraft

armóð høvdu øll vit havt;

gloym ei, tað er Guð, ið gevur

arbeiðsevni, tey tú hevur.

5. Síggi eg ein stakkal stríða

til at metta svangan munn,

Jesus, eg títt orð vil lýða,

ikki elska mammons grunn,

gera, sum mín Guð tað vil,

geva, har tað treingir til;

neyðarstaddan ei at gloyma

betri er enn gull at goyma.

6. Prísið Guði øll við gleði

fyri hjálp og dagligt breyð!

Ongantíð frá yngsta degi

læt hann okkum líða neyð,

hvønn ein morgun, faðir mín,

leita vil eg mær til tín,

og tá sól í hav er lækkað,

fyri dagligt breyð tær takka.

Mikkjal á Ryggi.

Lag: sum Sl. 163.

Um sálmin

Skaldið, Mikkjal Dánjalson á Ryggi, (1879-1956) yrkti sálmin yvir 4. bøn í faðirvár,

men sálmurin hevur ikki einans faðirvár í Matt. 6 sum fyrimynd, men hann nýtti

eisini viðmerkingarnar (frágreiðingarnar) til bønina í Luthers lítlu Katekismus.

Mikkjal á Ryggi yrkti sálmar yvir allar bønirnar í faðirvár. Sálmarnir prýddu

forsíðuna á Kristiligum Ungmannablaðið í árunum 1942-1945. Miskunnsami mildi

faðir kom á forsíðuna í blaði nr. 4 í 1944.

50

Sálmar til fólkaskúlan, framhaldsdeild © Føroya Skúlabókagrunnur 2008

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!