29.07.2013 Views

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

1. So stillan Jesus gongur

fram til sín svára dag,

um yvir honum hongur

eitt døkt og krossað træ.

2. Um guddómsvitskan sigur

frá krossi og frá neyð,

til alt hann tolin tigur

og vil, sum Harrin beyð.

3. Við fríum, reinum sinni

hann móti deyða fer,

men veit tað innast inni,

at ferðin sigur ber.

4. Her er hann, sum vil loysa

úr syndum teg á mál,

her er hann, sum vil oysa

tær troyst í rædda sál.

5. Her er hann, teg vil eiga,

ein góðska heil og góð,

her er hann, teg vil leiða,

tí má hann sveitta blóð.

Jesus ríður inn í Jerúsalem

179 So stillan Jesus gongur

6. Má tindakrúnu bera

og dapurt háðarlín,

so fegin vil hann vera

um ævir drottin tín.

7. O, Jesus, um eg kundi,

sum eg so fegin vil,

tær heiðurskransar bundið,

tað hjálpi tú mær til.

8. So fegin klæði míni

eg breiði á tín veg,

í tøkk við hinum tríni,

sum vilja elska teg.

9. Eg beri mínar pálmar,

tær Harri Jesus Krist,

og syngi mínar sálmar,

tú hoyrir teir so vist.

10. Várt hosianna ljóði,

tit einglar syngið við:

Vinn deyðan, Jesus góði,

vinn okkum lív og grið.

Kingo 1689.

Elsa Bærentsen.

Lag: Sl. 295.

Og tá ið teir nærkaðust Jerúsalem og komu til Betfage við Oljufjallið, tá sendi Jesus tveir

lærusveinar undan og segði við teir: “Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum, og

brátt munnu tit finna eitt ásin standa bundið og eitt fyl hjá tí; loysið tey og leiðið mær tey

higar. Og um onkur sigur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; tá man

hann alt fyri eitt lata tey avstað.” Men hetta hendi, til tess at tað skuldi ganga út, sum talað er

av profetinum, tá ið hann sigur: “Sions dóttur berið tit boð: Sí, kongur tín til tín kemur,

lítillátur, á asna hann ríður, á ungum klyvjadjórs fyli.” Men lærusveinarnir fóru avstað og

gjørdu, sum Jesus hevði boðið teimum; og teir komu við ásininum og fylinum og løgdu klæði

síni á tey, og hann setti seg oman á tey. Men flest øll av mannamúgvuni breiddu klæði síni á

vegin, og summi brutu greinar av trøunum og løgdu á vegin. Men mannamúgvurnar, sum

gingu undan honum og sum gingu aftaná, rópaðu og søgdu: “Hosianna, Dávids sonur!

Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!” Matt.21,1-9

30

Sálmar til fólkaskúlan, framhaldsdeild © Føroya Skúlabókagrunnur 2008

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!