29.07.2013 Views

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

morgun og kvøld og royndi at liva seg inn í Jesu sár og líðingar. Fyrst hugdi hann at

fótunum við naglamerkjunum, síðani helt hann fram og hevjaði eyguni og endaði við

tornakrýnda høvdið.

Sum dagarnir gingu, kendi munkurin, at Jesu líðingar gjørdust hansara, og fyri at

minnast bønina skrivaði hann eina yrking á latíni. Yrkingin var um Jesu líðingar í

teimum sjey likamspørtunum. Fyrsta ørindið er um føturnar, annað ørindið er um

knøini, og síðani koma hendurnar, sárið í síðuni, bringan, hjartað og andlitið.

Í 1837 kom N.F.S. Grundtvig (1783-1872) fram á yrkingina og nýtti hana sum íblástur

til Heilur frelsari og Kristur, sum tó gjørdist ein heilt onnur yrking. Grundtvig hyggur

eisini at Jesu sárum og líðingum, men á ein heilt annan hátt. Eins og Arnulf úr

Louvain undraðist Grundtvig alt lívið á krossins gátu: At Guð í Jesusi gjørdist

menniskja, og at hann leið krossdeyðan fyri menniskjuni.

Uppgávur:

1. a) 2. ørindi: Hvat undrast yrkjarin á har?

b) Hvørjar gjørdust avleiðingarnar av, at Jesus legði burt sín guddómleika?

c) 5. ørindi: Tó úr tíni benjarkeldu, spratt ein á við makt og veldi, hvat meinar

skaldið við her?

d) 6. ørindi: Hvør ella hvat er áin?

e) 9. ørindi: Hvør er krossins gáta?

f) Hvat sigur yrkjarin um krossins gátu?

28

Sálmar til fólkaskúlan, framhaldsdeild © Føroya Skúlabókagrunnur 2008

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!