18.09.2013 Views

GRIND OG GRINDAHVALUR - Stovnurin

GRIND OG GRINDAHVALUR - Stovnurin

GRIND OG GRINDAHVALUR - Stovnurin

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

22

11. mynd. Grindareiðskapur. Ovast á myndini er skutil, niðanfyri er hvalvákn. Niðast vinstrumegin er

nýggja fastakastið, síðan grindaknívur við slíðra. Høgrumegin er fyrst blásturongul og síðan sóknarongul.

Nú eru skutil og hvalvákn bannað.

Grindarakstur - Rakstrarbátarnir leggja seg í hálvring aftan fyri grindina og reka hana spakuliga

tann vegin, teir ætla – altíð við streyminum, tí at torført er at reka grind ímóti streyminum. Nýtt

verða bæði leysakast og fastakast til raksturin. Kastað verður aftan fyri grindina, og luftbløðrurnar,

ið sita á kastinum, gera eitt luftbløðrutjald aftan fyri grindina. Ljóðbylgjurnar frá hvalunum raka

luftbløðrutjaldið og kastast aftur til hvalirnar, ið tí fara undan.

Blóðrenslið - Skulu vit greiða gjølla frá, hvussu skjótt tað er at avlíva hval, so er neyðugt at greiða

eitt sindur frá blóðrenslinum í havsúgdjórum – hvalum og kópum. Blóðrenslið er øðrvísi í hvali og

kópi enn í landsúgdjórum. Hvalur er blóðheitt súgdjór, og heilin er tað yrkisgagnið í kroppinum,

sum skal hava mest súrevni, og sjálvt heilt stutt súrevnistrot kann elva til, at djórið fellur í óvit og

fær heilaskaða. Tí eru øll djór soleiðis háttað, at mest blóð rennur gjøgnum heilan.

Í landsúgdjórum fær heilin blóð lutvíst úr báðum teimum stóru hálslívæðrunum, og lutvíst – men

heldur minni – úr tveimum øðrum æðrum, sum liggja tætt inn at hálsgeislunum og ganga inn í

heilan gjøgnum nakkaholið. Havsúgdjór sum hvalur og kópur eru serliga útgjørd, tí at heilin og

mønan fáa sum mest av súrevni, tá ið djórið er undir kavi. Orsøkin til tað er, at havsúgdjór halda

andanum, og hjartaslátturin seinkast, tá ið tey eru undir kavi, og tí kemur ikki nóg nógv nýtt blóð til

heilan. Tær báðar stóru hálslívæðrarnar í havsúgdjórunum búnast í fosturlívinum, men tær lata ikki

blóð til heilan. Men harafturímóti hava havsúgdjór æðrar í hálsinum og bringuni, sum leiða blóðið

til mønurennuna. Í mønurennuni liggja æðrarnar sum slíðrar uttan um mønuna og ganga haðani

gjøgnum nakkaholið inn í heilan. Í hálsinum og bringuni og eisini í kjaftinum er eitt serligt

æðrakervi, sum nevnt verður ógvætið (merkir: ikki etandi). Hesi kervi eru hjómut í bygnaði, og tey

eru súrevnisgoymsla, tá ið havsúgdjórið er undir kavi.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!