08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Hølisumstøður Løgtingsins

11

sett í, og at enda fór takið í luftina. Í 1719 segði fútin, at húsið

var niðurdottið, og tær syrgiligu restirnar seldar á uppboðssølu.

3

Stutt eftir varð nýtt tinghús bygt, men ikki gjørt liðugt. Í

einum brævi til løgmann, dagfest 7. januar 1722, skrivar fútin

millum annað: „Men som ieg hafver Ordre at lade opbygge et nyt

Laugtings Huus; Agter ieg at lade det fuldfærdige med Kledning

indeni saavidt som till Benkerne till lige med Andet som nu fattis.“ 4

Til hetta arbeiðið tørvaði honum pening, umleið 1 1/2 skinn

av mørkini. Trupult tykist hava verið at fingið løgmann at

ganga við til hendan eykaskatt, men fútin gav kortini sýslumonnunum

boð um at byrja innkrevjingina.

Aftur hesuferð gekk tó illa við løgtingshúsinum. Høvuðsorsøkin

var tann, at tilfarið, ið varð brúkt, var gamalt og vánaligt,

tað mesta keypt á uppboðssølu av Sjóbúðini, ið varð tikin

niður um somu tíð. Longu í 1759 var húsið illa farið. Tróður,

sperrur, nævur, loft, bitar, undirsløg og klædningurin vóru

rotin, og mett varð, at neyðugt var við eini høvuðsumvæling,

ið tó meira sannlíkt var ein nýbygging. Hvørja stødd løgtingshúsið

hevði áðrenn umbyggingina, er ikki greitt, men í

1759 gjørdist tað 13 alin langt og 9 alin breitt. Hetta arbeiðið

kostaði saman við eini træbrúgv um Havnará 235 gl. 12 sk. og

varð fíggjað við nevtollinum. Timburarbeiðið gjørdu Johannes

Poulsen og Simon Christiansen, meðan Peter Lave Tausen

fekk 6 gl. fyri at gera 2 vindeygu við 4 rammum, seta rútarnar

í kitt og mála vindeyguni reyð. 5

Tinghúsið 1854

Eftir at Løgtingið varð avtikið í 1816, varð húsið niðri í

Gongini umvælt til sorinskrivaran at halda rætt í. Tá Løgtingið

í 1852 kom saman aftur, varð ting aftur hildið í gamla

húsinum niðri í Gongini, men áðrenn ting kundi haldast,

skuldi tinghúsið umvælast og nýtt innbúgv fáast til vega.

Arbeiðstakari var Just Winther timburmaður í Tórshavn, sum

10. august sendi rokning til amtmannin fyri arbeiði „til Lagthingets

Forsamlingsstue“. Millum annað hevði Just Winther

3 Thorsteinsson, 1978 s. 6.

4 Fútin, Copiebog 1717–1729. Fútin til løgmann 7. januar 1722.

5 Thorsteinsson, 1978 s. 6.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!