08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Tá Løgtingið flutti niðan

í Húsabø, keypti H.C.

Müller, sýslumaður, tað

gamla húsið, og bygdi tað

um til sethús, áfast við

húsini, hann átti frammanundan.

Norðrari endin

á Müllershúsi var sostatt

upprunaliga Tinghúsið

niðri í Gongini.

Hølisumstøður Løgtingsins

13

tinghús inni í sjálvum býnum var tí lítil. Einasti møguleikin

var, at gamla tinghúsið varð tikið niður, og bygt varð á sama

stykki aftur. Hetta var eitt hugskot, ið ikki varð mett nøktandi.

Greitt var tí beinanvegin, at Dahlerup amtmaður noyddist út

um verandi býin at leita eftir grundstykki. Hann setti seg í

samband við annan festaran av Húsagarði, Júst Jacobsen, ið

fegin vildi lata eitt grundstykki 25 alin langt og 15 alin breitt,

um hann fekk 25 ríkisdálar í samsýning. Amtmaðurin kundi

ikki taka avgerð um hesa ognartøku sjálvur, tí jørðin var kongs.

Hann sendi tí bræv til Innanríkisráðið, dagfest 23. desember

1852, 10 við tilmæli um, at hetta kvettið ikki mátti fara fyri

skeyti. Innanríkisráðið svaraði aftur 29. mars 1853, at kongur

18. mars hevði tikið avgerð um, at ætlanin var í lagi, so nú

skuldi verið lagamanni at farið í gongd. 11

Trupulleikarnir hjá Dahlerup vóru tó ikki fingnir frá hondini

enn. Búskaparligi spurningurin var ikki avgreiddur, honum

var álagt at finna neyðuga peningin, og tí mátti hann í holt við

Amtsrepartitionsfonden. Skjótt var greitt, at peningurin, sum

var í grunninum, ikki var nóg nógvur. Amtmaðurin kærdi sína

neyð fyri nevnd grunsins, 12 men har var einki at gera. Nevndin

10 Færø Amt. Færø Amts Copibog Litra EE 1852–1853. Amtmaðurin til Innanríkisráðið.

11 Færø Amt. Færø Amts Ordrebog 1853. Innanríkisráðið til amtmannin.

12 H. Djurhuus, H.C. Müller og J. Zachariasen.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!