08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Tinghúsið í 1980-unum

og 90-unum.

61 Løgtingstíðindi 1961, s. 343f.

Hølisumstøður Løgtingsins

39

stýrismenn eisini høvdu sess í løgtingssalinum. Broytingar í

stýrisskipanini høvdu harumframt havt við sær, at tær uppgávur,

ið tingið skuldi loysa, vóru nógv øktar, umframt at arbeiðið,

og ikki minst nevndararbeiðið, sum heild var vaksið. Verandi

løgtingshús var tí stutt sagt vorðið ov lítið. Nevndin metti, at

spurningurin um at útvega Løgtinginum betri umstøður at

virka undir átti at verða tikin til viðgerðar, og mælti hon tí til,

at ein millumtinganevnd við 5 limum varð sett at taka sær av

hesum og at geva Løgtinginum eina frágreiðing. Løgtingið

tók, við 18 atkvøðum fyri og ongari ímóti 7. mai 1962 undir

við hesum tilmæli, og 15. juni sama ár kunngjørdi løgmaður

løgtingslóg nr. 44 um løgtingshús. 61

Tað gingu nøkur ár, uttan at stórvegis úrslit spurdist burtur

úr lógini. Í 1969 kom gongd aftur á málið. Hetta árið skrivaðu

Landsstýrið og býráðið í Tórshavn út almenna norrøna hugskotskapping

um eina varðveitingar- og endurnýggingarætlan

fyri gomlu býarpartarnar í Tórshavn. Millum annað varð lagt

upp til, at tey innsendu uppskotini skuldu hava við sær ein

møguleika fyri at byggja tinghús úti í Tinganesi, og at møguleiki

skuldi vera fyri at húsa miðstøðuumsitingini í Tinganesi.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!