08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Uppskotið hjá H.C.W.

Tórgarð og Johan Ziska í

felag, sum fekk 3. virðisløn.

46 V.J.Nr. 52/36-37.

47 Løgtingsmál nr. XIII-52/1937.

Hølisumstøður Løgtingsins

31

bókasavnið, og hetta man hava verið við til at gjørt, at Vinnunevndin

ikki vildi læsa seg fasta. 46

Ein arkitektakapping varð útskrivað, og fyri tríggjar tær

bestu tekningarnar við frágreiðing og kostnaðarætlan skuldu

virðislønir latast uppá ávikavíst 200 kr., 100 kr. og 50 kr. 47 Tá

innkomnu uppskotini vórðu viðgjørd, varð avgjørt, at 1.

virðisløn skuldi Johan Ziska í Tórshavn fáa fyri eina ætlan, ið

varð mett at kosta umleið 85.000 kr., 2. virðisløn fekk H.C.W.

Tórgarð fyri eina ætlan, ið var mett til 75.000 kr., og 3.

virðisløn fingu Johan Ziska og H.C.W. Tórgarð í felag fyri

eina ætlan, ið varð mett at kosta 90.000 kr. Felags fyri hesar

tríggjar ætlanirnar var, at ætlaðu húsini vóru staðsett at kalla á

sama staði sum verandi løgtingshús.

1. virðisløn varð latin fyri eina ætlan, ið hevði inngongd til

tingsal og løgtingsskrivstovurnar frá Tinghúsvegnum, og til

nevndarrúm og tingsal frá Niels Finsensgøtu. Húsið skuldi

vera rættuliga nýmótans úr gróti og betongi. Veggir, tak og

gólv úr jarnbetongi. Skilaveggir úr vanligum betongi og pussaðir

í kálki. Gólvini vóru klødd við hóskandi tilfari. Á takið

skuldi leggjast tjørupapp, og á framsíðuni av húsunum var

betongið klætt við høgdum gróti.

Í ætlanini hjá H.C.W. Tórgarð setti løgtingssalurin, sum

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!