08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Hølisumstøður Løgtingsins

17

kortini skuldi málast og hampast, var rættast eisini at hampa

og mála forstovurnar og síðukamarið. 21

At hetta fór at kosta pening var øllum greitt. Tað vóru bert

fá ár farin, síðani Amtsrepartitionsfonden tók 1500 ríkisdálar

í láni fyri at fíggja løgtingshúsið, og nú var aftur neyðugt at

fara út at leita eftir peningi. Arbeiðið varð mett at kosta

umleið 500 ríkisdálar, og lán fekst til vega úr Fátækrakassanum.

Eftir at nevndu ábøtur vóru gjørdar, varð friðaligt í løgtingshúsamálinum

í nøkur ár. 29 ár gingu, áðrenn spurningurin um

hølisumstøðurnar hjá Løgtinginum aftur kom á Løgtingsins

dagsskrá.

Útbyggingarætlanirnar í 1891

12. august 1891 varð viðmælisskriv frá amtmanninum, ið nú

var Lorens H. Buchwaldt, saman við einum brævi frá sorinskrivaranum

og einum frá kommunustýrinum í Tórshavn lagt

fram í Løgtinginum. Sorinskrivarin Niels Andersen setti fram

ynski um, at ein uppíbygningur varð bygdur afturat sunnara

skjøldri á løgtingshúsinum, í stødd umleið 7 til 8 x 14 alin.

Grundgevingin fyri hesum ynski var sambært sorinskrivaranum,

at húsið var meira ella minni ónýtiligt sum rættar- og

dómhús. Hann greiddi frá, at hóast kuldin møguliga ikki var

ein trupulleiki hjá Løgtinginum, ið vanliga kom saman um

ólavsøkumundið, var vantandi hitin allar aðrar tíðir á árinum,

tá ið húsið einans varð nýtt til rættarsal, ein afturvendandi

trupulleiki.

Ovnurin, ið nýttur varð, var gamal og vánaligur, næstan

allur hitin fór tí beina leið upp ígjøgnum skorsteinin, og stóri

salurin varð ongantíð heitur. Skuldi rættur haldast, var neyðugt

at kika fleiri tímar frammanundan, og hetta var at oyðsla við

hitanum. Løgtingssalurin var „…et alt andet end behageligt

Opholdssted, hvor man for sin Sundheds Skyld kun kan ønske at

opholde sig saa kort som muligt, da et længere Ophold, naar man er

nødt dertil, er forbunden med Kulde og Træk.“ Fyrrverandi

sorinskrivarar vóru heilt givnir við at nýta tinghúsið, tí at

umstøðurnar vóru so vánaligar. Ístaðin høvdu teir einans nýtt

sorinskrivaraskrivstovuna, men har vóru umstøðurnar ikki stórt

frægari, og tí var alneyðugt, at ein loysn varð funnin á hølistrupulleikanum.

21 Føroya løgting. Forskellige Lagtingssager 1861–1862.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!