08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

34 Løgtingstíðindi 1907, s. 142f.

Hølisumstøður Løgtingsins

25

ein partur av Húsagarðsfestinum og sostatt kongsjørð. Seinni

hevði Tórshavnar kommuna fingið fyrstarætt til at keypa hetta

stykkið. Ein fyritreyt fyri, at vaksast kundi um løgtingshúsið,

var tí, at Løgtingið vendi sær til kommunustýrið við eini

umbøn um loyvi at keypa jørðina. Kommunustýrið játtaði, at

Løgtingið kundi keypa fyri somu upphædd, sum kommunustýrið

hevði havt møguleika fyri, tvs. umleið 550 kr. Samstundis

vórðu kortini tær treytir settar, at Løgtingið átók sær hegnskylduna

og skylduna at halda Havnará, umframt at Tórshavnar

kommuna skuldi hava fyrsta rætt til at keypa økið, um

Løgtingið einaferð fór at flyta. 34

Timburmaðurin H.C. Andreasen gjørdi fyri 40 kr. tekning,

kostnaðarmeting og frágreiðing um, hvussu húsið skuldi víðkast.

Tikið varð av einum tilboði frá apotekaranum Olaf Finsen,

ið var 4.000 kr. fyri útvegan av øllum neyðugum tilfari til

arbeiðið. Pól Isaksen, H.A. Hansen og Djóni Isaksen skuldu

taka sær av málara-, timbur- og múraraarbeiðinum, ið sambært

tilboði kom at kosta 1.500 kr., og Johannes Simonsen og

August Mouritsen fingu 220 kr. fyri arbeiðið at gera grundina

til húsið.

Tá samanum kom, var tað omanfyri nevnda uppskotið hjá

Johan C.F. Dam um at leingja og byggja omaná løgtingshúsið,

sum kom tættast at endaligu umbyggingini. Húsið fekk kvist

og varð longt 6 1/2 alin í báðum síðum, so at tað fekk tað skap,

ið tað hevur havt fram til dagin í dag. Rimagarðurin, sum var

í norðara enda, takið og ein fittur partur av klædninginum

skuldu takast niður, men fyri at spara skuldi allur viður, ið ikki

var rotin, nýtast aftur, millum annað til forskalling. Húsið

varð klætt og fekk tak av rukkublikki, og innan vórðu gólv og

loft løgd sum í gamla bygninginum.

Tað gólvplássið, ið fekst afturat í sunnara enda, varð býtt í

tvey javnstór rúm við felags skorsteini, tveimum ovnum og

inngongd úr gomlu forstovuni. Afturatbygningurin í norðara

enda varð í høvuðsheitum nýttur til at víðka um plássið í

tingsalinum, men harafturat varð pláss fyri einum lítlum rúmi

og einum nátthúsi. Á loftinum varð kvisturin innrættaður

umframt eitt rúm í hvørjum endanum, og so langt úti undir

væðingini sum gjørligt vórðu á útloftinum sett tvey nátthús.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!