08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Hølisumstøður Løgtingsins

47

í verki, tykist hava verið, at hesar vóru ov smáar. Tær hildu seg

innanfyri teir fíggjarkarmar, sum Løgtingið og Landsnevndin

høvdu sett. Kortini varð Thomas Havning biðin um at gera

ætlanir um eitt hús, ið var so stórt, at størsti parturin av

landsumsitingini skuldi kunna húsast undir somu lon. Um

løgtingshús møguliga hevði verið bygt í fyrra helmingi av

1940-unum, um annar veraldarbardagi ikki var brostin á, er

torført at siga við vissu. Í 1852–1854 og 1904–1907 var

Løgtingið ósamt um byggiætlanirnar. Henda ósemjan var ikki

til staðar í 1930-unum. Møguleikin var tí heilt avgjørt til

staðar.

Tinganes var longu í 1939 nevnt sum rætta staðið at byggja

løgtingshús. Áðrenn annan veraldarbardaga var hetta ikki

gjørligt, tí ein privat handilsfyritøka átti økið. Eftir at aldargamli

tingstaðurin í 1947 aftur var komin á føroyskar hendur,

vóru nógv, ið hildu, at nú var tíðin komin, til at Løgtingið

skuldi flytast út aftur í Tinganes. Hetta var tó ein hugsan, sum

øll ikki kundu taka undir við. Løgtingsviðgerðin í 1970-unum

ber týðiligan vitnisburð um, at bæði fyrimunir og vansar vóru

við eini slíkari flyting. Skal hugsast um orðini hjá Jóannesi

Patursson frá 1905 um virðing fyri Løgtinginum, kann staðfestast,

at varð løgtingshúsið staðsett á einum søguligum staði

sum Tinganesi, hevði hetta avgjørt viðført tign, men samstundis

eisini ótíðarhóskandi loysnir fyri nútíðar føroyingin.

Trupult tykist hava verið at valt ímillum tign og lagaligheit, og

hetta man vera høvuðsorsøkin til, at málið kom í drag og

ongantíð gjørdist veruleiki.

Valið millum tign og lagaligheit tykist eisini hava stóran

leiklut í trupulleikunum, sum hava stungið seg upp í samband

við nýggjastu nýbyggingarætlanirnar. Hevði ætlanin frá 1949

um at byggja løgtingshús saman við telefonverksbygninginum

verið framd í verki, var neyvan gjørt stórvegis hóvasták burtur

úr, at gamla tinghúsið varð niðurtikið. Løgtingshúsið fekk tó

loyvi at standa í umleið 50 ár afturat. Sæð út frá einum

varðveitingarsjónarmiði er tinghúsið sostatt vorðið nakað væl

eldri. Sigast kann, at tinghúsið í hesum samanhangi hevur

vunnið sær størri rætt til at verða standandi. Tað, ið Løgtingsins

formansskapur tykist hava havt í huga við byggiætlanunum,

var ein lagalig loysn á afturvendandi hølistrupuleikunum, sum

Løgtingið hevur virkað undir. Sæð út frá hesum sjónarmiði

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!