08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Uppskotið hjá Johan

Ziska sum fekk 1.

virðisløn í kappingini um

at tekna nýtt tinghús í

1937.

Hølisumstøður Løgtingsins

29

sum sjálvt tingið. 43 Hetta varð samtykt við 12 atkvøðum, og

árið eftir varð málið tikið uppaftur. Ein tekning og kostnaðarætlan,

ið var fingin til vega frá byggimeistaranum Steingrím

Winther, vísti, at ein uppíbygging til løgtingshúsið hevði kostað

9.500 kr. Skuldi miðstøðuhiti samstundis leggjast í alt húsið,

fór tað at kosta 4.500 kr. Fíggjarnevndin viðurkendi, at ein

uppíbygging var neyðug, soleiðis sum viðurskiftini vóru. Av tí,

at Løgtingið sama ár hevði til viðgerðar fleiri sakir, sum kravdu

stórar peningaútreiðslur, kundi hon tó ikki viðmæla, at nakað

varð gjørt við málið. Løgtingið samtykti tí, at málið varð

goymt til árið eftir. Árið eftir varð uppíbyggingin enn einaferð

útsett, men nakað úrslit spurdist ongantíð burtur úr hesum

ætlanunum. 44

1930-árini

Ætlanirnar um at byggja nýtt løgtingshús vórðu sostatt av

ongum í fyrsta umfari, men tær vóru ongantíð heilt burturbeindar.

Við uppskoti frá 15. desember 1936 samtykti Løgtingið

at lata upp í hendurnar á Vinnunevndini at fáa til vega

tekning og kostnaðarætlan til eitt nýtt løgtingshús, fyri at

43 Løgtingstíðindi 1929, s. 5f.

44 Løgtingstíðindi 1930, s. 11, Løgtingstíðindi 1931, s. 4 og Løgtingstíðindi 1932, s. 5f.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!