08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

48 Løgtingsmál nr. 9/XV 1938.

49 F.L.J.Nr. II-21.

Hølisumstøður Løgtingsins

33

til vega. Hesa uppgávu var Landsnevndin biðin um at átaka

sær. 48 Landsnevndin fekk eisini heimild til at taka í mesta lagi

100.000 kr. í láni, og á fíggjarlógini fyri 1939 játtaði danski

staturin at rinda helmingin av byggikostnaðinum, tó ikki meira

enn 75.000 kr. Landsnevndarformaðurin helt fund við amtmannin,

fútan og leiðaran á Oppebørselskontoret um, hvussu

víðari skuldi farast fram, og semja var um at seta seg í samband

við danska arkitektin Thomas Havning.

Í byggiætlan síni, ið er dagfest 24. august 1939, 49 útgreinar

arkitekturin nágreiniliga krøvini, ið teir báðir fyrrnevndu

høvdu sett til nýggja tinghúsið. Í hølunum, sum skuldu nýtast

til sjálvt Løgtingið, skuldi vera ein tingsalur, ið var størri enn

tann verandi, tó ikki tvífaldur, áhoyrarapláss, sum var umleið

tvífalt, 6 nevndarrúm og ein matvøruhandil. Løgtingsskrivstovan

skuldi hava skrivstovur til leiðaran, ein fulltrúa, løgtingsverkfrøðingin

og amtslandmátaran og eina avgreiðsluskrivstovu,

har 3 fólk skuldu starvast, umframt eitt skjalasavn.

Oppebørselskontoret kravdi 8 rúm, ið vóru 140 m 2 tilsamans.

Jarðarráðið tvær skrivstovur umframt eina avgreiðsluskrivstovu.

Rætturin ein rættarsal og eitt bíðirúm til vitnir. Umframt

alt hetta kundi møguliga eisini verða neyðugt at skipa onnur

rúm til ymiskar stovnar og ein bústað til løgtingsduravørðin.

Hetta var ein stórfingin ætlan við einum rúmmáli, ið fór at

verða umleið 7.500 m 3 . Arkitekturin metti, at tað hevði verið

„særdeles tiltalende“, um løgtingshúsið kundi verðið bygt uttast

á Tinganesi, men upphæddin, ið eigarin av Tinganesi, handilsfelagið

Mauritzen & Co. í Leith, vildi selja fyri, var umleið

100.000 kr. Henda upphædd kundi ikki góðtakast. At byggja

húsið á nýggjum grundstykki uttan fyri býin var ein vánalig

loysn, ið arkitekturin als ikki ætlaði at fáast við, og so var

einans møguleiki eftir, at ríva verandi løgtingshús niður og

byggja nýtt á sama staði. Hetta var sambært Havning ein góð

loysn, tí staðið var miðskeiðis í býnum, áin og høvuðsgøtan

vóru beint við, Tinghúsvøllurin var einasta opna plássið í

býnum, og umráðið var saman við økinum undir ahorntrøunum

niðri við bókhandilin eitt samkomustað.

Framsíðan á húsinum, ið arkitekturin hevði í huganum,

skuldi gerast úr basalti. Útveggirnir skuldu stoypast og isoler-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!