08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Tinghúsið eftir umbyggingina

í 1906-7.

Hølisumstøður Løgtingsins

27

nýggju rúmini í sunnara enda á tinghúsinum skuldu verða

innrættaði til nýtslu hjá rættinum. Eftir samráðingar samtykti

Tinghúsnevndin, at hendan loysnin skuldi fremjast. 36

Umbyggingin í 1906–07 var bert byrjanin til eina áhaldandi

trongd á at nútímansgera tinghúsið. Til dømis legði Oliver

Effersøe í 1912 fram ynski um broytingar í løgtingssalinum.

Hann mælti millum annað til, at borðini skuldu flytast, so tey

stóðu sum fyrr, og at betri lampur vórðu fingnar til vega. 37 Í

1914 varð sett fram eitt uppskot um at byggja WC, men málið

varð útsett til árið eftir. Í 1915 varð tað tikið til viðgerðar

aftur. Nevndin, ið viðgjørdi málið, helt tað vera eftirynskjandi,

at tvey WC vórðu innrættaði, eitt á loftinum og eitt í veghædd.

Hon vildi tó ikki tilmæla, at arbeiðið varð gjørt, tí at kostnaðurin,

583 kr., varð mettur at vera ov dýrur, og helt tí frægast

vera at goyma málið til seinni. Árið eftir legði amtmaðurin

málið fram og bað um, at tað varð fingið í lag sama ár. Eftir

viðgerð í Fíggjarnevndini varð samtykt, at eitt WC skuldi

innrættast í veghæddini fyri ein mettan prís uppá 395 kr. 38

Arbeiðstakari var Ludvig Poulsen blikksmiður í Tórshavn.

36 Løgtingstíðindi 1907, s. 140f. F.A.J. 1907 Nr. 460.

37 Løgtingstíðindi 1912, s. 203. Oliver Effersøe til Løgtingið.

38 Løgtingstíðindi 1914, s. 105. Løgtingstíðindi 1915, s. 137. Løgtingstíðindi 1916, s. 154.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!