08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Inntøkugrundarlag

tingsins síðani endurstovnanina

í 1852

Endurstovnan Løgtingsins

Tað var táverandi einaveldiskongurin Fríðrikur 6., sum tók av

Føroya løgting í 1816. Sjálvt um Føroyar vóru norskt land,

høvdu tær í longri tíð verið stýrdar úr Keypmannahavn. Í

Danmark varð farið undir at nýskipa fyrisitingina av ríkinum

í 1661, tá einaveldið varð sett á stovn. Tey gomlu lenini vórðu

avtikin, og nýggjar fyrisitingarligar eindir, amt, sum vóru undir

leiðslu av kongsins embætismonnum, amtmonnum, vórðu sett

á stovn. Føroyar komu undir amtsskipanina í 1720, men tær

fingu ikki sjálvstøðugan amtmann fyrr enn í 1816. Menningin

av embætisskipanini undir einaveldinum tømdi so líðandi

fólksins umboðsstovnar, løgtingini, fyri innihald. Hetta hevði

við sær, at seinast í 1700-talinum varð farið undir at avtaka

løgtingini í danska ríkinum, og í 1816, sama ár sum Føroyar

fingu sjálvstøðugan amtmann, varð føroyska Løgtingið sum

tað seinasta í ríkinum niðurlagt.

Amtmaðurin kom sostatt at stýra í Føroyum, uttan at Løgtingið,

sum jú varð avtikið í 1816, kundi leggja seg út í nakað

av almennu viðurskiftunum í føroyska samfelagnum. Amtmaðurin

ráddi sostatt eftir galdandi lóg fyri øllum landsins

viðurskiftum og hevði um hendi alt samband við kongsins

stýri í Keypmannahavn. Tað sigur seg sjálvt, at hann tí eisini

umsat øll almenn peningalig viðurskifti í Føroyum. Tað snúði

seg bæði um inntøkur kongs frá Føroyum, herundir kongliga

einahandilin, og møguligan ríkisstuðul til Føroya. Hesin

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!