08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Tey fyrstu mogu árini

stóð Tinghúsið einsamalt

norðan fyri býin.

Hølisumstøður Løgtingsins

15

Tann rættuliga stásiliga ætlanin, sum amtmaðurin hevði biðið

Just Winther um í 1852, varð sum nevnt kolldømd av Løgtinginum,

og eitt nógv minni hús varð bygt í staðin. Tekningin,

ið varð gjørd, var alt annað enn góð, og hóast Dahlerup

fleiri ferðir royndi at gera Løgtingið vart við teir vansar, ið

hetta húsið hevði, má sigast, at hetta varð gjørt uttan stórvegis

eydnu.

Sum dømi kann nevnast, at í brævi til Løgtingið dagfest 10.

august 1854 greiddi Dahlerup frá, at hann longu árið fyri

hevði gjørt tingið varugt við, at ætlanirnar vóru ófullfíggjaðar.

Millum annað førdi Dahlerup fram, at timburmaðurin, ið

stóð fyri byggiarbeiðinum, var ónøgdur við, at tað á tekningini

ikki var gjørt greitt, hvar ein trappa upp á løgtingsloftið skuldi

setast, og sjálvur helt Dahlerup mest átrokandi mangulin við

húsinum vera, at einki rúm var innrættað til sorinskrivaran at

halda rætt í. Løgtingið hevði í 1852 samtykt, at gamla tinghúsið

var í einum so vánaligum standi, at tað ikki kundi nýtast

og tí skuldi seljast. Sorinskrivarin, ið øll árini hevði hildið til

niðri í Gongini, var tí vorðin húsvillur og mátti halda til í

løgtingshúsinum. Dahlerup metti hesa støðu vera óhepna, tí

hóast sorinskrivarin kundi halda rætt nøkulunda ótarnaður

17 Føroya løgting. Roknskapur Amtsgrunsins 1843/44-1855/56.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!