08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

1 Thorsteinsson, 1980 s. 300ff.

Hølisumstøður Løgtingsins

Hølisumstøður

Løgtingsins

Endamálið við hesi grein er at viðgera hølisumstøðurnar, sum

Løgtingið hevur virkað undir gjøgnum tíðirnar, og í hesum

sambandi serstakliga nakrar av teimum ætlanum, ið hava verið

frammi um at byggja nýtt løgtingshús. Byggiætlanirnar hava

verið nógvar. Ikki er møguligt at fara niður í smálutir við

teimum øllum, eyðvitað liggur tí okkurt eftir, sum kundi verið

tikið upp. Størstur dentur verður lagdur á tíðina eftir, at

Løgtingið varð endurstovnað í 1852. Hetta er tó bert minsti

parturin av søguni hjá Løgtinginum, og tí skal sjøtul setast á

við fyrst at nerta eitt sindur við, hvussu Løgtingið húsaðist

áðrenn avtøkuna í 1816.

Gamla Løgtingið

Ikki er nógv, ið vit vita um hølisumstøðurnar tey fyrstu nógvu

hundrað árini. Av fyrstan tíð varð Føroya ting hildið uttandura

á helluni úti í Tinganesi, og nær Løgtingið er flutt innandura,

er ógreitt. Fyrstu ferð, vit fáa nakað at vita um, at Løgtingið

heldur til í einum húsi, er í 1557, tá ið ting varð hildið i

Raadstouffen, sama verður nevnt í 1627, og í 1619 varð tingið

hildið í einum Gildisskála, sum helst er sama húsið úti í

Tinganesi. Í 1663 varð ting hildið í landsins tinghúsi, men

hetta hús hevur neyvan verið heilt nýtt, tí sama árið brúkti

fútin 67 gl. 4 sk. til umvælingar, ið hann kravdi aftur frá

Løgtinginum. 10 ár eftir var stórur eldsbruni úti í Tinganesi.

Tá brann løgtingshúsið í grund, og tingið var húsvilt í 23 ár. 1

Hesi árini helt Løgtingið til á Reynagarði, og í bókini

„Færøerne 1600–1709“ skrivar N. Andersen soleiðis um hølis-

9

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!