08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Hølisumstøður Løgtingsins

41

Skuldi Løgtingið flytast út í Tinganes, sum býráðið mælti

til, var ætlanin, at tað skuldi byggjast í Fútabakka, norðan fyri

Munkastovuna og Leigubúðina, so økið ímillum (kirkjugarðurin)

kundi nýtast til t.d. útifundir og tílíkt. Nevndin

metti, at hendan staðseting nøktaði hølistørvin, sum teir

einstøku flokkarnir høvdu víst á. Nøkur av teimum ynsktu

hjálparrúmunum, eitt nú blaðmannarúm, máttu kortini takast

av skránni. Størsti vansin við at byggja løgtingshús í Tinganesi

var ferðslan. Tað hevði verið sera torført at greiða ferðsluviðurskiftini

og púra ógjørligt at útvega nóg stórt øki til

parkeringspláss. Harumframt var eisini ein trupulleiki, at

tinghúsið hevði ligið ógvuliga innibyrgt og uttan stórvegis

møguleikar fyri útbygging.

Fyrimunir vóru tó eisini við at byggja úti í Tinganesi,

serstakliga tað stóra umhvørvisvirðið, sum hetta hevði havt

fyri tingið. Eitt virði, ið ikki kundi fáast, um hin møguleikin,

at byggja tinghús á fríum øki í útjaðaranum av býnum t.d. á

býarøkinum C1, vestanfyri R.C. Effersøesgøtu, varð nýttur

ístaðin. Hendan loysn hevði tó eisini havt sínar fyrimunir. Ein

arkitektur hevði verið frítt stillaður bæði viðvíkjandi byggisniði

og stødd, og parkerings- og ferðsluviðurskifti annars kundu

verið loyst á ein nøktandi hátt. Prísmunurin á hesum báðum

møguleikunum hevði sambært Tinghúsnevndini væntandi ikki

verið stórur. Varð avgjørt at fylgja omanfyri nevndu fortekningum

til tinghús úti í Tinganesi, fór kostnaðurin væntandi at

liggja um 6 milliónir umframt 500.000 kr. til grundstykkið. 66

Kostnaðurin av at byggja ein samsvarandi bygning á einum

fríum øki varð mettur at vera nakað, men ikki nógv, lægri.

Við fráviki frá tíðarfreistini kom málið um nýtt tinghús til

1. viðgerð í Løgtinginum 15. mars og varð sent í Tinghúsnevndina

67 til nærri viðgerðar. Nevndin býtti seg í tveir

minnilutar, sum komu við hvør sínum uppskoti til samtyktar

3. apríl 1974. Annar minnilutin 68 mælti til, at nýtt tinghús

varð bygt á ásýniligum staði vestanfyri R.C. Effersøesgøtu.

Loysnina við bygging í Fútabakka hildu teir vera gjørliga,

men ikki ráðiliga. Tinganes var eitt søguligt stað, sum rættari

66 Gunnar Hoydal til Johan Djurhuus, 13. november 1972.

67 J.Fr. Øregaard var skiftur út við Hilmar Bech.

68 Trygvi Samuelsen, Finnbogi Isaksen og Hilmar Bech.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!