08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

27 Løgtingstíðindi 1905, s. 81.

28 Løgtingstíðindi 1905, s. 85.

29 Løgtingstíðindi 1905, s. 86.

30 Løgtingstíðindi 1905, s. 87.

Hølisumstøður Løgtingsins

23

at teir, ið skuldu sita og arbeiða fyri vælferð landsins, høvdu

nøkulunda sømiligar og hugnaligar umstøður at arbeiða undir.

Løgtingið stóð ikki serliga høgt í virðing millum fólk, og við

verandi løgtingshúsið gjørdist einki við at bøta um hesa virðing.

„Det passer maaske godt for enkelte, som ikke ønsker Lagtinget

noget højere Niveau, og den passer godt til Lagtingsmændenes usle

Løn.“ Um møguleikar fyri at útvega nóg mikið av peningi helt

Jóannes Patursson, at varð peningur savnaður í nøkur ár, fór

hetta at verða nóg mikið til, at ætlanin kundi gerast veruleiki. 27

Kirkjubøbóndin tykist tó hava tosað fyri deyvum oyrum.

Aðrir tingmenn vóru fullvísir í, at føroyingar ikki kundu gjalda

hesa kostnaðarmiklu ætlan, uttan at tað fór at merkjast á

øðrum samfelagsviðurskiftum. Christian Bærentsen, amtmaður,

talaði um átreingjandi tørvin á at fáa bygt eitt tuberklasanatorium

í Føroyum. Hann førdi fram, at skuldi Løgtingið

gera eina dýra íløgu, sum vildi kravt annaðhvørt størri skattaásetan

ella lántøku í útlandinum, so skuldi hesin peningur

sjálvandi fara til eitt sanatorium. 28

Fríðrikur Petersen próstur helt, at: „Store Indtægter ere gode

for dem, som modtage dem, men ikke for dem, som de komme til at

paahvile som Udgifter.“ 29 Hann helt, at skeivt varð atborið, tá ið

einans ein ætlan varð umbiðin. Sannroynd var, at prísurin í

fyribils kostnaðarmetingini var farin góðar 9.000 kr. niður frá

fyrra til seinna uppskotið hjá H. Sinding Larsen. Um onkur

annar arkitektur varð biðin um uppskot, kundi tað meira enn

so hent, at tingið,: „… kunde maaske faa en endnu bedre og

billigere Plan.“ At arkitekturin enntá var norðmaður og ikki

dani, gjørdi sambært próstinum ikki málið betur. Hann helt,

at tað hevði verið ein fyrimunur, um nevndin hevði vent sær

til ein arkitekt í Keypmannahavn, møguliga mannin, ið stutt

frammanundan hevði teknað ráðhúsið í Keypmannahavn,

Martin Nyrop. 30

Løgtingsmaðurin Johan C.F. Dam, sum hevði verið limur í

løgtingsnevndini, helt ikki, at tíðin var búgvin til ætlaða

løgtingshúsið. Hann var kortini ikki í nevndini komin við

einum minnilutauppskoti, tí hann kendi ov lítið til bygging,

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!