08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Hølisumstøður Løgtingsins

43

og snikkaravirkið hjá Karl Hansen í Klaksvík stóð fyri at gera

innbúgvið. Húsið varð aftur klætt við timbri og fekk flagtak,

so at tað uttan fekk nakað av upprunaútsjóndini aftur. Innan

varð húsið broytt soleiðis, at á fyrstu hædd var tingsalurin við

áhoyraraplássum, tvær forstovur, toilett, tekniskt rúm og rúm

til tíðindafólk. Á loftinum var stór sitistova, í norðara enda

tvey minni fundarrúm, harav annað varð nýtt til skrivstovu, ið

hevði teldu, telefax, kopimaskinu og annað. Umframt hetta

var eisini pláss til ein lítlan køk á loftinum. Tá Apotekið flutti

í nýggju hølini við R.C. Effersøesgøtu, varð „gamla Apotek“

keypt til floksrúm, og seinni fór Løgtingsskrivstovan eisini at

húsast har. Keypsprísurin var 4,6 mió. kr.

Partar av tingmanningini vóru harmir um, at ætlanirnar um

at byggja nýtt tinghús úti í Tinganesi vórðu sleptar. Umbyggingin

var tó so mikið væleydnað, at løgtingsmenn sum

heild vóru nøgdir við úrslitið. Hóast hetta sum so nógvar

ferðir áður einans skuldi vera ein fyribilsloysn, vóru ikki nógvar

røddir, sum av álvara tosaðu um at fáa bygt eitt nýtt løgtingshús.

Ætlanirnar frá 1997

Nýggjastu ætlanirnar um broyting av hølisumstøðunum hjá

Løgtinginum fóru av bakkastokki í 1997. Tær eru enn ikki

lidnar, og tí skal ikki verða gjørt stórvegis burtur úr teimum

her. Í samband við, at tað í 2002 fóru at verða 150 ár síðani

Løgtingið varð endurstovnað, umhugsaði Løgtingsins formansskapur,

hvussu hetta serstaka ár skuldi hátíðarhaldast.

Ein tignarligur møguleiki var at byggja nýtt løgtingshús.

Nógvar hugsanir vóru frammi um, hvar nýggja húsið skuldi

staðsetast, bæði í fjølmiðlunum og millum tingmenn. Niðurstøðan

hjá formansskapinum var, at besta loysnin var, at húsið

varð verandi har tað var, og at telefonverkshúsið gjørdust ein

partur av løgtingshúsinum. Á vári 1998 varð ein arkitektakapping

fyrireikað í samstarvi við Arkitektafelag Føroya.

Vinnari av kappingini gjørdist Heidi Poulsen, arkitektur, men

ætlaða nýbyggingarætlanin varð tó av ongum.

Orsøkin til, at ætlanin varð slept, var, at tað á heysti í 1999

gjørdist formansskapinum greitt, at meiriluti ikki var í Løgtinginum

fyri ætlanini. Summir tingmenn vóru ímóti, tí ætlanin

var dýr, hon varð mett at kosta 80 til 100 mió. kr. Aðrir vóru

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!