08.09.2013 Views

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

Bind 2 - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Tinghúsið, sum tað sá út

í ætlanini hjá H. Sinding

Larsen í 1904.

24 Løgtingstíðindi 1905, s. 81f.

Hølisumstøður Løgtingsins

19

skjótt eisini skuldi hýsa skjalasavninum hjá amtinum, men

bókarúmið var í vánaligum standi, og vandi var fyri, at um

loysn ikki varð funnin á bóka- og skjalasavnstrupulleikunum

rættiliga skjótt, fór amtið at flyta øll skjølini til Danmarkar,

haðani tey neyvan fingust aftur. 24

Málið varð reist í Løgtinginum í 1903. Stórvegis kom tó

ikki burtur úr hetta árið, men málið varð sent í tingsins føstu

nevnd, sum skuldi koma við uppskoti og fyribils kostnaðarmeting.

Ætlanin, sum nevndin hevði at arbeiða út frá, var, at

húsið skuldi vera stórt og kunna nýtast til fleiri endamál.

Umframt tingsal skuldu eisini Amtsbókasavnið, Amtsskjalasavnið,

ein rættarsalur og ein býráðssalur húsast undir somu

lon. Ógreitt var tó, hvar løgtingshúsið skuldi byggjast. Onkur

helt rættast vera at byggja har, ið verandi hús stóð, meðan

aðrir høvdu ætlanir um aðra staðseting. Nevndin kom ásamt

um, at byggjast skuldi í fornnorrønum byggisniði, møguliga

av kampagróti, og setti seg í samband við tann mannin, ið hon

metti vera best skikkaðan til uppgávuna. Hetta var norski

arkitekturin H. Sinding Larsen.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!