26.07.2013 Views

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

tingsvalinum, og at hesir persónar so á fólkatingi virka sum umboð fyri

sjónarmiðum løgtingsins.

Starv fólkatingsins

Fólkatingið viðger sbr. § 43 og § 45, stk. 1, í grundlógini uppskot til

skattalógir og fíggjarlógir, og eingin útreiðsla má haldast, uttan hon er

samsvarandi tí av fólkatinginum samtyktu og av kongi við kontrasignaturi

staðfestu fíggjarlóg, grundlógin § 46, stk. 2.

Fólkatingið hevur óbeinleiðis eftirlit við stjórnini vegna tess, at ein av

limum fólkatingsins kann seta ráðharra fyrispurning sbr. grundlógarinnar

§ 53. Er hann og aðrir fólkatingslimir ikki nøgdir við svarið, so

ber teimum til at seta fram misálitisváttan á ávísan ráðharra ella alla

stjórnina, so hon noyðist frá sbr. § 15, stk. 1, í grundlógini. – Á henda

hátt hevur fólkatingið óbeinleiðis ávirkan á stjórnina, men sjálvsagt

verður tað ikki ein og hvør smálutur í virki stjórnarinnar, sum fólkatingið

á henda hátt leggur seg útí.

Fólkatingið hevur ávirkan á uttanríkispolitikk Danmarkar við tað, at

sbr. grundlógarinnar § 19 krevst fólkatingsins samtykki fyri, at stjórnin

kann gera nakað, sum førir við sær, at ríkið verður økt ella minkað, ella

gera nakað, sum krevur fólkatingsins medvirkan fyri at verða útint.

Sama er, um millumlanda sáttmáli, sum gjørdur er við fólkatingsins

samtykki, skal avtakast.

Størsta arbeiðsbyrða fólkatingsins er sjálvsagt at samtykkja lógaruppskot,

sum eftir at verða endaliga samtykt av fólkatinginum eftir 3

viðgerðir, verða løgd kongi at staðfesta (við kontrasignaturi frá ráðharra).

Tá tær eru kunngjørdar, eru tær lóg og bindandi fyri allar

borgarar landsins. Lógir eru vanliga reglur av almennum slagi og kunnu

vera um øll viðurskifti; einasta avmarkingin er, at tær eru innan karmar

grundlógarinnar.

Ávís minnilutaverja er sett í grundlógini fyri virki fólkatingsins. Soleiðis

kann ein triðingur av øllum fólkatingsmonnum sbr. grundlógarinnar

§ 42, stk. 1, krevja, at endaliga samtykt lógaruppskot skal samtykkjast á

fólkaatkvøðu, áðrenn tað verður lagt kongi til staðfestingar. Uppskot

um fíggjarlógir, lánslógir, lønarlógir, skattalógir og lógir at útinna millumlanda

sáttmálar kunnu ikki krevjast til fólkaatkvøðu sbr. § 42, stk. 6.

Samtykt ognartøkulógaruppskot kunnu eftir somu reglum heldur ikki

leggjast til fólkaatkvøðu, men sbr. grundlógarinnar § 72, stk. 2, kann

staðfestingin av slíkum lógum verða útsett til eftir fólkatingsval.

At samtykkja mál á fólkatingi krevst, at helmingurin av fólkatings-

56

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!