26.07.2013 Views

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

áðast uttanlendis um handils- og fiskivinnusemjur. Eisini kann uttanríkisráðharrin

eftir § 8, stk. 4, heimila umboðsmonnum heimastýrisins

ríkisins vegna at tingast beinleiðis við fremmand lond undir viðvirkan

av uttanríkistænastuni, tá ið tað ikki verður hildið ósambæriligt við

ríkisins áhugamál. Eftir hesi grein verður nú tingast undir leiðslu føroyinga

við bretar um undirgrundarmarkið millum Føroyar og Bretland. 51

Dømi um praksis seinastu 20 árini:

Gjøgnum árini hevur ávís umsitingarlig siðvenja ment seg. Hon kom

fram sum millumlanda samstarvið vaks. Serliga síðani fyrst í sjeytiárunum

í sambandi við kvotusamráðingarnar í millumlanda fiskivinnunevndum

sum NEAFC og ICNAF frá 1972, fleirvegis fiskivinnuavtalur

(„svikasáttmálin“ 1973) og samráðingar um Føroya støðu í samband

við upptøkusamráðingar hjá Danmark við felagsmarknaðin í 1972.

Hin vanligi hátturin fram til 1970'árini var, at umboð fyri heimastýrið

luttóku sum ráðgevar á jøvnum føti við umboð fyri danskar stovnar.

Eftir at Danmark, í sambandi við limaskapin í EF og broytingarnar í

altjóða fiskivinnupolitikkinum, legði heimildir sínar til samráðingar við

onnur lond um kvotur og fiskirættindi til EF, varð neyðugt at skipa fyri

einum nýggjum hugtaki. Danmark (vegna Føroyar) kom at vera heitið í

millumlandasamráðingum. Sigast kann, at limaskapur ríkisins í

NEAFC, NAFO (fyrr ICNAF) og NASCO er í tvíningum: Sjálvt Danmark

er umfatað av limaskapinum hjá EF, meðan Føroyar, og eftir at

Grønland fór úr EF, eisini Grønland, eru fevnd av einum limaskapi

„Danmark (vegna Føroyar Grønland)“. Ein fyri sjálvt Danmark, undir

EF, og ein vegna restina av ríkinum, Føroyar og Grønland, tá Grønland

fór úr EF. Hesin formur vísir, at danskir ríkismyndugleikar kunnu fara

rættuliga langt í samband við ríkiseindina, tá talan er um at laga

viðurskiftini til sambandið við felagsmarknaðin. Hinvegin hava ríkismyndugleikarnir

víst frá sær tílíkar loysnir (t.d. í samband við limaskap

Føroya í IWC) tá tað eru heimastýrini, sum hava tillagingartrupulleikar.

Danska stjórnin hevur, saman við heimastýrinum, frá 1977 gjørt

rammusáttmálar um fiskiskap við felagsmarknaðin, USA, DDR. Ein

rammusáttmáli, sum var undirritaður við Canada í 1980, nevnir bert

donsku stjórnina sum sáttmálapart. Við Noreg er gjørdur rammusáttmáli,

har danska stjórnin ikki er við sum partur, men hevur sáttmálin

form sum góðkend fundarfrásøgn. Við Ísland hevur heimastýrið gjørt

72

51 . Landsstyrisins j. nr. 128-2/93.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!