26.07.2013 Views

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Størv og heimildir

Av § 6, stk. 1, í stýrisskipanarlógini, soleiðis sum hon er orðað við

løgtingslóg nr. 2 frá 03.01.1985, skilst, at øll uppskot, sum landsstýrið

leggur fyri løgtingið og annars allar týdningarmiklar atgerðir, skulu

viðgerast á landsstýrisfundi. Eftir § 8 í umboðsvaldslógini skulu hesar

avgerðir gerast av í kollegium. Er ikki semja, verður atkvøtt, og avgerðirnar

tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum,

førkar løgmansins atkvøða snarið.

Eitt øvugdømi (modsætningsslutning) av § 6, stk. 1, í stýrisskipanarlógini

førir við sær, at komið verður til ta niðurstøðu, at landsstýrismenninir

hvør sær hava heimild at taka ávísar avgerðir innan tað

málsøki, teimum er litið upp í hendi, sbr. umboðsvaldslógini § 9, stk. 2,

landsstýrisins vegna, uttan at málið verður lagt fyri landsstýrisfund.

Hvørjar hesar eru, er ásett við siðvenju, og kunnu annars skifta frá

landsstýri til landsstýri, við at tað er landsstýrið sum kollegium má gera

eina tulking av, hvussu § 6, stk. 1, skal tulkast, og hvørji mál skulu gerast

av í kollegium. Sum dømi um mál, landsstýrismenn sbr. siðvenju hava

tikið avgerð í sjálvir uttan at leggja málið fyri landsstýrisfund, kunnu

nevnast góðkenning av byggisamtyktum eftir býarskipanarlógini § 1,

stk. 1, 81 og umsóknir um lánsloyvi frá kommunum sbr. kommunulógini

§ 39. 82

Sbr. stýrisskipanarlógini § 10 kann landsstýrið leggja uppskot til lógir

fyri løgtingið. Landsstýrið kann útskriva rættarreglur, kunngerðir, tá ið

heimild er til tess í lóggávuni.

Landsstýrið tekur avgerð í teim fyrisitingarmálum, sum tí sbr. lóggávuni

er litið upp í hendur, men kann ikki taka avgerðir mótvegis

borgarunum, uttan at heimild er í lóggávuni. 83 Mótvegis teim stovnum

og embætismonnum, sum settir eru undir landsstýrinum, kann stýrið

geva tænastuboð, uttan lógaheimild, um hvussu starv teirra skal verða

útint innan karmar lógarinnar. 84

Sbr. heimastýrislógarinnar § 6, stk. 2, tilnevnir landsstýrið limirnar í

ta nevnd, sum sett er at gera av málsræðistrætur millum føroyingar og

danir sbr. heimastýrislógini.

94

81 . Sbr. landsstýrisins j. nr. 855-.

82 . Sbr. landsstýrisins j. nr. 816-.

83 . Hetta er hin sonevnda løglýdnisgrundreglan (legalitetsprincippet). Sí um hesa

t.d. Ole Krarup og Jørgen Mathiassen „Elementær Forvaltningsret“ Juristforbundets

forlag (3.udg), København 1976, bls 52 ff.

84 . Nærri útgreinað um slíkar tænastufyriskipanir er í notu 83 nevndu heimild bls.

25 ff..

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!