26.07.2013 Views

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

veitan av veðhaldi til felag við endamáli at keypa og umbyggja ferðamannaskip

til millumlanda sigling, sum broytt við løgtinglóg nr. 40 frá

15. apríl 1983, verður landsstýrinum heimilað landskassans vegna at

seta 20% av partapeningi í felag til keyp og umbygging av ferðamannaskipinum

„Gustav Vasa“ til millumlanda sigling og at veðhalda fyri

lánum, felagið tekur upp.

Í løgtingslóg nr. 29 frá 03.04.1986 um partapening í P/f Norðís, Eiði

fær landsstýrið heimild at seta upp í 210.000 kr. í P/f Norðís á Eiði.

Landsstýrið

Setan

Sbr. § 4, stk. 2, í stýrissskipanarlógini setur løgtingið landsstýrið, og

veitir sama grein í stýrisskipanarlógini heimild til við løgtingslóg at

áseta nærri reglur um setan av landsstýri við løgtingslóg.

Nærri reglur um setan av landsstýrinum eru ásettar í løgtingslóg nr. 2

frá 13.05.1948 um umboðsvald Føroya, sum er ein vanlig løgtingslóg,

sum ikki krevur serliga mannagongd fyri at verða broytt.

Eftir umboðsvaldslógini § 4 velur løgtingið løgmann 79 , og er ásett, at

valið skal fara fram eftir reglunum í tingskipanini § 33 um val av

einstøkum manni. Tingsskipanin er síðan tá samtykt av nýggjum, tingskipan

Føroya Løgtings frá 06.09.1985. Mannagongdin fyri einstakamansvali

er nú ásett við § 17, stk. 6, í tingskipanini, har sagt verður:

„Skal bert ein maður veljast, krevur hann meira enn helmingin av

tingmanningini fyri. Fær eingin tað, verður síðan valt enn einaferð. Fær

heldur ikki nakar tá helmingin av tingmanningini, verður 3. atkvøðugreiðsla.

Tá verður valt millum teir báðar, ið fingu flestu atkvøðurnar við

2. atkvøðugreiðslu, stendur á jøvnum, ræður lutakast. Við hesi 3. atkvøðugreiðslu

vinnur hann, ið fær flestu atkvøðurnar, stendur á jøvnum, ræður

lutakast.“

Sostatt ber til at tilnevna eitt minnilutalandsstýri.

Umboðsvaldslógin § 4 tykist at samríma illa við § 26 í stýrisskipanarlógini,

sum sigur, at løgtingið kann ikki gera samtykt um nakað mál,

uttan at meiri enn helmingurin av tingmonnum er á fundi og fyri

málinum. – Her er einki undantak fyri nakað mál. Hvussu ber so til í

eini lóg, sum er á einum gildisstigi, sum er lægri enn stýrisskipanarlógin,

92

79 . Undir viðgerðini av umboðsvaldslógini hevði ein minniluti, M. Holm, R. Long

og P. Petersen, uppskot um, at løgmaður skuldi verða beinleiðis fólkavaldur,

løgtingstíðindi 1948, bls. 23, men hetta uppskot teirra fall.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!