26.07.2013 Views

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Um kanningarleiðarin tilmælir skipan av stjórn, tilnevnir kongur tá

kanningarleiðaran, ella tann hann tilmælir, til forsætismálaráðharra, og

hesin kontrasignerar tá sjálvur avgerðina, sbr. grundlógarinnar § 14.

Samstundis verður gamli forsætismálaráðharrin við somu undirskriftum

loystur úr starvi.

Eftir tilmæli frá forsætismálaráðharranum tilnevnir kongur teir ráðharrar,

sum forsætismálaráðharrin tilmælir, og sum forsætismálaráðharrin

metir vera politiskt klókt, og sum hann hevur samráðst seg til hjá

hinum flokkunum fyri at fáa teirra stuðul ella í øllum førum ikki

meirilutan ímóti sær á fólkatingi. Forsætismálaráðharrin tilmælir kongi

og kontrasignerar avgerð kongs at loysa ráðharra úr starvi.

Kongur fær ikki sjálvstøðugt sett stjórnina frá við tað, at slík avgerð

krevur kontrasignatur frá ráðharra, sbr. grundlógarinnar §14. Tí má

gamli forsætismálaráðharrin medundirskriva uppsøgn sína, ella má

nýggjur forsætismálaráðharri setast eftir frammanfyri umrøddu mannagongd,

og sum kontrasignerar sína egnu setan og uppsøgn hins farandi

forsætismálaráðharrans.

Størv og heimildir

Teir ymsu ráðharrarnir kunnu leggja uppskot til lógir fyri fólkatingið 19 .

Teir kunnu útskriva rættarreglur (bekendtgørelser), tá ið teir hava heimild

til tess í lóggávuni.

Teir taka hvør sær avgerð í teim fyrisitingarmálum, sum teimum sbr.

býti kongs (við kontrasignaturi frá forsætismálaráðharranum) av heimildum

stjórnarinnar sbr. lóggávuni er litið upp í hendur, men kunnu ikki

taka avgerðir mótvegis borgarunum, uttan at hetta hevur heimild í

lóggávuni. 20 Mótvegis teim stovnum og embætismonnum, sum settir

eru undir ráðharrastovuni, kunnu teir geva tænastuboð uttan lógaheimild,

hvussu starv teirra skal verða útint innan karmar lógarinnar. 21

Kongur, við kontrasignaturi av uttanríkisráðharranum, virkar í millumtjóða

viðurskiftum sbr. grundlógarrinnar § 19, stk. 1. Í veruleikanum

liggur henda heimild tó hjá uttanríkismálaráðharranum við tað, at

kongur uttan undantak altíð tekur undir við tilmæli uttanríkisráð-

52

19 . Formliga er tað kongur við kontrasignaturi frá ráðharra, sbr. grundlógarinnar §

21.

20 . Hetta er hin sonevnda løglydnisgrundreglan (legalitetsprincippet). Sí um hesa

t.d. Ole Krarup og Jørgen Mathiassen „Elementær Forvaltningsret“ Juristisforbundets

forlag (3.udg), København 1976, bls 52 ff.

21 . Nærri útgreinað um slíkar tænastufyriskipanir er í tí á notu 20 nevndu heimild

bls. 25 ff..

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!